týsdagur 26. mars 1985síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tað verða hoyvíkingar,
ið koma at spæla í 1. deild
næsta ár, meðan klaks-
víkingar, Stjørnan, noyð-
ast at royna seg í 2.
deild næsta kappingarár.
Hetta gjrdist úrslitið
aftaná seinna »uppflyt-
ingardystin< millum H71
og Stjørnuna. Tann fyrra,
ið varð spældur í Klaks-
vík, vann Stjørnan við
einum máli, 21-20, men
hoyvíkingar vunnu tann
seinna 20—17 aftaná at
Stjørnan hevði verið á
odda 8—10 í hálvleiki.
At dysturin hevði stór-
an týdning sást skilliga av
stóru åskodarafjøldini,
sum hevði leitað sær i
hellina á Hálsi týskveldið.
Mitt í sjónvarpstíðini
hevdu umleið 400 avgjert
at tey vildu síggja hvat lið
skuldi verða umboðað í 1.
deild næsta kappingarár.
Dysturin var avgjert ikki
av bestu hondbóltsdyst-
um — leikliga sæð, men
tað hann restaði í veruliga
góðum hondbóltsspæli
hevði hann í staðin í
spenningi og kvikleika. At
dysturin ikki varð av best
spældu, komst m.a. av at
nóg stod upp á spæl hjá
báðum liðunum og leik-
ararnir ti vóru nervesir.
Í fyrra hálvleiki tóktist
eingin ivi vera um, at
klaksvíkingar fóru at
varðveita sess sin í 1.
deild. Teir komu á odda
1—0 og tað eydnaðist
ongantíð H71 at koma
fram um Stjernuna í hes-
um hálvleiki. 10—8 til
Stjørnuna vísti úrslita-
talvan í hálvleikssteðg-
inum.
Men í seinna hálvleiki
kom vend í. Til stóra freði
fyri trúfestu H71 við-
haldsfólkini fekk H71
javnað til 11 — 11 aftaná at
Stjørnan hevði byrjað
seinna hálvleik við at ekja
um munin. Leikararnir
hjá Stjørnuni vórðu ikki
sert erkymlaðir av, at
H71 henda hálvleik mans-
uppdekkaði Egil Johansen
og datt spæl klaksvíkinga
»sundur«. Uttan Egil
gekk spælið ikki hjá
Stjernuni. Teir manglaðu
ein málskjútta og áðrenn
nakar varnaðist, vóru
hoyvíkingar komnir á
odda 15—11. Og so var
avgerðin i veruleikanum
ES.
NOVA —
RS ke
Fs
Hoyvikingar í Í. deild —
klaksvíkingar í 2. deild
fallin.
Sjálvt um Stjernan, við
Karl Johansen á odda,
seinnu helvt av seinna
hálvleiki fekk meira skil á
leik sín aftur, so var
ongantíð vandi fyri at sig-
urin skuldi gleppa hoy-
víkingum av hondum.
Hjá H71 var tað serliga
Jákup Símun Simonsen,
ið gerdi um seg. Ferð
aftaná ferð smoygdi hann
seg gjøgnum verjuna hjá
Stjørnuni og eydnaðist
honum at fåa 9 mål i
hesum dysti. Hevði hann
staðið fastari á gólvinum,
tá hann skifti stev mitt í
legnu >fintum< sínum,
hevði målirtøka hansara
verið munandi stærri.
Dyljast skal íkki, at
verjan hjá Stjernuni
gjerdi tað ikki ov torfert
fyri Jákup Símun at
sleppa at skjóta, men
eingin ivi er um, at hann
veruliga hevur meguleika
at gera vart við seg kom-
andi kappingarár. Tað sá
út, sum um leikararnir hjá
Stjørnuni høvdu avgjørt
at ansa væl eftir Såmali
Hansen, id gjørdist besti
Framhald å sidu 9
á
Hækkað luttokugjaldið
ækkan a ILOKUÐ
gjalda ;
Fótbóltssambandið skeyt upp at hækka
gjaldið fyri vaksnamannadeildirnar úr 300 upp
í 400 kr. og gjaldið fyri kvinnudeildina og tær
yngru deildirnar úr 150 til 200 kr
Drúgvt orðaskifti stóðst av hesum uppskoti
Í útvið ein tíma varð tosað aftur og fram um
hetta til atkvett varð. 13 vóru fyri at hækka
gjaldið og ein ímóti
Unglingalandsliðið í
borðtennis sett
Borðtennissamband Feroya hevur nú sett
unglingalandsliðið, sum í mai mánað skal
luttaka í NM-kapping í Noreg.
A unglingalandsliðnum eru hesir: Petur
Niclasen, Fram, Oluf Mortensen, TBF, Jákup
Hansen, Streymur, Fróði Davidsen, B68, og
Finnbjern Zachariassen, Streymur.
Venjari er tó ikki settur enn til unglinga-
landsliðið, og heldur ikki er greitt enn, hver
verður ferðaleiðari.
O