hósdagur 28. mars 1985síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
BRÁ
8
Siggið tann 3000
ara gamla Tut Ankh
Amon glitraigulli
At vitja tað gamla Egyptaland er ein uppliving fyri lívið. Vitjar
tú eitt nú á sjálvum forngripasavninum í Cairo og sær allar teir
glitrandi og avbera vekru fornlutirnar har, so stendur tú heilt
bergtikin og fær ikki sagt eitt einasta orð.
Hetta — bráddliga at standa andlit til andlit við eina farna og
stórbara tíð — er ein sera undarlig kensla, sum tú fer at goyma
í minni restina av lívinum.
Karl Nolsee hevur fleiri ferðir verið í Egyptalandi eisini sum
ferðaleiðari hjá donskum ferðafólki. Sjáldan eru føroyingar við,
men tað er vón hansara, at tað skal eydnast sær ein dag saman
við føroyingum at kunna fara runt í hesum aldargamla
mentanarríki og greiða frá tí nógva har er at síggja.
Hann greiðir okkum her frá eini slíkari ferð. Vit fara at fylgja
Karl á ferð hansara í komandi blødum
BYGG
Flogið verður við Egypt Air, sum ger alt fyri at gera ferðina til Egyptalands til eina
sanna uppliving
Alt glitrar úr gulli. Her ein av kistunum vid Tut Ank Amon, sum varð funnin oskalad
og sum verður vist fram á egyptiska museinum í Cairo saman við hópi av ødrum
lutum. Ein ogloymandi uppliving fyri ell tey vitjandi
kemur okkara og okkurt at drekka, um annað. Trafikkurin er eitt
Øll eru komin umborð og hava sessað
seg
Risaflogfarið hjá »Egypt Air« fer hov
liga uteftir flogbreytini, stedgar eitt
sindur å, medan flogskiparin bidar eftir
startloyvi frå kontroltorninum
Tað kemur so, og motorarnir fara at
virka vid fullari megi, flogbreytin fykur
burtur undir okkum, og knappliga eru
vit luftborin. Byurin og husini hvørva
Vit eru á ferð móti ævintyrlandinum,
sum hevur verið partur av okkara
dreymaverð heilt frá barnaárum. Trygd-
arbeltini kunna loysast, tú kanst roykja,
um tú hevur hug.
Sneggar myrkhærdar og brúnoygdar
flogternur ganga brosandi millum
stólareðini og heinta tær tað, ið líkar tær
best.
Vit koma inn yvir europeiska megin-
landið á veg suðureftir. Aftaná nakrar
tímar, hvar tú, um tú er so heppin at sita
úti í borðinum, hevur sæð ljósglæmuna
frá býum, ið vit flúgva hegt uppi yvir,
verður sagt frá, at vit fara útyvir
Egearahavið, og vit hóma griksku
oyggjarnar. So er Kreta farið undan
okkum og Meðalhavið liggur langt niðri
í myrkrinum.
So sæst aftur ljósglæma av stórbýi,
tað er Alexandria.
Nú vita vit, at ikki er langt eftir. Flog-
skiparin sigur, at um eina letu fara vit at
lenda og biðjur okkum spenna flogbeltið
og slekkja sigarettirnar
Cairo í eygsjón
Vit flúgva nú munandi lægri og koma
inn yvir ein risastóran bý. Flogvellurin
er har úti í oyðimerkini og skjótt
gongur, so lenda vit í ellum góðum, sum
vit eisini vistu, at vit fóru at gera, tá tú
flýgur við manning »Egypt
Airs<. Tað varð stovnað longu i 1926 og
royndu
nýtur einans tey bestu og nýmótans
flogførini
Cairo flogvøllurin er ein av teim heilt
stóru, um 8000 fólk ferðast um hann
dagliga, úr allari verð og til alla verðina
Tá flogfarið stendur á flogvellinum,
koma bussar eftir okkum, og vit verða
koyrd til inngongdina í stóra og stási-
liga floghavnsbygninginum
Skjótt gongur at koma gjøgnum tollin
og at fáa okkara viðferi. Fyriuttan
okkara egna ferðaleiðara er egyptiskur
ferðaleiðari komin okkum ímóti fyri at
hjálpa okkum, um tervur skuldi verið til
tess.
Hann tekur okkum útum til bussin,
ið koyrir inn móti bynum til hotellið, ið
vit búgva á, meðan vit eru í egyptiska
hevuðsstaðnum.
Vit verða innskrivað, fáa lyklar til
meðan ferðaleiðarin greiðir frá, hvat, ið
skal henda næsta dag og nær
Frá vindeygum okkara síggja vit ljós
ini frá risabýnum, sum rekkur heilt út
móti sjónarringinum
Vit eru eitt sindur ferðamóð, og tey
flestu fara skjótt til songar, eisini fyri at
vera væl hýrd til næsta dag, hvar so
nógv fer at henda
Avstað til egyptiska museið
Morgunmaturin etin og vit fara niður til
buss okkara, har okkara egyptiski vin-
maður frá kveldinum frammanundan
tekur blíðliga ímóti okkum.
Stundisliga fara vit av stað aftaná at
talt er og aftur talt fyri, at vit við vissu
kunnu vita, at ell eru við.
Nú er eitt íðandi lív í getunum, fólk á
veg til arbeiðis, fólk í egyptiskum búna
við turban ella uttan, fólk í vestur-
lendskum klæðum. bilar og bussar hvert
Við karl í Egyptalandi
A ————————Wi"Þ
upplivils
sær sjálvun
Vit koma til egyptiska museið. Tað
ræður um at verða har beinanvegin, tað
letur upp, tí mong eru, sum dagliga
koma at síggja undrunarverdu fornlutir
hetta avgamla lands. Ferðaleiðarin
keypir billettir, og vit fara innar
Har er so ófatiliga nógv, at tær tervar
vikur og mánaðir at kanna tað, men tað
hava vit ikki stundir til, tí vit hava bara
avmarkaða tíð. Vit skula jú síggja alt
Egyptaland
Vit fara igjøgnum deildirnar »gamla
ríkið“, »mittasta rikid« og »nyggja
ríkið<. Vit síggja tað, sum varð funnið i
grøv Tut Ank Amons, alt glitrar í gulli
og gimsteinum. Vit koma útaftur aftaná
nakrar tímar, og tað melur eitt sindur
fyri okkum, meðan vit fáa okkum ein
kopp av kaffi ella ein Stella, frálíkt
egyptiskt el, og hugsa um hetta ævintýr-
ríkið, hvers sega rekkur so langt aftur
sum 5-6000 ár, at teir vísu ikki enn nava
vissa vitan um, hvussu alt hetta byrjaði
og hvaðan í frá tað kom
Frá museinum fara vit at síggja
gomlu býarborgina, ið liggur hegt uppi
yvir býnum, við Muhammed Ali moské-
ini, ið stendur sum ein dreymasjón móti
himmalinum.
Haðanífrá hava vit frálíkt útsýni út
yvir stórbýin, hvar teljast kunnu meir
enn 500 moskéir við minaretum, ið
toyggja seg upp móti himmalinum
„Allah ul Akhbar«. »Allah er størstur«
verður 5 ferðir í degnið rópt frá teimum,
meðan tey trúgvandi frá forseta til getu-
sópara biðja benir sínar.
Framhald