hósdagur 28. mars 1985síða 19
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Er nakað á vási? -
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara
Vit eru til reiðar!
Tit ringja — vit skriva
Ivamái?
Stjórin í Norðurlandahúsinum:
Fekk dura-
fjórðingin
fyri at siga
sina hugsan
. Hjertur Pálsson,
stjorin I
% -
lahúsinum
í Førovum, hev-
ur verið ov opinskáraður. Tað er óivað orsekin til, at stýrið fyri
Norðurlandahúsið hevur avgjert at koyra
Hjert
trupulleikum.
T
i
ir hevur annars Sag
'e eri harmur um, at
upp sjål
málið fekk
hann frá beinanvegin.
ir orsakað av samstarvs-
slika vend. Men min sam-
vitska er rein, sigur Hjørtur Pålsson, id hevur ta fatan, at i styr-
inum råda mest triggir mans: formadurin Jan Stiernstedt, næst-
formaðurin Dånjal Pauli Danielsen og Sten Cold, ið var stjóri í
Norðurlandahúsinum undan Hirti.
Eg varð vaktur miku-
morgunin kl. 8.45 av Jan
Stiernstedt, formanninum
í stýrinum fyri Norður-
landahúsið. Hann ringdi
fyri at siga mær, at stýrið
hevði viðgjert mína upp-
segn á fundi, og at sam-
tykt var at ganga henni á
meti. Haraftrat høvdu teir
samtykt at heita á meg
um at fara úr stjórastarv-
inum beinanvegin. Hann
segði eisini, at hann fór at
biðja næstformannin i
stýrinum, Dánjal Paula
Danielsen, um at bera
mær boðini skrivliga.
Brævið skuldi sendast við
telefaxi til Feroya.
Ein andsegn
Í brævinum stendur m.a.
at stýrið fyri Norður-
landahúsið í Feroyum
hevur góðkent umsóknina
um at verða loystur úr
starvinum sum stjóri í
Norðurlandahúsinum Í
Feroyum. Stýrið hevur
eisini samtykt at biðja
meg um við tað sama at
fara frá. Eg fái len í
triggjar mánaðir frå upp-
sagnardegnum, t.v.s. 6.
mars 1985.
— Bædi Jan Stiernstedt
og Dånjal Pauli Danielsen
søgdu, at eg skuldi sleppa
at avgreiða nøkur mål
Fyri mær er tad ein spurn-
ingur, sum teir lata
standa opnan, um eg
undir slíkum umsteðum
bara skal lata lyklarnar
frá mær og í stundini fara
út úr húsinum, ella um eg
skal avgreiða nøkur mål.
Men hvat meina teir við?
Tað eru nógv mál í gongd
á einum stovni sum hes-
um, og skal eg bara fara
frá teimum? Eg haldi, at
eg noyðist at velja nekur
út, sum eru mest átrok-
andi. Eg fekk at vita, at
eg skuldi fáa rímiliga tíð
til hetta, men hvat er
rímilig tíð undir slíkum
umsteðum? Skuldi eg
havt rímiligar stundir til
at avgreiða málini ella
gera, hvat eg kundi fyri at
geva eðrum málini og ar-
beiða við tí, so skuldi eg
havt longri tíð enn tveir
tríggjar dagar. Men fyri
mær at síggja er tað ein
andsegn í, at eg bæði skal
fara frá við tað sama og
hava rímiliga tíð. Eg
spurdi bæði næstfor-
mannin og formannin um
hetta, og teir ásettu ongan
dag. At eg verði her til
vikuskiftið t.d. helt Dán-
jal Pauli vera í lagi.
Eg noyðist undir ellum
umsteðum at seta meg í
samband við ein sakferara
at ráðfera meg við.
Sagt ov nógv
— Hví hevur stýrið tikið
hesa avgerð?
— Tað fari eg ikki at
siga nakað um. Stýrið má
sjálvt svara fyri, hví
henda avgerðin er tikin.
Eg fari ikki at leggja teim-
um orð í munn.
Men eg havi fingið at
vita frá formanninum, at
stýrið leggur meg undir at
hava sagt ov nógv til
blødini og alment seinastu
tíðina, frá tí eg segði upp.
Tað mugu fólk sjálv tulka
og gera sær meingar um,
hví stýrið ikki vil, at mál,
sum ikki eru í lagi, skulu
fram.
— Vil tað siga, at tú
hevði kjaftband?
— Eg skilji tað soleiðis,
at stýrið tekur málið
ógvuliga álvarsliga, at eg
ikki fullkomiliga noktaði
at úttala meg.
Í brævinum, sum eg
sendi, tá eg segði upp,
segði eg, at eg vildi bara
siga meg úr starvinum,
men eg tók mær rætt til
seinni at koma við eini frá-
greiðing til stýrið um,
Hjørtur Pálsson segði upp stjórastarvið í Norðurlandahúsinum. Hann kendi seg
noyddan til tað.
hverjar orsekirnar vóru
til, at eg segði upp
Tað, sum nú er hent,
skilji eg soleiðis, at stýrið
hevur hildið seg vera
noytt til at koma við eini
frágreiðing og gera nakað.
Nú veit eg ikki, men
merkir hetta, at stýrið
ikki vil hava nakra frá-
greiðing? Annars havi eg
fingið at vita frá formann-
inum og næstformann-
inum, at eg eri vælkomin
á fundin hjá stýrinum 3.
mai og har leggja málið
fram. Tað havi eg nú ikki
tikið steðu til.
— Men hví vil stýrið
hava teg burtur?
— Eg veit ikki, men
Jan Stiernstedt hevur
sagt við meg, at ell um-
tala skaðar húsið. Hann
heldur vist, at eg havi
sagt ov nógv, og verði eg
sitandi longur, er vandi
fyri, at eg sigi meira, men
tað veit eg ikki.
Eru tað ávísir persónar,
sum vilja hava teg burt-
ur?
— Tað kann eg ikki
siga, tí brævið, sum eg
havi fingið, er sent í navn-
inum hjá ellum stýrinum,
so tað má vera alt stýrið,
ið stendur aftan fyri. Eg
var jú ikki til staðar, so eg
veit ikki, um tað er ein-
mælt. Um tað eru åvisir
persónar, veit eg ikki,
men eg kann siga, at tá
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnad fyri lysaran.
talan er um stýrið, teir
átta persónarnar, sum sita
har, so havi eg mest havt
at gjørt við formannin,
næstformannin og sjálv-
andi mín undanmann,
Steen Cold. Og min upp-
fatan er, at tað eru teir
tríggir, ið hava mest at
siga í stýrinum.
— Eg haldi, at tað sum
eg nevndi fyri for-
manninum og næstfor-
manninum longu í novem-
ber, hevur verið ein
forðing fyri, at arbeiðið
her í húsinum kundi
ganga, sum eg uppruna-
liga vildi.
— Eg haldi, at tað sein-
asta neyvan er sagt í hes-
um málinum.
— Hvussu yvirtók tú
stjórastarvið?
— Tá eg kom í húsið,
vórðu gjerdar vissar regl-
ur, sum ikki hevdu verið
áður skrivliga. Tað var
bæði viðvíkjandi starvs-
lýsinum, rådgevaravirk-
semi. T.d. hevði húsið
frammanundan ikki havt
nakran varastjóra, tað
varð so avgjørt. So kundi
verið spurt, um tað ikki
hevði verið rættari, tá ein
nýggjur maður kom til, at
bíða við tí, til hann kom.
Eg var heldur ikki nøgdur
við tann mátan, mín
undanmaður setti meg inn
í arbeiðið, tá eg kom. Eftir
mínari áskoðan varð eg
ikki settur inn í arbeiðið,
soleiðis sum eg sum
nýggjur maður á staðrum
hevði brúk fyri
Upp á tann mátan havi
eg ikki fingið ta undirtøku
og uppbakking, sum eg
hevði væntad, at ein
nýggjur stjóri fór at fáa.
— Hevur stýrið lagt seg
út í títt arbeiði?
— Eg haldi, at teir
triggir, formaðurin, næst-
formaðurin og undan-
maður mín, hevdu sterri
hug at stýra nógvum í
sambandi við húsið og
virksemið, enn eg fram-
manundan hevði varhug-
an av ella helt vera rimi-
ligt.
— Ert tú skuffaður?
— Tað vildu øll sagt í
mínari stødu. Men tað er
greitt, at eg havi mína
uppfatan í málinum og
stýrið hevur sína. Eg eri
harmur um, at tað gekk
so, men eg haldi ikki, at
eg havi so ringa sam-
vitsku, at eg av tí orsek
skal vera skuffaður.
— Hevur tú fingið nak-
ran stuðul her i Føroyum?
— ÓØgvuliga stóran
stuðul frá nógvum, nógv
meira enn eg nakrantið
hevði væntað, ikki minst
nú eftir at eg havi sagt
upp. Og stuðulin eri eg
fegin um.
randi