Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-04-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. apríl 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 40 — 11. apríl 1985 Telefon 118 20 Argjavegur 26. 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Útgávudagar: týsdag, hósdag og leygardag Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin Politikkur og kristindómur Í PÅSKABODSKAPI sínum heitti påv- in á allar heimsins tjóðir og fólk um at binda frið og at leggja vápnini. Hann vísti á, at tað í dag framvegis eru nógvar mill. fólk, sum verða pínd, kúgað og myrd. PÁVIN vísti somuleiðis á, at kríggj millum lond og fólk framhaldandi er ein vanlagna fyri allan okkara heim. Hann helt fyri, at vápnadubbingin eigur at halda uppat og kom hann eisini við eini áheitan til ungdómin, nú 1985 av ST er sett til at vera altjóða ungdómsár. Pávin heitti á tey ungu um at stríðast fyri friði og sam- arbeiði millum øll menniskju. TAÐ er at frødast um, at kirkjunnar hægstu tænarar á henda hátt tala at tí órættvísi og tí kriggsørvitisskapi, sum fer fram kring allan heimin í dag, og at hetta verður serstakliga undir- strikad undir slíkum håtidarløtum sum á páskum, jólum ol. SPURNINGURIN er so, um kirkj- unnar tænarar — lágir sum hegir — í nóg stóran mun gera vart við hetta stóra órættvísi, sum ræður og tað hepisleysa i tí at kriggjast og at dubba! ER tað t.d. nóg mikið at slíkt kemur fram »einans« á páskum og jólum! Sjálvandi verður tað eisini nevnt og vidgjørt aðrar av ársins døgum. Men spurningurin er, um kirkjan í dag í nóg stóran mun roynir at appellera til okkara politikarar og ráðandi myndugleikar um at steðga og forða kríggi og órættvísi! Í FLEIRI londum kring heimin er tað vorðið meira og meira vanligt, at kirkjunnar talsmenn tala at kríggi og órættvísi. Demi um hetta eru Látín- amerika, Suðurafrika og Póland — fyri bert at nevna nekur. Har hava hegir umboðsmenn fyri kirkjuni tikið ta avgerð at tala at órættvísinum sum ræður í egnum landi. ONKUR kanska heldur, at hetta er at blanda kirkjuna og politik saman. Onkur annar heldur tverturímóti, at við at tala at, so vísir kirkjan í verki, hvat hon veruliga stendur inni fyri, nevniliga hetta: at øll menniskju hava eins góðan rætt til mat, klæði, undirvísing, arbeiði osfr. — uttan mun til trúgv, húðarlit ella politiska áskoð- an. oddagrein HERFYRI var eitt skeið hildið á Føroya Háskúla, har evnið var »Kris- tindómur og politikkur«. Ætlanin er, at Sosialurin skal taka hetta evnið til viðgerðar einaferð í hesum árinum, m.a. við tí skeiðinum sum steði. Á hesum skeiðnum mettu summi, at kirkjan als ikki eigur at blanda seg upp í politisk viðurskifti, meðan onnur hildu, at tað ber ikki til at skilja kirkju og politik, t.v.s. skipan og menning av samfelagnum, at. Hesi bæði eru partar av einum og sama máli. TAÐ er altíð vandamikið at tosa um politik og kristindóm vísir tað seg, tí so mong av okkum vilja ikki umrøda hetta evnið uttan at blanda egnar persónligar kenslur uppí og lata tær vera einaráðandi. Sjálvandi skulu persónligar kenslur eisini vera við í einum orðaskifti, men tær mugu íkki forða einum sakligum orðaskifti, sum í sær sjálvum ikki nýtist at nerva nakran ella nakað. KEMUR eitt orðaskifti í lag, sum vit meta vera gott og neyðugt, so slepst illa undan at seta spurningin: er kirkjan í vesturheiminum alt ov passiv, tá tað snýr seg um at tala at órættvísi aðrastaðni og eisini heima hjá sær sjálvum? Kanska eitt orða- skifti um henda og aðrar spurningar fer at geva okkum um íkki eitt so nøkur svar. HVAT siga t.d. okkara prestar og tal- arar í teimum ymsu samkomunum um leiklutin hjá kirkjuni í londum, har so stórt órættvísi ræður, at kirkjan hevur broytt gamlan sið og er farin nærum í herna ímóti órættvísinum! UTTAN iva eru nógvar meiningar um hetta viðbrekna mál, og um so er, so halda vit, at tær allar eiga at tola dagsins ljós. PÁVIN kom við síni páskaáheitan. Hver veit um ikki innihaldið í hesi eini páskaáheitan ein dag í framtíðini fer at vera kjarnan í teimum talum og prædikkum, sum fara at verða fluttar innan kirkju- og samkomugátt! Fer hetta at gagna friðinum og rættvís- inum, tá verður kanska nógv vunnið. Og tá fara kanska mong av teimum, sum í dag siga kirkjuna vera ov passiva og gera ov lítið til tess at vísa á órættvísi, at vísa kirkjuni størri ans. jamú Ferðamannavinna og løgmadur Tad hevur just verid ein stør ferðamanna-fram- sýning í Bella Centrinum í Keypmannahavn undir heitinum REJS 85. Høvudsrødan við setan- ina varð hildin av grøn- lendska landsstýrisfor- manninum Jonathan Motzfeldt. Grenlendingar = hevdu tríggjar básir, feroyingar høvdu ongan!!! Tað er onkið betri stað at knýta samband við áhugað fólk enn á slíkum framsýningum. Ti er tað torfert at skilja, at føroy- ingar vilja tvífalda ferða- mannainntekurnar og so ikki verða við, har nakað hendir á hesum eki. Ein kann eisini spyrja seg sjálvan, hví var tað ikki okkara legmaður, ið helt høvudsrøduna við hesa stevnu? Jú, vit vita sum er, hann hevur úr at gera við at fortelja útlend- ingum, hvussu illa til stendur í Feroyum, so her mugu tit ikki koma. Tað eru tvær stórar ser- messur innan fyri europe- isku ferðamannavinnuna ITB í Berlin og World Travel Market í London. Tann tíðin er farin har norðureuorpearar bert ynsktu at liggja og steikj- ast við Miðjarðarhavið Nógv vilja hava meiri burtur úr feriuni — og ser- liga her hevur Feroyar sín meguleika at selja tey virði, sum land okkara hevur, eyðkend náttúr og mentan. Samstundis skulu vit skapa nýggjan tørv. Vit selja longu megin- partin av utflutningi okk- ara, vid at »reklamera« vid, at vit hava heimsins reinasta sjogv, luft o.s.fr. Ein kundi imyndad sær Føroyar sum eitt fyrsta floks »heilsu land«. Fólk bliva meir og meir vit- bundin um kropp og heilsu. Tað eru heilt givið stórir meguleikar í hesum. Eln kundi eisini ímyndað sær eitt Feroyar sum eitt land fyri tey, ið høvdu stóran áhuga fyri gamlari mentan. Eisini kundi ein fylgt mótanum og bygt og/ella umvælt gomul hús og síð- ani selt sum time-sharing, t.v.s. selt brúksrættin til ferðandi í eina ella tvær vikur um árið, alt árið runt, annað hvert til foroyingar ella útlend- ingar. Hevði tað eydnast at flyta 10% av tí upphædd foroyingar brúka uttan- landa hevdu vit spart fleiri milljónur í valuta. Nógv lond brúka í hesum árum, nú samfel- agsmynstrið gongur ímóti, at vit fáa meiri frítíð (longri feriu, styttri arbeiðsviku, styttri arbeiðsdag o.s.fr.) stórar ressourcir uppá at mark- ” nadarføra seg sjalvi, sum tað 'ideella' fritidar para- dísi. Vit mega ikki stilla okkum aftast í hesum raði, men stremba ímóti at blíva eitt fyrsta flokks land fyri ferðafólkið. Til síðst ein ótekk til legmann. Tað er altíð hug- stoytt at hoyra feroyingar spilla land sítt út — fri út- lendingum. R. H. »Grønt ljósa til SEV Ikki eiti á sigur, teir vunnu nú, teir keldu kynikararnir — teknokrat- arnir. Eftir bit og slit og tógvið stríð, eydnaðist teimum umsíðir at sleppa at leggja hond á Eiðisvatn og umhvervið har um leiðir. Borgarliga pressan hevur eisini verið á tremur av lovorðum til hesar sínar merkismenn, ið ikki viku fyri tí reyða og grena áganginum, men stríddust til seinasta blóðsdropa — ella fyri tann skuld, vatns- dropa. So er bert at vóna, at teir njóta sigursrúsin sum best meðan hann er setur, tí hann kundi sum frá leið gjørst nakað vatn- deyvur. Fyri okkum onnur, ið síggja vansarnar og miss- in, føroysku náttúruni hevur verið fyri, er hesin sigurin hjá SEV ikki heilt so setur. Ásannandi, at Feroyar eru lítið land við avmarkaðum víddum, drípa vit hevur og skamm- ast yvir, hverji virðir hesir menn ætla at bjóða kom- andi ættarliðum. Tað sær út til, at vit í hesum landi hava vanliga høgra víkiskyldu. T.v.s., at vit skula halda av fyri øllum, ið kemur frá høgru. Ikki tí, nógv gott kemur eisini frá hegru. Men tað tykist bara, at tað eru tær somu kreftirnar, ið skula avgerð hvat, ið er gott fyri føroyingar. Teknokratar, religiøsir fanatikarar, stemmufiskarar og sovornir, ið vit ikki hava loyvi at nevna; tað eru teir, ið stinga út í kortið og seta kósina fyri okkum. Sum oftast við Guði sum skálkaskjóli. Onkur spyr, hvat hetta hevur við SEV at gera. Jú, tað vísir seg, at hesir nevndu síggja reytt tá teir hoyra um grent. Grent er reytt, er teirra uppfatan. Og reytt, tað er sovorðið sum sosialisma og kommunisma, sum teir siga er ateisma. Tí halda teir tað vera rættast ikki at vera grenur, ikki at verja um náttúruna. Men tá tað snýr seg um at kráma sær nakrar at- kveður, er tað eingin synd at fara illa við Guðs skap- arverki til frama fyri Mammon. Bara tað kemur kapitalinum til góðar, eru teir fúsir at fara til heims- ins enda. Hesir somu, sum avgera, hvat feroyingar skula lesa ella síggja í sjónvarpinum. Gev fananum — litla- fingur... Nú hava teir so fingið Eiðisvatn, men rokna ikki við, at hetta verður = tað seinasta. Fjallavatn verður helst tað næsta, og teir royna eisini at forða fyri, at eitt 35 km? stórt eki í Norð- streymoy verður friðað — tað skula teir eisini hava. Tað er sanniliga uppá tíðina, at náttúruvinir fara at gera álvarsliga vart við seg, tí annars verður skjótt eingin blettur eftir, ið ikki er meiðslaður av mannahond. Og vit vita, at har, ið mannahond hevur sett síni grimu spor, er eingin friðsæla og hvíld eftir. Føroyingar hava rætt til at knóta frílet- urnar í síni egnu náttúru. Tí tað eru verri enn so øll, ið hava ráð til at sóla sær á Mallorcu á hverjum sumri. Ein ljósagrenur | er at hava eyguni | eftir børnunum