Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-04-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 78. 3800 Tórshavn Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin Tollur — råvørur og ídnaður TAD er javnan, at vit hoyra, hvussu órættvís og skeiv før- oyska tolliéggåvan er. Her verdur serstakliga hugsað um sam- bandið millum føroyskan ídnað og so tollin á innfluttum råvørum til henda ídnað. ÍDNAÐARFÓLK hava ferð aftaná ferð víst á, hvussu skeivt tað er, at landsstýrið setir hegan toll og avgjøld á tær råvørur, sum skulu brúkast í arbeiðsskapandi ídnaði í Føroyum. TAD er helst rætt, at tolliéggåvan eigur at verða endurskoðað og hava okkara politikarar og eisini landsmyndugleikar tikið undir við hesum. Herfyri hoyrdu vit lands- stýriskvinnuna í fíggjarmálum siga, at tollóggávan eigur at endurskoðast, men at hetta ikki verður gjørt eftir einum degi. Ti kunnu vit bert verða samd við henni í. VÓNANDI fer hetta landsstýrið sum skjótast at pilka við tolllóg- gávuna og geva henni eitt hóskandi innihald, sum tænir okkara vinnulívi og arbeiðsskap- andi tiltøkum á landi og sjógvi. VIT eru vitandi um partar av okkara vinnulívi, sum umframt at | hava ilt við at kappast við ídnað | aðrastaðni, ið verður stuðlaður á ymsan hátt, eisini skula dragast | við at gjalda stór avgjøld fyri | innflutningi av neyðugum råvørum. Hetta kann ikki vera | rætt Útgevari: P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Krisjan Dahl Blaðfólk: Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Dagny Joensen Uppseting: P!f Sosialurin oddagrein NEYÐUGT er at politikarar, lands- myndugleikar, stovnar, feløg og fyritøkur seta seg við sama borð og tosa saman. Allir partar mugu gera sítt til, at vinnulív okkara verður kappingarført við verur, sum verða innfluttar sum liðug- verur. VITANDI um at hetta er eitt stórt problemkompleks, tí vit eru eisini bundnir av avtalum við onnur lond, sum siga, at vit hava ikki loyvi at favorisera okkara verur í mun til innfluttar, so mugu vit geva okkara vinnulívi so miklan ans, at råvøra, sum fer til ídnaðarfram- leiðslu, sleppur sum frægast undan avgjøldum. Vit mugu ansa eftir, at vit ikki drepa spirandi vinnulív okkara longu í fødingini. TAÐ skal tí vera vón okkara, at hetta landsstýrið fer at leggja stóran dent á at endurskoða toll- lóggávuna, soleiðis at hon kann vera við til at fremja eina ídnaðar- útbygging í landinum. Tað kann t.d. ikki vera rætt, at føroysk reiðaríir fara av landinum at gera umvælingar, tá okkara egnu skipasmiðjur eru ikki kappingar- førar, tí tær skulu gjalda so nógvan toll fyri at innflyta råvøru til hesar umrøddu umvælingar. TANN nógv umrødda Menningar- stovan eigur at koma sum skjót- ast. Og er tollspurningurin ein av uppgávunum, sum henda stova eigur at taka upp. jamú Vagsfjorður — aling og alinevnd Tann, sum hevur fylgt eitt sindur við í ti, sum er farið fram viðvíkjandi aling í Feroyum seinastu árini, kann ikki annað enn undr- ast yvir tey úrslit, ið ali- nevndin er komin fram til, har nevndin m. a. sigur, at Vágsfjerður metir man ikki verða egnaðan til aling. — Hetta fáa vit aft- ur at vita í Fiskitíðindi 30. mars í ár, hvar fyrrver- andi skrivari í alinevndini í greinini »Dagsins mål« í innganginum skrivar, at við stóra japanska ring- inum verður meguligt at ala á økjum, sum vit í dag meta mest sum óegnað at ala á og nevnir til demis Vágsfjerð. Eg veit ikki hvat ein skal trúgva — um hesi út- talilsi byggja á óheft /sak- lingt grundarlag ella tey eru út frá einum selusjón- armiði. Formaðurin í alinevnd- ini kemur tó í sama blað til somu niðursteðu. Vit, sum nærmast eru uppvaksin á Vágsfjerði, kunnu ikki taka undir við Alinevndini í teirra met- ing um ókyrruna á fjørd- inum. Eg kann ikki hugsa mær, at nakar sum er uppvaksin í Vági, hevur Nr. 42 16. apríl 1985 verið ráðgevi hjá nevnd- ini Nú hevur okkara lands- stýrismaður í alimálum boðað frá, at Alinevndin verður avtikin og í staðin verður sett eitt aliráð. Vónandi verður hetta ali- ráð meira ráðgevandi enn avgerandi. Eg skal gera mítt til at mana hetta umdemi av Vågsfjørdi til jarðar, og gleða okkum til at nógv tons av laksi og sílum verða seld, sum eru ald á Vágsfirði, áðrenn hetta 4 ára skeiðið er runnið. Henrik Old Aðalfundur Tann fráboðaði aðalfundurin í Føroyafelag móti Krabbameini, sum skuldi vera mikudagin 17/4, er útsettur til mánadagin 29/4 kl. 19.30 á Hotel Hafnia. Føroyafelag móti Krabbameini Tlf. 47482 | | á