leygardagur 19. oktober 2002síða 16
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 201 - 19. oktober 2002
Nr. 201 - 19. oktober 2002
31
DEKK
Icetrac Snowtrac
T-Trac
Transport
Snow
Sosialurin - 311820
Leikhúsið Gríma
framførir
Ginu-søgur
eftir Eve Ensler
leikstjórn Ria Tórgarð
á Meiarínum
leygardagin
19. oktober kl. 18.00
EYKASÝNING:
leygardagin
19. oktober kl. 22.00
sunnudagin
20. oktober kl. 18.00
týsdagin
22. oktober kl. 20.00
mikudagin
23. oktober kl. 20.00
Atgongumerki á kr. 125,- fáast á Kunningar-
stovuni og við dyrnar 1 tíma undan sýning.
Bólkar uppá 10 ella fleir fáa 20% avsláttur.
Bakarasveinur
Søkt verður eftir røskum bakarasveini, at byrja sum
skjótast.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til
okkara og spyrja eftir Eli Andreasen.
Tlf. 22 88 38 ella 31 21 61
Plátusmiður
P/F Wenzel søkir eftir dugnaligum plátusmiðji til
plátuverkstað okkara at byrja skjótast gjørligt.
Viðkomandi hevur møguleika at leiga sær eina íbúð
við úýni yvir alla havnina frá okkum.
P/F Wenzel
Akranesgøta 5 · 100 Tórshavn
Tlf. 354500
Att.: Antonius Dalsgaard
Løgfrøðingur til Tryggingareftirlitið
Tryggingareftirlitið søkir við hesum eftir lógfrøðingi
at byrja sum skjótast.
Uppgávan hjá Tryggingareftirlitinum er at hava
eftirlit við tryggingarvirksemi smb. løgtingslóg nr. 3
frá 13. februar 1996 um tryggingarvirksemi (§ 157).
Eftirlitsskyldan er nærri lýst í kunngerð nr. 3 frá
13.01.1997 um eftirlit við tryggingarvirksemi,har m.a.
er ásett, at Tryggingareftirlitið skal javnan kanna
viðurskiftini hjá tryggingarfeløgum og eftirlønar-
grunnum.
Uppgávur hjá lógfrøðinginum
Arbeiðið hjá lógfrøðinginum fevnir í høvuðsheitum
um:
• at tilevna lóggávu og mannagongdir á tryggingar-
økinum
• at menna løgfrøðiliga førleika stovnsins á trygging-
arøkinum
• at menna eftirlitsvirki stovnsins
• at gera kanningar um tryggingarviðurskifti
Harumframt kunnu verða uppgávur at loysa fyri
kappingarráðið, Post- og Fjarskiftiseftirlitið.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava:
• Lógfrøðiligt embætisprógv
• góð analytisk evni
• góðan kunnleika til føroyskt og enskt
Umsøkjarar skulu vera førir fyri at arbeiða sjálvstøð-
ugt, hava hegni til at samstarva og kunna arbeiða
undir trýsti.
Tryggingareftirlitið kann bjóða
Eitt sera fjøltáttað og sjálvstøðugt starv við avbjóð-
andi uppgávum, sum eru persónliga og yrkisliga
mennandi umframt møguleika fyri samskifti við
tryggingarmyndugleikar í grannalondum okkara.
Skeið og eftirútbúvingarmøguleikar innan trygg-
ingarøkið.
Setanartreytir
Setanartreytir verða eftir galdandi sáttmála við
búskapar- og lógfrøðingafelagið. Setanin umfatar
Vinnumálaráðið og stovnar undir tí, umframt løg-
mansskrivstovuna og onnur aðalstýrir.
Umsóknir, saman við prógvum og møguligum um-
mælum, skulu sendast til:
Tryggingareftirlitið
Skálatrøð 20
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
og vera stovninum í hendi í seinasta lagi mánadagin
tann 18. november 2002.
Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú ringja til
Jógvan Thomsen, stjóra, tlf. 356020 ella 216050.
Tryggingareftirlitið er sett sambært løgtingslóg nr.3 frá 12.februar 1996 um tryggingarvirksemi.Tryggingareftirlitið hevur felags stjóra og
skrivstovu saman við Kappingarráðnum, Post- og Fjarskiftiseftirlitinum.
FFA.
A.G R A
R AVSTEINAR
VSTEINAR
Velbasta∂vegur 45
Box 336
110 Tórshavn
Tlf. 320370
Fax. 321470
Far. 214270
Opi∂: mánadag - fríggjadag 900-1700
annars sambært avtalu.
Sjónband - 31 77 74
Vøruskrá kann fáast!
Bilasølan
v/ Øssur Johannesen
postboks 3192
110 Tórshavn
Tlf. 315354
Søkt verður eftir lærlingi til
eykalutagoymsluna
FHS-prógv er ein fyrimunur. Hevur
hetta tín áhuga, send eina skrivliga
umsókn til:
Aðalstjóri til
Almannamálaráðið
Samsvarandi stýriskipanarlógini, er avrátt at býta Trivnaðarmálaráðið í tvey, so
at landsstýrismenninir í ávikavist familju- og heilsumálum og almannamálum,
hava hvør sína fyrisiting. Søkt verður tí eftir aðalstjóra til Almannamálaráðið.
Starvið
Aðalstjórin er ovasti ráðgevi hjá avvarðandi landsstýrismanni og hevur
ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Almannamála-
ráðnum. Almannamálaráðið fyrisitur almannamál og javnstøðumál.
Arbeiðsøkið fevnir í høvuðsheitum um at:
•
samskipa uppgávur innan almannaøkið
•
umsita almannamál, herundir javnstøðumál
•
fyrireika lógir, kunngerðir og reglugerðir innan alt virkisøkið
•
gera samfelagsvísindaligar útgreiningar innan almannaverkið
•
hava eftirlit við stovnum undir Almannamálaráðnum og
•
aðrar viðkomandi uppgávur, sum hoyra virkisøkinum til
Almenn førleikakrøv
Umsøkjari skal hava útbúgving frá lærdum háskúla og hava leiðsluroyndir frá
almenna ella privata arbeiðsmarknaðinum ella útbúgving og royndir,ið kunnu
javnsetast við hetta.Umráðandi er, at tann, ið settur verður, hevur evnið at seta
í verk fyriskipanir, hevur nútíðar leiðslueginleikar, góð greiningarevni, innlit í
politisk viðurskifti og vitan um tær treytir, ið eru galdandi í eini politiskari fyri-
siting.Dentur verður lagdur á persónligar eginleikar so sum evni til at eggja og
menna leiðarar og starvsfólk, góð samstarvsevni, vilja til at royna nýggj virkis-
øki og áhuga fyri avbjóðingum.
Setanarviðurskifti
Starvið er tænastumannastarv og er flokkað í 39. lønarflokki umframt eina ikki
eftirlønargevandi viðbót uppá kr. 3.984,75 um mánaðin. Starvsheitið er
aðalstjóri. Setanarøkið fevnir um Almannamálaráðið, stovnar undir tí,
Løgmansskrivstovuna og hinar ráðstovurnar. Tænastustaðurin í løtuni er
Almannamálaráðið.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar viðvíkjandi starvinum fáast við at venda sær til Marjuna
Hanusardóttir, løgmansstjóra, tlf. 35 10 10.
Umsókn
Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, royndir og møgulig viðmæli, skulu
stílast til løgmann, og sendast til
Løgmansskrivstovan
att.: Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri
Postsmoga 64
FO-110 Tórshavn
í seinasta lagi mánadagin 4. november 2002. Allar umsóknir verða viðgjørdar í
trúnaði.
LØGMANSSKRIVSTOVAN
GINU - SØGUR
SENSUR
SKUNDA TÆR –
áðrenn sensururin kemur!!!
Sosialurini
C
M
Y
K
31
30