Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-04-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. apríl 1985síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— Sjónvarpið og útvarpið eiga at samarbeiða — Tað fyrsta má vera at fáa eina greiða reglugerð, so sjónvarps- nevndin og útvarpsnevndin fáa ávirkan í mun til ábyrgd, sigur Hans Jergensen, ið nú er formaður í útvarpsnevndini og sjón- varpsnevndini Sjónvarpsnevndin er pol- itiskt vald, og formans- sessin eigur samgongan, ið nú hevur valt Hans Jørgensen til formann Hann var nevndarlimur frammanundan Hesi bæði árini, sum 'sjón- varpsnevndin hevur ar- beitt, hevur fyri fleiri av okkum í nevndini verið at kalla ein royndartið. Vit hava roynt at liva okkum inn í lóg og reglugerð fyri at finna eina manna Tað hava verið gongd fleiri trupulleikar, tí vit hava ikki hver myndugleiki okkara er. Samstundis hava vit ikki kunnað kravt tað sama sum aðrastaðni av starvsfólkinum í varpinum í uppbygging- artidini, ti tað er so trong- ligt i sjónvarpinum, og ti reglugerðin fyri sjónvarp- ið er so ógreið, sigur Hans Jergensen. funnið út a sjon- — Eitt annað, ið hevur givið okkum nógv hevuð- brýggj, er starvssetanir. Reglugerðin er tann sama sum fyri utvarpsnevnd- ina. Hon sigur, at nevndin tekur avgerð um, hvussu dagsskráin skal skipast í hevuðsevnum og góð- kennir hana, áðrenn hon verður kunngjørd hvønn mánað. Nevndin skal fyri- seta reglur, i hon heldur vera neydugar, við tí endamáli at sendingarnar verða fjølbroyttar, inni- haldið mentanarligt og upplýsandi, og at hugs- anarfrælsi, rættsinni og javnaður = móti ellum flokkum og stevnum í al- mennum málum, vinnu- stovnum, feløgum og ein- staklingum ráða. Nevndin eigur eisini allan av- gerðarrætt at skipa fyri tilfari, málnýtslu og fram- burðarhátti. Eftir hesum hava útvarpsnevndin og sjónvarpsnevndin nokkso stórt vald. Nevndin skal ummæla — Reglugerðin sigur eis- ini, at Landsstýrið skal heita á nevndina um um- mæli viðvíkjandi setan av stjóra, starvsfólki, sum hevur við fyrireiking av tilfari til sendingar um hendur ella luttekur í sjálvum sendingunum. — Skulu vit liva upp til reglugerðina, mugu nevndirnar eisini hava eina ávísa ávirkan á, hvat fólk verður sett í starv, sigur Hans Jergensen. Men tað hevur sjónvarps- nevndin higartil ikki havt. Bara umsóknirnar til sjónvarpsstjórastarvið fekk nevndin høvi til at ummæla. Síðani eru nógv sett i starv i sjón- varpinum. Umsóknirnar til tey størvini vórðu ikki sendar sjónvarpsnevndini fólk til ummælis vildi ikki størvini Landsstýrið normera tey men ga varpsstjoranum til at bilsstarv i sjon- heimild folk i fyri mun til pen ingaorkuna hjá sjónvarp- inum. Vit vóru ógvuliga misnøgd við, at vit ikki sluppu at ummæla um- sóknirnar og á tann hátt vóru við til at seta fólk. Harvið er ikki sagt, at sjónvarpsnevndin var í- móti at seta tey somu fólkini. Men vit halda tað hava stóran týdning at ummæla umsóknir, og tað er eisini í samsvari við lóg og reglugerð. seta Nýggj reglugerð krevst Men nú hevur nevndin fingið innstillingarrætt. Tað hendi mánadagin. Sjónvarpsnevndin gjørdi vart við, at Landsstýrið ikki kundi seta fólk í starv, fyrr enn sjónvarps- nevndin hevði givið síni ummæli. Tað tók Lands- stýrið til eftirtektar og sendi sjónvarpsnevndini umsóknirnar. Tað vóru umsóknirnar frá teimum somu, ið starvast í sjón varpinum. Eina tekk umsokn sjonvarpsnevnd vid, at tad høvdu vit ikki rætt til. Fundurin var sidan nidurlagdur, medan spurt varð i Landsstyr- inum. Landsstyrid kom til ta nidurstødu, at regl- urnar vóru so mikið ó- greiðar, at torfert var at ganga ynski okkara á meti. Landsstýrið ásann- aði, at galið er við reglu- gerðini, og lovaði, at nýggj reglugerð beinan- vegin skal gerast fyri sjónvarpið, og meguliga verður uppskot lagt fram um broytingar í lógini um sjónvarp. — Hvussu arbeiðir sjónvarpsnevndin? — Nevndin skal hava fund minst eina ferð um mánaðin at taka steðu til skránna fyri komandi mánað. Skráin verður løgd fyri nevndina, ið gongur hana í gjøgnum, og tað, ið vit góðkenna, verður kunngjert. Í flestu forum góðkenna vit alla skránna, ið sjónvarpið ger. Fáar broytingar Er tað hent, at tit ikki hava góðkent skránna? I onkrum føri hava vit gjørt smávegis broyt ingar. Onkuntið hava vit útsett onkran film, tí vit hildu. at nakað nógv var í senn av einum slagi. T.d útsettu vit Strindberg til eftir stilluviku, og Mata- dor varð sett á skránna í staðin. Tað helt nevndin vera betri um páskirnar, tá familjan er saman, og broytingin varð gjørd í semju við leiðsluna í sjón- varpinum. Tað var ikki at koyra burtur men at flyta nakrar sendingar. — Hava tit nakrantíð flutt ella koyrt sendingar burtur orsakað av harð- skapi í teimum? — Ja, onkran film, men eg noyðist at viðganga, at vit hava ikki hugt serliga væl eftir tí, sigur Hans Jergensen. Hann sigur, at tað er ógvuliga sjáldan, at hyggjarar venda sær til nevndina við klagum ella ynskjum. Fólk venda sær beinleiðis til sjónvarpið Betri samstarv Hans Jorgensen sigur, at ———————iiieiweewwend sjonvarpsnevndin og leidslan arbeiða væl saman. Har hava ongantið verið stór vegis trupulleikar Hvussu er og verður við útvarpinum, veit hann ikki at siga enn, tað fer hann at seg inn í fyrsta dagin. Eisini ætlar hann at kanna, hvussu nevndirnar arbeiða í lond- urum uttan um okkum. Hvat fara tær nýggju nevndirnar at leggja dent á? — Tað fyrsta verður at fáa reglugerðina broytta, so sjónvarpsnevndin og útvarpsnevndin fáa ta á- virkan, ið álagt er teimum at ávirkanin verður í mun til ábyrgdina. — Min fremsta ætlan er annars at fáa betri sam- starv millum útvarpið og sjónvarpið. Av tí at eg nú eri formaður í báðum nevndum, má uppgáva mín vera at samskipa, so stovnarnir, í staðin fyri at forða, eggja hverjum eðr- um og hjálpast at mest meguligt, sigur Hans Jer- gensen seta randi Leygardag kl. 21.20 afturat, Danmark, sendingar um personar 1 kend ella minni kend, id fåa liv sitt framført fyri donsku sjónvarpshyggj- arum - og eisini før- oyskum! Gregers Dirkinck- Holmfeld, sjónvarpsmað- ur, stendur fyri send- ingunum. — Vit hava havt áhuga fyri at gera sendingina beinleiðis, men tað hevur ikki verið moguligt, tí tað er so torført at fáa studio, sigur Gregers í sjónvarps- tíðindum. >Her er lív títt> „Her er lív titt« er sum kunnugt í innihaldi, at ein persónur verður »tikin«. Hann er síðan hevuðs- persónur í tí, sum fer fram, hittir vinir og kenn- ingar, sum hava havt litlan ella stóran leiklut í lívinum hjá hevuðsper- sóninum. Hesaferð verður send- ingin beinleiðis, tí nú er meguleiki fyri tí, á tekniska økinum. liv titt fer at siga nei til hett skemtið Hóast vit ikki vænta tað, so er meguleikin til staðar. So er bert til at taka, at senda ein film í- staðin. Vit kunnu ikki trýsta fólk til at luttaka. Sendingar av hesum slag hava eisini verið gjørdar í øårum londum, og tá hevur gingist væl, — undantikið einaferð í Bretlandi, tå ein sjón- leikarkvinna var vald út. Tá sjónvarpið royndi at taka hana á getuni, segði hon ikki bert nei til at verða hevuðspersónur, hon gav sjónvarpsmann- inum ein undir vangan! Henda hending varð eisini send í sjónvarpinum, men so fingu hyggjararnir sjálvsagt ikki hin partin í ætlaðu sendingini.