hósdagur 25. apríl 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Utgåvudagar: tysdag, hósdag og leygardag
Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin
P/f Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Miller
Fyritaksstjóri:
Krisjan Dahl
Blaðfólk:
Hegni Djurhuus
Randi Jacobsen
Dagny Joensen
Uppseting:
P/f Sosialurin
Prent: 5
Pit Pressan 1981
Merkið
FYRI fýratifimm árum síðan varð
merkið okkara á fyrsta sinni
viðurkent av útlendingum.
HESIN dagur stendur fyri tjóð
okkara sum ein av okkara størstu
håtidardøgum, hóast heimsviður-
skiftini tá vóru alt annað enn
hátíðarlig.
MEN avbyrgdir sum vit vóru frá
hinum rikispørtunum vann ynski
okkara frama hjá bretska herset-
ingarvaldinum fyri, at vit'eins og
onnur fólk í egnum landi áttu og
høvdu fyri neydini at hava egið
flagg.
ROMANTIKKUR verður tað av
summum heldur forhánisliga
skírt, tá opinberur tokki verður
sýndur tí sonevnda tjóðskapar
liga, eitt nú Merkinum.
MEN lítið mundi tað varða teir,
sum við takksemi og virðing á
fyrsta sinni løgdu frá landi undir
nýggja frælsismerkinum, at
kenslur teirra fyri tí, sum í stóran
mun gjørdi tað møguligt at hóra
kríggið av, enn í mong ár skuldi
verða sølkad av landsmonnum, ið
helst einki gott kundi síggja í
nøkrum, ið stuðla kundi sjålvs-
fatan føroyinga.
HÓAST kæra merkið okkara, so
var missurin av bestu lands-
monnum okkara almikil hesi
vondu ár, men fáur man duga at
hugsa sær úrslitið um ikki varð
siglt ella siglt undir lántum merki.
HELST hava vit ikki nøkrum enn
okkum sjálvum, heldur íkki
bretska hersetingarvaldinum, fyri
at takka, at vit hóast alt komu so
frægt burturúr krignum og at
ríkisrættarliga støda okkara eftir
krigslok vendi til tað betra. Tó
mugu vit takka umstødunum og
bretum fyri, at merkið okkara
varo viðurkent.
oddagrein
KANSKA eru kenslur føroyinga
nú á døgum nakað spakari, tá teir
skoða Merkið í húna hátt. Kanska
eisini meira náttúrligar. Men so
náttúrligar og sjálvsagdar, at
fatanin av, hvat merkið hevur
kosta okkum av stríði, sveitta og
tárum, hvervur, mugu vit ikki
loyva kenslum okkara at gerast.
KALLIÐ tað so romantikk, men
tað er í dag eins neyðugt at sýna
spekt, sóma og takksemi mót:
vegis hesum frámerki, ið allir
føroyingar eiga at bera við stolt-
leika.
VIÐ meiri fjøltåttadari framleiðslu
her á landi er tað ikki vorðið óvan-
ligt, at merkið og at framleiðslan
er lutvís føroysk í sjálvum sær
skal megna at selja vgruna heima
á landi. Keypið føroyskt hetta ella
hatta — er í veruleikanum iki
annað enn tant og fjas og í mong-
um førum vanvirðing av ti, rætt-
hugsandi føroyingar leggja í tjóð-
skaparvirði okkara.
LATUM okkum ti ikki við slíkum
undirgrava sjálvsagda ynski
føroyingsins um helst at hjálpast
vid egið tilfeingi og egnu fram-
leiðslu. Knytid ikki háttvirda
merki okkara uppi nakad, sum
ikki er kappingarført her å landi.
UTTAN at gera uppvaksandi
ættarlid til sokalladar fanatikarar,
áliggur tað okkum áhaldandi at
minna ungdóm okkara á ta spekt,
vit til eina og hvørja stund eiga at
sýna Merkinum og at vit í øllum
livsins vidurførum ikki bert nýta
Merkið til vitnis um hvørji vit eru,
men sanniliga eisini sum trygd
fyri reinføri í øllum lutum vit hav-
ast at, tá Merkið er uppii.
SKULDI tað óhugsandi gjørst
veruleiki, at vit ikki megnaðu at
liva uttan hetta sama reinføri i
øllum lutum, kundi vit tá uttan
vanvirðing av merkinum havt tað
við okkum hvar vit so enn vóru
stødd — men ikki fyrr.
Nr. 46 — 25. apríl 1985
Veraldaruppgávan
Til M. Hansen!
Undirritaði hevur stund-
um fingið slíkar ábreiðslur
sum tær, tygum herfyri
komu við í blødunum, men
hann minnist seg ikki nak-
rantíð hava svarað upp á
tær. Einhver lesari hevur
sjálvsagt fullan rætt til at
meina tað, hann vil. Tað
skuldi bara mangla.
Men hesa ferð fari eg at
loyva mær at koma við
eini viðmerking. Eg skal
royna at siga hví, og lat
meg gera vart við, at eg
geri tað ikki so nógv fyri
at verja meg sjálvan sum
fyri einaferð aftur at fáa
hevi til at nerta við tað
hjartamálið, ið átti at
verið okkara alra, og sum
eg haldi tygum fara
ólukkuliga hánt og lætt
um.
Tygum eru ikki tann
einasti (ella tann einasta )
tygum eru jú av kvenn-
kyni, síggi eg), ið bein-
leiðis ella óbeinleiðis ger
vart við, at undirritaði
stríðist við vindmyllur
eins og riddarin av ti grøti-
liga skikkilsinum.
Harragud, hava fólk
stundum sagt við meg,
gevst við hasum, tú berj-
ist við dreygar, Stalin og
Hitler eru deyðir fyri lang-
ari tíð síðan.
Eg meini beint tvørtur-
ímóti. Breðurnir Stalin-
Hitler eru als ikki deyðir.
Teir eru spillivandi
Tað er ikki trúligt, at
sovjetbúgvar vilja hava
ein Stalin aftur ella týsk-
arar ein Hitler. Tað er
mestsum óhugsandi. (Men
man skal ikki forsverja)
Likam teirra er farið sína
dustsins gongd, og tók
koma teir at liva langt inn
í eina ókenda framtíð, ikki
við sama heiti, nei, men
teir koma at ganga aftur í
eðrum despotum, og gera
tað sum kunnugt beint í
hesi letu. Hygg, hvussu
teir tíggja sær runt
umkring í verðini og oyði-
leggja okkum okkara
vekru jorð.
Eg havi áður ført fram
— eitt nú i bøklinginum
»Ikast til 1984« — at tveir
triðingar av heimsins stat-
um eru tað, tey rópa
totaliterir, t.e. einflokka-
statir, ið hanga saman av
hervaldi, legreglu og byro-
kratii. Nógvir av hesum
statum verða stýrdir av
blóðtystum despotum, og
har eru tær menniskjaligu
líðingarnar óskriviligar
Hvat ein totaliterur
blóðtvstur
despotur eru, hevur undir
statur og ein
ritaði roynt at lýst í bók-
linginum »Ikast til 1984
og tikid Stalins Sovjet
fram sum mynd og rædu
ynd Upplysingarnar,
fram til, hevur hann ikki
frå sær sjålvum, hann
hevur tær m.a. frå mætum
vinstrahallum — sosialist-
um sum marxistum — og
nevnir teir við navni í
sama bóklingi. (Hvaðani
skuldi hann annars fingið
alt hetta at vita?)
Tá ið eg skrivi, at stali-
nisman er ein formur fyri
fascismu, eru orðini ikki
míni egnu. Tá ið eg skrivi,
at vegna stalinismuna
kunnu vit ikki rokna við
nekrum kommunistiskum
samfelag tey fyrstu
túsund árini, eru ley
heldur ikki míni. Tey eru
t.d. søgd av ti kenda
marxistinum Kolakovskij.
At stríðast móti sta-
linismuni er ti m.a. at
stridast fyri sosialismuni
ella kommunismuni, og ti
er tað ikki pent at ákæra
undirritaða fyri at hata
hesar rerslur. Hann hatar
ongar góðar rerslur, men
hann hevur andstygd fyri
teimum óndu. At stríðast
fyri teimum góðu móti
teimum óndu er ein ver-
aldaruppgáva ikki bert
fyri undirritaða, men fyri
okkum øll
(Forrestin skilji eg ikki
reidiliga, at tygum ikki
síggja sjálvironiin og
humorin, sum undirritaði
roynir at nýta í stílinum,
tá ið hann skrivar um seg
sjálvan sum »Manna-
ættarinnar bjargara«)
Søgufrødingar vilja vera
umleið tjúgu
miljónir vórðu týnd í stali-
nistiskum konsentratións-
legum. (Hetta talið er um-
framt tær tjúgu miljón-
irnar, sum doyðu undir
heimsbardaganum, eitt,
sum nógv ikki tykjast at
vita).
Millum hesar ftjúgu
miljónirnar var hópur av
skaldum, hevundum og
listafólki. Hesi íólk róptu
og roptu og roptu um
hjálp frá lagsbreðrum
sínum í vesturheiminum.
Nú var ikki so lætt at
vid, at
hoyra neyðarrópini úr
einum hermetiskt aftur-
latnum samfelagi, men
meir enn so at nekur av
teimum náddu fram. Og
hvat hendi? Ein stórur
partur av vesturlendskum
hevundum foru í part við
beðilinum, teir hoyrdu og
sóu og sansaðu einki í síni
blindu trúgv upp á eitt
ómenni. Blóð bróðir tíns
rópar til himmals
Hvaðani vita vit nú alt
hetta? Vit hava tað
millum annað frá teimum,
ið yvirlivdu, og tað eru
ikki bli orð, hesi hava
brúkt um lagsbreður sínar
vestanfyri
Og her koma vit til tað
sum so sá ElLlsinl
viðkemur okkun okkar
Kristnu mentaðu óð
Hesi fólk hava 201 Vit
háð
o0u
tykkara forkelilsi og feitu
líkasælu gjørdu tit einki
fyri at hjálpa okkum ella
fyri at setðga despotinum
á hansara sinnsjúku blóð-
ferð. Varið tykkum: ein
dagin kann lagna okkara
gerast tykkara.
Í dag sita framvegis
hevundar, skald og lista-
fólk saman við miljónum
runt umkring í heiminum
og rotna upp í fongslum
og týningarlegum, tey
rópa og rópa á okkum, og
gudarnir skulu vita, at tað
er ikki nógv, vit kunnu
gera, men eitt kunnu vit ið
hvussu er lata vera við, og
tað er at fara í part við
bødlunum.
Stórir høvundar eru ikki
nakrar heilagar kýr og
eiga ikki at vera tað.
Skulu vit gera okkum eina
heildarmynd av teimum,
skulu allar síður koma við,
eisini tær minni hepnu og
fittu.
Eg hugsi ikki, at heim-
urin nakrantíð fer at fyri-
geva Knuti Hamsun hans-
ara »mistak«, sjålvt um
heimurin vónandi altíð fer
at virða hann fyri hansara
góðu bekur. Somuleiðis
haldi eg eisini, at segan
ikki fer at fyrigeva
stalinistiskum hevundum
teirra »mistak«, sjålvt um
søgan vónandi fer at virða
teir fyri tær góðu bek-
urnar.
Um undirritaði í einum
av bókum sínum hevði
havt missionerað fyri
einum sinnsjúkum beðili
og gjert hann til ein lýta-
leysan gud, hevdu tygum,
góða M. Hansen, havt
fullan rætt at sverta hann
út og við nýtum orðum
gjørt vart við »mistak«
hansara. Hevundar, (ið
áttu at kent menniskjan
betur enn tey flestu), eiga
ikki snikkaleysir at sleppa
at mistaka“ seg so grov-
liga. '
Í bók síni »Min tunge
vandring« | skrivar
Jevgenija Ginzburg um,
hvussu tað var at vera
fangi i Stalins arbeiðs-
legum. Og í bók síni
»Erindringer« skrivar
Nadezda Mandelstam um,
hvussu tað var at vera
skald og skapandi menn-
iskja undir Stalin. Hon
skrivar um mann sín
Osip Mandelstam, eitt av
Russlands sterstu skald-
um. Hann doyði 47 ára
gamal í eini arbeiðslegu.
Hetta eru framúrskar-
andi bekur. Fyri betur at
skilja, hvat tann totaliteri
staturin í roynd og veru
er, skuldi tann, ið hetta
lesur, gjørt sær sjálvum
tann beina at lisið tær
ikki fyri mína skyld, men
sína Tær munnu
kunna fáast Lil keyps ella
egnu
ans
J. P. Heinesen
|
4