týsdagur 30. apríl 1985síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 48 — 30. apríl 1985
REGLUGERÐ
fyri
útgjalding av samsýningum til luttak-
arar í tónleikarabólkum og sjón-
leikum samb. 8 60, 3. stk. i samtíðar-
skattalógini
Samb. 8 60, 1. stk. í samtíðarskattalógini eru samsýningar til sjón-
leikarar, tónleikarar, artistar ella útinnandi listafólk sum heild, eins
og til fyrilesarar og ítróttarfólk at rokna sum A-inntøka og uttan
mun til, um inntøkan er útgoldin til tridjamann, møguliga felag.
Teir, sum gjalda út samsýningar av omanfyri nevnda slag, eru
samb. 8 118, 1. stk. skyldugir at lata líkningarvaldinum upplýsingar
um samsýningar.
Samb. 8 62, 1. stk. kann líkningarráðið, tá ið serligar grundir eru til
tess, gera av, at ein ávís inntøka ella eitt åvist slag av inntøkum,
sum koma undir 8 60, 1. stk. skal ikki vera A-inntøka.
Reglurnar í hesari lógargrein eru at skilja soleiðis: 1) Tónleikara-
bólkar skulu skrásetast í arbeiðsgevaraskránni og skulu fáa tillutað
eitt arbeiðsgevaratal. Samstundis skal ein ábyrgdarpersónur skrá-
setast. Utgjaldingar til bólkin verða ikki at rokna sum A-inntøka,
men skulu allar útgjaldingar frå bólkinum til teir einstøku luttakarar
roknast sum A-inntøka og åvisast við omanfyri nevnda arbeiðsgev-
aratali um afturhaldsskipanina.
Hetta verður gjørt uttan mun til, hvør ið eigur ella stendur til svars
fyr. ljédførunum.
Um bólkurin er ikki skrásettur við arbeiðsgevaratali, skal útgjald-
arin av samsýningini ávísa hana um afturhaldsskipanina til hvønn
luttakara sær.
Treytin fyri, at samsýningin kann verða goldin bólkinum sum B-
inntaka, er, at »Prégv fyri skráseting í arbeidsgevaraskrånni«
verður løgd fram fyri útgjaldaranum.
Tá id inntøkuårid er av, skal roknskapur gerast fyri bólkin samb.
minstukrøv til roknskapin, ið fylgja skal við sjålvuppgåvuni.
Ábyrgdarhavandi luttakarar skulu tá taka við á sjálvuppgávuna
møguligt hall samb. nevnda roknskap, meðan møgulig ikki útgoldin
samsýning til luttakarar verður flutt til næsta ár og har útgoldin
sum A-inntøka um afturhaldsskipanina.
Eru ljóðferini ogn hins einstaka, verður hesin til endaligu
ålikningina at senda inn roknskap, ið sýnir, hvussu stor inntøkan er
og hverjar útreiðslur hava verið, eins og figgjarstøda við års enda
skal sendast inn. Bert um avvarðandi í royndum frammanundan
hevur havt inntøku sum tónleikari, verður fyribilsskrásetin
K i Ørit |
. } ak
tr g K til
a ufe
A-inntøka og skal ár st um afturhaldsskipar ie
indi í royndum frammanundan hevur havt inntøku sun nleikar
erður fyribilsskráseting av útreiðslum og avskriving loyvd
2) Samsýning til plátuvendarar (discjockeys) er at rokna sum A
inntøka, sum skal ávísast í síni heild um afturhaldsskipanina
Bert um avvarðandi í royndum frammanundan hevur havt
inntøku sum plátuvendari, verður fyribilsskråseting av útreiðslum
loyvd.
Til endaligu álíkningina verður roknskapur at senda inn til
líkningarvaldið, har greiniliga verður víst, hverjar útreiðslur hava
staðist av starvinum
Líkningarvaldið skilar sær rætt til at meta um hetta snýr seg um
vinnu ella ítriv
3) Samsýning til sjónleikarar verður at ávísa í síni heild sum A
inntaka um afturhaldsskipanina.
4) Samsýning til fyrilesarar verður at ávísa í síni heild sum A
inntaka um afturhaldsskipanina.
5) Samsýning í peningi til útlendskar sjónleikarar, tónleikarar,
artistar, útinnandi listafólk sum heild, eins og til fyrilesarar og ítrótt
arfólk, sum fáa samsýning fyri framførslu í Føroyum, er A-inntøka
og skal ávísast um afturhaldsskipanina til hvønn luttakara sær.
Gjeld fyri veruligar útreiðslur, sum beinleiðis standast av til-
takinum og av at vinna inntøkuna, so sum kost, innivist og ferding
til og frå syningarstødum, verða ikki roknað sum A-inntøka, um
fyriskiparin rindar hesi.
Tórshavn, 26. apríl 1985
Líkningarráð Føroya
Tað ljóðar ótrúligt —
men tað er veruleiki!
Um tygum keypa 4 nýggj Michelin persón-
vognsdekk frå okkum, hava tygum møgu-
leikan at fáa ein ókeypis túr til Hetlands
aftur og fram við Smyrli.
Farið verður av Havnini í morgin 1. maí kl.
20.00.
-tað loysir seg.
Liðfinala
Stað: Handilsskúlin
Liðfinalan byrjar fríggjadagin 3/5 kl. 13.30
Almen parakapping/náttverði.
Stað: Handilsskúlin.
Almen parakapping (við náttverða) verður leygardagin 4/5
kl. 15.00. (Onnur, id ikki spæla, kunnu tekna seg til nått- |
verðan — 60 kr.). |
Steypini verða handað |
Tilmelding seinast hósdagin 2/5 á tlf. 13994 og 41083. |
Kostnaður íalt 100, —.
»Bridge nåttklubbur«
Kl. 23.00 opnar »Bridge Nåttklubburin« i veitsluhøll Klubb-
ans.
Dansur og annad fyri Bridge spælarum og gestum.
Okeypis atgongd.
Føroya Bridgesamband