leygardagur 4. mai 1985síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 50 — 4. maí 1985
Eisini verður arbeitt við at
broyta frítíðarlógina og
útgjaldingina av frítíðar-
peningum soleiðis, at
hesin kom á konto hjá
lokalfeløgunum, har ongin
løngjaldsstova er. Hetta
royndu vit at fåa fråfarnu
samgonu at ganga við til,
uttan úrslit.
Hendan samgonga ger
eina roynd at fordeila
byrðarnar og vóna vit, at
hetta kemur at geva úrslit
og at teir koma at geva
ans fyri arbeiðaramálum.
Tað hevur víst seg sein-
astu árini, at tann stóri
lenarójavni, ið valdar
millum há og lág-inntek-
urnar, verður alt meira
sjónskur, alla tíðina hevur
tann tyngri endin verðið
tyngdur enn meir. Ojavn-
in verður bara stærri.
Nekur fá gerast alt meiri
múgvandi, og peningurin
savnast å alt færri og
færri hondum. Meðan
fjøldin av fólkinum bera
byrðarnar, savna nakrir
fáir ágóðan.
Skal nekur broyting
koma í tann rætta vegin,
soleiðis at samfelags-
kekan verður javnari
býtt, mugu vit virka fyri
at fáa eina sterka arbeið-
ararerslu.
Men hvat er ein sterk
arbeiðararorsla?
Tað er ein rersla, har
samanhald limanna mill-
um steðugt verður styrkt.
Tað er ein rersla, sum
figgjarliga kann bera eitt
verkfall, og sum torir,
men eisini dugir at nýta
hetta sterka vápn.
Tað er ein rersla, sum
syrgir fyri at útbúgva sini
álitisfólk, og sum sam-
starvar við fakrerslu í eðr-
um londum. Ein sterk fak-
felagsrersla er eisini ein
rersla, ið stuðlar teir polit-
isku flokkar, ið virka fyri
javnrættindum og semi-
ligum korum fyri tað ar-
beiðandi fólkið.
Vit kunnu spyrja okk-
um sjálvi, um tann
føroyska fakfelagsrørslan
er nóg sterk? Nei, tað er
hon ikki. Vit hava enn
langt eftir á mál. Hyggja
vit eitt sindur aftur um
bak, so vita vit oll, hvussu
nógv í stóð á, tá merkja-
stríðið byrjaði og sum ikki
er liðugt enn. Tá rapaði
tann garðurin, ið man helt
vera sterkast fyrst og
stakk alla arbeidarafjøld-
ina i ryggin
Tibetur vóru tað nógv
feløg, ið stóðu stinn og
vardu garðin, tað tey ork
aðu, hetta
okkum, at felogini og lim-
irnir mugu standa meira
saman fyri at vinna á mál.
Tí ongantíð í nýggjari tíð
hevur ágangurin móti fak-
felagsrørsluni verið so
stórur sum nú. Eitt stórt
arbeiði bleiv gjørt bæði frá
arbeiðsgevarunum og øll-
um afturhaldskreftunum
fyri at bróta fakfeløgini
niður og spjaða alla rersl-
una, men hetta eydnaðist
ikki.
Hetta hevur lært okk-
um, at alt má gerast fyri
at fáa feløgini sjóðað enn
meiri saman til eina eind,
sum ikki kilar frå aftur-
haldskreftunum kunnu
setast inn imillum.
Tungt og torført hevur
stridid verid hjå ti arbeid-
andi fólkinum at vinna
sær rættindi, so sum
styttri arbeiðstíð, betri ar-
beiðskor, meiri fritid, rætt
til arbeiði, men trygd und-
ir arbeiðsloysi hava vit
ikki vunnið enn, sjálvt um
tey sosialu korini eru
blivin betri
men visti
Men enn er framleiðslan
á privatum hondum,
hóast her hjá okkum eru
virkir, sum fólkið eigur, so
hava arbeiðsgevararnir
enn rættin til at leiða og
fordeila arbeiðið. Og nógv
rósandi orða verða bæði
skrivað og segd um priv-
atfyritakssemið, men ong-
antid hava vit havt so
harðliga brúk fyri at fáa
hetta undir alment demo-
kratiskt eftirlit.
Ti hvat eyðkennir priv
ata ótálmaða fyritaks-
semið?
Henda framleiðsla er
skipað við vinningi og eff-
ektiviteti sum endamál.
Hesin framleiðsluháttur
hevur ikki til endamáls at
skapa arbeiðapláss ella
tryggja arbeiðarunum
betri kor, ella geva teim-
um innihaldsríkt arbeiði
Menniskjan verður mett
ájavnt við onnur fram-
leiðslutól, so sum ráevni
og maskinur
Náttúran verður illa
viðfarin og dalkað, so livi-
líkindini eru í afturgongd,
hóast vit hava havt mat-
eriella framgongd. Væl-
standurin kann ikki halda
åfram vid at økja um
framleiðsluna í óendalig
heit
Ein broyting má koma
i, men hon kemur ikki við
at arbeiðandi fólkið skal
halda aftur við lenar
krøvunum ella við sosial-
um niðurskurðum. Tað
gerst bert um framleiðslan
kemur undir demokratiskt
eftirlit. Her haldi eg at vit
í Feroyum hava eina ser-
steðu, ti fáa staðni í heim
inum man tað almenna.
tað eru vit øll, verða so
nógv upp í framleiðsluni,
sum í Feroyum. Vit gjalda
øll til framleiðslutólini.,
men bert nakrir fáir per
sónar sita omaná ellum og
ráða. Tað ber
saktans til at rópa upp um
privata initiativið, tá tað
almenna skal gjalda rokn-
ingina. Tey ið fáa minst
burtur úr, eru øll tey, sum
halda okkara samfelags-
hjól gangandi; tey hava
tað ógvuliga strævið við
at fáa nakrar semdir
So samanumtikið má
sigast, at ein stór broyt-
ing skal til soleiðis, at ikki
nekur fá skulu skúma
flotan av tí arbeiði, ið okk
ara verkafólk leggur eftir
seg. Men skal javnast út,
styra og
Síða 17
A ———— .——— ———————
so øll skulu fåa lut i sam
felagságóðanum mugu
vit ell verða við eisini
til at gjalda rokningina
Vit kunnu eisini her
vinna frama, men treytin
er, at verkafólkið stendur
saman í felagsskapinum
og er til reiðar, ikki bert at
verja vunnin rættindi,
men eisini fyri at vinna
tey mál, vit miða ímóti
Hetta gerst bert við sam
anhaldi. Samanhald gevur
styrki, latið okkum tí
standa saman um at verja
felagsskap okkara.
Tummas Arabo 1. mai:
Størri
reinføri
inn i tað
føroyska
samfelagið
Vit prenta reðuna, sum Tummas Arabo, tingmaður, helt í
Fuglafirði 1. mai. Tummas Arabo segði m.a.:
— Eg meti, at tað er skylda hjá einum og hverjum verka-
manni, einum og hverjum lenmóttakara, einum og hverjum,
sum hevur uppruna í verkamannastættini i Føroyum, at berjast
við hond og fót ímóti teimum fasistum, sum eru við at koma inn
í politisku flokkarnar
Góða åhoyrarar!
Í dag er 1. mai 1985, og
vit senda í Fuglafirði, ið er
ein av teim virknastu
bygdunum í samfelagnum
Feroyum:
Ja; Feroyar hetta
lítla samfelag, sum summi
siga er eitt av ríkastu
samfeløgum í verðini,
onnur siga, vit eru við at
fara á húsagang
Bæði hesi sjónarmið
kunnu ikki vera rett, tað
er sjálvsagt, og sannleikin
liggur væl onkunstaðni
mitt imillum
Samfelag okkara er í
dag ógvuliga væl útbygt
við góðum samferðsluneti
sum heild, góðari telefon.
góðum samfelagsskipan
um og góðum
vinnutólum
rættiliga
Hetta er klárt eitt dýrt
tól at reka, og tað er givið,
at í dag er trýstið ógvuliga
hart á sum skulu
gjalda fyri at hava
felagið gangandi
Nú sigi eg so flott: Tey
sum skulu gjalda fyri at
tey,
sam-
hava samfelagið gang-
andi.
Er tað soleiðis í hesum
samfelagnum? At nekur
kunnu hava samfelagið
gangandi uttan at gjalda?
Tiverri er tað so. — Tað
verður i dag frá fleiri sid-
um Sagt, at
samfelagnum er upp
móti 1 milliard í peningi
sum ongantið kemur undir
skatt og sostatt ongantið
svarar sínar skyldur til
samfelagið. Um talið, er
Framhald á síðu 18
1 føroyska