Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-05-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. mai 1985síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 51 7. maí 1985 Síða 2 ————iiiIIIWIIKKWIOWIIKIWWW OP" Tíðindaskriv frá Havnar Jazzfelag Kendir danskir tónleikarar vitja Jazzfelag Í døgunum 7. til 12. mai vitja 3 danskir tónleikarir Havnar Jazzfelag. Hesir eru Holger Laumann, saxofonistur, Hans Fagt, trummusláari og Flem- ming Ostermann, guita- ristur og sangari. — Holger Laumann er ein tann dugnaligasti tón- leikarin í Danmark. Hann smíðar tónleik bæði til sjónleikir, egnan Carneval bólk og Cox Orange. Annars er hann kendur frá ymiskum plátum, útvarps og sjónvarpssendingum. Tað var eisini hann sum lat upp fyri plátuútgáv- unum hjá Havnar Jazz- felag við legunum Cherry Tree og Calypso in C, saman við Kræklingum. Seinna lagið var eitt skift- ið eyðkennislag hjá barna- útvarpinum. — Hans Fagt hevur borið skjótt at. A sínum 25'unda ári hevur hann longu spælt við m.a. Dags- pressen, Jacob Groth Band, Seren Kragh Jacobsen og Blast, sum vitjaðu jazzfestivalin í fjør. Hann arbeiðir nógv við bæði jazz og rock. — Flemming Oster- mann hevur eins og Hol- ger Laumann eina langa segu í donskum tónleiki (rock). Hann byrjaði í Savage Rose, hevur spælt saman við og spælir við Leif Sylvester, og Eva Madsen, Erik Grip, Pia Raugh, Anne Linnet Band (saman við Laumann), Jens Rugsted o.ø. Harum- framt spæla hann og Holgar framvegis i Cox Orange. Hesir triggir skulu å ferðini spæla saman við føroyskum tónleikarum, Post- ordra keyp Tað er ikki smávegis, ið kemur til Føroya av pris- listum frå øllum møguligum fyritøkum. Summir prislistar eru tjåkkir, sum eitt leksikon, medan aðrir bert eru smáir prentlutir. Nógvar av ver- unum eru sera bíligar, eisini tá roknað verður við tolli, men tað er minni enn so altíð, at veran svarar til tey lovorð, ið eru skrivað um hana og hvat so? Vit hava ongar umsteður at kanna, um veran svarar til tað, vit vænta okkum av henni, fyrrenn vit hava goldið bæði vanliga prísin og tollin. $ 10 og 11 í lógini um ávísar brúkaraavtalur ljóða nekunlunda soleiðis: Tá keypt verður eftir príslista, brochuru ella lýsing og veran skal send- ast brúkaranum, kann brúkarin angra keypið uttan so, at talan er um veru, ið er gjerd eftir t.d. máti, og tá talan er um matverur. Um so er, at brúkarin vil nýta rættin at angra, skal hann seinast vikudagin eftir, at hann hevur móttikið veruna, senda hana avstað aftur, ella hann kann lata vera við at loysa pakkan út. ” - —— >>> | t.d. Kolbein Simonsen, Olavi Øster, Kr. Blak. Talan verður um rock- klassikarir, Elvis leg, Beatles, Stones, umframt leg Holgar og Flemming hava skrivað. Fyrstu tiltekini vera í Dallas mikud. 8. og hósd. 9. mai í Dallas, Jazzfelagið skipar fyri. Fríggjadagin 10. maí í Dallas og leygardagin 11. mai i klubbanum kl. 22 øll kvøldini. Væntandi verður eisini konsert í Norðurlandahús- inum sunnudagin 12. mai kl. 16.00. Til tiltekini hjá Jazzfel- agnum krevst limakort og tekning av limum fer fram á Kunningarstovuni. Heilsan Nevndin. Brúkarin skal sjálvur gjalda fyri at senda pakkan aftur. Summir lýsa við, at ein hevur rætt til at angra í 14 dagar, og tá er tað sjálvandi seinast 14. dagin, at veran skal verða send avstað aftur. Tað er neyðugt at halda tíðsfreistina og eisini at hava eitthvert prógv fyri, at veran er send til tíðina, tí at tað ikki altíð er so líkatil at fáa peningin aftur, hevur Brúkarafelagið meira enn eitt dømi um. So er tað tollurin, ið skal fáast aftur. Goym kvittanina fyri, tá ið pakkin er avheintaður, bið um notu frá seljaranum, tá ið tú fært peningin afturgoldnan og far so á Gjaldstovuna og fá tollin afturgoldnan Skal Brúkarin fáa nakað veruligt gagn av hesi lóg, tá hann keypir úr útlondum, átti hann at kunnað sær verun,a áðrenn hon varð goldin. Tá lógin varð sett í gildi i Føroyum, vendi Brúkara- felagið sær til Postverkið við fyrispurningi, um tað ikki læt seg gera at hava eitt rúm, har ein kundi farið in og undir eftirliti kannað eftir, um veran svaraði til tað, ein vætnaði, áðrenn pakkin varð goldin. Á henda hátt slapst frá at skula renna aftur og fram fyri at fáa peningin aftur. Hetta læt seg ikki gera, segði Postverkið. Nevndin brúkarateigurin Fólk fyri Friði: Friðargonga á hvitusunnu Fyri fyrireikingarfundurin varð hóskveldið 2. mai í Mettustovu. Sagt varð frá á fundinum, at ætlanin er, at frið- artiltakið í ár skal vera landsumfatandi. Tey luttakandi koma at ganga úr fleiri stoðum í Før- oyum fyri at hittast í Havn, har felags tiltak verður við reðum, sangi og tónleiki. Reðararnir koma at umboða flest møguligar bólkar: politiskt, átrúnaðarliga og aldursliga sæð. Karmurin um friðargonguna er : 1. Løgtingssamtyktirnar um Føroyar sum ver- andi uttanveltadar. At Føroyar ikki eru limir i nakrari hernaðarsamgongu og at einki hervald er í oyggjunum. 2. Legtingssamtyktin um Feroyar sum kjarn- orkufrítt eki. 3. Norðurlond sum kjarnorkufrítt eki. 4. Feroyska friðarrerslan er partur av europe- isku og altjóða friðarrersluni. Krev friðarrerslunar eru: — at steðga vápnadubbingini — avvápnað fyri eystan og vestan — at nýta peningin, ið fer til vápnaframleiðslu, til mat, klæði, bústað og útbúgving ístaðin. Næsti fyrireikingarfundurin til friðargonguna annan hvítusunnudag verður leygardagin 11. maí kl. 16 á Læraraskúlanum. Sagt varð, at tey, ið ikki kundu koma á fundin í Mettustovu, eru væl- komin á hendan fundin, verður sagt í tíðinda- skrivi frá felagsskapinum >Fólk fyri Fridi«.