týsdagur 7. mai 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Útgevari:
P/f Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Mútler
Fyritaksstjóri:
Krisjan Dahl
Bíaðfólk:
Høgni Djurhuus
Postsmoga 76. 3800 Tórshavn
Utgåvudagar: tysdag, hósdag og leygardag
Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin
Randi Jacobsen
Dagny Joensen
Uppseting:
P/f Sosialurin
Prent:
P/f Pressan 1981
3
Sáttmálasam-
ráðingarnar
TAÐ tykist at standa í botni í sam-
ráðingunum millum nærum allar
partar á arbeiðsmarknaðinum.
Onkur partur er ikki enn komin so
frægt áleiðis, at broytingarynsk-
ini enn eru vidgjørd.
ONKUR glotti er kortini, tí longu
seinasta leygardag frættist, at
útlit vóru fyri semju millum júst
teir samrådingarpartar, prent-
ararnar og prentsmiðjufelagið,
sum nú í áravís ikki hava kunnað
gjørt sættir uttan eitt nú semings-
mann og arbeiðssteðg.
VIT vita nú, at henda semja er
veruleiki og ynskja báðum pørt-
um tillukku við úrslitinum, ið vit
vóna teir kunnu liva við komandi
tvey árini. Mest fegnast vit tó um,
at demokratiski samrådingar-
rætturin hesuferð var nýttur út í
æsir og sigraði á tí vanvirðisliga
hóttalagnum, ið áður kanska
hevur sermerkt samráðingar
millum júst hesar partar, men
sum so sanniliga eisini í hesum
døgum er galdandi millum aðrar
partar á arbeiðsmarknaðinum.
TAÐ er veruliga so jánkasligt við
samráðingarhuginum, fyri ikki at
siga -hegninum og -viljanum, at
semingsmenn í tíð og ótíð hava
verið boðsendir uttan at ynski
løntakaranna hava verið vidgjørd.
Uttan mun til, hvussu lítið ella
nógv mótparturin ætlar sær at
ganga við til, so átti so mikið av
virðing verið mótvegis demokra-
tiska samráðingarrættinum eins
og teimum, sum kortini ikki eru
heild »tydningarleys« fyri fram-
heldandi virksemi her á landi, at
oddagrein
partarnir kendu tað sum skyldu at
viðgera nýggju sáttmálauppskot-
ini í ti álvara, tey veruliga eru løgd
fyri í.
VÓNANDI er hetta hóttalag ikki
bert ætlað til tess at skapa
rumbul á arbeiðsmarknaðinum.
Men um so er, so vita vit eisini, at
tað á hesum sinni snýr seg eins
mikið um politiskan tryggleika og
samfelagsligan framburð — ella
ikki — sum um krónur og oyru.
HETTA hava vit sætt fyrr, eisini
hvussu endamálsleyst hetta
hevur roynst. Har vera eingir
vinnarar, bert taparar og
samfelagið hin størsti.
lvaleyst er ikki hjá øllum lønut-
gjaldarum so nógv at lata av. Hin-
vegin vita vit við vissu hvussu
ómetaliga nógv keypiorkan er
fallin seinastu árini, so vituligt er,
at trupult verður at rokka fullgóð-
ari semju millum hetta fyrra sjón-
armið og veruleikan um reallønar-
fallið.
MEN haldast má, at samfel-
agnum sum heild eins og lønmåt-
takaranum, uttan mun til eitt-
hvort semingsúrslit, má veitast
tann demokratiska rættin til veru-
ligar samráðingar, ið vit sum
»frælst« fólk so íðiliga látast at
fegnast um.
Kr.
Nr. 51
7. maí 1985
Aftursvar til Jóhann
Mortensen
Í Sosialinum nr. 47 tann
27. apríl, og eisini í 14.
September, viðger Jóhann
Mortensen ársfrágreið-
ingina frá stjórnini í FK,
sum er prentað í >Sam-
tøkuni« og sostatt send
øllum húsarhaldum í
Feroyum. Henda viðgerð
er av slíkum slag, at hon
kann ikki standa ósvarað.
Undir yvirskriftini
„Stjórnini í FK virdi ikki
adalfundarsamtykt« sigur
hann lesarunum, at stjórn-
in í FK ger ikki eftir sam-
tyktum aðalfundsins.
Hann sigur: citat >Lat
meg beinanvegin ásanna,
at stjórnin og meirilutin í
limanevndunum hevur
eina snævurskygda áskoð-
an um demokrati og sláa
fast, at stjórnin ger ikki
tað aðalfundurin, sum er
hægsta vald FK's, hevur
álagt henni. Tá eg hevði
lagt uppskotið fram, varð
eg greiður yvir, at tað fall
ikki í góða jørd, ti formad-
urin helt tað verða heilt av
leið, og næstformaðurin
tók heldur ikki undir við
tí. Uppskotið varð kortini
samtykt, og aðalfundurin
álegði sostatt stjórnini at
arbeiða við málinum. Hon
hevur tí einki annað at
gera, enn at koma við
einum uppskotið<, citat
endað.
Skuldsetingarnar eru so
grovar, at um hald var í
teimum, átti stjórnin verið
bðiin um at lagt frá sær,
men veruleikin er tann, at
tær eru ósannar.
Jóhann Mortensen, er
her lopin framav við
royndini at sáa misálit.
Sambart lógum FK's
skulu uppskot til adal-
fundin verða formann-
inum í hendi í seinasta lagi
14 dagar undan aðalfund-
inum. Ikki minst, tá talan
er um uppskot til lógar-
broytingar, er neyðugt at
halda seg til hesar reglur í
lógini, tí aðalfundurin
verður hildin í ellum deild-
unum og allar deildirnar
skulu hava høvi til at at-
kvøda.
Ikki fyrr enn å seinasta
fundarstað, i Havn, varð
uppskotid lagt fram av
Jéhann undir ti punkti å
skrånni, ið nevnist
ymiskt. Orðaskifti varð
um uppskotið og vóru
limirnir bæði fyri og ímóti.
Hverki formaðurin ella
næstformaðurin vóru
beinleiðis ímóti, sum
Jóhann sigur.
Í frágreiðingini frá aðal-
fundinum stendur at
formaðurin tók ikki undir
við uppskotinum í fyrsta
umfari. Næstformadurin
tók undir við at arbeiða
víðari við uppskotinum.
men helt samstundis at
kravið um umboðan átti
at komið frá starvsfólk-
unum sjálvum. Tá tað
síðani varð sagt av fund-
arfólki at uppskotið mátti
kannast nærri áðrenn
nøkur samtykt varð gjørd,
tók Jóhann undir við
hesum at uppskotið skuldi
viðgerast meira í stjórnini
og í limanevndunum.
Fundurin endaði við at
fundarstjórin segði, at
uppskotið kundi ikki sam-
tykkjast á fundinum, tí
tað var komið ov seint inn,
men heitti á Jóhann um at
leggja tað fyri stjórnina
og hetta gjørdi hann so.
Talan varð sostatt ikki um
nakra fundarsamtykt.
Jóhann átti sjálvur at
hildið seg til lógir felags-
ins, sum eru samtyktar á
aðalfundi, áðrenn hann
tekur so dýran til og
leggur stjórn og lima-
nevndir undir snævur-
skygni og ódemokratiskan
atburð. Sum limanevndar-
limur í fleiri ár hevur hann
havt hevi til at sett seg
inn í lógirnar og kundi
sostatt havt sent upp-
skotið til formannin í so
góðari tíð at tað kundi
verið lagt fyri aðalfundin á
regluligan hátt.
Hoyvík 5. mai 1985
Sigrid Dalsgaard
Stjórnarlimur i FK
Tvi vordi!
Sosialurin hevur altid i
orðum vist seg sum verji
teirra minni mentu. Blaðið
hevur t.d. mangan átalað
speitekningar og niðrandi
umtalu av fólki við krops-
ligum ella sálarligum
brekum ella sum onkurs-
vegna eru ikki heilt sum
hini, tey flestu.
Ti harmar tað meg at
síggja J.J. í Sosialinum
nr. 49 (á s. 17) óátalaðan
sleppa at umtala og navn-
geva triggjar menn — upp
á spott — sum »heilt i-
gjøgnum intelligentar«.
Er tað ikki at ríða nóg
so niðarlaga, Jan góði, tá
hugsað verður um, hverjir
menninir eru? Atti tú ikki
sum blaðstjóri at átala
slíkt — ella verður
mannamunur gjerdur?
Páll M. Jákupsson
fiskivinna
Malan og Joan úr Hvalba,
sum eru í starvspraktikk á
Sosialinum, hava verið í
samband við nøkur flaka-
virki. Tær skriva:
Nógvur fiskur í
Hvalba
Umleið 50 tons av fiski
komu uppá land í Hvalba í
seinastu viku. Caressa,
Báradrangur og Hamra-
nes landaðu til Fisk. Niels
Pauli avreiddi í gjár.
Hann hevði millum 4 og
5.000 kassar. Tað arbeiða
í letuni eini 120 fólk á
flakavirkinum í Hvalba.
Higartil í ár hevur
virkið tikið ímóti 1500
tonsum av fiski.
Roc Amadour við
140 tonsum
A Strondum er eisini nógv
at gera. Roc Amadour av-
reiddi í gjár tilsamans
280.000 pund, sum hann
hevur fingið undir Fer-
oyum.
Í seinastu viku kom
lítið av fiski upp á land á
Strondum. Smábátar av-
reiddu umleið 1700 kilo.
Tað arbeiða í letuni
millum 100 og 120 fólk á
Bátafisk. Higartil í ár
hevur virkið tikið ímóti
1500 tonsum av fiski.
Nykur nógvan fisk
Nykur á Toftum hevur
higartil í ár fingið 2361
tons av fiski. Í seinastu
viku avreiddu Stapin
113.000 pund, Mascot
130.000 pund, Jógvan N.
101.000 pund, Sjóborgin
3000 pund og 3 opnir
bátar 1700 pund.
Tað arbeiða umleið 120
fólk á Nyki.
x
EA
gen
SU