Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-05-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. mai 1985síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

7. mai 1985 Nr. 51 Teir mongu býirnir við Niláarbakkan Karl Nolsøe heldur her fram við ferða- fråsøgn síni úr Egyptalandi. Í dag ferðast hann víðari niðan eftir Nil- ánni og vitjar býirnar Esna, Edfu og Kom Ombo og heldur síðani leiðina til syðsta býin í Egyptalandi, Aswan Við Karl í Egyptalandi Vegurin frá Luxor til Aswan liggur gjøgnum grønar fløtur við dadlupålm- um, appelsintreum, bananplantum, mimosiutreum við gyltum blómum, akaciutreum í hvers skugga kríatúrini sekja sær skjól Úti í Nilá eru smáar oyggjar og hólmar við hvítum sandi, hvar hegriar og ibisar ganga og spáka á longum leggjum millum vatnbúflar, sum vassa sær útí til einans horn og nasar stinga uppúr. Seyðamenn við fylgjum koma spák- andi eftir vegnum sum um bilurin enn ikki var uppfunnin, og smá ásin undir stórum byrðum ganga yndisliga sum gentur í trongum skjúrtum. Men so hvervur tað grena og vit koma gjøgnum grýtutt fjallalendi við urðum og skriðum, sum liggja oman í vegjað- aran, oyðimerkur, sum ganga heilt oman í áarbakkan. Landslagið skiftur alla tíðina millum tað, sum vatnið frá Nilá lívgar og oyði- merkur og fjallalendi, hvar tostin longu fyri túsundir av árum kevdi at kalla alt lív. Smáir og stórir seglbátar koma oman og niðaneftir ánni. Teir, sum koma omaneftir rekandi undan streyminum við slettum seglum og teir sum fara niðaneftir, sigla við fyltum spískum seglum undan loft- inum, sum á morgni kemur av Meðal- havinum, tá luftin har suðuri er vorðin heit og fer upp í loft, so lágtrýst verður, meðan hátrýst er har norðuri Framvið áarbakkanum síggjast tempulsleivdir og holir inn til forn grav- kemur. Smáar bygdir lagaðar úr gráum, brún- um og gulum gróti liggja í naknu fjalla- líðunum. Steðga í Esna Fyrsti býurin er Esna, hvar vit steðga eina letu fyri at hyggja at templi, sum Ptolemear lótu gera. Fyri at síggja tað mást tú fara niður gjøgnum høgar trappur, tí tað liggur undir núverðandi býnum og var ikki funnið fyrr enn á okkara degum, fokið undir í sandi og dusti sum tað var. Longur suðuri koma vit til ídnaðar- býin Edfu, har vit fyrst fara at hyggja at einum tí stersta og best varðveitta templinum, eisini varðveitt av sandi og dusti til okkara dagar. Hetta templið er vígt gudinum Horusi, falkagudinum. Einaferð um árið kom maki Horusar, gudinnan Hathor, frá templi sínum í Dendara at vitja húsbónda sín Horus og elvdi hetta til stórar veitslur. Spell er at vit ikki kunna steðga leingi har, tí templið er so stórt og í so góðum standi við óteljandi myndum Vit fara uppá, úr erva er frálíkt útsýni, og meðan vit standa har kann henda, at vit síggja falkarnar, ið búgva ovast, har tú ikki sleppur framat, flúgva í ring um templið SS „> > | Summir halda, at falkarnir búgva har, tí at halgidómurin er vígdur tí gudi, sum er teimum líkur. Vit fara til eina matstovu við griksk- um ánara og fáa okkum eitthvert lesk- andi og halda so vegin fram, til vit koma til Kom-Ombo, har tempul krokodillu- gudsins er. Har funnu teir gravstað fyri balsameraðum krokodillum í hundraða- tali og hevur tú hug at fáa eina slíka við tær aftur til húsar kanst tú royna at keypa Kom-Ombo liggur á einum nasa, sum skjýtur seg út í Nilå og útsýni er ómetaliga vakurt og áin meir enn kilometur breið. Alt var tekt av oyði- markarsandi til fyri hundrað árum síð- an, tá ríkur breti kom, varð hugtikin av vakurleikanum, lat gera pumpuverk, so at landslagið nú aftur er grent, sum tá templið var í vælmakt Nubia Ferðin heldur fram móti Aswan. Tað er út á seinnapartin og heitt er. Nubiskar bygdir við grótlagaðum gerðum uttanum húsini eru at síggja alt tættari jú longur suður vit koma. Tá nýggja Aswanbyrgingin varð bygd í sekstiárum varð fólkið úr nubiska dal- inum flutt hagar, tí land teirra druknaði undir vatngoymsluni aftanfyri byrg- ingina. Vit koma til býin Aswan, ið liggur fleiri kilometrar framvið Nilá. Tú koyrir millum grótheyggjar, har hús eru alla- staðni, summi uppi á stórum klettum. Men so breiðir býurin seg út á láglend- inum framvið ánni sum so líðandi smælkar og streymurin harðnar og fossar uttanum drangar, ið stinga seg svartir uppundan. Akaciu- og sykamortre standa tætt framvið vegnum og blómuskrýddar parkir við stásuligum stórum húsum, almennar byggingar og gistingarhús tí nógv ferðafólk koma at vitja. Kleystur og gravir Hinumegin ánna síggja vit munnar til gravkemur, ið liggja á rað hegd inn í fjalli fyri meir enn 4000 árum síðan, leivdir av st. Simeons kleystrinum, og á . einum kneysa prýðuligu grev Aga Khans ovast upp Í Nilá er Elefantin fyrndini vardi Egypt: ovggin sunnaneittir Nakrar kilometrar longri uppi er ta fyrsta kataraktin, har áin skúmar og fossar millum klettar og hellur Vit eru troytt og móð og fara til gist ingarstað okkara at skola dustið burtur av okkum, sløkkja tostan, fáa okkum at eta og hvila okkum i kømurum viå air- conditioning. Tad er heitt, einki lot og allur byurin er sum útdeyður Skrivstovur og sølubudir stongdar til sólin er farin i kav vestan fjøll. Um kveldið tå aftur er svalligt, kunnu vit spáka í basarinum fyri at uppliva ýðandi fólkalívið, kanska fyri at keypa okkurt heim aftur við og fyri at kunnast við býin. Tey flestu av okkum fara tíðliga at sova, ferðamóð og næsta dag skulu vit tíðliga á fetur, tí nógv er vit fara at síggja: Aswanbyrgingina, grótbrotið, hvaðan obeliskar vórðu hegdir burturúr ljósareyðum granitti og hvar hin stersti av teimum enn liggur og bíðar eftir tí, sum hevur dirvi til at royna at flyta hansara 1100 tons! Elefantin-oyggin, grev Aga Khans og ikki at gloyma Philae templini sum al- tjóða samvirki bjargaði undan at drukna. Vit skulu koyra og sigla, so best er at vera úthvíld til dagin í morgin fyri at fáa sum mest burtur úr Framhald A 0507 AD OR r%