Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-05-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mai 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Útgávudagar: týsdag, hósdag og leygardag Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin Útgevari: P!f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri : Jan Miller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Hegni Djurhuus Randi Jacobsen Dagny Joense Uppseting: P/f Sosialurin Prent: á P/f Pressan 1981 Verjið — varðveitið og mennið norður- lendsku mentanina Í HESUM degum vitja umleið 80 fólk úr norðurlendsku grannalondum okk- ara í Føroyum. Hetta eru limir í ti norðurlendska felagsskapinum fyri áhugaleikarar. Tey skulu øll somul vera so hjartaliga vælkomin. TAÐ, sum serstakliga er at fegnast um, er, at ein slíkur felagsskapur her brúkar sjónleikin til at vísa á, hvussu stóran týdning tað hevur at verja — varðveita og menna norðurlendsku mentanina og samstarvið millum Norðurlond. TEIR spurningar, sum verða umrøddir á fundum í Havn alla hesa vikuna — og har eisini føroyingar eru við — eru av so stórum týdningi fyri okkum øll, at her er ikki bert talan um amatør- sjónleik, og hvat hann hevur at bjóða. SPURNINGAR um, hvussu vit á bestan hátt verja og varðveita okkara egnu mentan ímóti tí stóru ávirkan, sum kemur inn á okkum uttanífrá serstakliga via sjónvarpið — eru aktu- ellir og eiga at hava alra áhuga, tí teir viðvíkja okkum øllum. TAÐ er eingin ivi um, at vit her í Før- oyum eru á einum vegamóti, har vit fara inn í eina tíð, sum heilt kann broyta samfelag og mentan okkara. Tað at vit um ikki so langa tíð kunnu síggja og velja millum 20 ella kanska enn fleiri sjónvarpssendingar úr útlandinum, fer at hava so stóra á- virkan, at fáur okkara enn dugir at gera sær eina meting av tí. HVAT man fara at henda við barnum okkara, tá tey frá morgni til kveld seta seg frammanfyri sjónvarps- gluggan at hyggja at undirhalds- filmum 0.1, sum kanska als ikki hevur við okkara egna gerandisdag at gera. Verða tey tá tikin upp við rót inn í eina fremmanda verð og missa tey sín uppruna identitet! TAÐ er í óttanum fyri tí »ringa«, at vit eiga at seta »fordingar« í vegin. Forð- ingar, sum kunnu vera við til at verja um okkara egna. Hetta kann m.a. gerast við, at vit gera fleiri sjónvarps- sendingar eins og Reidun Berg sigur í samreðu við Sosialin í dag. MEN tað eru helst nógvir spurningar at umrøda her, og tí bíða vit eisini sera spent eftir at hoyra og frætta frá fundunum, sum amatørsjénleikarar- nir skipa fyri. Vónandi fara hesir fundirnir eisini at hava okkurt at siga føroysku fjøldini, sum í løtuni bert bíðar eftir, at teir mongu fylgisvein- arnir skulu sleppa at senda inn í stov- ur okkara. VIT kunnu ikki forða einum teknolog- iskum útviklingi. Men vit kunnu brúka ein teknologiskan útvikling til at skapa nakað sjálvi — úr okkara egna umhvørvi og gerandisdegi. Stersta hending í ítróttarsegu Føroya Hurrá fyri »Itrottarsam- bandinum fyri Brekad« Tað vóru stórtíðindi, sum frættust frá norðurlanda- kappingini fyri brekað, sum hildin varð í Finn- landi. Tað vóru stórtíðindi frá ÍSB, nú tey so dugnaliga vistu, at tað loysir seg at iðka ítrótt. Við úrslitinum í Finn- landi hava tey prógvað, at Feroyar ikki bara kunna vera við, men eisini gera seg galdandi og eisini vinna meistaraskap. Nú er tað í hesum feri ikki bara meistaraskapini, sum hava tann stóra týdningin, men meira at ÍSB hevur prógvað, at tað loysir seg at íðka ítrótt, og serliga at gera nakað fyri at aktivisera henda fyri okkum tíverri so ofta for- semda partin av fólki okk- ara. Oftani er tað so, at tað verður kagað hin- vegin, meðan áhugin meira er fyri teimum so- kallaðu frísku. Tí er hendingin í Finn- landi tann størsta hend- ingin, ikki bara ítróttar- liga, men eisini á aðrar mátar, vónandi fer hon at lata eyguni upp fyri tí ar- beiði, sum her verður gjørt, soleiðis at lands- og kommunumyndugleikar taka hetta at sær og gera nakað munagott, so at meguleikarnir gerast meira rúmir hjá teimum, sum eru brekað og hjá teimum sum avvarða. Tí er hendingin í Finn- landi stersta hending í í- tróttarsegu Feroya, tí her vóru tað tey brekaðu, sum aktivt íðandi ítrótt í ÍSF slóðaðu og sum visti at: Vit kunnu, Vit vilja. Eina serliga tøkk til slóðararnar, tað er gledi- ligt í dag at konstatera, at hetta arbeiði hevur hepn- ast, bæði fyri tykkum, sum skipa fyri, og meira fyri tey, sum aktivt hava luttikið. Eg fari her persónliga at takka teimum, sum legdu grund undir ÍSB og ein serlig tøkk til mín góða vin og samstarvsmann í ÍSF, formannin í ÍSB, Nr. 52 — 9. maí 1985 Egga Jensen. Egga, mín góði vinur, tú hevur her gjørt eitt gott slóðandi arbeiði. Tú hevur sum formaður fyri ÍSB frá byrjanini saman við hin- um verið drivkraftin. Tit eiga ell stóra tekk uppiborna, um nakað heiðursmerki var fyri hetta, skuldi tað verið handað tykkum, og eg vildi verið tann fyrsti at gjørt tað, men eg veit at stersta heiðursteknið er úrslitini í Finnlandi. Tað vil elva til meira aktivitet og eisini lata eyguni upp hjá ráðandi myndugleikum bæði landi og kommunum, soleiðis at meguleikarnir gerast betri. Hjartaliga tillukku og takk fyri sterstu ítróttar- hendingina í Feroyum. Við ítróttarkveðu Sverre Midjord Vegleiðing orkusparing viðvíkjandi! Framhald 5. Øll rørskipanin og allir ventilarnir skula vera tættir og mugu ikki leka og vera væl bjálvaðir. 6. Hámarksinnstillingin av ketlinum hvat termo- stati viðvíkur má, tå kubbin er innsettur í eld- staðin, ikki vera oman fyri 65 gr. tí hægri innstilling gevur sálarfreðisligan hita til húsrúmini 7. Alit skal ikki festast til útrokningar av nýtslu- prosentinum av oljuni, sum higartil eru prakti- serað av teimum serkenu, tí hesar útrokningar eru týdningarleysar og bygdar á misskiljingar av steddum, sum tær eru gjørdar eftir. 8. Fyri meg at síggja eigur ein termostatinn- stilling uppá 60 at verða nógv heg á oljufýrdum ketli, um ikki feilur er á anlegginum, tí gerst niðurstillingin av radiator- temperaturinum við niður- stilling av sjuntinnum, tí virkningurin av niður- stillingini er, at ein bland- ar returvatnið við radia- torinum við framloyps- vatnið, og at returvatnið, sum longu á ferð síni í skipanum hevur avgivið eins stóran part av hita- innihaldi sínum, sum tað lækkar framloyps- temperaturin til radiator- ararnar við. Framhald Hans Birgir Hansen Hoyvíksvegur 3 Tórshavn Merkið og kristindómur Til Jan Christiansen, bý ráðslim: Krossmerkið er symbol fyri kúging. Góði Jan; í flaggrødu tíni tosaði tú so vakurt um alt tað frælsi, sum flagg ella krossmerki okkara umboðar. Eg siteri teg: >Merkið her heima er inn- siglið um, at vit sleppa at hugsa, tala, trúgva og skapa eftir okkara bestu sannføring.« (!) Eg fari her at påstanda, at krossmerkið, tað før- oyska flaggið, tvertur- ímóti ímyndar kúgan og ágang av frekasta slagi, hetta líka síðani kristna læran við sverði varð noydd niður á feroyska fólkið á sinni. Dagliga terroriserar tann kristni meirilutan tann gudleysa minnilutan við tvungnari gudsdyrkan í skúlunum og ágangandi gudiligum propagandasendingum í útvarpi og sjónvarpi. Hendan skaðiliga heila- tvátt hava tit ásett við lóg. Fyri at prógva at lov- prísan tí av »frælsinum«, umboðað av krossmerk- inum, er tað reina tvætl, fari eg at seta fram hesar pástandir: 1) Fólkaskúlalærarar sleppa ikki — á jevnum feti við teir, ið prædika kristindóm — at >præd- ika« gudloysi fyri næm- ingunum á skúlanum. Vága teir sær kortini, kunnu teir í ringasta feri verða koyrdir úr sínum starvi. 2) Fólk sleppa ikki — á jevnum feti við tey kristnu — at gera send- ingar í útvarpi og sjón- varpi, ið skulu boða gud- loysið sum eitt alternativ til kristindómin, ella krit- Framhald á síðu 7