Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-05-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. mai 1985síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Øll fáa løn fyri arbeiði SÅ SpSÍalurin | Sjónvarpsgluggin — tað skulu foroysk tónlistafólk og yrkjarar eisini hava. — Sigur Niels Bak, stjóri í Koda felagsskapinum, sum verjir áhugamál listafólksins Hóast SVF hevur loyvi frá Danmarks radio at senda tilfar, sum danska sjón- varpið hevur rættindi til, so hevur SvF ikki loyvi at senda tónleik og sangir, sum verðanýtt í somu sendingum. — Hetta sigur Niels Bak, stjóri fyri Koda fyri- tøkuna í Danmark, sum hevur vitjað í Feroyum, saman við Jens Carsen, deildarleiðara í somu fyri- tøku. Vit fingu åheitan frå SvF, longu i 1984 um at fåa ein såttmåla i lag mill- um Koda og SvF, og tå vit nú eru komnir so væl á- leiðis við hesum, hildu vit, at tað tí kundi verða áhugavert hjá føroyskum tónlistafólki, eisini at ger- ast limur í felag okkara, sigur Niels Bak. Hetta er tó ikki stórvegis trupul leikar at fáa í rættlag. Vit vóna at sáttmálin um stutta tíð verður gjørdur við SvF. Hvat er endamálið hjá Koda fyritekuni? — Tað er stutt sagt at verja upprunaverk hjá tónlistafólki og songrit- høvundum, — t.v.s. at syrgja fyri, at hesir fåa løn fyri arbeidi sitt. I okkara tid er tad so- leiðis, at øll fólk, sum gera sendingar til útvarp, sjón- varp og fyrireika konsertir og tilik arbeiði, fáa løn ella samsýning fyri arbeiði sitt. Koda felagsskapurin er í innihaldi felag hjá tónlistafólki. Tey eru limir í felagnum, sum skrásetur brúkið av tónleiki og sangi teirra. Tá árið er farið, fáa limirnir tann pening send- andi, sum Koda hevur kravt inn frá brúkarunum. Hvussu víða fevnir Koda fyritøkan? Vit hava so at siga sam- band vid allan heimin, eitt nu hava vit såttmålar vid fyritøkur av sama slag, sum okkara i øllum heimspertum og kunnu sostatt siga, at vit rekja um 99 pst. av áhuga- málunum hjá tónlista fólki Bert Kina er ikki við í okkara felagsskapi, sigur Niels Bak Umleið 55 fólk arbeiða á høvudsskrivstovuni hjá Koda í Keypmannahavn Fyritøkan umsitur 60 mill.krónur árliga. Um- framt hesi eru ferðandi ráðgevarar, sum skráseta tonleikaframførslur og bruk av tonleiki å palli, i útvarpi og sjónvarpi, kring um í heiminum. — Tað er greitt, at so umfevnandi arbeiði ikki kann gerast av starvsfólki Her eru sjón- okkara einsamalt. útvarpssteðir og varpssteðir = neyðugastu amboðini, til tess at skrá- seta brúk av tónleiki 0.0., sum vit hava við at gera. A vitjanini í Føroyum hava Niels Bak og Jens Carlsen eisini vitjað í Landsstýrinum, havt fund við føroysk tón- listafólk, samráðst við logfreðing, — eitt nú um at fáa virksemið sett á stovn her, fyrst í komandi ári, eins og Ríkisumboðið og Fútin hava fingið frá- greiðing um Koda virk- semið Í sambandi við vitj- anina hevur Koda gjert ein faldara á feroyskum máli sum upplýsir, hvussu brúkarin skal fyri- halda seg fyri at fáa loyvi at nýta eitt tónlistaverk Niels Bak og Jens Carlsen meta, at umleið 60 tónlistafólk eru í Fer oyum, sum kunnu gerast limir i Koda, so teirra verk verða vard í Føroyum og í útheiminum. Treytin fyri at gerast limur í Koda er bert tann, at ein skal hava gjørt orð ella lag, sum ein sostatt hevur uppiborið at fáa samsýning fyri, um tað verður nýtt. Í dag skuldi ikki verið neyðugt, at tónlistafólk fáa somu viðferð sum á dogum Mozarts, at ein skal doyggja í fátækra- dømi, — bert ti ein er tón- listafólk, siga Niels Bak og Jens Carlsen Fyri stuttleika kann kanska nevnast, at Koda eisini verjir rættindini hjá kenda tónaskaldinum Jac- ob Gade, sála. Tað er hann sum í síni tí skrivaði »Tango Jalousi«. Just hetta verk hevur givið ovurstórar inntøkur gjøgnum árini. Í dag verða inntekurnar av hesum kenda lagnum sett i åvisan grunn. — Tað er nevniliga soleiðis við upp- runa rættindum, at Koda bert verjir tey í 50 ár eftir at tónlistafólk doyggja Síðan kunnu legini nýtast uttan samsýning verður kravd. Viðvíkjandi tón- leiki eftir Gade, so er har ein grunnur, sum fyri eftirtiðina fær inntekuna. Vanliga fáa vit ikki so nógvar inntekur frá fjar- skotnum londum, men tónalagið sum vendir aftur hvert ár er >Tango Jalousi«. — Serliga í Sud- uramerika verður hetta lagið spælt framhaldandi, hvenn dag. Dagny Leygardagur 17. mai 11.- Dagny Joensen Leygardag 11. mai 19.30 Bernini við ánna 20.20 Á sýnini 21.05 Annika 6 (6) 21.30 Grand Prix 23.30 Liðugt Sunnudag 12. mai 19.30 Hvalir gráta ikki 19.55 Eg sjólívið valdi 3 (3) 20.30 Matador 12 21.55 Old boys 22.35 Kórstevnan 84 22.55 Andakt 23.00 Liðugt Týsdagur 14. mai 19.30 Barnasending 20.00 Dagur og vika 20.30 Holland 21.00 David Bowie 22.00 Strindberg 2 (6) 23.10 Lidugt Hosdagur 16. mai 20.00 Ítróttur Friggjadagur 17. mai 19.30 Barnaløtan 20.00 Dagur og vika 20.30 Hjun 6 (6) 21.00 SOE 8 (8) 22.00 Gallins Galla Show 22.50 Strindberg 3 (6) 23.50 Lidugt á bye: eu tær meira fyri pengarnar Hin nyggi videobandupptakarin hjá Philips er gjørdur til tín, sum vilt síggja sjónvarp og video, tá tað liggur fyri hjá tær. Hann er ótrúliga lættur og handigur at passa, tú trýstir einans a éin knøtt, so virkar alt. Og allir virkishættir eru tryggjaðir móti mistøkum í passingini hilips hevur gjørt tað lætt og spennandi at gera nýtslu burtur úr ollum teimum møguleikum, sum video-bandupptak arin hevur. Komið sjålvi inn á gólvið og síggið Philips VHS Video VR 6560 Dagfest stilling til 5 sendingar í einum mán aða. Elektroniskur sporleitari. Sjálvvirkandi myndaklipping av egnum upptøkum. Inn bygd fjarstýrismóttokueind. Stigvis javning av fram- ella afturspoling og av stødumynd 465, — Philips VHS Video VR 6460 At stilla frammanundan til upptøku av 2 sendingum í einum mánaða ella 2 sendingum um dagin. Sjálvvirk andi sporleitari uttan at stødumyndin flåkrar. Stigvis javning av fram- og afturspoling og stødu-mynd Sjålvvirkandi afturspoling. Elektroniskur stødarleit ari. Innbygdur fjarstýrismóttakari