leygardagur 11. mai 1985síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
v/ Johs. A. Næs
Tænið Harranum við ótta, fegnist
við bivan! Heilsið soninum! (Sl. 2, 11-
12).
Hetta orðið elvir okkum til tvinnar lutir: at
tæna Harranum og at fegnast í honum.
Djúpast sæð er samband millum tænastuna
og freina. Hann, sum er ríkur í Gudi, er
glaður. Og hann, sum glaður er, vil fegin gev
aeðrum av gleði síni. Hetta fær hann at geva
seg í tænastu hjá Gudi. Gleðin ger hann til
rættan tænara hjá Gudi. Hann verður ein
sigrandi kristin. Gleðin í Harranum er styrki
hansara í tænastuni. Men bæði, tá ið ræður
um tænastu og um frøi, eigur tú at óttast.
»Tænid Harranum við ótta, fegnist við
bivan!< Uttan ótta verða vit lættliga let og
illgjord í tænastuni, og gleðin kann verða
kæti og uttanágleði. Vit eiga tí ongantíð at
lta totan fara burtur úr hjarta okkara. Sálm-
urin (sl. 2), sum hesi orð eru tikin úr, er ein
Messias-sálmur. Við sonin verður her hugsað
um Messias. — »Heilsid soninum«. Heiðrið
hann, heiðrið hann í kærleika og lítið tykkum
til hann! Ja, lat okkum heiðra Jesus! Lat
okkum líta til hansara í kærleika! Lat okkum
játta navn hansara og heiðra hann fyri
menniskjum. Eingin hevur tað uppiborið so
væl sum hann. Eingin er so stórur, góður og
dýrdarfullur sum hann. — Neyvan er tal á
teimum, sum vanvirða hann — sum spotta
og misbrúka navn hansaru — sum dálka
navn hansara — sum vilja ikki vita nakað av
honum — sum vraka hann og vilja gera hann
til einkis.
Men vit hava sæð dýrd hansara. Vit hava
upplivað stórleika hansara. Hann er mið-
depilin í lívi okkara. Hann er frelsari og
bjargingarmaður okkara. Eiga vit so ikki at
heiðra hann, hálova honum, líta okkum til
hansara, heilsa honum við kærligum kossi?
Læknavaktirnar
Tórshavn: Kaj Kalls-
berg, tlf. 131 50, leyg-
ardag og Kristianna
Tannlæknavakt,
Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst
í dag og í morgin kl.
Nordendal, 12979. 13.00-14.00. Tlf.
sunnudag. 14544.
Eysturoy: Sigvald
Kristiansen, tlf.
41517, leygardag og
Pó! Olsen, tlf. 47010,
sunnudag.
Norduroyggjar: Jas-
pur Petersen, tlf.
56400.
Vágar: Tlf. 37 413
Suðuroy (norður): Tlf.
71560.
Suduroy (sudur): Tlf.
73030.
Gudstænastur 5. sunnudag eftir påskir
Havnar kirkja: Lestur
Vesturkirkjan: Kjartan Mørkøre
Landssjúkrahúsið: Høgni Por Isen kl. 9.30
Nólsoy: Hans J. Joensen, altargongd
Tjernuvík: Martin R. Jacobsen kl. 12.00
Gjógv: Emil Olsen kl. 12.00
Haldarsvík: Martin R. Jacobsen kl. 11.00
Geta: Torkil Beder kl. 12.00, altargongd
Rituvík: Jákup Kass kl. 15.00, barna- og familjuguds-
tænasta
Glyvrar: Jákup Kass kl. 11.00
Norðskáli: Ejvind Vilhelm, altargongd
Klaksvík: Henning Begesvang, altargongd
Hvannasund: Salomon J. Joensen, altargongd
Miðvágur: David Johannesen kl. 11.00
Hvalba: Birgitte Hansen kl. 12.00, altargongd
Tveroyri: Jónsvein Bech kl. 11.00, altargongd
Hov: Bjarni Bæk kl. 11.00, altargcngd. Talvan gongur
fyri orglið.
Evangeliska reddin
Feroyska sendingin frá Trans World Radio, Monte
Carlo hoyrist hvert månakvøld kl. 21.45 GMT (Før. tíð
kl. 22.45), å millumbylgju 205 m. (1466 kHz).
Mánakveldið 13/5 talar Svenning av Lofti.
Evni: >Trúgv, dirvi og ótti<.
Sangur: Alma og Hanna.
Norea Radio Danmark
Millumbylgja 1467 kHz kl. 21.30-21.45.
Mánadagin: »Lyset skinner i mørket «.
Norskar sendingar eru hvønn dag kl. 8.00 å stutt-
bylgju 31 metra-bandinum (9,6 MHz).
29. april fingu Birgit
og Martin Jacobsen,
Hvalvik, ein son.
30. april fingu Turid
og Poul Jacob Zacha-
riassen, Hvannasund,
ein son.
1. mai fingu Ása og
Sigmund Poulsen,
Havn, eiva dóttur.
lítla karn
1. mai fingu Tórgunn
og Henrik Askhulm,
Nólsoy, ein son.
24. april fingu Sanna
og Hans Erland i
Brekkunum, Eidi,
eina dóttur.
3. mai fingu Sólvá og
Birgir Syderbe,
Havn, eina dóttur.
26. apríl fingu Kristi-
anna og Anfinn,
Kollafjerður, eina
dóttur.
5. mai fingu Eyðbjerg
og Regin Djurhuus,
Hvítanes, ein son.
6. mai fingu Nina og
Niklái Nielsen, Sal-
tangará, ein son.
28. apríl fingu Mari-
ann Jacobsen og Tor-
geir Johannessen,
Nólsoy, ein son. 7. mai fingu Daisy og
Leif Petersen, Fugla-
29. april fingu Anna firði, eina dóttur.
Kristina Laursen og
Eyðfinn Jacobsen,
7. mai fingu Unn og
Leynar, ein son.
Edmund Simonsen,
Servág, eina dóttur.
29. apríl fingu Aimi
Gjógvará og Rúni
Jacobsen, Havn, eina
dóttur.
Í orðabókini hjá M. A. Jacobsen og Chr. Matras
stendur nógv um orðið ímóti.
Nú er so vanligt bæði at lesa og hoyra ímóti
brúkt so nógv eðrvísi, enn vanligt hevur verið.
Tá ið talað og skrivað verður um utflucning. so
er ikki sjáldan, at sagt verður, t.d. at flutningurin
í ár er 990 milliónir krónur ímóti t.d. 900 milli-
ónum krónum i fjør.
Útflutningurin í ár er 990 milliónur krónur; í fjør
var hann 900, soleiðis siga fólk flest.
Um bekur stóð skrivað: 92 bekur komu út í
1983 móti 87 bókum í 1982.
Vit siga heldur: 92 bokur komu út í 1983. Í 1982
komu 87 bøkur út.
Menn talaðu um fótbólt: Fuglfirðingar vunnu
við trimum málum móti ongum.
Vit hoyra so mangan útvarpsmannin siga, at
liðið vann trý-eitt, og rímiligt hevði verið at sagt:
Fuglfirðingar vunnu trý-eitt.
Teir nýta píning móti fangum, soleiðis hava vit
hoyrt ella lisið. Vanligt málbrúk er: Teir hava pínt
fangar.
Vit hava viðhvort hoyrt sagt, tá ið atkvett
hevur verið um okkurt, at uppskotið fall við 23 at-
kveðum móti 5.
Latum okkum heldur siga: Uppskotið fall. 5 at-
kveddu fyri, og 23 ímóti.
Um Regin í Toftum stendur, at hann bardist
ímóti einum íslendingi, ímóti Dánjali við Giógv-
ará og ímóti Regini i Hørg, og so stendur, hvussu
ið Regin vann.
Onkur maður hevði óivað sagt, at allir tríggir
taptu fyri Regini í Toftum.
Nú er ikki óvanligt, at sagt verður, at eitt lið
tapti ímóti einum eðrum liði. Tapti fyri, man vera
betri at siga.
Sv. T.
Andreas Reinert
formaður
i Aliráðnum
Landsstýrið hevur valt Aliráðið, sum skal av-
loysa Nevndina viðvíkjandi Fiskaaling. Sum for-
mann hevur landsstýrið valt Andreas Reinert, frá
Fiskirannsóknarstovuni og P/f Fiskaaling. Hann
var eisini limur í gomlu alinevndini.
Hinir limirnir eru: Martin Djurhuus, skrivari í
Menningargrunninum, Trúgvi Árting, skrivari í
Ídnaðargrunninum, Johan McDonald, Trygg-
ingarsambandið, Aki Mortensen, Heilsufrødiliga
Starvsstovan, Jørn Thomsen, landsverkfrødings-
stovnurin, Tummas Arabo, Ídnaðarstovan, og
síðani skal Føroya Havbúnaðarfelag velja eitt
umboð.
Aliráðið hevur til uppgávu at stíla fyri kann-
ingum í samband við alivinnuna, at viðgera
umsóknir um loyvi til aling og at vera ráðgevandi
hjá landsstýrinum í alispurningum.