Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-05-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mai 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Útgávudagar: týsdag, hósdag og leygardag Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta mlagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin Útgevari: P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Mútler Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Dagny Joensen Uppseting: Pjf Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Samfelagið lagt lamið TÍÐLIGA mánamorgunin slitnaðu samráðingarnar millum Feroya Ar- beiðarafelag og Føroya Arbeiðsgev- arafelag. Hvørgin av pørturum vildi góðtaka eitt uppskot frá semings- manninum. Stutt eftir lýsti Føroya Ar- beiðarafelag verkfall um alt landið. FRAMMANUNDAN eru arbeiðs manna- og kvinnufeløgini í Havn og í Klaksvík, sum íkki eru limir í Føroya Arbeidarafelag, í verkfalli. Heldur íkki tey feløgini vildu góðtaka eitt uppskot til semju. SOSTATT er stórur partur av landinum lagdur lamin. Ongar verur kunnu avskipast og ongar kunnu uppskipast í Føroyum. EITT verkfall sum hetta kann fåa sera ålvarsligar avleidingar fyri alt sam- felagid. Sjålv meginlivædrin — fiski- vinnan er meinast rakt av verk- fallinum. Fiskiskipini kunnu ikki landa til virkini, sum eru stongt. Í fyrsta umfari eru tað virkini, sum merkja verkfallið, harnæst veiðuflotin. Meguleikar eru at landa aðrastaðni men her kemur spurn- ingurin inn, um arbeiðarar í øðrum londum fara at forða føroyskum skipum at landa í solidaritet við starvsfelagar sínar i Føroyum. Sostatt steðgar øll framleiðsla upp. Hetta hevur samfelagið ikki ráð til i rættiliga nógvar dagar. NÚ er so spurningurin, hvat teir báðir partarnir á arbeiðsmarknaðinum vilja og ætla. Neyvan vil nakar teirra boyggja seg og tískil fer verkfallið at halda fram og gerast drúgvt, um ikki okkurt óvæntað hendur. TAÐ frættist, at semingsmaðurin skal hava bíðið feløgini í Havn og í Klaksvík metast aftur. Tað er tó heilt évist, um tey í enn einum umfari fara at staðfesta verkfallið eila um tey fara at ganga við til ein sáttmála. oddagrein NÚ er tað so upp til semingsmannin. Men eingin ivi er um, at hetta er ein torfør uppgáva, tá partarnir standa so fastir við sítt. TEIR komandi dagarnir fara kanska at geva okkum eina gjøllari hóming av, hvussu leikur fer at enda og nær. Arbeiðarafelggini meta seg ikki hava fingið nokk og arbeidsgevararnir meta seg ikki kunna lata meira. Nú skal so tíðin vísa, hver teirra er stødu- fastari og stinnari — hver orkar betur. EITT er vist — arbeiðsmaðurin og -kvinnan, sum frammanundan eru tey lægstløntu í samfelagnum, tola helst ikki eitt drúgvt og langt verk- fall. Men hetta er kanska einasta gongda leið, skal glotti hómast fyri framman til tess at skapa teimum betri lønarsømdir á jøvnum føti við aðrar samfelagsstættir. ARBEIDARAFJØLDIN verka- mannafjøldin er tann, sum heldur samfelagshjólunum gangandi og tað síggja vit, nú verkfall er. Øll hjólini steðga at mæla VÓNANDI finna partarnir á arbeiðs- marknaðinum skjótt saman aftur og koma til eina loysn. Samfelagið Feroyar hevur ikki ráð til eitt drúgvt verkfall. Knallert til sølu Ein Puch Maxi 2 í góðum standi til Blaðið vísir á Nr. 54 14. maí 1985 At finnast at ella sáa 6 , . 9 misålit” Í aftursvari sínum til grein mína, »Stjørnin virdi ikki adalfundarsamtykt«, sigur Sigrid Dalsgaard, stjórnarlimur í FK, at undirritaði er >lopin fram- av við royndini at sáa misálit. Tað kann av hesi orðing- ini tykjast um um undir- ritaði fæst við at sáa misálit á FK. Tverturímóti. Uttan at taka mær av nekrum, haldi eg, at mín lutur sum nevndarlimur í FK heldur hevur verið at laða upp enn bróta niður. Vísast skal bert til tvær nýskipanir í FK, sum stjórnin tekur fram í árs- frágreiðingini sum nakað týdningarmikið. Í einum feri fegnast stjórnin um tiltakið, at limanevndirnar kring landið halda tveir fundir árliga í Havn saman við stjórnini og handilsleiðsl- unum. Hetta er annars eitt uppskot, sum eg legði fram í limanevndini í Havn — og sum stjórnin tók undir við. Eisini fegnast stjórnin um núverandi útgávu- skipan av blaðnum, Sam- tekuni Blaðið varð prentað í trimum ella fýra túsund eintøkum, sum limirnir so kundu taka í handlunum. Blaðið varð prentað í bókapressu og var prentað í vekrum pappíri, men prísurin var høgur í mun til hvussu víða tað kom út. Undirritaði mælti hin- vegin til at prenta blaðið í blaðpressu í 14.000 ein- tokum og senda tað í hvert hús í Feroyum fyri lítið meira enn tað sum hin prenthátturin kostaði. Og stjórnin tók undir við tí. Hesin útgávuhátturin hevur givið fólkinum nógv betri meguleika at fáa nakað at vita um tað, sum rerist í FK, og fylgja gongdini hjá FK annars. Eftir áheitan átók undir- ritaði sær at vera í blað- nevndini, hóast tíðin frammanundan var knøpp. Mín partur hevur ikki verið stórur, men í øllum førum gjørdi eg blaðnum nýggja útsjónd og havi »lay-out'ad« fleiri eintek — ókeypis. Ein roynd at såa misålit??? Orsøkin til fyrru grein mina — og aftursvar Sig- rids — var eitt uppskot, sum undirritaði legði fram á aðalfundi FK í Havn ifjør. Hetta var eitt upp- skot til samtyktar og hevði til endamáls at áleggja stjórnini at gera eitt uppskot til lógar- broyting, so starvsfólkini í FK fingu eitt umboð í limanevndirnar í teim ymsu deildunum og eitt umboð í sjálva stjórnina. Hetta uppskotið skuldi so stjórnin leggja fyri aðalfundin í ár. Grundgevingarnar fyri uppskotinum vóru í hev- uðsheiti tvinnar: at rekka einum hugsjónarligum setningi (so starvsfólkini fáa tann demokratiska rætt at velja síni umboð í nevndir og stjórn), sum skuldi verið sjálvsagdur fyri eina samteku, og hin fyri at geva starvsfólk- unum sterri ábyrgd. Mínar royndir eru í øll- um førum, at nevndin (nevndirnar/stjórnin) veit lítið um steðuna hjá starvsfólkunum, sum skuldu kent til tey dagligu viðurskiftini — og trupul- leikarnar — og hevdu tí kunnað gjørt sítt til at betra FK. Men stjórnin gjerdi einki uppskot at leggja fyri aðalfundin í ár. Ta offisiellu orsekina síggja vit í ársfrágreið- ingini. Í henni verður sagt, at stjórnin hevur ikki gjørt nakað uppskot, tí hon og limanevndirnar halda, at uppskot mítt skerjir demokratiið heldur enn at tað økir demokrati- ið! Ein støda tó uttan nakra grundgeving. Men líkt er til, at stjórn- in er komin í rasshaft av hesum uppskotinum. Vit hava hoyrt eina grundgeving, sum má haldast at vera tann offisi- ella. Men nú kemur Sigrid við teirri grundgeving, at lógin í FK sigur, at upp- skot skulu vera inni 14 dagar undan aðalfund- inum. Sum fyrrverandi nevnd- arlimur havi eg lisið lóg- ina. Men hetta var eitt uppskot til samtyktar, ella ein fundarsamtykt, sum heitti á stjórnina um at gera eitt uppskot til lógarbroyting. Og sostatt ikki eitt beinleiðis uppskot til lógarbroyting, sum Sigrid sigur. Sjálvandi skal lógin hjá FK haldast. Men at koyra eitt uppskot um eina fundarsamtykt, sum í fyrsta lagi ikki pilkaði tað allarminsta við lóg ella skipan FK, undir hesa lógargrein, er at geva nekrum lívgevandi, ella tí spontana, sum kann stan- dast av einum orðaskifti á einum aðalfundi, menu- stingin. Hetta vóru so tvær or- sekir. Og so sigur Sigrid sanniliga eisini, at undir- ritaði á aðalfundinumþfjer skal hava tikið undiBvið einum tilmæli frá fundar- stjóranum um at lata stjórnina kanna og við gera uppskotið saman við limanevndunum, áðrenn meira varð gjørt! Sjálvandi skuldi málið kannast og viðgerast og uppskot skuldi gerast, men eg tók sanniliga ikki nakað uppskot aftur og helt fast við tað. Hvat skrivarin, so íðin og góður hann annars er, og fundarstjórin fingu burturúr, dugi eg ikki at siga. Og eg sigi teir heldur ikki ringar, um okkurt er misskilt. Fundurin var mestsum i upploysn. M.a. ti formaðurin fleiri ferðir hevði boðað frá, at hann noyddist at fara, og hevði reist seg. Alt hetta vísti undirrit- aði á á aðalfundinum í ár, so tað skal ikki útgreinast her. Men tað tykir mær logið, at ein av stjørnar- limunum kortini á sjålv- um aðalfundinum í ár gevur mær viðhald í tí, at stjórnin átti at havt gjørt eitt uppskot um starvs- fólka-umboðan í nevndum og stjórn. (Og so má hann halda, at uppskot mítt er samtykt, og ikki kemur undir greinina um 14 daga frest!) Onkur hevur spurt meg, hví eg havi gjørt so nógv burtur úr hesum máli. Til tað er at siga, at mær per- sónliga er tað líka mikið, um starvsfólkini fáa henda demokratiska rætt- in ella ikki. Eg helt og haldi framvegis, at slík umboðan hevði verið gagnlig fyri FK. Eitt starvsfólk hevur kanska rætt, tá tað leygar- dagin segði við meg: „Stjórnin anar ikki hvat fyrigongur her«? Lat meg at enda sláa fast, at eg royni ikki at sáa misálit. Haldi framvegis, at stjórnin hevði uppi- borið eina atfinning. Og vónandi fer stjórnin ikki í framtíðini at taka atfinn- ingar fyri eina »roynd at såa misålit«. Tveir tridingar av før- oysku húskjunum eru limir í FK, so tað er eingin grund at goyma nakað. Latum okkum íkki gera FK til eina »meinigheit«, men skifta orð um Keyps- samtøkuna til felags gagn. Vinarliga Jóhann Mortensen