fríggjadagur 24. mai 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Útgávudagar: tysdag, hósdag og leygardag
Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin
Útgevari:
P/f Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Mútler
Fyritaksstjóri:
Krisjan Daht
Blaðfólk:
Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Dagny Joensen
Uppseting:
P/f Sosialurin
Prent:
P/f Pressan 1981
s0siaiurin
Breyð heldur
enn deyð
AFTUR í ár skipa bestu samfel-
agskreftir okkara fyri friðargongu
annan hvítusunnudag.
TAÐ er at fegnast um, at hetta ál-
varskenda og siðmennandi tiltak
fær størri og størri undirtøku år
eftir år. At góða fólkið, ið stendur
fyri, hevur stóran heiður uppi-
bornan fyri hesa frálíku undir-
tøku, er einki at ivast i.
TO man vaksandi ansurin manna
millum fyri heimsumfevnandi
týningarvandanum og tokkin til
lívið og skapanarverkið alt verða
meginmáttur teirra, sum, hóast
vanvirðing og jagstran afturhald-
sins, ikki hava mist úr eygsjón
bjarta og lívsjáttandi aðalmálið
»fridur á jørd og i menniskjum
góður tokki«.
LONDINI hava í søguligari tíð, so
sum vit kenna hana, verið rættu-
liga ósamd um, hvat leggjast skal
í hugtakið friður. Ikki minni er
ósemjan í okkara annars upplýstu
tíð.
TÓ hevur seinastu tjúgu árini
verið semja um, at vápnamegin
er so »einastandandi«, at nógvir
heimar sum okkara lítla jørð við
hesum vápnum kundu verið
týndir upp til fleiri ferðir.
VIT plaga at siga, at lívið er eitt-
ans. Mest geva vit hesum gætur,
tá vanlukka rakar onkran vit
varða av ella á annan hátt kenna
og tá hjúklast skal um fjarðandi
lívsevni. Hetta er gott altsamalt,
og átti ikki at verið ødrvisi. Men
hví ikki víðka samkenslutiltøk
okkara til eisini at fevna um týn-
ingarhóttu bregður og systrar
okkara í fjarskotnari londum.
RÆTT er, at vit her á landi heims-
politiskt ikki megna tað nógva.
Kortini áttu at sær komin fólk at
megnað at tikið støðu fyri ella
ímóti týning og deyða, hernaðar-
ligari neydtøku av halgu lívsvirð-
unum og fyri varðveitan av tí, vit í
bestu meining dag um dag
stríðast fyri at fáa framt heima á
landi.
dagrein
TAÐ má tí eingin ivi longur vera
um, at føroyska fólkið eitt nú ikki
ynskir at vera partur av hernaðar-
ligum samgongum og at vit siga
tvørt nei til krígsútbúnað á
føroyskum lendi og til valdandi
herseting.
LATIÐ okkum í størri mun enn
higartil skorða á ríkismyndugleik-
arnar so sleppast kann undan ver-
andi hersetingarøkinum og
harvid økta tyningarvandanum.
LATID okkum gera hernadarpåv-
unum greitt, at vit nå av ålvara
krevja egnan rætt i egnum landi,
at vit krevja altjéda vidurkenning
av samfelda føroyska fólkaynsk-
inum um frid og såmuligheit, har
avgerðin »åtti at verið okkara« og
at løgtingssamtyktirnar um
Føroyar sum våpnafritt og uttan-
veltað økid verða virdar.
LATIÐ okkum stuðla øllum
teimum, ið leggja sálina í at
stuðla sjálvum lívinum. Ræðist
ikki teir quislingar heima á landi,
sum veruliga eru í andstøðu ímóti
friði her og allastaðni.
TIT friðarfólk, fellið ikki i fått av
háðanini og jagstranini frá okkara
egnu hernaðar-isenkræmmarum,
ið enn ikki vága sær at lata tað
besta í menniskjuni fáa heima- og
avgerðarrætt viðvíkjandi lagnu
landsins, okkara og barnanna.
TIT friðarfólk, halda tit á enn eina
stund, tå fjølgast enn fleiri i
takksemi um einastu mannaver-
dugu stevnuna, nevniliga „friður
á jørd og í menniskjum góður
tokki«.
Kr.
Nr. 58 — 24, mai 1985
Sosialurin/Hanna Lisberg
skrivaði
Lisberg í Sos
Nakað
Hanna
ialinum um innihaldið og
av Deyva-
herfyri
uppsetingina
blaðnum. har hon serliga
fanst at. at lesnaðurin als
ikki var vendur til tey
deyvu og enn minni um
deyv.
Fyri okkum,
arbeiða við at geva Deyva-
blaðið ut, er tað eitt væl-
signilsi at fáa eina reakt-
ion, uttan mun til, um hon
er negativ ella positiv, tí
tað er betri enn als onga at
fáa.
Eg vil tí loyva mær i all-
ari stillheit at gera nakrar
viðmerkingar til tað, ið
Hanna Lisberg skrivaði.
Deyvafelagið hevur
fleiri ferðir á aðalfundum
sínum viðgjert, hvat enda-
málið skal vera við blað-
num:
Skal innihaldið vera
ætlað bert til tey deyvu og
um deyv, ella skulu vit
venda okkum meira til
tann hoyrandi partin eis-
ini.
Um vit høvdu valt tann
fyrra háttin, so kom
Deyvablaðið helst bert út í
so lítlum upplagi, at onki
fíggjarligt grundarlag
hevði verið til at rikið tað.
Tað hevur tí valdað full
semja um, at blaðið skal
koma út í tí líki, tað nú
ger.
At Hanna Lisberg fær
ilt í búkin, tí vit í tveimum
fylgjandi blødum hava
havt tilfar, ið onki hevur
sum
við devv at gera. er bert
spell, men tað hevur sína
orsek, tí at vit á henda
hátt royna at geva okkurt
til okkara mongu trúgvu
hoyrandi lesarum Vit
hava í ollum blødunum eis
ini havt frágreiðingar um
viðurskifti deyvu
Frupulleikarnir her heima
hjá okkum eru stórt sæð
teir somu sum í Sveríki,
Kina og Amerika og aðra
staðir við, nevniliga sam-
skiftistrupulleikar
Men tá tú, Hann, ákærir
okkum fyri ikki at skriva
um viðurskiftini hjá teim-
um deyvu í Feroyum, pín-
ir tað meg inn á sálina at
teirra
noyðast at siga, at tú har-
við avdúkar teg sjálva at
hava lisið Deyvableðini
ógvuliga ógjella. Vit hava
í fleiri numrum júst við-
gjørt konkret demi um,
hvussu bett kundi verið
um ymisk viðurskifti mót-
vegis teimum deyvu í Fer-
oyum.
Men hevuðsendamálið
er at geva upplýsingar út
til tey hoyrandi um deyv
sum heild, og fyri at hetta
ikki skal vera so einstátt-
aður lesnaður hjá teimum
hoyrandi, hava vit eisini
roynt at havt tilfar, ið er
av meiri almennum áhuga
Hinvegin skal eg við-
ganga, at teksturin møgu-
liga kundi verið settur upp
meiri einfaldur og betur
sundurgreinaður. Hetta
vilja vit taka til eftirtekt-
ar. Og um tú Hann, hevði
viljað okkum til
hjálpar við hesum. hevdu
verið
vit verið ógvuliga fegin
Tað verður spurt um hví
vit ikki greiða frá viður
skiftunum hjá
einseku deyvu í Feroyum
Hetta
hugsað um, og onkuntíð
hevur okkurt verið,
tað eru ikki oll, sum leggja
í at fáa síni privatu viður-
skifti vidgjørd alment
Rætt er tad, at vit um
seta onnur mål til føroyskt
ur eðrum útlendskum
blødum, men til tey deyvu,
sum ikki hava lært før
oyskt, gera vit heftir vid
fotavritum av øllum
teimum greinum, ið eru á
skandinaviskum máli, og
síðan umseta vit origin-
alan feroyskan tekst til
danskt. Hesi hefti verða
síðan latin til tey 15-20
deyvu, sum hava terv fyri
hesum.
Alt í alt skal sigast, at
endamálinum við Deyva-
blaðnum hava vit fylgt,
meðan vit altíð kunnu
kjakast um mátan at seta
tekstin upp o. s. fr.
Vid hesum reglum vóni
eg, at Hanna hevur fingið
nóg góða fatan av, hví vit
gera soleiðis, sum vit hava
gjørt. At enda vil eg bert
siga, at eg eri bæði bilsin
og ikki sert vónbrotin
yvir, at Hanna ikki skriv-
aði beinleiðis til Deyva-
blaðið, tá hon fór at kriti-
sera.
teimum
hava vit eisini
men
S.E.R.
Ruskbrenning
og SF og UF
Í eini grein í Information í
apríl mánaða varð nevnd
ein sjónvarpssending í for-
brúkara-sendireðini
»Kikkerten« i danska
sjónvarpinum. Evnið í
hesi sending var árin frá
brennisteðum. Eitt evni,
ið — milt sagt — er aktuelt
i Føroyum just nu. Hvi
man Sjónvarp Føroya, ið
annars sendir bæði líkt og
ólíkt, ikki hava havt hesa
sending á skránni ?
Nú tá ið ætlan er at
byggja heilar tvær brenni-
steðir her á landi, er so ov
nógv kravt, at fólkið her
fær at vita, hvat tað
gongur inn til? Júst í
hesum degum kemur ein
rúgva av nýggjum fram
viðv. ruskbrenning: tað, ið
einaferð varð hildið at
vera ótrúliga snilt — bara
koyra ruskið inn í ein ovn,
so hvarv tað upp í royk og
preblemið var loyst —
vísir seg nú at skapa eina
rúgvu av vandamiklum
evnum, ið breiða seg í um-
hvervinum, fara inn í
mannakroppin, savna seg
saman har og hava so stór-
ar avleiðingar, at tað fer at
taka langa tíð, áðrenn
granskarar nágreiniliga
vit, hvussu víttfevnandi
hetta árin er. Í áður
nevndu sjónvarpssending
varð víst á, hvussu stór
nøgd av dioxini er funnin í
móðurmjólk hjá donskum
kvinnum; tað vísir seg at
vera upp til 36 ferðir
hægri enn markið, uð um-
hvervisstýrið hevur sett,
og eisini varð víst á sam-
band millum brek hjá ný-
fødingum og dålking frá
nærliggjandi brenni-
stødum. Hetta er fakta, id
ikki kunnu burturvisast
og um íbúgvarnir i hesum
kommunum, ið nú skulu
hava eina brennisteð
kroysta inn á seg, íkki
kunnu fáa høvi til at fáa
upplýst allar vansar og
fyrimunir — um teir
finnast viðv. brenni-
stoðum, hvussu kunnu tey
so hava rættu fyritreytir
til at taka steðu til hetta
mál?
Bæði Sjónvarp Føroya
og Útvarp Føroya hava
verið ógvuliga kúrr, tí ið
tað snýr seg um upplýs-
andi tilfar um brennisteð-
ir/dålking og onnur tíðindi
viðv. ruskbrenning. Hví
hava SF og UF íkki so
frægt sum nevnt, at frá-
greiðingin frá danska um-
hvervisstýrinum, ið varð
almannakunngjerd í des. í
fjør, nú er vorðin koll-
demd av vísindamonnum
eftir nærri og nágreini-
ligari kanningar? Hesar
kanningar vísa m.a., at
dioxin-dálkingin í Dan-
mark er nógv meira
umfatandi, enn higartil
hevur verið hildið, og eis-
ini er komið fram, at dálk-
ingin verður spreidd ikki
bert sum partiklar, men
mest sum gassartir — og
er tí nógv vandamiklari.
Hví hava hesir fjølmidl-
ar, ið annars altíð eru á
plettinum, tá ið eitthvert
er á vási — ofta lítisvert —
ikki grett um hesi ålvars-
somu tíðindi? Nei, tá ið
tað hendir í Seveso ella
enn longur burtur, so