Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-05-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mai 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Útgávudagar: tysdag, hósdag og leygardag Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin Í nnflutningslovviri FÍGGJARNEYND legtingsins hevur nú samtykt at jåtta neyðug lán og veðhald til ny- bygging av 16 fiskiferum, ið ætlandi skulu setast í vinnu í ver- andi valskeiði, tey bæði seinastu í 1988. HER er rívan tikið til, kann kanska onkur halda. Tó man semja vera um, at endurnýggjan alsamt er neyðugt. Hetta íkki minst fyri samráðingarsteðu okkara í fiskivinnumálum við onnur lond. EFFEKTIVITETUR er í hesum tíðum mestsum at rokna við heilagu kúnna, men ikki skerst burtur, at vit innan hevuðsvinnu okkara til eina og hverja stund verða at liggja fremstir, um okkum skal verða lív lagað sum fiskivinnutjóð mestsum burtur- av. Hóast ílegurnar, roknaða í arbeiðsplássum, eru ómetaliga hegar, so má havast í huga tað nógva arbeiði á landi, ið eisini standast av hesum. HÓAST ymsar metingar um, hvussu verksmiðjutrolarar kanska gagna arbeiðandi fólk- inum á landi, so er helst rætt at gera royndir við hasum tveimum skipunum, ið loyvi eru givin til — um so er, at framleiðslan veruliga verður grundað á djúpvatnsfisk, ið vit higartil einki ella lítið hava gjørt við ella kanska virkað á landi við vánaligum úrsliti og harvið versnandi gjaldferi allar vegir. HELST er slík miðvís íleguætlan ikki framd síðan hana, fram- burðslandsstýrið mikla undir javnaðarleiðslu seinast í fimti- árunum ruddi slóð fyri. Ikki vóru pengarnir tá teir nógvu, men við áliti til tað fólkið, her býr, treiskni og vilja til veruligar ábetur í okkara táverandi armóðssamfelag (hóast nógvur peningur tá kortini var á summum hondum) eydnaðist at seta ta framburðsstevnu, ið vit ell enn fegnast um og sum sein- astu skipajáttanir eru sjálvsagt framhald av. tidindabladid SpSialurin Útgevari: P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Hegni Djurhuus Randi Jacobsen Dagny Joensen Uppseting: P'f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 ÓTRYGGA veiðigrundarlagið hjá rækjuskipunum er kanska ikki batnandi í nóg stóran mun. Men skulu vit fáa okkara sjálv- sagda rætt við Svalbard, so mugu vit eisini hava skipini — og tey rettu. Ikki skip, sum lítlar og ongar meguleikar hava fyri at standa seg, ella sum vit hava sæð seinni árini, skip keypt til rætti- liga tilvildarlig endamál. PRÍSURIN á smærru Svalbards- rækjunum hevur tó ikki verið hin bseti. So mikið betur samsvara nýggju rækjuskipaloyvini kanska við ætlaninar um bygging av rækjuverksmiðjum heima á landi. VIT slóðaðu fyri, tá rækjuveiðan við Grenland tók seg upp. Tess- vegna áliggur tað ikki okkum beinleiðis at gera tað sama við skeljaveiðuni. Kortini er tað hugaligt, at vit eisini her eru í fremra endanum og eiga fólk og ábyrgdarpolitikarar, sum í felag eisini hætta sær undir at fáa okkum enn longur, eisini við hesi vinnu. STÝRING hevur hjá summum verið hildin at vera av tí ónda. Ein amerikanskur forseti segði einaferð, at samfelagið skuldi stýrast sum minast — markn- aðarkreftirnar skuldi ráða yvir ellum, men eins og okkara seinnu árini so kom eisini hetta stýris- loysi hansara annars ríka samfelag aftur um brekkur. TAÐ hepnasta við ætlanini er kanska, at menn nú vita, hvat frægast er at gera við annan tekan ílegupening komandi árini og at teir, ið loyvini fáa, veruliga fáa besta hevi til at fáa júst tey rettu skipini til frægastu prís- irnar — fyri ikki at tala um, at samfelagið eisini sleppur undan okrandi »skrokkalagnum«, sum stadist hevur av sokalladum inn- flutningsbanni, id kortini ikki var javnt galdandi fyri allar. TAÐ er at vóna, at tann iløgu- stýring í ávís vinnutól, ið her er lagt upp til verður fylgd og at hetta má verða okkum ellum til gagns. Kr. ee ee Á Nr. 59 — 28. maí 1985 Sjónvarp um fylgisvein Sjónvarpsgluggin: >Brúk- arin fær valmeguleikan men Philips gevur tær meiri fyri pengarnar!« (Leysliga úr Sosialinum 24. mai 1985, síða 9). Í rættuliga floktari grein í Sosialinum 24. mai vil Dagny siga okkum, at brúkarin sjálvur fær val- møguleikan, nu tad stendur okkum i boði at fáa útlendskt sjónvarp um fylgisvein, t.e. satellit- sjónvarp. Henda nærdemokra- tiska nidurstøda byggir á samreðu við stjóra á Tele- fonverkinum, ið av sínum eintingum hevur tikið hesar tungu fjølmidla- byrðar á egnar herðar og mælir Landsstýrinum til at byggja »transpondara«. I trå við ådurnevnda nær- demokrati er longu fari undir projektering og væntandi verður farið undir bygging á vári 1986! — No hard feelings, Sól- bjørn, men kundi tú ikki lagt hin teknokratiska harniskin og stigið niður til okkum deyðiligu og greitt okkum frá, hvat hetta er, og um tú hevur Føroya fólk aftanfyri teg, tá tú krevur SO nágreini- ligt samband við um- heimin? (Utvarpið segði jú herfyri, at var satellitsam- band við umheimin, hevði telefon- og telekssam- bandið aldri slitnað). Sum ovasti teletekniski myndugleiki, kundi tú sagt okkum, um elek- troniska framtíðarsamfel- agið er fyri teir serkenu, ella um vit onnur eisini kunnu við. tá av- gerðir verða tiknar. Vón- andi er hetta ikki bert ein spurningur um krónur og oyru, men eins nógv ein spurningur um mentanar- politikk (ella rættari: vera vantandi mentanar- politikk)? Og tú ert væl — saman við Dagny — greiður yvir, at sjónvarpssendingar, ið tola at verða sendar so víða um yvir fylgisvein, fara at snúgva seg um evni, ið flest megulig kunnu savnast um (te. lægsti felagsnevnarin). Nevnast kann undirhald, show og ítróttur; send- ingar, har måltrupuleik- arnir eru uttan týdning, tí óneyðugt er at tosa. — So kunnu vit sita hendur í favn, hver í sínum herðas- horni. Ilt er at siga hvussu nógv verður hugt í sjón- varp herheima. Tíðin, ið nýtt verður frammanfyri »skerminum« er sjálvandi tongt at hvussu nógv er gjørligt at síggja. Í (okk- ara skjótt fedranna upp- havi) USA verður td. hugt í sjónvarp 25 tímar um vikuna. Í Sveríki eru 2 kanalir og har verða nýttir 14 tímar og í Danmark 9 tímar í miðal um vikuna frammanfyri skerminum. Tá teir Feroyingar, sum ídag verða bornir í heim fara í skúla (i 1992!), hava vit kanska nátt sama virði sum miðalamerikanarin hver veit! Og hvaðani skal tíðin so takast? Hvat gera vit Feroy- ingar ídag, ta letuna, ið aðrar tjóðir hyggja meiri í sjónvarp enn vit? Hvenn týdning hesar sendingar at hava á førovingin børnini og føroysku mentanina? Fer Sosialurin eisini tå at siga >Vælkomið, lítla barn«? fara lítið dømi um eina av teimum mongu privatu kanalunum, ið sveima yvir okkum, fari eg at draga fram teir bretsku Satellite Tele- vision. Í egnari lýsing (reklamu) lýsa teir seg soleiðis: (1983) Sum eitt Satellite Television Reklamufjelmiðilin 1. Europa hyggur Sjónvarpi er hin besti re- klamufjelmiðilin og Satellite Television býður lýsarum ein heilt nýggjan meguleika — alt Europa. 2. Skipan av »euromerkt- um« verum Fleirtjóða fyritekur og framleiðarar kunnu nú nýta Satellite Television at lýsa við og harvið ekja um virðið av merkjum teirra og eisini skapa eina einsháttaða tilvitsku um tey (framleiðslumerkini) um alt Europa. 3. Siggjaraskari (potenti- elt publikum) Satellite Television sæst í Sveits, Finlandi og Noregi og frá 1984 í Bretlandi og Vesturtýsklandi. Onnur europisk lond eru farin at broyta lóggávu, t.d. Eysturríki og Holland, so loyvt verður at síggja (móttaka) sjónvarp um fylgisvein (satellit-sv). 4. Búskaparligar royndir Búskaparliga gongdin í samband við fyrstu og ein- astu Satellite Television- kanal í Europu, hevur drigið til sín viðskiftafólk sum Coca-Cola, Kellogs, Remington, Polaroid, Schweppes, Canada Dry, Wrigleys, Rank Xerox, Johnson Wax og Unilever 5. Breið undirteka Handilsliga (kommersi- ella) og undirhaldandi sniðið hjá Satellite Tele- vision tryggjar lýsarum, at teir koma fram til av- gjørt størsta partin av stødugt vaksandi kadal- sjónvarpsmóttakarum í Europa. 6. Seluorka Fyri fyrstu ferð kunnu lýs- arar nýta nýggjar og spennandi sølumøguleikar at selja til alt Europa. (— úr bretskari lýsing frå Satellite Television, U. K.) Við heilsan til bæði Dagny og Sólbjern og vón um eitt áhugavert tjak um fjel- miðlaframtíðina, ið hóast alt er okkara allra. Birgir Kruse Svínariið í Dagblaðnum A forsíðuni á Dagblaðnum fyri 22. mai 1985 viðger Oli Breckmann, at Bergur Dam er settur í starv á Hagdeildini, sum skriv- stovufulltrúi og at tað í lýsingini til hetta starvið varð sagt frá, at kvalifiser- aður umsekjari varð til tað. Hann sigur, at hann hevur kannað málið. Jú takk. Hann ringdi til mín, tvær ferðir. Fyrru ferð vil hann vita, hvar starvið var lýst, tí hann hevði ikki sæð tað í Dagblaðnum. Lýsingin hevði eisini verið í Dag- blaðnum fær hann at vita. So var henda samreða liðug. Letu seinni ringir hann aftur og fortelur mær, at eg hevði sagt satt. Takk fyri tað. Hann spyr, um Bergur hevur endaligt prógv, og um hverja út- búgving hann hevur Hann fær svar. Hann spyr eisini um annað fólk á deildini, um tað er lent í ávísum lenarflokki og fær svar. Nú sigur hann mær, at Atli Dam vann síðsta val við agitatión um vina- og kenningapolitik, og at harn nú skal fáa tað afturlent. Og skoytir so uppí, men tú sigur onki. Hvat?, sigi eg, hvat skal eg ikki siga? Tú sigur onki! tekur hann upp- aftur. Hvat?, sigi eg, skal eg onki siga um at tú hevur ringt? Ja, sigur hann. annars fært tú ——— trupulleikar!