Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-06-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. juni 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Térshavn Utgåvudagar: tysdag, hósdag og leygardag Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin Útgevari P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Mútler Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Dagny Joensen Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Itrottarsøga skrivað við blóði r Bretlandi tus úr Ítalia. fóru viðhaldsfólk hjá teimun hendurs báðum liðunum ti Løtu seinni lógu meira enn 40 fólk deyð á vellinum og fleiri hundrað særd liga nógv teirra aivars ALLUR Vesturheimurin er á gosi um hendingina í Bruxelles. har fótbóltsdyst urin varð spældur. Fjølmidlarnir hava uttan íhald greitt lesarum, lurtarum og síggjarum frá, hvat hendi hetta kveldið í stadion í ti beigiska høvudsstadnum ORSØKINA til henda sorgarleik kenna vit ikki vid vissu enn. Men flestu eygnavitni vilja vera vid, at tað vóru viðhaldsfólk hjá bretska lidinum Liverpool, sum byrjadu éfridin. Tey løgdu á viðhaldsfólk hjá italska liðinum, sum vóru færri í tali og tí ikki megnaðu at standa seg ímóti tí stóru fjøld av ungum Liverpool-viðhaldsfólkum. DYSTURIN varð spældur — hóast sorg- arleikin. Hetta mundu mong gerast vón- svikin av, tí hetta var helst íkki rætta sam- kensla at sýna teimum, sum mist høvdu. TAÐ kendist »makaburt« at vita sær, at fótbóltsspælararnir fóru á vellin at spæla bólt letu eftir, at 40 fólk vórðu traðkað í hel fáar metrar frá vellinum. Men tað var uttan iva ein torfør avgerð at taka, antin dysturin skuldi spælast ella ikki. Spæl- ararnir vildu treyðugt spæla, men eftir áheitan frá belgisku løgregluni, sum bar ótta fyri »fullkomnum kaos«, um dysturin varð avlýstur, so spældu teir kortini. TAÐ er torført at avgera, um rætt var at spæla dystin kortini. Tað er tó ein sann- roynd, at henda avgerðin kendist nívandi fyri tey, sum litu á í sjónvarpi og útvarpi og fyri tey avvarðandi at teimum, sum vórðu deyð ella løstad. HENDINGIN í Bruxelles er ein skamblett- ur í ítróttarseguni. Og ikki minst ein skamblettur fyri enskan fótbólt. Nú stendur so spurningurin, hver hevði skyldina og hvat skal gerast til tess, at slíkt ikki endurtekur seg. VIT eiga at finna tey seku og revsa tey. Men er tað nóg mikið! Neyvan. Vit mugu eisini fara djúpri í málinum og kanna, hvat tað er, sum fær ung fólk at bera seg soleiðis at undir ítróttarkappingum. Her er jú ikki talan um politiskar orrustur men harafturímóti spæl. FÁA staðni í heiminum er fótbóltsáhugin so stórur sum júst í Bretlandi. Og onga s*"ðni tiggja áskoðararnir sær sum í Bret- "andi. Vit hoyrdu um, hvussu íslendingar bóru seg at, nú teir spældu móti Skot- landi. Skotsku áskoðararnir fingu einki oddagrein í flogfarinum og vóru flutti fótbóltsvellin í Reykjavík undir politieftir sum uttan iva vóru rett, ti so Stórur er sttin fyri hesum ensku åskodarunun Hetta áttu onnur lond kanska at tikið tí eftirtektar ABYRGDIN bretsku myndugleikunum bretar taka i egnan barm og viðganga, at nú fleyt bikarid yvir. Teir eiga at taka stig til at utihysa sær sjálvum og ti eisini bretskum áskoðarum frá altjóða kappingum í eitt eila fleiri ár liggur nú hjá Tað er helst rætt at TÅ er møguleiki fyri at bretskur fótbóltur um nekur ár aftur kann vera mettur á jøvnum feti við aðrar fótbóltstjóðir. Og hesa tíðina eiga bretar so at brúka til at rannsaka seg sjálvar og seta tiltek í verk til tess at forða, at slíkt hendur aftur. MEN hetta er lættari sagt enn gjørt. Tí kanska eru tað reint samfelagsligar orsøkir, sum elva til ófrið. Vit hoyrdu út- varpsmannin Berg Jacobsen greiða frá, at mong av hesum viðhaldsfólkunum hjá Liverpool koma út miðbýar- og arbeiðara- umhvervi og at tey eru uttan arbeiði og eru fåtøk. Spurningurin er so um slík steða elvir til vónloysi. Og so einaferð skulu agressiónirnar frá dagligdegnum út. TAÐ er eisini ein spurningur, um tað ikki er komið ov nógv av elitu- og avguda- dyrkan inn í fótbóltin, har ikki minst pengarnir hava ein týðandi leiklut. TORFØRT er at koma til eina einfalda nidurstødu. Ti hon er alt annad enn einføld. Men just ti eiga ítróttarfólk og politikarar — ikki minst i Bretlandi, at seta seg við „ama borð og tosa út um tingini. Kanska okkurt spyrst burturúr. OKKURT ítekiligt má spyrjast burtur úr. Hví ikki brúka part av teimum grandi peningaupphæddunum, sum einstakir fótbóltsspælarar fáa burtur úr, til at skapa betri trygd og til at hava betri eftirlit! HER vita vit, at okkurt kann gerast, og at pengarnir avgera, hvat og hvussu nógv. Fótbóltsstadion við 50.000 til 100.000 upp- østum og yvirspentum áskoðarum mugu lúka øll hugsandi trygdarkrev. Slíkar stórar mannamúgvur stúgvaðar saman á einum stað eru vandamiklar. Tað vita vit. At vanlukkan hesaferð ikki gjørdist enn sterri er kanska undrunarvert. Ein gongd leið er møguliga at skerpa trygdareftirlitið eins og gjørt verður á flogvøllum. Og til tess er kanska neyðugt at byggja hesi stadion heilt ødrvisi. VON okkara er nu, at bretar sum teir fyrstu rannsaka seg sjålvar og fara ur altjóða fótbóltskappingum í eina tíð um ikki annað so fyri at vísa samkenslu við tey, sum mist hava jamú OA Ur Skriftini Gerid so væl at hysa mær hesum reglum i bladi tyg ara Vegna lesarabræv Í Dimmalætting nr 5 9 5.85, sum eg vid gledi havi lisid, ti brævskrivarin moti skrift- Guds skal mannabod og skal er trúgvur unum, »Orå standa, tá alt annað fána burtur: Eg vil i størsta kærleika siga fra minum um vendilsi, og umstødurn samband vid tad Eg blein r ( í ) y ØK 11 x størst 11 i ; r 1 l Long H S LI x Je sg Kristu Eg veit fullvæl IKKI eigur at byggja sin andaligu viðurskifti drevmar, men tað hendir samb. skriftirnar, at tað líkar Gudi at tala igjøgn um dreymar, sum hendi í mínum Íari. Eg droymdi, at eg var stæddur á hægstu fjøllum millum Lopra og Sumba, og alt var vorðið hvítt rundan um meg líka í havið. Eg fór so gangandi oman dalin, oman móti strondini, og helt áfram út í sjógvin, til eg var komin 1pp til miduna, tá vaknaði e 5 Sum sagt, taladi Harrin ålvarsamt til min um at lata meg doypa men tíverri gekk drúgv tíð, áðrenn tað bleiv ein veru leiki. Eg fekk eg segði frá, hvat nogva mot stødu, tå Harrin hevði vist mær við- víkjandi dópinum. Sagt varð við meg tú er doyptur sum barn og fer skeivur, u letur te rer VI st trugvan Fi t gt ka 5 } brødur g I jæl I fø rå at Apostl. 8. ørind 8-39 hirðmaðurin...fó eið s 2 vid gled i. Pæt. bræv 21-2 Dópurin...er sáttmáli einar góðar samvitsku við Gud Jóh. 3, 22-23. Eftir hetta fóru Jesus og lærisveinar hansara um Judealand, og hann var har við teimum og doypti. Men eisini Jó- hannes doypti, í Enon, stutt frá Salem, tí har var nógv vatn, fólkið kom hagar og lat seg doypa. Jóh. 4, 1-2...t6 var tað sjálvur sun ikki Jesus doypti, men lærisveinar hansara. Aps. 2, 41-42. Tey sum nú tóku við orði hansara vóru doypt, og tann dagin løgdist aftrat okkurt um 3000 hildu læru sálir. Tey trúliga fast við ápostlanna og við samfel- agið, við breyðbrótingina og við benirnar Gal. 1, 8. Men um so vit ella eingil av Himli kunn ger annað evangelium enn tað, st it hava tikið við ð Skriftini A pc | 20 f | t f KrF he la ag eg er 168 alra ørina eint ildid KUT rjer KK ið Guc NI ur y y ] lesa hetta D mitt og hvat eg lvur havi upplivað saman við Harranum. Ég havi fingið náði at virða heldur enn mannaboð. Tað er ben mín til Gud, at øll, sum hava játtað trúgv á Jesus, eri orð Guds lýðin orði Guds og lata seg doypa. Lat ell mannaboð fara aftur við borðinum, tey halda ikki, bara orð Guds heldur, tá ástendur. Leif Nielsen Lopra Lógin um frían abort Mikudagin tann 27. og 28. mars spyr Fríðtór Debes bæði í Dagblaðnum og Dimmalætting: „Er tað fríur abortur i Føroyum?«. Til dagin í dag er hesin spurningur enn ikki vorðin svaraður, hóast tað at „1965“ tann 11. apríl svarar í Dimmalætting uttan at >bekymra< sum um tann setta spurningin. Randi skrivar tann 18.04. í sama blaðið: >Sjálvandi kannst tú fáa framt abort, men hóast tað at tú fært tað boðið tær, so skalt tú ikki loypa í tað við blund- andi eygum ella hvat?« Og kortini so verða eyguni fast aftur latin, tá ið tað viðkemur tað feroysku lóggávuna um »abortus provokatus«. Tann danska løgin um frian abort er nevniliga ikki galdandi her i Føroyum. Haraftur í móti er tann gamla lógin um abort enn galdandi, sum sigur: — Ein kvinna kann lógliga fáa sín graviditet avbrotnan, tá tað viðvíkur serliga álvarsomu sjúk- dómum hjá móðrini so sum, tuberklar. hjarta- og nýrasjúku 0.a., har graviditets avbrjotan er neyðug til tess at fyri- byrgja álvarsomum vanda fyri lívinum hjá kvinn- uni ella hennara heilsu. Hetta eru tær sokallaðu medisinsku indikatión- urnar. Víðari tosar lógin um til- feldir við >blóðskammi<, prógvferdari neyðteku og líknandni, og eisini, um til- feldir, har tað er stórur vandi fyri, at barnið orsaka av arvaligum an- leggum vil koma at líða undir sinnissjuku, evna- veikleika, epilepsi ella ólekjandi likamligum sjúkdómi. Hesar seinastu eru tær sokallaðu euge- nisku indikatiónirnar. Avbrótanin av gravi- titetinum má vanliga ikki verða framdur eftir at 3. mánaði er farin aftur um. Brot á hesa lóg rakar bæði tann, ið fremur fostur- tekuna, og hana sum letur hetta fara fram á sín egna kropp. Tá so Fríðtór Debes spyr: »Er tað fríur abortur í Feroyum?<, er svarið NEI!!! F. D. skrivar at enda: »Spurningurin er, um ikki tosið um fostur- tøku skuldi verið tikið upp í Tinginum og fingið eina sakliga viðgerð“. Av- gjert!!! — politikararnir verða noyddir til at finna út av, um lógin um frían abort eisini er galdandi fyri Føroyar (ella galdandi her í Føroyum), og um sc er at henda lóg ikki verður yvirhildin, ja, so mugu te'r politikarar sum hava åbyrgd fyri hesum syrgja fyri antin at broyta lógina ella eisini staðfesta eina- ferð med alla, at henda lóg ikki er galdandi fyri Før oyar. Oman fyri hurðina á okkara Dómhúsi í Havnin) standa hesi vælkendu orð sum so ofta verða segd »Vid lóg skal land bygg) ast«. Okkara myndug leikar og dómsvald hava ábyrgd fyii at kanna eftir um alt fer fram sum tað skal — eisini tá í spurning ur:n kemur inn á abort og drápini av OØøskyldigum bernum. M. A. W.