Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-06-01, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. juni 1985síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 60 - 1. juni 1985 Eitt ljós , á gøtu mint v/ Johs. A. Næs Og fleiri og fleiri, sum trúðu, løgdust til hjá Harranum, ein fjøld bæði av monnum og kvinnum (Ap. seg. 5, 14). Hetta varð hildið at vera, sum tað átti at vera í tí fyrstu kristnu tíð, at tað stoðugt vóru fólk, sum lótu seg frelsa, og sum so komu at finna sær pláss millum tey trúgv- andi, og sum á henda hátt komu at luttaka í virki teirra trúgvandi, í sorgum og gleði teirra, og tey fingu her tað, sum breðranna felagsskapur gevur. Nú á degum er ofta so statt, at bara vit ikki falla heilt frá, skulu vit vera glað. Her má vera nakað skeivt. Tað er rætt, at vit ikki skulu trýsta nakað fram og tí mugu spyrja: eru oddamenninir meddir? Er trúgv teirra viknað? Ella eru tað tey trúgvandi, ið eru spjedd og nú síggja ljót og ófýsin út? Eg haldi, at vit skulu leita inn í loyndarkamar okkara, tala við Gud um hesar spurningar og biðja hann vísa okkum, um brek ikki eru hjá okkum. Vit mugu vera villig at lata okkum leiða av Gudi í slíkum málum. Hvussu er steða mín í dag? Eri eg líka glaður um Guds fólk nú, sum eg var tað fyrr? Eri er líka heitur í andanum, um, at onnur mugu verða frelst? Biði eg um, at liðið má vaksa, ella skammist eg við tann krossfesta mannin? Hann skammaðist ikki við meg!!! Harri Jesus, lær okkum at liva tær til æru og gev okkum náði til at síggja flokk tín vaksa dag um dag. Har var einki Evangeliska reddin Feroyska sendingin frá Carlo hoyrist hvert mánakveld kl. 21.45 GMT (Fer. tíð kl. 22.45), á millumbylgju 205 m. (1466 k Hz) Månakvøldid 3/6 talar Rodmundur Nielsen Evni: »Jesus hin krossfesti«. Sangur: Felagssangur úr Ebenezer. Trans World Radio, Monte Gudstænastur trinitatissunnudagur Sumba kl. 12 altargongd Bj. Bæk; Mykines D. Johanne- sen; Havnar kirkja altargongd H. J. Joensen; Eiði kl. 11 altargong (talvan gongur fyri missiónshúsið) E. Olsen; Sandvík kl. 12 J. Bech; Rituvík altargong J. Kass; Hvalvik kl. 12 M. 2. Jacobsen; Tvøroyri kl. 11 altargongd B. Hansen. Meinigheitshusid i Havn Sunnudagin er, vegna vigsluna av nyggja meinigheits húsinum, eingin sunnudagsskúli. Vígslan fer fram sunnudagin kl. 4 sp. (sí lýsing í blaðnum). 80 ár. Í gjár varð Maria Mikkelsen (Mia á Steðini) í Syðrugetu, 80 ár. Hon er burturstedd. 75 ár. Í dag verður Ragnar Ragnar Rasmussen á Eiði, vanliga nevndur Ragnar í Koltri, 75 ár. Gullbrúdleyp. Sunnudagin kunnu hjúnini Henrietta og Petur Petersen, Oyndarfjørdur, halda gullbrúdleyp. Borðreitt verður í ítróttarhellini kl. 7 40 ára starvsdagur. Leygardagin 1. juni hevur Edmund Danielsen, Servágur, starvast hjá P/f N. Niclasen í 40 ár. 25 ára starvsdagur. Mánadagin 27. mai hevði Hildibjart Johansen, stjóri á Lenjavningargrunni Skipsfiski- manna, 25 ára starvsdag. lívið undir pískan, argan og happi og sleppa ongan- tíð undan ti, fyrrenn tey Bolli var ikki rættiliga sum hini, men hann gjerdi seg ikki inn á nakran, læt at siggja Í Tingakrossi tann 3. mai í ár skrivaði Marius Johannesen eina grein, sum hann nevnir »Har var einki at siggja«. Greinin er um syrgiligu hend- ingina í Nólsoy um hetta mundið. Ein av lesarum okkara hevur biðið okkum endurprenta grein- ina og gera vit tað hervið við loyvi frá Marius Johanne- sen. Soleiðis sigur Tingakross- ur, at løgreglan målber seg, táið hon greiðir frá kanningini h av deyða nólsoyinginum, sum so nógv rok var um herfyri í summum blødum manna. Nei, tað bar ti, har átti onki at vera at síggja við líkuppskurðin, tí sárini, su verða sett í sinnið, tey sálarligu sárini, sum eitt menniskja verður fyri av sínum medmenniksjum, teim síggjast ongi arr eftir. Men arrini eru kort- ini har, tey er bara ósjón- lig, men nýta minst líka so fast, ja helst so nógv fast- ari enn líkamligu sárini, sum okkum kunnu vera fyri. Hetta er tíverri ikki fyrsti hatifuglurin, sum hevur kent seg noyddan at sleppa sær burtur úr happinum við at taka sitt egna lív. Vit kunnu bara lesa av- bera vælskrivaðu, men so syndarliga óhugnaligu stuttsøguna hjá Heðini Brú, Bolla í Grágerði. síni medmenniskju frið, men sjálvur fekk hann ikki frið, varð sálar- liga píndur av sínum javn- aldrum, so at lívið gjørd- ist eitt helviti hjá honum. »Mennsikjuni kendi hann, undir teirra dóm vildi hann ikki, tá heldur undir Guds dóm. Og so læt hann hurðina upp og “ru út í myrkrið. Villur av ræðslu rann hesin mað- urin. Aftan fyri hann var menniskjans dómur, yvir sær kendi hann Guds dóm, og frammanfyri var tað svarta bergið vesturi á Skúta. Og hatifuglurin valdi tað svarta bergið. Hatta var Bolli í Grá- gerði, og hann aldi svarta bergið. Men tað hava verið fleiri Bollar enn hann i Føroyum, tíverri, Bollar, sum ikki hava fingið frið at liva lív sítt fyri sínum medmenniskjum, sum al- tid eru til reiðar at piska tann fuglin, sum ikki er rættiliga tað sama, sum tey sjálv eru. Summir av heisum Bollunum liva alt fáa Verða potað niður í raold- ina, sum tey eru komin av. Men aðrir, og teir eru ikki so fáir, velja svarta bergið sum Bolli * Grá- gerði og sleppa sær á tann hátt undan happinum í teirri vón, at Várharra er miskunsamari enn med- menniskjuni, sum ongan- tid hava synt vårkunn. Just i hesum døgum er ein slíkur sorgarleikur farin fram er í granna- lagnum. Ein Bolli, sum ikki var rættiliga sum fólk flest, og tískuldi hann happast og happast við lít. Og tað endaði hjá hes- um Bolla sum hjá so mongum eðrum Bolla áð- ur. Hann orkaði ikki meir, hevði fingið bæði likam- ligt og tað, sum uppaftur verri var, sálarligt mein, so at hann valdi at sleppa sær undan happinum, valdi tað svarta bergið. Men vit, sum eftir liva, ugga okkum við, at ongi arr sóust eftir á kannaða likaminum, og sålararrini siggjast tibetur ikki! I mun til Munur å. Pætur hevur munin. Tad gjørdi honum mun. Dagamunur Orðið munur er vanligt orð. sæst á grasinum. Mong, mong onnur demi eru, hvussu ið vit skulu brúka orðið munur. Vit sótu nekur fólk á fundi. Joensen var eisini á fundinum. Ein maður segði tá Málmaðurin, Sofus í mun til. Sofus Joensen tók tá heldur harðliga til orðanna: >Í mun til er ikki føroyskt«. Drongurin er stórur í mun til sín aldur, soleiðis stóð skrivað. Drongurin er stórur eftir aldrinum, munnu tey, ið vanda sær um málið, ikki siga soleiðis? Roknað verður við fleiri yvirnáttingum í ár í mun til í fjør, svaraði hann, ið spurdur varð Hann kundi heldur havt svarað: Vit vænta, at i ár fara fleiri at liggja nátt enn í fjør. Fíggjarlógaruppskotið er vaksið við 15 procent- um í mun til fíggjarlógaruppskotið seinasta ár, ikki er óvanligt, at soleiðis verður sagt; men ikki er tað gott føroyskt mål. Latum okkum heldur siga: Fíggjarlógaruppskotið í ár er 15 procent hægri. enn figgjarlógaruppskotið í fjør. Dreingir tíma ikki so væl at keypa klæði í mun til gentur, segði ein kona. Dreingir tíma ikki so væl at keypa klæði sum gentur, munnu fólk ikki siga soleiðis? Hvussu metir tú meguleikarnar við Svalbard í mun til ta góðu tíðina í Grenlandi? spurdi blaðið ein skipara. Hvat heldur tú um møguleikarnar við Svalbard, tá ið tú hugsar um ta góðu tíðina í Grenlandi? Veksturin hevur ikki verið stórur í nun til 1982. Voksturin hevur ikki verið stórur borin saman við 1982, man vera tað betra málbrúkið. Bæði tangaskip og onnur skip verða bumbað, og tað ikki í mun til, hverjum landi tey eru úr. Bæði tangaskip og onnur skip verða bumbað, hvaðani tey so eru, latum okkum heldur siga so- leiðis. Í mun til er ikki føroyskt, segði málmaðurin. Sv. T. Brúdleyp Í dag giftast í Havnar kirkju Elsba Guttesen og Eivind Danielsen Brúdleypsadr 1pa gilsvegur 8, Tórsha Vælkomid || lítla barn | 23. mai fingu Jaco- bina og Hannis Nicla- sen, Norðdepil, ein son. 26. mai fingu Kristin og Finn Stampe, Klaksvík, ein son. Í | Í Í er at halda seg i! loyvdu ferðin=