týsdagur 11. juni 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
tíðindablaðið
Útgávudagar: týsdag. hósdag og leygardag
Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin
Útvarpið og
smábygdirnar| oddagrein
EIN partur av mentalívi okkara er
útvarpið og sjónvarpið. Hetta eru
okkara fremstu mentanar-
stovnar, sum røkka til flestu
føroyingar, hóast undantøk eru.
TÅ vit hava hetta i huga saman
vid ti velduga tydninginum, sum
útvarpið hevur havt fyri føroy-
ingin og Føroyar hesi seinastu
skjótt 30 árini, er hugstoytt,
hvussu kargir politikkarnir hava
verið ímóti hesum stovni.
UM íkki Útvarpið sjålvt tók um
endan og fór undir happadrátt
fyri 15—18 árum síðani, hevði
hesin stovnurin — sum kann sam-
metast við ein neyðsynjarstovn
— neyvan fingið egin hús og góð-
ar arbeiðsumstoøður. Alt gott um
V4-spælið, men prinsippielt kann
hetta ikki vera rætti mátin at
figgja ein slíkan stovn uppá.
SUM nevnt í fyrsta brotinum eru
undantøk — nkur sum ikki hoyra
útvarpið. Vit vita, at fiskimenn
okkara ikki hoyra útvarpið um
kvøldiå á millumbylgju, tians-
heldur FM. Og sunnudagin
hoyrdu vit í eini av bygdasend-
iongum útvarpsins, at bygdin
Dalur framvegis hvørki hoyrir út-
varpið ella sær sjónvarpið.
FOROYSKA samfelagið er útbygt
midvist í mong ár á flest øllum
økjum og sjálvandi kunnu ikki øll
vera í fremstu rød. Onkur må
bíða. Men at lata sjómenn okk-
ara, sum alt tilverugrundarlag
okkara hvílir á, bíða so leingi, er
at halda teir fyri gjøldur. Og ikki
kann tað kosta so nógv at seta tól
upp. so dalbingar eisini kunnu
teljast millum nátúrligu útvarps-
lurtararnar.
VIT hava fingið at vita, at millum-
bylgjusendarin hjá útvarpinum
bert heldur stutta tíð afturat, so
frá hesum staði verður heitt á
myndugleikarnar um at strongja
á.
EITT av endamálum javnaðarflok-
sins — tað liggur í sjálvum navn-
inum — er at skapa javnbj6dis kor
fyri oll landsins fólk. Tí má ein
setniongur á tí mentanarliga økin-
um vera, at dalbingar í ár fara at
teljast í lurtara- og sjónvarpsskar-
anum!
Til Varafútan
Tað er harmiligt, at tygum
prioritera nekur ketubrev
so hegt, at tey koma fram
um so mangt annað í sam-
felagi okkara, sum harð-
liga kundi trongt til at
verið tikið upp til viðgerð-
ar. Her haldi eg tygum
skjóta spurvar við kanón!
Fýra mans fáa tygum úr
Danmark fyri at hjálpa
tygum at fanga hesi hervi-
ligu brotsfólk!
Ég skilji ikki rættiliga,
hví hesum máli
sýndur sovorðin ansur!
Mær vitandi hevur hetta
ikki fert við sær nakrar
sosialar ella menniskjans-
ligar ræðuleikar — ongin
farin á húsagang, ongin
vorðin ólukkudýr! Sostatt
má hetta í tygara eygum
verða mett sterri brots-
verður
verk at vera, enn til dømis
at lata børnum øl og
brennivín.
Eg bíði í spenningi sum
vanligur borgari eftir at
hoyra, nær tygum nú
senda boð eftir >Rigspoli-
tiets Rejsehold<, so teir
kunnu kanna, hvussu tað
ber til, at vit skjótt hava
eina hálva tjóð av fullum
bernum. Tygum áttu at
farið ein túr gjøgnum
miðbýin eina leygarnåti,
men verið ansin kundi
hent, at tygum duttu um
prógvini, tey fylla nógv!
Ella er yvirhevur loyvt
at selja rúsdrekka í Feroy-
um? Mær vitandi ljóðar
grein 1 í rúsdrekkalógini
frá 1928 soleiðis: >Al Han-
del med og Udskænkning
af og overhovedet ethvert
Erhverv med berusende
Drikke er forbudt.«.
Er hetta kanska broytt?
Einaferð var ófert tjak
um, hvørt ølklubbarnir i
Føroyum vóru lógligir ella
ikki. Fekk føroyska løg-
reglan nakranti3 HJALP
úr Danmark TÅ?
Elin K. Mouritsen
Fylg við,
hvat hendir
Nr. 64 — 11. juni 1985
Multinational eyðræn-
ing — heilavasking av
føroyingum
Í eini tíð, hvar, ið úrslitini
av, at allar heimsins
stjórnir fyri langt síðan
hava tikið seg saman við
teimum multinationalu
risafyritøkunum, um at
gera ta heilu jarðarklótu
til eitt stórt svart umfat-
andi Diktatur, og hvar, ið
stórmiðsavnanin, sum
undir falskari veru-
áteknan er sníkjandi lagt
niður yvir fólksins høvd,
opnar fyri tí planøkonomi,
hvarvið fjøldin kann hald-
ast undirkúgað líka sum
tað sovjettiska fólkið, so
er tað uppá tíðina, at ein
meinigur maður tekur
alment til orðanna, sum
hevur skilt tey stóru
samanhangini í teimum
stóru tingunum, sum ein
ikki er sloppin til at greiða
frá viðv. nýggjari vitan og
teknologi.
Sum tað vil vera flestu
lesarum kunnugt, so havi
eg fyri nokrum árum síðan
roynt at almannakunn-
gera eina nýggja menn-
iskjabroytandi
avdúkandi hitateknologi.
Og sjálvfylgjandi so, at
eg eri komin í stríð við ta
dagpressu/fjølmidlar, sum
standa felags saman við
fólkavaldu politikarunum,
um at halda heimsins
størstu sensation gjøgn-
um allar tíðir dulda i
viðurskifti til tann
bedrigna og snýtta al-
menning.
Tað tykist upplagt, at
tær multinationalu risa-
fyritøkurnar eftir at hava
eyðrænt U-londini, so at
og alt-
tey í hvussu er eru blivin
økonomiskar oyðimerkur,
hava útsæð tann fong,
sum tey hegtútviklaðu
smærri lond í Vest og
Eyst eru. Og tað er henda
eydræning, sum nú hevur
tikið sína byrjan fyri
nekrum árum síðan, og
sum t.d. ger seg galdandi
á tann hátt, at vit øll
gjøgnum tey seinastu 10
árini hava verið noydd til
ófrívilliga at stuðla risa-
fyritøkubolgnandipeninga-
kassanum, við oljufor-
brúki sum gjøgnumgang-
andi hevur verid 40%
ovnógv.
Í kraft av okkara dag-
pressu, fjølmidlum og
fólkavaldu politikarum
hjálptu risafyritøkunum
við at halda ta nýggju
vitan og teknologi dula
undirkúgaða, mótvegis
bedrigna og snýtta al-
menninginum
Tað er naftúrligt íkki
bert í Feroyum, at heims-
sensatiónin er duld og
undirkúgað, men um allan
heimin og soleiðis, at tað
ikki skudi ganga upp fyri
fólki, at oljukreppan anno
1973 og tann allar tættast
tilknýtta atomkraftin er
ein stórsvildin frá enda í
annan, sum einki sum
helst hevur verið versióni-
friðarligu
bakmenn-
na um teir
arabarar sum
inar at gera, go sum
okkara følsku fólkavaldu
politikarar og dag-
pressa/fjølmidlar hava
havt so átrokandi neyðugt
við at geriða okkum frá í
árinum eftir tann stór-
svindul íverksettan anno
1973.
Slutur fyri ein slatur,
um at russararnir við her-
tøku av Afghanistan eru
úti eftir at seta seg á Mið-
eystur-oljukeldur og har-
við avmarka tann vestur-
lendska heimin frá hesum
negdum, hevur heldur
einki uppá seg, í tí jú tann
nýggja vitanin og tekno-
logiin hevur óneyðugt-
gjørt Miðeystur-olju, og
eisini er tað ú við oljufor-
brúki, sum er avmarkað
við 90% uppá upphitingar
og kraftframleiðsluum-
ráðið ovurríkiliga i
teimum — oljuressursum,
tann vesturlendski heim-
urin hevur.
Nei hertakan av Afgha-
nistan er soleidis bert eitt
vanligt dulsmål, sum er
avtalað millum Sovjett og
USA og ímillum onnur
vápnaframleiðandi lond,
og so hendingarnar kunna
seta ferð á keypið av vápn
um, og so at man tann
vegin í teimum vápna
framleiðandi londunum
framhaldandi øvugt
okkum onnur ikki våpna
framleidandi kunna fåa
javnað aftur, mótirokna
endurgjalda, beta fyri
civilídnað og selu, sum at
stórpolitiskum vegi er
dult og undirkúgað. Fram
Lættliga týtt úr donskum
vegna V. H. Flach
Hans Birgir Hansen
Bern og barnaansing
Nú eri eg virkuliga óð. Ég
plagi annars ikki at
blanda meg í ansingarterv
hjá eðrum bernum enn
mínum egnu. Eg havi
nemliga 9 born, og tey eru
gjølla planlogd, tað er jú
so í dag, at ein ikki nýtist
at fáa nakað barn yvir-
hevur, men ynskja ekta-
per børn, so fáa tey sær so
nógv sum tey nú plan-
leggja, tí tað skal sjálv-
andi gerast. Eg eri púra
samd við B.A., bernini
skulu sjálvandi ansast av
mammuni.
Tá ið vit giftust vóru
okkara hús liðug. klár at
flyta inn i, bil høvdu vit
eisini, so tað var í fínasta
ordan, vit planløgdu síðan
tað fyrsta barnið og kom
tað 10 mánaðir seinni, og
sikken ein dagur 25. apríl,
kundi ein hugsa sær ein
betri dag, øll flogg á
um fleiri born. Pól, maður
min, ynskti sær tvillingar
— aftur at planleggja, jú
mín sann, tað lukkaðist.
So roknaðu vit út, nær
næsti fødingardagur fór at
verða, halt nú fast, umleið
25. apríl, og hvat hendir,
kl. 10 fyrrapart 25. apríl
vóru tvillingarnir her —
tveir dreingir. Aftur øll
flogg á stong. Sig so hvat
tit vilja, men satt er, hvat
teir í Viljanum siga, her er
einki annað enn frælsið á
hesum klettum.
Øll hini børnini hjá okk-
um eru so komin við jevn-
um millumbilum, 11/2—2
ár ímillum hvert. Vit hava
tvær gentur og
dreingir, altíð eru tey
hjálpsom yvir fyri hverj-
um eðrum, ongantið
klandur ella tjak. Tá ið
Niels Pauli Danielsen tos-
ar um hormonir ímillum
mammu og bern, er tað
sjey
sjálvandi harmoniur, hann
meinar, ell kunnu lesa
skeivt. Eg veit væl, at eg
havi verið nógv aleina við
bernunum hjá okkum,
men tað kemst av, at Pól
ferðast so nógv í sinum ar-
beiði og situr í nógvum
nevndum, tað gevur eisini
eina góða løn. At hann
hevur eina stóra innteku
er bara gott, tí tað ger eis-
ini, at ell okkara bern
kunnu studera, vit seta
pengar til síðis hvenn
mánað, so tey skulu nokk
klára seg, sjálvt um
mamman ikki hevur ging-
ið til arbeiðis. Ég veit
gott, at alt er dýrt í dag,
men sum Pól sigur, eingin
hevur lovað okkum, at tað
skal vera lætt. Um fólk
vildu spart kundu tey
klára seg betur, ja kanska
við einari inntøku.
Kona Pól