Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-06-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Utgåvudagar: tysdag, hósdag og leygardag Lýsingar skulu vera okkum í hendi Í seinasta lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin Útgevari: P/t Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Dagny Joensen Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Borgarakriggj i Sudurafrika? ALTJODA måtstødan móti suðurafri kanska rasuskilnadar politikkinum økist i hvørjum. Nu um dagarnar hoyrdu vit útvarpið siga frá, at amerikanska kongressin við stórum meiriliuta hevði samtykt at seta tiltøk í verk móti Apartheid-politikkinum í Suðurafrika. Hetta hóvar ikki teimum republikansku vidhaldsmonnunum hjá Reagan forseta, tí teir vilja heldur verja amerikansk áhugamál í Suður afrika. HENDA stødutakanin hjå ameri- konsku kongressini hevur stóran tydning fyri tær frælslyntu kreftirnar i Sudurafrika, sum vilja Apartheid- skipanini til livs. Eisini hevur tad tydniong fyri tann stuðul, sum onnur lond geva måtstøduni móti Apart- heid-politikkinum. VIT hoyrdu eisini nú um dagarnar, at norðmenn eru farnir at herða síni til- tøk móti Sudurafrika. Tað vísir seg, at ein stórur partur av oljuni, sum verður fluttur til Sudurafrika, verður førdur við norskum skipum. Nú siga norsku myndugleikarnir, at oll norsk skip, sum sigla við olju, skulu skråset- ast fyri at finna fram til, hvar tey sigla við oljuni. Ætlanin er at forða teimum í at hava nakað handilssamband við Sudurafrika. HVØRJI tiltøk amerikanarar fara at seta i verk er enn ilt at meta um, men tað er vist, at teir hava nógv áhuga- mál í Suðurafrika. Spurningurin er so um hvat amerikanarar í veruleikanum vilja gera, um hesi tiltøk koma at taka pengar úr lummanum hjá teimum sjálvum, pengar, sum amerikanskar fyritøkur vissuliga fortjena við at gera iløgur í Sudurafrika! Nú fáa vit so at síggja, hvørji tiltøk amerikan- arar vilja seta í verk og í hvønn mun tey koma at raka Suðurafrika. TAÐ er greitt, at Desmond Tuto, bisp- ur í Suðurafrika, sum herfyri fekk Nobelfridarløn fyri arbeiði sítt móti Apartheid-politikkinum, er fegin um hesa gongd. Tað var jú hann, sum herfyri heitti á oll lond um at stuðla måtstøduna móti Apartheid m.a. við at vísa hetta í verki, t.d. við at seta tiltøk í verk móti Suðurafrika. Hesa áheitan hevði hann eisini til Norður- lond. L oddagrein SAMSTUNDIS sum fleiri og fleiri lond vísa sína ónegd við rasuskiln aðarpolitikkin í Sudurafrika, so fara myndugleikarnir við legregluni á odda harðliga fram móti allari littari mótstøðu. Just í hesum døgum er ein frágreiðing almannakunngjørd um eiona hending fyrr í ár, har suðurafri kanska løgreglan gjørdi av við 22 litt ar suðurafrikanarar. Tá segði løgregl an, at hon varð noydd at skjóta fólk ini, tí tey vóru í ferð við at gera seg inn á hvít. Nú sigur so ein alment settur kanningarleidari, at løgreglan hevði ikki orsøk til at leggja uppí, tå ein bólkur av littum var á veg til eina jarðarferð TAÐ er lítil ivi um, at Suðurafrika í dag er at líkna við eitt land, sum er á markinum til borgarakriggj. Tey littu royna at gera vart vid sina høpisleysu og órættvísu og ófrælsu stødu. Tey verða ikki hoyrt og reagera tí meira og meira harðligt. Logreglan skjýtur beinanvegin við skørpum afturímóti, og hetta elvir so til enn meira hatur og stríð. Urslitid verður uttan iva eitt oyðandi og óhugnaligt borgarastríð. TAÐ var júst óttin fyri einum slíkum borgarakríggi sum Desmond Tuto herfyri ávaraði politikararnar í Norð- urlondum um og bað teir geva teimum littu moralskan stuðul, fyri á tann hátt at leggja trýst á hvítu leið- ararnar í Suðurafrika, fyri at forða fyri einum borgarakríggi. NÚ er so spurniongurin um trýstið frá útheiminum er komið ov seint, ella kanska tað kemur í evstu stund til at forða einum blóðugum borgara- kríggi. Kanska tað er ov seint. HVAR er samvitska okkara ella hava vit nakra! jamú Nr. 65 — 13. juni 1985 Vil fegin hava orðaskifti um alispurningar Bæði Dagblaðið og 14 September hava viðmerk- ingar til úttalilsini hjá Vilhelm Johannesen, alis- málaráðharra, um viður- skifti innan alingina i Sosialinum herfyri Vilhelm Johannesen sig- ur við Sosialin, at hvat viðvíkur skrivingini í 14. September um útbúgving av alarum, so er tað ein treyt, at tann, ið fer undir aling, skal hava arbeitt og fingið sær kunnleika um aling í eitt hálvt ár á eini alistød. Higartil hevur P/f Fiskaaling verið eitt slíkt útbúgvingarpláss. og í seinastuni hevur Bakka- frost eisini verið viðurkent búgvingarpláss. Hvat vidvikur spurn- ingum um, hvussu leingi tú hevur eitt aliloyvi, so sigur Vilhelm Johanne- sen, at tey eru givin fyri sjey ár. Tá skulu tey so endurnýggjast. I Dagblaðnum skrivar Olavur Beikti, blaðmaður, um alispurningar og hevur viðmerkingar til tað, Vilhelm Johannesen sigur við Sosialin. Vilhelm Johannesen hevur hesa viðmerking til blaðmannin á Dagblaðn- um: — Eg segði, longu tå eg tók við sum alismála- ráðharri, at vit eiga at av- marka steddina á ali- brúkum til í mesta lagi 15 til 20 ringar. Hetta byggi eg m.a. á tær royndir, sum norðmenn hava gjørt, har teir siga, at alibrúkini skulu íkki vera sterri enn 16 til 20 ringar. Og tá teir so hava nokk av plássi til aling og gera slíkar avmarkingar, so haldi eg, at vit við okk- ara avmarkaðu meguleik- um eiga ikki at geva loyvi til 30 ella 50 ringar fyri tað. Við at avmarka brúk- ini, geva vit samstundis fleiri meguleikan at koma í gongd. — Hvat vidvikur at flyta fólk úr fiskivinnuni til alivinnuna, so vita vit, sigur Vilhelm Johannesen, at her skulu fara rational- iseringar fram, sum krevja færri fólk, og so vita vit, at neyðugt er at skaffa 200 ti 300 nýggj arbeiðspláss um árið, og her kemur ali- vinnan natúrliga inn í myndina. Øgjerligt verður at skaffa 200 til 300 arbeiðspláss innan ta traditionellu fiskivinnuna. óbeinleiðis sum út- Vilhelm Johannesen sig- ur víðari, at talan er sjálvsagt ikki bert um at skaffa arbeiði á sjálvum alistødunum. Hjávinnan so sum útgerð til aling, fóðurframleiðsla og við- gerð og góðsking av ali- fiski fer eisini at geva arbeiði til nógvar hendur, so samanumtikið eru møguleikar at skaffa 8 26 í ferðslulógini sigurm.a.: Kemur tú uppí ferðsluóhapp hevur tú skyldu at: 8 — veita meiddum hjálp 8 — boða løgregluni frá ferðsluóhappinum 8 — taka lut í tiltøkum sum tryggja ferðsluna 8 — fáa ferðslutalvur og aðra merking í rættlag aftur Hesar skyldur hava bæði sek og ósek. RÁÐIÐ FYRI FERÐSLUTRYGD fri rættiliga nógv arbeiðs- pláss í samband við ali- vinnuna. Annars eri eg fúsur til at taka hesar spurn- ingar upp til viðgerðar í fjølmidlunum, ti eg meti tað vera avgjort neyðugt, at vit tosa um hesi viður- skifti, endar alimálaráð- harrin. jan rr | A. | TE