Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-06-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. juni 1985síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

st = Nr. 66 — 15. juni 1985 tiðindablaðið Arkitektafelagið vildi ikki stuðla Forngripafelagið sent út frágreiðing til teir ymsu partarnar í málinum, m.a. Arkitektafelagið Feroya Forngripafelag hevur sent ellum teimum áhugaðu pertunum í mál- inum um varðveiting/ bygging við Tinghúsvegin frágreiðing, har greitt verður frá steð- uni sæð frá teirra sjónar- miði. M.a. hevur felagið sent Feroya Arkitekta- felag bræv og biðið tað um stuðul í arbeiðinum at varðveita ekið. Formaður- in í Forngripafelagnum Mortan Winther Poulsen sigur í tí sambandi, at teir als ongan stuðul hava fingið frá Arkitektafelag- num og heldur hann tað vera rættiliga legið. — Tað áwtti at verið í teirra áhuga eisini, at hetta ekið varð varðveitt. Vit prenta her part av tí frágreiðing, sum Forn- gripafelagið skrivaði í januar mánaði og sendi til stovnar og aðrar partar í málinum: „Nú tað hevur verið uppá tal at ríva húsini hjá Knud Lambaa, sála (matr. 430), og í staðin lata byggja stóran bygning á staðnum, hevur Forngripafelagið hildið tað verið ómakin vert at gera roynd at bjarga hesum gamla bygningi — ikki minst av tí orsek, at Tórshavnar býráð hevur viðtikið og lagt nógva orku í at varðveita báðar bygningarnar sunnanfyri húsini hjá Lambaa: Heine- sens og Sloans hús. Einki er at ivast í, at lítið er vunnið við bert at varðveita tvey hús av allari húsareðini, sum í síni tíð stóð eystan fyri Tinghúsvegin. Tá er heildin og tað, sum sermerkti hesa byggiong, heilt farin fyri skeyti Tað skerst ikki burtur, at nútíðarbyggingin hevur sett djúp sár í hetta býarum- hvervi: fyrst reiv Klubbin húsini, sum Sloan bygdi til at hava samkomu í og bygdi í staðin Havnar Bio. Seinni reiv Klubbin gamla klubba- bygningin og bygdi í staðin ovurstóran bygning har. Longur norðuri hevur Losjan somuleiðis bygt stór hús Um býráðið nú loyvir ætlanum um stórbygging norðan fyri Heinesens hús, ja so er allur heildardámurin farin og koma hesir báðir bygningar tí at standa kroystir millum nútíðar stór- bygniongar. Líknandi demi síggja vit á Kongabrúnni har Ólavstova fekk slíka lagnu. Tó, tá var tíðin ein onnur har ikki varð hugsað so nógv um bygningavarðveitan. Men vit áttu á dag at tikið við læru av slíkum demum. Tað er sostatt í evstu stund, at nakað ítekiligt verður gjert fyri at bjarga tí sum eftir er av hesi bygging, sum um aldamótið hevur ser- merkt býarmyndina í Havn við sínum bygningum og urtagerðum. Um byggingina við Tiughusvegin At tervur hevur verið tíðliga á nýggjum byggilendi í Havn kann m.a. hómast av tí, at longu í 1856 var viðtikið at gera lóg um »Registrering af Thorshavns Gader, offentlige Pladser v.m.«, sum veråur staðfest il. mai 1867. I ti sambandi er gjørt kort yvir býin. Hetta er tó ikki eydnast at finna. Men tá eru avlegd tvey eki av báðum Húsa- garðsfestunum til framtíðar- bygging, sum kunnu verða nýtt, tá tervur gjerdist á byggigrundum Húsareðin fram við Ting- húsvegnum varð til í einum uml. 10-åra longum tíðar- skeiði. Byrjað varð í 1875 tá Jacob Lútzen bygdi sethús síni í eystara Húsagarðsbe Tá stóð gamla tinghúsið longu vestan fyri vegin. Í skjølunum hjá bygnings- kommisiónini sæst, at so hvert sum húsini verða reist, er tað eftir einari miðvísari skipan. Í byggiloyvunum er tilskilað byggilinja, ávís frá- steða frá húsum sum standa og frá vegnum, umframt at tilskilað verður, at grundeki skal girðast við grótgarði. Her er talan um ta fyrstu býarskipanina í Havn. Líkt er til, at tað, tey undan aldarmótinum nevndu Ting- húsvegin, var vegurin frá Lútzen og niðan til, har Bekj- arabrekkan er í dag. Fram- haldið av hesum vegi er meira at kalla ein geta, og verður ho hon í skjølunum nevnd Sundsvegurin hetta hóast byggingin her uppi fór fram samstundis sum við Tinghús- vegin. Hugsandi er, at Ting- húsvegurin lá í eystara Húsa garðsbei, meðan Sunds- vegurin lá á traðunum norð an fyri. Markið millum hesar báðar getur kemur týðiliga til sjóndar á matrikulkort inum Byggingin við Tinghúsveg in bar í sær, at Húsagarðs- bóndin í 1878 biður bygnings- kommisiónina um, at vegur verður lagdur eystur frá Tinghúsvegnum niðan í be hansara. Hetta er getan, vit í dag nevna Nólsoyar Pálls geta — millum Klubban og Sloans hús Skilligur munur er at síggja á byggingini við áður umreddu getur. Bygningar- nir við Tinghúsvegin liggja á rættiliga stórum, grótgirdum byggigrundum. Húsini vóru stór sammett við tey, sum annars vóru í Havn tá: frá 12X10 alin til 18X13 alin. Við Sundsvegin eru grund- ekini nógv minni og ógird. Húsini eru eisini minni: frá 9X7 alin til 14X9 alin. Her er áhugavert at merkja sær, at teir, sum bygdu við Tinghúsvegin, vóru keyp- menninir J. Lútzen og Byrger Andreas Samuelsen, trúboð- arin W. Sloan og fýra skip- arar: Degn, John J. Joensen, Johs. Hansen og J. Simonsen umframt samkomuhúsini: Salurin hjá Sloan og Klubbin. Við Sundsvegin eru um- redd ein jarðamóðir, timbur- maður, politistur og ein skip- aeigari, sum byggja. Bygg- ingina við Sundsvegin er tað ikki eydnast mær enn heilt at fáa heft nøvnini á. Ti er hon ikki nærri útgreind her Somuleiðis eri eg óvissur í, hvar O. V. Hansen búði. Men tað er tó neyvan heilt skeivt at meta, at teir, sum settust við Tinghúsvegin, vóru menn sum fíggjarliga vóru rætti- liga væl fyri í tátíðar sam felagnum Sum áður nevnt fór bygg ingin við Tinghús- og Sunds vegin (herundir eisini Grips- vegin) í hevuðsheitinum fram í árunum 1875-1886 Longu í 1883 heitir bygn ingskommisiónin á býráðið um at fyriskipa ætlan fyri bygging eystan fyri ta her umreddu bygging. Til skjals er tekning av útstykkingini av hesum nýggja eki, sum R E helst Rasmus Effersee hevur teknað við viðmerk ingum av Buchwalt, amt manni, dagf. 1886 og 1887 Tá er útbygt fram við eystur- síðuni av Tinghúsvegnum. Aftur eitt nýtt lendi er greitt til framhaldandi bygging Til eru myndir, ið væl lýsa bygningar og umhvervi við Tinghúsvegin um aldar- mótið. Eisini kunnu tær vera hentar at hava í samband við ístandsetanina av teim bygn- ingum, ið varðveitast skulu (sí eitt nú portrini, ið tykjast at hava verið eins). Nakrar eru hjálagdar hesum við- merkingum. Ásannast má, at hesi hús eru frálík umboð fyri tað húsaslag, ið bygt varð seinast í undanfarnu eld eitt húsaslag sum fá demi eru eftir av. Síða 9 Eitt sindur um húsini hjá Lambaa og Heinesen Húsini, sum vit i dag nevna »husini hjá Lambaa« bygdi Byrger Andreas Samuelsen verfaðir Knud B.A.S., ið var ættaður úr Vík var giftur einari dóttur und an Kletti í Havn. Hann fær byggiloyvi 20.05.1886 á matr. 430. Hann hevði handil niðri í Fjósi í Bringsnagetu Handilin hevði B.A.S. keypt frá faktor Hans Christiansen í Fjósi. Seinni fór hann niðan í Tróndargetu, har hann tók yvir annan handil, sum Knud Lambaa tók eftir hann Aðurnevndi H. C. i Fjósi var faktor vid ein av teim Lambaa stóru handlunum Hann keypti tey gomlu doktara húsii Doktaragrund og flutti tey niðan i Fjos, har hann síðan búsettist. Flestu grundstykkini við Sundsveg in vóru av treðni hjá sama H.C Husini, sum vit nu nevna bygdi J »Heinesens hús< Simonsen, skipari. Hann fekk byggiloyvi 06.07.1885 å matr. 429. Hann var ættaður úr Hoyvík og giftur eini aðrari dóttir undan Kletti. Tá J. S. doyði, vaks ein av syn um hansara, nevndur Ville hjá Byrger, upp hjá mostrini Hesin ville fekk handilin niðri í Fjósi eftir Byrger Hesi vóru í stuttum fólkini, ið fyrst búðu í hesum um reddu húsum. Seinni eru hús ini komin á aðrar hendur harav koma tey nøvnini, sum nýtt verða i dag .« hetta ekið kundi varðveit- ast í síni heild. — Vit fingu svar frá tá- verandi býráðsformanni, Peturi Christiansen, sum skrivaði, at kommunan fór at gera byggisamtyktir fyri serstakar partar av býnum við tí fyri eyga at kunna varðveita gomul minni um Havnina Vit vóru tí góðari trúgv, til vit so nakað her fyri frættu í fjølmidlunun it Sparikassin = hevdi fingid loyvi at byggja vid gl Tinghusvegin Miðbýurin og „liva Mortan Winther Poulsen sigur, at tey annars høvdu gjørt eina roynd at tosa við Sparikassan fyri at greiða teimum frá støduni. Svarið tey fingu var, at Sparikassin noyddist at byggja, tí tað var vorðið ov trongligt í verandi bygningi. — Vit tosaðu eisini við Poul Michelsen, býráðs- formann. Hann segði, at tað var i tråd við byggi- samtvktina at geva byggiloyvi og annars helt hann, at tad var eitt gott tekin fyri miðbýin, at ein stovnur sum Sparikassin vildi byggja har. Poul Michelsen vísti á, at tað hevði stóran týdning at fáa lív í aftur miðbýin, nú alt var við at fara niðan í SMS og aðra staðir. Alla æru fyri tað, sum Tórshavnar kommuna ger fríðka men tað kann ikki vera yri at miðbýin. rætt bert at leggja flísar á geturnar og at skapa eitt nýtt »Strøg«-umhvørvi her i Havnini, skal prisur- in vera, at vit forkoma teimum fáu sermerkju num vit enn hava eftir um ta gomlu Havnina eitt nú teir sersteku byggisið- irnar. Flísalagdar gongugetur gevur Havnini nekur ser- merki. Tær finna vit alla staðni, sigur Mortan Winther Poulsen. Ongan varðveitingar- politikk Hann leggur tó aftrat. >t Framhald á síðu 10) Soleiðis sá út fram við Tinghúsvegin í 1894. Myndin er úr kalendaranum hjá Ferova Fornminnissavni.