Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-06-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juni 1985síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 B36 vann uppiborið — men tað gekk long tíð áðrenn B36 fekk „hole á hjá SIF. Hóast stóra yvirvág, so fekk B36 seinna mál sítt aftaná »vanliga« leiktíð B36 liggur nú attur einsa- malt á odda í 2. deild Pad va rikki leingi at tað eydnaðist miðvingum at seta seg einsamallan á oddasessin, tí longu aftan á beðrt eina viku hava B36-ararnir skumpað miðvingar av sessionum aftur. Hetta av tí at MB, heldur óvæntað, »bert« fekk eitt stig í heimadyst- inum móti Fram, meðan B36 samstundis fekk bæði stigini í sínum heimadysti móti hinum vágaliðinum, SIF. Góð líkindi Tá B36 og SIF hittust á 5 ovara vølli Gundadali sunnudagin vóru leiklik indini av teimum bestu Tað hevði regnad fyrra- partin, men ikki so mikið at hetta gjerdi vellin tungan at spæla á. Tá dysturin byrjaði kom sólin undan skýnum, soleiðis at góðu likindini, gjørdust, um møguligt, enn betri — i hvussu er fyri okkum fåu åskodarar, ið høvdu leitað okkum i Gundadal at Kvinnulidid hjá B36 roynir framvegis tað frægasta í Foroyum. Sunnudagin var dystur á ovara velli í Gundadali millum B36 og SIF og hevdi B36 óvæntaðar trupulleikar at fáa mál í fyrra hálvleiki, men í seinna bar betri til. Tríggjar ferðir eydnaðist at fáa bóltin í netið hjá SIF, meðan einki mál kom í hin- um endanum av vellinum. Sostatt vann B36, ið liggur á odda í sínum bólki, við fullum stigatali, enn einaferð og tað tykist nú at vera lítil ivi um at tad0 verður B36, sum aftur í ár kemur at verða eina liðið í finaluni. Málini, sum B36 fekk sunnudagin, smutu Malan Mohr, ið skeyt tvey, og Jønvør Davidsen. eygleiða dystin Frå byrjan såst at B36 ætladi sær stig i hesum dysti. Leikararnir fóru beinleiðis í álop og endaði hetta vid at Oddmar Færø royndi seg við skoti móti málinum, men rakti bólt- urin yvirliggjaran. Spælið varð tó ikki so gott, sum ein trúði aftaná hesa byrj- an. Í letum tóktist tað alt ov tilvildarligt og sum hálvleikurin leið og B36. sum hevði nógv tann sterra lutin í leiki og tí eisini nógv teir flestu mál- meguleikarnar, ikki fekk bóltin í netið hjá SIF, roknaðu nógv við at hetta fór at gerast ein av keði- ligu 0—0 javnleikunum. Og 0—0 var stødan eis- ini i hålvleiki Oddmar skaddur Móti endanum hevði B36 okt um trýstið móti SIF- málinum og vórðu álops royndirnar týttari. Tíverri endaði ein av hesum við at Oddmar Fære varð skadd ur so mikið illa, at hann ongantíð veruliga kom fyri seg aftur í dystinum og fór hann eisini rættu- liga tíðliga í seinna hálv leiki av vellinum. Ohappid hendi tá Oddmar royndi seg einsamallur í álopi. Við fullari ferð trekti hann inn í brotsteigin, men har brast hann saman við ein SIF-verjuleikara, ið royndi at steðga Oddmari. Samanstoyturin var harður og sá út sum Odd- mar fekk albogan hjá mótsteðumanninum undir síðuna. Hóast óhappið sá hart út, og nógvir áskoð- arar tí mettu at dómarin, Egga Jensen, átti at doma brotsspark, so er eingin ivi um at tað var tilvildarligt. SÍF-arin royndi bert eftir bóltinum og var tað nógva ferðin hjá báðum leikar- unum, ið orsakaði harða brestin, ið Oddmar fekk. Oddmar hevur stóran týdning fyri liðið hjá B36, men Kjartan Mohr, ið kom á vell fyri hann, loysti uppgávu sína til fulnar. Ahaldandi trýst Ahaldandi trýstið hjá B36 helt fram. Alop aftaná F FA LS ålop skoladi oman moti SIF-målinum, men ikki fyrr enn i 29. min. i seinna hålvleiki eydnadist at fåa »hol« å. Hetta hendi aftan- á hornaspark úr vinstru síðu. Bólturin varð skotin høgt inn fyri málið har SIF-ararnir royndu at sparka burtur, meðan B36 hin vegin royndi at fáa bóltin í netið. Aftaná stutt trunkaspæl eydnaðist Andreassi Vatnhamar at fáa fótin á bóltin og beina hann í netið til 1 —0. Henda støda vardi við góða letu. Framhaldandi var tað B36, ið átti nógv tann størra lutin í leiki, meðan SIF bert hevði ein- stek tilvildarlig álop. Hó ast yvirvágina, so tóktist tað ikki sum um tað skuldi eydnast B36 at fáa fleiri mál í dystinum, men tá leiktir vóru 46 min dómarin hevði lagt tíð afturat vanligu leiktíðini endaði eitt álop við at ein púra fríur Kári Gull- foss — fyri miðjum máli fær bóltin úr høgru síðu og ivast hann ikki, men skjýtur trygt skot í netið til 2—0, ið eisini varð endaliga stødan Reystir leikarar, ið skjóta Í hesum dysti kom til sjóndar at B36 leikarar, ið vilja royna seg við skotum. Oftani kom fyri, at leikari varð spæld- ur toluliga leysur beint framman fyri brotsteig- inum, men í staðin fyri at royna seg við skoti, so valdi hann oftast at spæla bóltin víðari har ein av ágrýtnu verjuleikarunum hjá SÍF kundi fáa fatur á honum og sparka hann fram á vellin aftur. Hevud B36-ararnir roynt seg við skotum, høvdu teir eisini vunnið enn sterri sigur. restar er % Han Jian vann, meðan Morten Frost tapti Tað eydnaðist ikki dananum Morten Frost at vinna HM í badminton. Í Canadiska býnum Calgary kann kinverjin Han Jian á danska favorittinum við sett- úrslitinum 15—18, 15—10 og 15—8. Han Jian hevði í semifinaluni vunnið á hinum danar Jens Peter Nierhoff við 15—9 og 17—4 Eisini danska parid i tvimansleikinum Mark Christiansen og Michael Keldscn máttu i semifinalunum dvína fyri kinverjum. Teir royndu seg móti Lijong Bo og Tian Bing. men taptu 16—18, 18—14 og 3—15 Sostatt gjørdist endaliga úrslitið fyri danir 1 at teir trvggjadu sær eina silvur og tvær bronsumedaljur í hesari HM-kappingini Tryggur sigur til LIF á Tveroyri Neyvan vóru tað nógv, ið væntaðu at LÍF skuldi vinna móti TB á Tveroyri, men úrslitið av dystinum sunnudagin var, at LÍF vann tryggan 4—2 sigur aftaná at hava verið á odda við tveimum málum móti einum í hálv- leiki. Tað var LIF, ið kom á odda við máli, ið Leo Poulsen skeyt, men tað eydnaðist Kára Niclassen at javna fyri TB. LIF kom aftur á odda við máli, ið Jón Olsen skeyt. Tíðliga í seinna hálvleiki kom LÍF á odda 3—1 við máli, sum Martin Nudgent skeyt. TB fekk tó minkað, tá John Redgaard skeyt brotsspark í netið, men letu seinni skeyt Leo Poulsen sigursmálið fyri LÍF. Málverjin hjá TB, Per Strom var ikki á vell- inum í seinna hálvleiki. Tá hann var í Het- landi við landsliðinum fekk hann skaða í ekslina og hesin skaði forðaði honum at spæla allan dystin sunnudagin. Í staðin fór Birgir Dimon, ið vanliga spælir á miðjuni, í mál. 5 A #— A On ed