leygardagur 22. juni 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Térshavn
Útgávudagar: týsdag. hósdag og leygardag
Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin
Útgevari:
P/f Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Múller
Fyritaksstjóri:
Krisjan Dahl
Blaðfólk:
Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Dagny Joensen
Uppseting:
P/f Sosialurin
Prent:
P/f Pressan 1981
Búskapar-
eindin
Føroyar
VIT fegnast i hesum døgum um
seinasta ståsiliga alvan innan
samferðsluútbygging okkara
Leirvíksbergholið, og skipaðu
busskoyringina hjá Bygdaleiðum
í syðra parti av Eysturoynni.
EINS nógv ella meira fegnast
onnur um nýggju Dúgvuna, sum í
næstum verður sett í Skálafjarð-
arsiglingina umframt til sigling
millum Klaksvík og Havnina.
MANGAR og góðar eru eisini ætl-
anirnar fyri víðari útbygging av
samferðsluni í oyggjunum.
SKAL endamålid við hesum stór-
verkum íkki vera annað enn at
lættari skal verða at »ferdast«, so
er hetta ikki nóg mikið í mun til
fløgurnar
MEN SO miðvíst, sum her hevur
verid arbeitt, er helst eingin ivi
um, at aðalendamálið er at »gera
oyggjarnar størri«, at geva fólki
okkara betri virkis- og rásarúmd,
mestsum uttan mun til, hvar í
landinum tey búgva.
NÓGV hevur eisini verið talað
ímóti ov nógvari miðsavnan, sum
serliga er farin fram seinastu árini
— hóast alsamt batnandi sam-
ferðsluviðurskiftini og harvið
eisini batnandi virkismøguleikar á
smærri plássunum.
SMÁPLÁSSINI eru misnøgd við
hesa gongd, men ikki minni mis-
nøgd eru stórplássini, sum
stundum hava ilt við at útvega
arbeiði og býli til hetta nógva
fólk.
BYGDAMENNING hevur
astu árini verið eitt sokallað
gandaorð, sum gil hava tíkið
undir við, men sum hevur verið
torførari at framt í verki í tann
mun, sum vónað var.
sein-
VIT VITA, at stórplássini hvorki
hava hug til ella gott av at bólgna
stórvegis afturat. Sidur hevur ikki
á størru plássunum verið at nokta
fólki uttaneftir tilhald, arbeiði fyri
ikki at tala grundøki og byggi-
oddagrein
loyvi, tíbetur. Arbeiði hevur á ein-
støkum plássum eisini verið so
nógv, at tað td. á einstøkum
fiskavirkjum ikki hevði fingist frá
hondini uttan uttanbíggjafólkið.
HVOR ER so trupulleikin og hvat
er at gera, kundu vit spurt. Svarið
má vera, at vit í okkara nýmótans
og ferðsluliga vælskipaða sam-
felag meira enn higartil meta
hetta góða land sum eina búskap-
arliga og sosiala eind, har hovuðs-
denturin í dagliga yrki okkara
verður lagdur á at vera føroyingur
og ikki klaksvikingur, havnar-
maður ella úr hesi ella hasi bygd,
men kanska búgvandi ella arbeið-
andi heilt aðrastaðni.
VID ståsiligu havnaløgunum og
fråliku ferðslumeguleikunum
mestsum allastaðni hava vit
fingið hesa búskaparligu eindina,
sum átti at verið treytin fyri nøku-
lunda javnt góðum bylis- og
virkismøguleikum fyri føroyingar
allar — i øllum landinum.
HITT almenna hevur serliga sein-
astu årini roynt at studla nyggjum
vinnum bæði i bygd og by.
Summum hevur vignast toluliga,
meðan ødrum ikki hevur verið liv
lagað.
TÓ ER í hesum døgum serstakur
áhugi fyri ávísari nýggjari vinnu,
ið mestsum allir halda hevur góða
framtíð fyri stavn.
HUGSTOYTT má tað tí haldast at
vera, at aðalmál okkara við megn-
arútbyggingini seinastu 25—30
árini, båskapareindin Føroyar, nú
sambært úttalilsi frá leiðara á
fremsta almenna ídnaðarfígging-
arstovni, skal vera gjørt til einkis
av óskiljandi krøvum um eitt nú
hvaðani úr landinum mesta
vinnuliga stovnsfæið skal stava,
ja næstan krøvum um húðalit, fyri
at nógv saknaða bygdamenn-
ingin kann verða framd.
Kr.
»To whom
it may concern«
Ég eri ein ung genta, sum
búgvi í Havn. Í mong ár
havi eg og fleiri vinir hjá
mær bíðað eftir, at okkurt
verður gjørt fyri ungdóm-
in. T.d. er stórur tørvur á
einum ungdómshúsi, har
ein kann koma og fara
sum ein vil, og har ein
kann fáast við ymiskt, so
sum at smíða, tekna,
binda, tosa, spæla kort og
flenna.
Men her er sikkurt og
vist einki at flenna eftir.
Við opnum munni og
polyppum siti eg og lesi,
at nú skulu ikki minni enn
tveir fótbóltsvellir byggj-
ast. Tað sær út til, at mest
verður gjert fyri tey, sum
íðka ítrótt. Ella rættari:
tað verður bert gjørt
nakað fyri ítróttarfólk.
Fyrst varð ein super-
svimjihylur bygdur, síðan
Gundadalshøllin, og nú
gud hjálpi mær tveir
fótbóltsvellir, ein við
kunstgrasi. Hava vit ráð
at gera hetta? Nei, ikki tá
hugsað verður um, at
nógv einki hava at búgva
í, onnur fresa runt í býn-
um hvert kveld og fremja
herverk fyri at gera lívið
eitt sindur meira spenn-
andi, ja, summi ganga
enntá og leita sær eftir ar-
beidi, og ofta uttan úrslit.
Hvat við at gera okkurt
fyri at loysa hesar trupul-
leikar — fótbólt kunnu vit
altíð spæla. Vit hava gras
nokk til 100 fótbóltslið,
um tað skuldi verið!!
Og tað eru 117 onnur
ting, sum hava sterri
tydning enn »betri kor til
ítróttarfólk<, sum tit kalla
Nr. 69 — 22. juni 1985
tað. Vit, sum ikki hava
áhuga fyri ítrótti, hava nú
funnið okkum í alt ov
nógvum, so milt uppskot
er, at meðan tit politikarar
skjóta upp, tjakast,
o.s.frv. um at byggja eitt
rimmar ungdómshús — tí
tað skylda tit okkum —
kunnu fótbóltsspælararnir
spæla fótbólt á fótbólts-
vellinum, sum jú longu er
har og einki kostar.
Apropos herverk —
Dimmalætting skrivar, at
„tað, ið einki tímir at gera
av nyttugum arbeiði,
fremur herverk< — ja, eg
kann bert siga: Puff
malena, finnast tað veru-
liga fólk, sum hugsa so-
leiðis enn?
Puff Malena
Býráðsformaðurin
ber rong boð
Herfyri tók seg upp
ósemja millum FSF —
Fótbóltssamband Feroya
og fótbóltsfelegini i
Havn.
Osemjan
stuttum um, at FSF å
eykaaðalfundi samtykti
at Ísafjarðarfinalan 1985
snúði seg í
skuldi spælast í Gunda-
dali 27. ella 28. juli
Hetta vóru fótbólts-
felogini í Havn ímóti
men máttu lúta, tí tey
vóru í minniluta á nevnda
eykaaðalfundi
B36, HB og Fram vendu
sær eftir hetta til býráðið
hesum viðvíkjandi. Eftir
at Stadionnevndin hevði
havt málið til viðgerðar,
kom tað fyri byrådid, sum
samtykti eina tilráðing frá
meirilutanum.
Tað, sum nú er serliga
áhugavert, er brævið, sum
býráðið hevur sent FSF
samanborið við tað, sum
samtykt varð í býráðnum.
A býráðsfundi varð
samtykt 9. mai: ..»at
FSF ikki fær nakran vøll í
Gundadali 27. ella 28. juli
1985 uttan so, at hetta er
við tilmæli frá B36, HB og
Fram.«.
Men i brævinum, sum
býráðsformaðurin Poul
Michelsen hevur sent
FSF, verður sagt nakað
heilt annað.
I hesum brævi sigur
Poul Michelsen: . mat
FSF, uttan mun til hvat
fotboltsfeløgini i Havn
siga. fær ikki nakran vøll i
Gundadali 27. ella 28. juli
1985.a
T.v.s. at nú broytir hann
sjálvur býráðssamtyktina
og tekur allan avgerðar-
rætt og ávirkan frá havn-
arfeløgunum.
Uttan mun til hvat
málið sum so snýr seg um,
vilja vit undirritadu by-
ráðslimir harðliga mót-
mæla, at býráðsfor-
maðurin leggur sínar egnu
tulkingar í tað býráðið
samtykkir, heldur enn at
endurgeva tað, sum er
satt, og samtykt er.
Annað er so tað, at vit
ikki eina letu eru í iva um,
at oll ítróttatiltok á Olav-
seku hoyra ítróttafelog-
unum í Havn til. Hetta
gjørdu vit eisini púra
greitt á býráðsfundinum.
Havandi hetta demi í
huga, eru allar orsekir til
at taka tað, sum býráðs-
formaðurin, Poul Michel-
sen, kemur við í fram-
tíðini, við stersta fyri-
varni.
Hjálagt útskrift frá bý-
ráðsfundi 9. mai 1985 og
bræv til FSF 21. maí 1985
Tórfinn Smith
Leivur Johannesen og
Heðin Mortensen
tjak og
meiningar
Vit gera esarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrøv
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
Til Tórshavnar Býráð
— gerið súkklubreyt framvið R.C. Effersøesgøtu
Mangan hava vit havnar-
fólk sóknast eftir súkklu-
breytum og eins mangan
hava vit fingið lyfti byråd
sins um, at nú skuldi tað
gerast
Ti mátti tað verið )
sjálvsagt, at geirin, eyst-
eru megin nýggju R.C.
Effersæsgotu, varð
gjørdur til súkklubreyt,
nú komrunan kortini enn
einaferð er
farin undir
vegagerð har á staðnum
Fáið hetta gjørt sum
skjótast og gerið í framtíð
ini heldur ongar vegir enn
sterri vegagerdir uttan
súkklubreytir.
%
OS"
KE EA UA 6.