Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-06-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juni 1985síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 23 — 25. juni 1985 Betra liðið vann HB-liðið var tað betra sunnudagin — eingin ivi um tað TB gjordi skreytir kviku fyri HB-framherjunum. men verjan hjá ikki nógvar at steðga TB hevur trupulleikar við spæli sínum broytingar mugu til, , í lotuni og um tvorámenn framvegis ætla sær at vera við um FM. Altíð hava dystir millum HB og TB havt serligan dám, og seinnu árini hava dystir millum hesi bæði felog altíð talst millum teir frægastu um ein hugsar um tekniskt góðan fótbólt. Men sunnudagin, tá lið- ini hittust á ovara velli í Gundadali, spældu liðini dyst, ið ikki verður mintur sum ein av teimum frægu. Eingin ivi um at bæði liðini hava leikarar, ið kunna gera nógv við ein fótbólt, og í letum var eisini góður leikur at síggja — serliga frá evna- góðu HB —leikarunum D men sum heild kann sigast um dystin, at hann náddi ikki tann standard, sum dystir millum hesi bæði lið vanliga hava. HB møguleikar Tað var HB, ið byrjaði betur. Frá byrjan sást, at kviku framherjarnir ætl- aðu sær okkurt málið, og mangan sluppu teir eisini stríðnum inn um tungt arbeiðandi verjuna hjá TB. Men ikki fingu teir bóltin inn um Per Strøm í TB — málin- um. Í fyrstu atlegu ið hvussu er. Men tá bert fimm min. vóru eftir av fyrra hálv- leiki, bar til. Kári Nielsen kom at standa púra leysur fyri opnum máli aftan á góða avlevering frá Erlingi annars hevði havt fleiri møguleikar at leggja HB á odda sjálvur. Kári ivaðist ikki, men skeyt uttan himpr bóltin í netið til 1—0, ið eisini var hålv- leiksstødan. TB meira vid I byrjanini av seinna hålv- leiki kom TB meira vid i spælid, id gjørdist javn- ari, men tað var tó HB, ið fekk okt um munin eftir 25 min. leik — við stak góð- um máli. Bjarni Jacobsen fekk bóltin á miðjuni og trekti einsamallur fram vid allari TB—verjuni i Jacobsen, id høgru síðu. Komin oman móti baklinjuni skeyt hann bóltin inn fyri málið til Erling Jacobsen, ið stóð púra leysur, og lætt kundi skjóta bóltin í netið uttan at Per Strom hevði nakran meguleika fyri at bjarga. Jóan Petur javnaði Hóast HB var á odda við tveimum málum, so fekk hetta ikki TB at falla í fátt. Bogi Djurhuus og Rógvi Thorsteinsson vóru komnir á vell, og var eins og hetta setti meira ferð í álopsspælið hjá tverá- monnum. Teir stríddust fyri at javna, og var fleiri ferðir tætt við, men Kaj Leo Poulsen í HB—mål- inum vísti kynstir síni og bjargaði góðu royndunum hjá TB. Men í 38. min. endaði TB—álop við, at bólturin varð skotin út frá HB— málinum aftur til Jóan Petur Olgarsson, ið beinanvegin royndi seg við herðum langskoti. Bólturin tók í vinstru stong og smeyg sær í netið uttan nakran møgu- leika hjá Kaj Leo at bjarga. ur ui — Hóast TB—Ieikararnir royndu tað, teir vóru mentir fyri at javna, so eydnaðist hetta ikki, og kundi HB fara av vaåll- inum aftur við tveimum stigum. TB má ansa sær Eingin ivi er um, at tað var tað betra liðið, ið vann, men sigast má, at verjan hjá TB gjerdi tað ikki serliga trupult fyri HB — leikararnar at koma igjøgnum. Verjan tykist tung og arbeiðir seint. Fleiri ferðir kom fyri, at HB—framherji kundi renna nærum ótarnaður igjøgnum við bóltinum. Sjálvandi hevur TB Per Strom í málinum, og hann er so mikið góður, at hann nærum telur fyri ein eyka verjuleikara, men hetta er ikki nóg mikið, um hann fleiri ferðir skal royna seg einsamallur móti míót- spælarunum. Í hesum dystinum høvdu tvera- menn Jóan Petur Olgars- son á miåvøllinum, men hetta tykist il.ki at vera nekur góð loysn. Jóan Petur spældi í fjer »sweepari« við stak góð- um úrsliti, og lítil ivi er um, at verjan hevði verið munandi tryggari, um hann varð fluttur aftur sum aftasti maður, meðan Tróndur varð fluttur fram á miðvellin. Tætt er millum liðini í 1. deild, og TB má ansa sær, um teir ikki skulu detta niður í niðaru hálvu. Kvika álopsspælið, ið hevur eyðkent TB seinnu árini, er ikki tað sama Síða 9 meira, og um verjan ikki verður meira stabil, kann heystarhálvan gerast tor- fer fyri tvøramenn Fyrsta floks leikaratilfar HB hevur lið, ið er saman- sett av sera góðum leik- arum, men tað tykist, sum um hesir fáa alt ov lítið burturúr. Leikaratil- farið er meguliga tað besta í Føroyum, men av og å tykjast leikararnir at spæla so skjótt, at teir ikki geva sær far at hugsa um næstu avleveringarn- ar. Eisini tykjast einstakir leikarar at geva uppat at stríðast ov tidliga, men um tað skal vera tekniska dygdin, ið er grundarlagið fyri hver vinnur FM, so er HB uttan iva besta boðið Landskappingin í 3. deild: Javnleikur i Sørvågi Triggir dystir vórðu leikt- ir i landskappingini í 3. deild um vikuskiftið. Orsekin til at bert triggir dystir vóru og ikki fýra er tann, at dysturin millum oddaliðini bæði, B71 og EB, varð leiktur á Eiði fyri umleið einum mánað síðani, ti EB er farið á uttanlandsferð. Úr- slitið av ti dystinum var 1—0 til EB. Sunnukvøldid var dyst- uriHavn millum HB og B68. Sidsta vikuskiftid tapti HB stort moti botn- liðinum, TB, á Tvøroyri 10—0, so fleiri hevdu roknað við, at aftur hetta vikuskiftið fór HB at tapa, ti B68 liggur í fremru hlvt av deildini. Men so skuldi ikki vera. HB megnaði nevniliga at vinna dystin við tveimum málum móti einum. Rúni Mortensen skeyt bæði málini fyri HB, meðan tað var Niclas Davidsen, sum setti bóltin í netið fyri B68. Sunnudagin leiktu Streymur og B36 á Skála Hesi bæði liðini liggja í niðaru helvt av 3 Streymur vann við treimum málum móti deild dystin tveimum eftir at hava verið frammanfyri 3—0 í hálvleikinum Fyri Streym var tað Jeffri Joensen, sum skeyt øll trý málini Vit frætta annars frá dystinum, at Streymur átti allan fyrra hálvleik, meðan tað var B36, sum var tað stinnara í seinna hálvleiki. Triði dysturin í 3. deild hetta vikuskifti var í Ser- har SI hevði vitjar vági, av botnliðinum TB. TB vann stórt fyri góðari viku síðani, 10—0, men hesa ferð gekst ikki so væl Tó. tað gekst ikki so illa, sum tað annars hevur teir fyrru dystirnar. TB megnaði nevniliga javn- leik 0—0, og fingu sostatt eitt stig burtur úr dyst- inum, so teir nú hava 3 stig. Vit frætta, at tað var SI, sum hevði sterra partin av spælinum og teir flestu målmøguleikarnar, men sun so megn aðu teir at fáa nakað mál. 1 sagt, ikki Eins og hinar hægru deildirnar er 3. deild n eisini farin í summarfri, og teir næstu dystirnir verða ikki fyrr enn eftir Olavsøku.