Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-06-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juni 1985síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Reglugerð um útgjaldan av skattafríum veitingum sambært grein 29, nr. 7 í samtíðarskattalógini Sambært grein 29, nr. 7 í samtíðarskattalógini verða ikki tald við i skattskyldugu inntøkuna: „Gjøld, sum hitt almenna hevur fyriskipað einans til at gjalda kostnað av almennum ella embætisligum starvi, tá tey ikki innihalda nakra samsýning fyri vinnu, og somu- leiðis tilsvarandi gjøld, ið loyvishavandi og privat virki rinda.« Henda regla umfatar tey fyribrigdi, tå arbeidsgevari rindar løntakara fyri: 1) at nýta egnan bil i arbeidsørindum fyri hann, 2) at nyta egnu telefon i tænastu fyri hann, og 3) innivist og kost i samband við ferðing i arbeiðsgrindum. Vidvikjandi 1): Í samband við at nýta egnan bil í grindum fyri arbeiðsgevar- an hevur Føroya Landsstýri ásett reglur fyri endurgjald. Endurgjaldið er í løtuni kr. 1,85 fyri hvønn km teir fyrstu 7500 km. um árið og síðani kr. 1,20 fyri hvønn km. Verður endurgoldið sambært hesar reglur, er tað at roknað sum ikki skattskyldugt. Letur arbeiðsgevarin stórri endurgjald fyri hvønn km. enn frammanfyri nevnt, so eru upphæddirnar omanfyri kr. 1,85 g kr. 1,20 A-inntøka og skulu ávísast um afturhaldsskipan- »eidsgevarin hevur skyldu til at ansa eftir, at tað kilo tratal, sum endurgjald verður latið fyri, svarar til koyrdar kilometrar í arbeidsørindum. Roknskapur yvir hesa koyring skal gerast regluliga og i minsta lagi eina ferð um mánaðin, og skal hann verða skjal i roknskapi arbeiðsgevarans. Tá arbeiðsgevarin letur føst gjøld sum endurgjøld t.d. pr. mánað, er henda upphædd í síni heild at rokna sum A-inn- tøka, sum skal ávísast um afturhaldsskipanina. Eigarin av bilinum kann tá venda sær til líkningarvaldið og har biðja um at fáa hóskandi frádrátt fyribilsskrásettan. Um arbeiðsgevari rindar løntakara kilometurpening fyri at koma til og frá arbeiðsplássi, er hesin peningur í síni heild A-inntøka. Løntakarin kann tá hjá líkningarvaldinum fyri- bilsskráseta frádrátt fyri koyring til og frá arbeiði eftir gald- andi reglum. Viðvíkjandi 2): Tá løntakari nýtir sína egnu telefon í tænastu fyri arbeiðs- gevara, og arbeiðsgevarin rindar honum endurgjald fyri ta Norea Radio Danmark Millumbylgja 1467 kHz kl. 21.30—21.45 Í dag: »Det betyder konfirmationen for mig!« Prát við fýra konfirmantar 31 metra-bandinum (9,6 MHz) vinnuligu nytsluna sambært reglurnar hjå ti almenna, er hetta endurgjald at rokna sum ikki skattskyldug veiting. Endurgjaldið er i løtuni 920,00 um árið, svarandi til tad fasta gjaldid, sum er 720,00, og fyri samrødur kr. 200,00. Endur- gjald omanfyri nevndu upphædd, tó hægst åjavnt við sam- laðu telefonrokningina er at rokna sum frí telefon, og skal skattast sum B-inntøka við hægst 2.700,00. Verður endur- goldið meira enn svarandi til samlaðu telefonrokningina, er upphæddin omanfyri samlaðu telefonrokningina at rokna sum A-inntøka og skal åvisast um afturhaldsskipanina. Vidvikjandi 3): Tå løntakari ferdast i ørindum fyri arbeidsgevaran, og hesin rindar endurgjald sambært reglurnar hjå ti almenna, er endurgjaldid at rokna sum ikki skattskyldug veiting. Gjøldini fyri ferding eru i løtuni hesi: Timapeningur kr. 8,00 Fullur dagpeningur kr. 140,00 Náttarviðbót | kr. 135,00 Lækkaður dagpeningur heruppii náttarviðbót kr. 60,00 tá farið verður útum 28 dagar kr. 120,00 Tá ferðast verður i Danmark eru gjøldini tað dupulta av teimum omanfyrinevndu. Uppgerð og avrokning skal gerast fyri hvørja ferð sær, og skal uppgerðin verða skjal í roknskapi arbeiðsgevarans. Ferðast løntakarin í ørindum fyri arbeidsgevaran, og fær hann útreiðslurnar endurgoldnar eftir rokning, eru hesar ikki skattskyldugar, men er tá møgulig dag- og náttarviðbót harumframt í síni heild at rokna sum A-inntøka. Rindar arbeiðsgevari stórri endurgjald enn nevnt, er tann upphæddin, sum fer upp um tær almennu upphæddirnar A- inntøka og skal ávísast um afturhaldsskipanina Løntakari, sum fer í aðra kommunu at arbeiða, hevur rætt til frádrátt fyri tvinnandi húsarhald, t.v.s. fyri innivist og kost, men bert um tað ikki ber til at ferðast heim dagliga. Um arbeidsgevarin í hesum føri rindar kostnadin av inni- visti ella veitir løntakaranum innivist, sum løntakarin ikki rindar fyri sjálvur, er ikki loyvt løntakaranum at draga frå fyri tann partin av tvinnandi húsarhaldi, sum er roknaður fyri innivist. Sambært grein 3, 2. stk. í kunngerð nr. 1 trá 5. januar 1984 unr lønarroknskap v.m. eftir løgtingslåg um samtidarskatt, skulu veitingar sambært grein 29, nr. 7 bókast á serstakar konti fyri hvønn løntakara sær í roknskapi arbeidsgevar- ans. Likningarråd Føroya 21.06.1985 Nr. 70 — 25. juni 1985 Norskar sendingar eru hvønn dag kl. 8.00 å stuttbylgju