leygardagur 29. juni 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Utgåvudagar: tysdag, hósdag og leygardag
Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin
Útgevari:
P/f Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Miller
Fyritaksstjóri:
Krisjan Dahl
Blaðfólk:
Hegni Djurhuus
Randi Jacobsen
Dagny Joensen
Uppseting:
P/f Sosialurin
Prent:
P/f Pressan 1981
Rentudeydi
BROYTINGARNAR i livihåttinum
hjå fålki seinastu årini hava ført
nógv gott við sær, men hetta
hevur eisini ført vid sær, at ut-
reiðslurnar at liva í hesum landi
eru alsamt vaksandi og fleiri eru
teir, ið fyrst í mánaðinum standa
og skulu hava føst inngjøld fyri
teirra tænastur. Her skulu nevnst
SEV, Telefonverk, trygging. olju-
felog og bankar og síðst, men
ikki minst, skattavaldið ella
landsmyndugleikarnir.
PARTAR av hesi innkrevjingar
skipan eru undir eftirliti av tí al-
menna og undir ávirkan av
politikarum, td. fær SEV íkki
loyvi at hækka sínar prísir, sum
teir vilja, heldur ikki Telefon-
verkið og í prinsippinum heldur
ikki Skattavaldið. Oðrvísi er tað
við øðrum stovnum, t.d. bank-
unum, sum vísa seg at kunna
taka fyri teirra tænastur, heilt
uttan stýring frá teimum fólka-
valdu.
NOGV hevur gjøgnum tíðirnar
verið tosað og skrivað um hetta
mál, men tað hevur verið soleiðis,
at rentustødid í Føroyum hevur
verið rimuligt og altid verið til-
lagað danska rentustødinum,
oftast heldur lægri. Hetta kemst
av, at føroysku peningastovnar-
nir hava eina skipan vid rentu-
skatti, sum ikki finst aðrastaðni.
JAVNAÐARFLOKKURIN metti
áðrenn valið, at rentan tá var eini
2% ov høg, mett við ta donsku,
og nú danskir bankar hava lækk-
að sínar rentur aftur við 1—11/2%,
so mugu vit út frá hesum meta, at
rentan í Føroyum er 3—31/2% ov
heg.
TAÐ ER soleiðis, at av teimum
gjøldum, ið verða goldin til tað al-
menna, td. skattur og annað ti-
líkt, so erggreitt, at tann berandi
kraftin eru fólk í besta aldri, og
tað skal tad eisini vera. Sam-
stundis' er innkrevjingarskipanig
frå pealngastovnum eisini harð-
ast akkuråt við henda bólk. Hetta
eru-néyniliga fólk, ið sita í nýggj
um Húsum, og vit vita oll, at lán
oddagrein
ioni í dag fyri at byggja hús eru
stór, og lán uppá !/2 millión kr. og
meira eru als ikki óvanlig.
HESI 3'/2%, sum javnadarflokkur-
in metir er ov nógv, svara sostatt
til eina útreiðslu í húsarhald-
inum, aftaná at skattur er trektur,
uppá eini 15.000 kr. um árið; t.v.s.
at fólk skal vinna 2500 kr. um
mánaðin fyri at gjalda henda
rentumun. Víst verður nakað
trekt av í skatti, men hetta verður
so ikki ødrvisi enn, at fólk skal
vinna 2.000 kr. um mánaðin fyri at
gjalda hesa ov tungu rentubyrðu.
TAÐ UNDRAR meg ógvuliga
nógv, at nú rentan enn einaferð
er lækkað í Danmark, at vit íkki
hoyra eitt kis um at nakrar so-
vorðnar ætlanir eru á veg her hjá
okkum.
SPURNINGURIN er so, um okk-
ara politikarar ætla at lata eina
innkrevjingarskipsn vera í sam-
felagnum, sum er púra ókontroll-
erað av politiskum myndugleik-
um, ein innkrevjingarskipan, sum
í stóran mun er heilt munandi
størri enn tað, politikararnir hava
kontrol vid, tå ein sær burtur frå
sjålvari skatta- og tollinnkrevjing-
ini.
SAMGONGUSKJALID sigur
nakad um, at vit skuldu hava skil
å rentupolitikkin i Føroyum og
kapitaltilførsilspolitikkin til land-
ið. Tað er heilt givið, at bankernir
ella peningastovnarnir við heilt at
yvirsíggja tey lyfti, ið eru givin
áðrenn valið av sitandi sam-
gonguflokkum og heilt at yvir-
síggja tær avtalur, sum eru 'nn-
gingnar av samgonguni, seta seg
í eina støðu, ið beinleiðis provo-
kerar.
EFTIR míni metan eigur sam-
gongan at prioritera peningastýr-
ingsproblematikkin væl hægri
enn tað higartil hevur verið gjørt
og konkret at fara í holt við
arbeiðið. Ongantíð ov skjótt.
T.A.
Markleysur frekleiki og
hartil lodrætt lygn
Hetta orðini, ið
myndaðu
greinina hjá
Smith,
samband við at Sosialurin
vóru
mótmælis-
Tórfinni
býráðslimi, Í
sam-
herfyri hevði eina
rødu við meg um Tinghús-
- vegin og umhvervið har í
nánd
Alt avgerandi fyri Tór-
finn Smith var í hesi grein
at lata fólk vita, at hann
var hevuðspersónur og
hetjan í hesum leiki, og eg
var skurkurin. Térfinn
Smith hevur væl, sum
onkur annar politikari
funnið út av, at til ber at
liva ella yvirliva sum
politikari bert ein er nóg
grovur í orð og talu, og við
hesi dygd gera eina karri-
eru á politiska vigvøll
inum.
Sjálvur trúði eg uppá at
hann átti sterri eginleikar
— men sum danin sigur
spring op og fald ned
Sum iyrr nevnt var
hetta ein samreða millum
blaðstjóran á Sosialinum
og meg, og spurningarnir
vóru rættuliga persónlig-
ir, og svarað varð tí út frá
tí leikluti mær hevur unst
at havt í býráðsarbeiði, so
Tørfinn Smith um mær
er loyvt at hava eina per-
sónliga meining so er
ongin orsek, at leggja
mær í munn hvat aðrir
politikarar hava sagt og
gjørt — ella er hetta neyð-
ugt, so kenni eg meg full-
vísan í, at tað hevur sína
orsek.
Mál um bygging fram-
við Tinghúsvegnum hevur
í míni tíð í býráðnum bert
verið umfatað av eini um-
sókn frá Spari-
kassa, so at draga Telefon-
verksmálið og annað tílíkt
uppí hetta mál, og blanda
meg uppí er ikki rímuligt.
Byggimálið frá Feroya
Sparikassa og bygging
fram við Tinghúsvegin í
heila tikið, kann fyri mær
býtast í tveir partar. Ein
áðrenn Feroya Sparikassi
keypir ognina við Ting-
húsvegin og ein eftir at
teir hava keypt
Fyrra partin í málinum
haldi eg at eg royndi at
lýsa sum frægast, við at
úttala meg um hvat eg
átti at havt gjørt — eg eri
tó hóast alt uppvaksin har
í nánd, og tí náttúrliga
áhugaður.
Blaðstjórin á
inum spurdi meg, og tá
hann so at siga altíð nýtir
banduppteku í slíkum
samtalum, eigur hetta at
kunna prógvast:
Føroya
Sosial-
»Petur Christiansen
hevur sum býráðsfor-
maður lovað forngripa-
felagnum: at gera serstaka
byggisamtykt fyri
kring
leiðis at húsini har kunnu
ekið
Tinghúsvegin; so-
varðveitast
Hesa
borgarstjórin Poul Michel
sen ikki?«
Ein persónligu
uppfatan hevur
spurn-
ingur, ið sjálvsagt eigur at
svarast uppá soleiðis, at
eg ikki kann ella eigi at út-
tala meg um hvat Petur
Christiansen hevur lovað
ella ikki, men bert um
hvussu eg uppfati hetta
mál og tað varð eisini
gjørt
Rovnt
målid soleidis, at um vit
nú vóru staddir tidarliga
sæð í fyrra parti av mál-
inum, t.v.s. áðrenn enn at
Sparikassin
ina, ja so bar alt til, og ser-
støk byggisamtykt kundi
verið gjørd, og helst átti
at verið gjørd. Hetta var
tó ikki gjørt, og so kunnu
vit harmast uppá skift um
at so er. Ég skal venda
aftur til hetta seinri.
Annar partur av mál
varð at lýsa
keypir ogn
inum byrjar tá Sparikass-
in keypir ognina og sekir
um byggiloyvi — sum teir
sambært galdandi byggi-
samtykt hava allan rættin
til
Undir hesi viðgerð
kemur fram hópur a
skrivligum og munnligum
upplýsingum, men byggi-
og byarplansnevndin (ein-
mælt) má út frá galdandi
byggisamtykt, mæla
býráðnum til at geva
loyvi
Býráðið roynir at fáa
friðingarmyndugleikar
inn í málið, við tí fyri
eyga, at teir kanska við
ødrum heimildum kunnu
koma upp í leikin, men
hesir svara aftur, at húsini
ikki eru nóg gomul til at
varðveitast eftir
fornfriðingarlóg okkara
Byggisamtyktin er
galdandi fyri ell, og sjálv-
sagt eisini fyri Tórshavn-
ar byråd, og at Tórfinn
Smith og Jåkup Linden-
skov hava roynt at fåa
hetta at siggja ut sum um,
at bert talan er um ein
banka ella ein sparikassa
er eitt galdandi og tå talan
er um Telefonverkið so er
annað galdandi, hetta
vera teir um. Sjålvur havi
eg ongantíð havt við
annað mál enn hetta eina
at gera — og havi tí hildið
meg til tað
At Tórfinn Smith kallar
meg markleysa frekan og
lygnara, tí at eg havi sagt
at eg ikki kendi hetta mál,
áðrenn enn hetta verður
reist sum byggimál
verður hann tó noyddur at
smyrja seg við.
Víðari sigur
Smiht at
madurin hevur havt fyra
år um at
Tórfinn
býráðsfor-
serstaka
byggisamtykt, um hugur
var til tess
Ikki skal
skilja at eg eri ikki sinn-
gera
naxar mis-
Nr. 72 — 29. juni 1985
Brent barn ræðist eld
aður at taka mín part av
skuldini fyri hvat kundi
verið gjert seinastu by-
ráðssetu
Men at
vera so einvís, er tilpassað
inn í tær liðugt seymaðu
meiningar Tórfinn Smith
fær ordrar til at hava — og
skal eg ikki troytta nakr-
an við hesum, men áður
enn barn ræðist eld skal
tað fyrst hava brent seg,
og man hetta helst vera
orsekin til, at býarplans-
nevndarlimurin Leivur
Johannesen ikki hevur
fingið hesa uppgávu
hann hevur nevniliga
brent seg
Tórfinn Smith hevur
onki boð uppá, hvenn leik-
lut javnaðarflokkurin
kanska átti í seinastu setu
tí av góðum orsekum
eigur hetta at gloymast
skjótt, men Tórfinn Smith
hevur valt at leggja sítt
býráðsarbeiði tilrættis so-
leiðis at ein so at siga ikki
sleppur undan at vera
mintur um hetta hvenn
dag
Skiftandi meirilutar
seinastu setu góvu hóast
alt javnaðarflokkin tann
meguleika alla tíðina at
mynda býráðsarbeiðini í
heili fýra ár — og eiga vit
at vera samdir í, at muna-
betur hevði verið um
slíkur møguleiki bleiv
nýttur til skapandi virk-
semi — sum f.eks. at gera
serstaka byggisamtykt
við Tinghúsvegin.
Bert ein lítil heilsa við á
vegin til tín Tórfinn Smith
tað er bert ein pástand-
ur at ein tryggast verður
afturvaldur bert ein ferir
negativan kritiskan
politikk sjálvur eri eg
fullvísur í, at tú hevur eins
góðan, ivaleyst betri
møguleika um tú hevði
ført positivan kritiskan
politikk.
Ti ongin orsøk er fyri at
missa mótið um vantandi
varðveitingarpolitikk i
Havn her er sum tu
sjálvur sigur hópur av
møguieikum enn, og ikki
er rætt at gera eina niður-
stødu á hesum spinkla
grundarlagi. Viljin ímill-
um byrådslimir er sera
stórur og virðingin fyri tí
gamla frammaliga — so
við ella uttan forngripa-
felagið eigur kortini at
ákæran skal
vera farið til verka.
Poul Michelsen
býráðsformaður