Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-07-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juli 1985síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 tíðindablaðið Haldið besta føroyska tíðindablaðið — haldið Sostalin - På 8 Sjålvandi gerist eg haldari av Tidindablad = num Søsialinum og fái blaðið triggjar ferðir me han um vikuna fyri kr. 120,- / årsfj. IE Navn - - Bústaður -. A [[ [AAA AAA AA] [AA það Kunnad posthusinum “sí áð fj rett #0) (ii! i | rt» ti, SAL TEE LA BAARÆKTTNN (ls TV LE . + Sjónvarpsandlitið Fram til ólavseku fara vit á hesum plássinum í hverjum Sosiali at prenta eitt kent andlit í hesum sjónvarpsglugganum, sum tit skulu gita navnið á. Tit skulu goyma lepan við navninum og senda okkum øll nevnini umleið eina viku fyri ólavseku. Vit skulu siga nærri frá hesum tá. Hava tit øll nøvnini, luttaka tit i lutakastinum um eina video- maskinu frá LM-handlinum. Navnið á vinnaranum verður kunn- gjørt i dlavsøkubladnum. Nordmende frå LM Videomaskinan er av merkinum NORDMENDE. Nr. 19 Skúlastjóri úr Suðuroyar sunnaru helvt. Sitið á tingi í fleiri ár. ———"———"———.————.——""""""....W"W"M"—"2""""""" lgysn nr. 19 Klippid út og goymið til kappingin er lidug Nr. 73 — 2. juli 1985 Fritidarheim gerast í einig heits- úsinum Tá tað almenna ikki rekir — sínar uppgávur, so mugu onnur taka um endan. Tað er ikki grundgev- ingin hjá Meinigheitshús- inum í Havn fyri at gera fritidarheim, men stýrið hevur ásannað, at terv- urin á frítíðarheimum í Havn er stórur, og at okkurt má gerast beinan- vegin. Tað er meira enn Tórshavnar býráð hevur sagt. Meinigheitshúsið er heilt nýtt. Eitt stórt og stásiligt hús, sum stendur við telegrafstødina. Ætl- anin hjå Meinigheitshus- inum hevur alla tidina verid, at kjallarin skuldi brúkast til arbeiði millum børn og ung. Tað varð eisini nevnt, tá Meinig- heitshúsið sekti og fekk eina hálva millión frá Tórshavnar byråd fyri stuttum Fyri stuttum javnaðarflokkurin í ráðnum fram uppskot um legði by- frítíðarheim, at skularnr skuldu brúkast til enda- málið sum ein fyribils- loysn. Harumframt varð m.a. mælt til at taka upp samráðingar við stýrið fyri Meinigheitshúsið, sum hevði nevnt ætlanir um frítíðarvirksemi. Men tað uppskotið hevði ongan áhuga. Nú hava tey í Meinig- heitshúsinum sjálv tikið sær um reiggj. Sofus Sivertsen, formaður í stýrinum fyri Meinig- heitshúsið, hevur longu tosað leysliga við for- mannin í sosialu nevnd, Lisbeth Petersen og við býráðsformannin Poul Michelsen. Tað kom fram á al- mennum fundi, sum Meinigheitshúsið skipaði fyri friggjakvøldid um fri- tidarheimsspurningin. Øll arbeida Tey flestu å fundinum vóru foreldur, id ikki vita, hvat tey skulu gera, tí eingin er at hava bernini í teimum yngstu flokkunum. Bern, sum ganga í forskúla ella í 1., 2. og 3. flokki eru bara nakrar fáar tímar í skúla um dagin, og hvar skulu tey so vera hinar tímar- nar, meðan foreldrini eru til arbeiðis? Sum Sofus skúla- - Sivertsen segði á fund- inum: Tað er ikki longur soleiðis, at børnini kunnu fara út at spæla, og so av og á renna inn til mamm- una ella ommuna. Mamm- urnar eru til abeiðis, og ofta eru bæði abbar og ommur tað eisini. Hvussu kjallarin í Meinigheitshúsinum skal virka sum fritiðarheim, hevur styrid ikki gjørt sær heilt greitt. Tey halda, at helini kunnu brúkast, og ætlanin við fundinum friggjakvøldid va at biðja um ráð og vegleiðing. Sjálvt um ikki fleiri enn 30 fólk vóru á fundinum, kom nógv fram. Bæði frá foreldrum og pedagogum Næstformaðurin í býráð- num og formaður í sosialu nevnd, Lisbeth Petersen, tosaði ikki býráðsins vegna, men segði kortini, at býráðið fór at taka ímóti ellum uppskotum um tiltøk á frítíðarvirk semisekinum við vælvild Ikki neyðugt at koma Meirlutin í hevur tosað um, at kann- býráðnum ingar mugu gerast, áðrenn farast kann undir at gera fritidarheim. Tað er ikki neyðugt, helt Pórfinn Smith, býráðslimur. Tann besta kanningin er bara at fara í gongd, segði hann og spurdi, um ætlanin var at avmarka seg til ein ávísan býarpart ella ald- ursbólk. Tað er júst tað, sum tey í Meinigheitshúsinum ikki vita. Tey eftirlýsa ráðum um, hvussu tey skulu gera. Og eftir fundinum at dema, er tervurin so stórur, uttan mun til, “ UTSTOYT Esmar Simonsen 3813 Fuglafjørdur hvenn bólk av bernum, fritidarheimid skal vera fyri. Yvir 40 børn ganga i forskúla, og í býnum ganga umleið 250 bern í hverjum flokki. Ein stórur partur av teirra foreldrum hevði heldur enn fegin tik- ímóti tilboðnum um frítið- arheim. Verður fritidarheim í Meinigheitshúsinum, verður tað ikki við sjálv- bodnari arbeiðsmegi. Sof- us Sivertsen hevði fult álit á pedagogum, og hann bað fleiri ferðir pedagog- arnar, sum vóru til staðar, um at siga sína meining Ætlanin er ikki at bernini skulu sita og halda hendur saman, segði hann. Eitt foreldur bar ótta fyri tí nógvu ferðsluni, sum er við Meinigheits- húsið. Verður ekið ikki stikað av onkursvegna, kunnu vanlukkur lætt henda. Tann spurningurin er eftir at greiða. Hon visti av royndum, hvussu fólk skulu bera seg at, tá tey ætla at seta fritidar- heim á stovn. Hon kendi mannagongdina og segði frá henni. Í mun til onnur er Meinigheitshúsið væl fyri, ti tey hava hølini. Tað hevur verið forð- ingin hjá eðrum, sum hava havt ætlanir. Sofus Sivertsen tosaði um at viðka arbeiðsbólkin Í Meinigheitshúsinum. Tað bleiv ikki gjørt á fundinum, men arbeitt verður víðari við ætlanini um at gera fritidarheim við ti vanligu stuðulsskip- anini, har býráð og statur rinda ein part. randi FERÐSLUTRYGD er at fara yvirum bert undir ge grenum ljósi