leygardagur 6. juli 1985síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 75 — 6. juli 1985 tíðindablaðið Sosialurin; iða 3
Arbeiðseftirlitið:
—Ráðgevandi byggifelagið átti at kanna landsins lógir, áðrenn teir fara undir slíkt
arbeiði, sigur Eli Davidsen, Arbeiðseftirlitið.
Sverri Skaalum, býráðsskrivari: — Vit vóru í góðari trúgv, tá ráðgevandi byggifelagið
mælti til at nýta eternitplátur. Vit vistu bara ikki, at aspest var í plátunum.
Tann 21. juni í ár, steðgaði
Arbeiðseftirlitið arbeið-
num á Vágs skúla, har teir
vóru farnir undir at leggja
nýggjar takplátur á tekj-
una.
Eitt danskt felag er ráð-
gevandi fyri umvælingina
á skúlanum og tað hevur
rátt til at eternitplátur við
aspesti í, verða nýttar.
Eli Davidsen, leiðari á
Arbeiðseftirlitinum: — Vit
krevja, at útlendsk felog
kunna seg um landsins
lógir, áðrenn tey fara fara
undir arbeiði av slíkum
slag.
Arbeiðseftirlitið hevur
givið byggifelagnum ein
mánaða at umhugsa stød-
una í, og sigur, at bert
Landsstýrið kann broyta
avgerðina hjá Arbeiðseft-
irlitinum, sum krevur, at
takpláturnar verða tiknar
burtur.
Vilhelm Johannesen,
Landsstýrismaður, sigur,
at hann veit um byggimál-
ið í Vági, men at teir enn
ikki hava fingið nakra
áheitan frá byggifelag-
num.
Landsstýrið setti kunn-
gerð nr. 110 frá 29. oktob-
er 1982 í gildi, sum bannar
nýtslu av aspest tilfari
fram til 1. januar 1985.
Í januar mánaða longdi
donsku myndugleikarnir
við kunngerð nýtslu av as-
pest tilfari, fram til 1990.
Veruleikin er tann, at
vit í Feroyum ikki hava
lýst slíka kunngerð av
nýggjum, og tí er ikki
loyvt at nýta aspest tak-
— Ráðgevandi byggifelagið átti at kanna landsins lógir, áðrenn teir fara undir slíkt
arbeiði, sigur Eli Davidsen, Arbeiðseftirlitið.
pláturnar, sum nú liggja á
tekjuni á skúlanum í Vági.
— Vit vita at aspesttil-
far elvir til krabbamein,
og tá eternitplátur, sum
ikki = innihalda aspest
kunnu fáast, er eingin
grund til at nýta slíkt
tilfar, sigur Eli Davidsen.
Hann heldur ikki, at
undantaksloyvi skal gev-
ast í Vági. Sverri Skaal-
um, býráðsskrivari í
þvági, sigur við Sosialin,
at danska ráðgevandi fel-
agið hevur ábyrgdina av,
at tekjan á Vágs skúla
verður gjerd eftir fyri-
skriftunum.
Tier hava sent kærumál-
ið til Landsstýrið í dag og
nú verður bíðað eftir at
Landsstýrið ger úrskurð í
málinum.
— Fyrr enn svar kemur
haðani, liggur arbeiðið
stilt, sigur Sverri Skaal-
um
Dagny
KUNNGERÐ
Við heimild i 8 3 A, 2. stk. í logtingslóg nr. 51 frá 29. desember 1971 um
skatt av rentutryggingum v.m. við seinni broytingum hevur Líkningarráð
Føroya fyriskipað niðanfyristandandi reglur viðvíkjandi upplýsingar
skyldu og gjaldshátti í samband við umsitingina av teimum einstøku
tryggingar- og eftirlønarskipanum, sum koma undir reglurnr í 8 1, 2,3, 11
og 12 í somu lóg.
$ 1.
1. stk. Skattligur frádráttur í samband við inngjalding til tryggingar og eft
irlønarskipanir sambært reglurnar í løgtingslåg um skatt av rentutrygg
ing v.m., er treytaður av, at såttmålin er góðkendur av Líkningarráð Før
oya.
2. stk. Broytingar í galdandi sáttmálum skulu góðkennast av Líkningar-
ráð Foroya.
$ 2.
Í hverjum einstøkum tryggingr- ella eftirlønarsåttmåla skal greitt verða
tilskilað:
1. Navn tryggingar- ella peningastovnsins har eftirlønarskipan er teknað.
2. Navn arbeiðsgevarans og løntakarans við tilskilan um ávikavist bú-
stað, arbeiðsgevaratal og persóntal.
3. Skrásetingartal sáttmálans í avvarðandi tryggingar- ella peninga
stovni.
4. Nær sáttmálin tekur við umframt upplýsingar um inngjaldingar og út-
gjaldingartíðarskeið og fyri kapitaleftirlønarskipanir ásett útgjalding-
artíðarfesting.
5. Inngjaldingarupphæddir ella partur åvikavist arbeiðsgevarans og løn
takarans í prosentum av samlaðu årsløn løntakarans.
8 3.
Såttmålin skal greidliga fyriseta, at peningurin er ogn tryggingar- ella eft
irlønartakarans, stendur i navni hansara og verdur tøkur, tå id åsettar
treytir sambært såttmålan eru loknar
Í sáttmálanum skal verða tilskilad, at tann upphæddin, sum stendur á
tryggingar- ella eftirlønarkonto, er undandrigin ræði løntakarans, kann
ikki avherdast, veðsetast, verða fyri figgjarnåmi ella aðrari rættarsókn
frå ognarum, verða nytt sum mótrokning fyri møguligum kravi trygging-
arstovnsins ella á annan hátt er undir ræði hansara.
8 4.
Fyri kapitaltryggingar skal skilliga vera ásett, at einans arbeiðsgevarin
rindar og fíggjar inngjaldingarnar, sum drignar verða frá sambært fyri-
skipanirnar í løgtingslåg um skatt av rentutrygging v.m.
35
Arbeidsgevarin skal bóka allar inngjaldigar til tryggingar og eftirlønar
skipanir å serstaka konto fyri hvønn løntakara sær.
$ 6.
1. stk. Tryggingar- ella peningastovnurin skal í samband við utgjalding
frá teimum tryggingum og eftirlønarskipanum, ið nevndar eru í 8 6 í løg
tingslóg um rentutrygging, á serstøkum skjølum lata líkningarvaldinum
uppgerð yvir samlaða útgoldna upphædd við upplýsingum um tað í 8 7 í
somu løgtingslåg roknaða avgjald til landskassan.
2. stk. Tey í 1. og 2. pkt. nevndu skjól skulu upplýsa navn, bústað, P-tal
åvikavist arbeiðsgevarans og løntakarans umframt arbeiðsgevaratal
$ 7.
1. stk. Tryggingar- ella peningastovnurin hevur eftir áheitan skyldu til at
útvega líkningarvaldinum allar neyðugar upplýsingar, ið viðvíkja teimum
tryggingar og eftirlønarskipanum, ið teknaðar eru á avvarðandi stovni.
2. stk. Tryggingar- ella peningastovnurin skal boða Líkningarráð Før-
oya frá, um fyrimælini í sáttmálanum verða ikki hildin, herundir um saml-
aðu inngjøldini fyri árið eru omanfyri tað i 8 3 A, 1. stk. nevnda hámark.
$ 8.
1. stk. Inn- og útgjalding til tryggingar- og eftirlønarskipanir sambært
reglurnar í 8 1, 2, 3, 11 og 12 í løgtingslåg um skatt av rentutryggingum
v.m. skal fara fram eftir føstum reglum við javnt stórum upphæddum, so-
leiðis sum fyriskipað í sáttmálanum.
2. stk. Trygging ella eftirlønarskipan kemur bert undir reglurnar um
tryggingar og eftirlgnarskipanir, sum verður goldin í fostum gjøldum, sbr.
8 1 og 5 í løgtingslåg um rentutrygging v.m. í teimum forum, har útgjald
ingin fer fram við javnt stórum gjøldum og útgjaldingartíðin fevnir yvir
eitt tíðarskeið, sum er 10 ár ella longur
$ 9.
Inngjaldingar, sum ikki lúka galdandi reglur og fyriskipanir um frádrátt
eru at rokna sum skattskyldug inntaka hjá løntakara í inngjaldignaråri
num.
810.
1. stk. Fyri tær tryggingar og eftirlonarskipanir, ið settar eru í gildi fyri ál
manakkaárið 1985, eru verandi fyriskipanir viðvíkjandi innihaldi og gjald
skipaan sáttmálans framvegis galdandi.
2. stk. Nevndu tryggingar eru tó undir frammanfyri nevndu reglum um
upplýsingarskyldu viðvíkjandi teimum einstøku sáttmálunum, sbr. 8 6 og
87.
Tórshavn, hin 3. juli 1985
LIKNINGARRÅD FØROYA