Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-07-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juli 1985síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Sumbiar kommuna: Bergholið fortreytin fyri trygd g arbeiði Tað eru heilar fýra bygdir í Sumbiar kommunu. Størsta arbeiðsplássið hjá fólkinum har býr liggur í grannakommununi — Polarfrot í Vági. Alt gott um tað, men fólkið í Sumbiar kommunu vil fegið skapa nakað heima hjá sær sjálvum — og tað er júst eisini hetta, sum nú er við at henda í hesi syðstu kommununi í landinum — og eini teirra, sum hevur mesta ampa av havsins megi — brimi- num, sum herjar móti hesum partinum av Suður- oynni. Nú hevur fiskaalingin eisini fingið týdning fyri hesa kommununa, og her eru nógvir møguleikar. men skulu fólk trívast og staðið mennast, so er neyðugt við fleiri arbeiðsplássum, við bettum havnaviðurskiftum, við ekjum til sethúsabygging og við bergholinum millum Sumba og Lopra. M.a. hesar spurninar taka vit upp í hesi komm- unuseguni, í fyrstu nú eftir steðg i summarfritid- ini. tíðindahlaði tiðindablaðið = | = Nr. 76 11. juli 1985 | orð: jan myndir: kalmar Nýggi bygdarráðsformað- urin í Sumbiar kommunu eitur Eivind Bech. Hann hevur sitið í kommunali- num seinastu 8 árini. Tók við formanssessinum, tá undanfarni formaður fór frá seinasta summar og er so afturvaldur til for- mann fyri komandi fýra ára skeiðið. Eivind Bech starvast dagliga hjá Vakt- ar- og Bjargingartænast- uni. Hann er dekkari við Olavi Halga. Sjálvur sigur hann, at hetta arbeiðið gevur honum góðar megu- leikar at takast við Bygdarmyndin. Lopra í dag. kommunalt arbeiði, tá hann er í landi Qg nógv er at tríva í í kommununi. Fá arbeiðspláss Tað eru bert fá arbeiðs- pláss í Sumbiar komm- unu. sum telur tær fýra bygdirnar: Sumba, Lopra, Akrar og Víkarbyrgi Størsta arbeidsplåssid hjå fólki úr kommununi liggur í Vági. Tað er flakavirkið Polarfrost. Har munnu eini 30 til 40 fólk úr kommununi starvast alt árið. Haraftrat koma so tey fólk, sum sigla úti við foroyskum og útlendskum skipum. Í sjálvari kommununi er fiskaalingin tann vinnan, sum gevur mest arbeiði Tilsamans fýra alisteðir eru á Lopransfirdi, triggj- ar til aling av laksi og síl- um og ein til skeljafisk. Tær tríggjar alisteðirnar hava tilsamans loyvi til 50 ringar, soleiðis at fram- leiðslan verður fleiri hundrað tons um árið. I løtuni er arbeiði til nøkur 20 fólk. nú slaktad verður. | 1986 væntandi arbeiði til eini 10 fólk ein part av árinum í samband við alingina. Kommunan hevur annars játtað einum umsekjara aftrat loyvi til at ala á verður Bygdarmyndin. Sumba í dag. Lopranstirði. Men higartil hevur Aliráðið ikki givið viðmæli. Tað er spurning- urin um, hvat sjálvur fjørdurin tolir av alibrúk- um, sum fordar. Hetta er so nakað, sum Heilsufrødi- liga Starvsstovan nu skal kanna. Eivind Bech sigur, at størir møguleikar liggja i alingini og visir hann å, at tad hevur verid tosad um at gera eina smoltsteð i Víkarbyrgi. So eisini á landi eru meguleikar. Nú ræður so um at troyta teir — og tað skynsamiliga. I samband við alingina eru so aðrir møguleikar fyri arbeiðsplássum, m.a. hevur verið hugsað um at byggja eitt rovkivirki i Lopra, sum skal roykja alifisk. Hetta er enn bert tankar. Havnagerð Kommunan hevur annars ætlanir um at skapa alaru- num góðar arbeidsumstød- ur í Lopra. Tilsamans 5 mill. kr. eru settar av til havnagerð o.l. arbeiði í hesum árinum. Tær 2 mill kr. skulu brúkast í Lopra M.a. verður eit 7000 kvm stórt eki planerað. Her Skulu alararnir kunna seta síni arbeiðshús og sam- stundis fáa teir stórt oki at arbeiða á. Arbeiðið uppá at gera pierin uttanfyri båtahvlin lidnan, er komið væl áleið- is og verður helst liðugt skjótt. Talan er um at gera eitt 170 metrar langt grótkast og resta bert 10 metrar. Tá hetta arbeiði er liðugt. hava fólk her ein góðan båtahyl. Tilsamans 19 pláss verða við bátar- brúgvarnar. Tvær eru longu lagdar út. og teir eru nú í ferð við at leggja ta 3. brúnna út. Verandi båtahvlur fer at nøkta tørvin å båtaplåssi i dag. Sidani er eisini nakad av bryggju i Lopra, til- | TL———mm———————0VJVÞ"—