Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-07-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. juli 1985síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Vinnulívið sjúkt — fíggjarliga ábyrgdin ov lítil — alt ov lætt at fáa veðhald og kreppulán úr landskassa- , num heldur stjórin á Kjølbro og nevndarformaðurin i 20. juli 1985 Svend Thulesen: — Tað nyttar ikki bert at seta plástur á sárið. Ein sterri skurðviðgerð má til, um vit skulu Føroya Fiskasølu, Svend Thulesen. — Ein stórur partur av føroyska vinnulívinum er ósunnur og sjúkur. Tann einstaki kennir og hevur alt ov lítla fíggjarliga ábyrgd. Tað almenna hev- ur í alt ov stóran mun latið veðhald fyri lánum og giv- ið kreppulán til fyritekur og projekt, sum ikki bera seg og sum standa í stór- ari skuld , at tað einasta rætta hevði verið at latið tey farið i likvidation. Nakað soleiðis sigur Svend Thulesen, sum er stjóri á eini av sterstu fyritøkunum í landinum, Kjølbro í Klaksvík. Henda fyritekan rekur í dag bæði fiskiskip og flakavirki. Harumframt er Svend Thulesen nevndarformað- ur í Feroya Fiskaselu, sum í dag stendur fyri tí stersta partinum av okk- ara fiskaútflutningi. T.v.s. at hesin sami Svend Thuiesen er við í øllum trimum hevuðsliðunum i vinnulívi okkara: fiski- veiðini, fiskiídnaðinum og seluni av fiskaverunum. Ov grammir at gera iløgur Vit tosaðu við hann um aktuellu buskaparligu støduna i Føroyum. Svend Thulesen heldur, at vit hava verid i so grammir at gera iløgur i skip hesi seinastu årini. Hann visir å nakrar av teimum, eitt nå Reynsa- tind, Giljanes, Norrønu, Líðartind og Gullfinn fyri bert at taka nøkur. — Eg skal ikki her siga, hverjar av hesum iløgum vit kundu verið fyriuttan, men bert vísa á, at tað átti at verið ein neyvari stýr- ing av ílegupolitikkinum. T.d. haldi eg, at vit vóru ov skjótir at keypa eitt skip sum Reynsatind. Vit áttu heldur at latið Gilja- nes sloppið at roynt seg og gjørt tær neyðugu roynd- irnar við svartkjafti til matna. Um tað so gav nakað veruligt úrslit og tervur var á fleiri skipum til hesa veiðu, so kundu vit tá keypt Reynsatind. — Men tað er so lætt at vera klókur aftaná. Eg haldi, at vit skulu geva hesum landsstýrinum ar- beiðsfrið heldur enn at leggja eftir tí. Vit kunnu heldur ikki leggja hesum landsstýrinum til last all- ar av teimum ílegunum, sum eru gjerdar seinastu árini. Eg vildi ikki fegin verið politikari í dag, tí nógvar torferar avgerðir skulu takast, sigur Svend Thulesen. Ov lætt at fáa veðhald Hann heldur annars, at tað hevur verið ov lætt at fáa veðhald úr landskassa- num og somuleiðis at fáa eginfígging til ymsar vinnulívsætlanir. Lands- kassin átti at tikið henda spurningin til viðgerðar og í sterri mun sagt nei til bæði veðhald og lán frá tí almenna. — Um hesin poli- tikkur hevði verið førdur seinastu árini, so høvdu vit verið nógvar skeivar ílegur fyriuttan heldur Svend Thulesen fyri. — Vit hava fingið eitt sjúkt og ósunt vinnulív, tí fyritøkurnar sleppa ikki at vísa, antin tær kunnu bera seg ella ikki. Vit hava havt lyndi til at seta plástur á, heldur enn at fremja veru- liga skurðviðgerð fyri at gera sjúka vinnulívið frískt aftur. — Hetta ger, at vit ong- an meguleika hava at fáa eina reella sanering av tí virksemi, sum verður bygt upp. Alt sleppur at koyra víðari sjálvt við vaksandi skuld. Tað er ein spurning- ur, hvussu leingi henda gongdin kann halda fram, sigur Svend Thulesen. Klivar — gott dømi Hann heldur, at vit eiga at taka avgerðir, sum líkjast tí nólsoyingar tóku við- víkjandi flakavirkinum Klivar. — Har sóu tey, at fyritøkan hevði alt ov stóra skuld, og tey tóku avleiðingarnar av hesum og lýstu felagið í likvidati- én fyri síðani at byrja »på en frisk« á nýggjum grundarlag. Hetta haldi eg, at eisini onnur feløg áttu at tikið við læru av. Vit eru av og á noyddir til at taka fylgjurnar av skeivum iløgum. Svend Thulesen var ein teirra, sum fyri umleid 20 årum sidani førdi fram, at vit åttu bert at byggja try stór flakavirki i Føroyum, ti tey fóru at hava betri møguleika at bera seg heldur enn fleiri små virki og geva betur pris. Talid av virkjum! — HVat sigur hann nú til ta øvugtu gongdina? — Tad er ilt at siga. Greitt er, at høvdu vit nøkur få virki, so høvdu tey helst borid seg betri, og eg haldi tad er skeivt, at vit i dag hava 2-3 flaka- virki i Klaksvik, 3 å Skåla- fjørdinum o.s.fr. Vit áttu heldur at flutt arbeiðsfólk- ini enn at bygt fleiri flaka- virki so nær hvøjrum eðr- um. Men harfyri verður ikki sagt, at vit bert skuldu havt nekur heilt fá virki. — Eg dugi væl at síggja, at gongdin, sum hevur havt við sær, at vit í dag hava fleiri enn 20 flaka- virki, hevur verið við til at varðveita arbeiði og trivn- aðin í bygdunum og hetta hevur gjert, at arbeiði er til flest allar hendur. So er samfelagsspurningurin, hvat vit heldur velja. At hava arbeiði til allar hend- ur, trivnað í bygdunum og virki, sum ikki bera seg ella nekur fá virki, sum bera seg, sentralisering og kanska nógv arbeiðsloysi. Tað vil so altíð vera ein meting. Eg må so við- ganga, at verandi gongd kortini hevur verið tann besta fyri samfelagið. Stersta vanlukkan er eienki arbeiði at hava Sjálvur haldi eg, sigur Thulesen víðari, at tann stersta vanlukkan fyri eitt menniskja er at standa uttan arbeiði. Hevdu vit so ikki tey mongu virkini, so høvdu vit kanska nógv arbeidsleys og máttu gjalda arbeidsloysisstudn- ing. Nu gjalda vit arbeids- loysisstudning óbeinleiðis við at hava ell hesi mongu virki í gongd og fólkini í arbeiði. So hetta er ein sera torferur spurningur at meta um. Svend Thulesen heldur kortini ikki, at tað er rætt, at vit byggja nærum allar okkara vinnulívsætlanir uppá verandi studnings- skipan. Vit mugu trappa hesa studningsskipan nið- ur og fáa eitt sunnari vinnulív, sigur hann. Allir kalkulera við studningi- num, men hver kann liva við hesum í longdini! Lat okkum nú beinanvegin skera tað ringasta burtur og fáa betri skil á. Abyrgd Og her meti eg tað av al- stórum týdningi, at tað fylgir størri fíggjarlig ábyrgd við teimum ílegum og veðhaldum, sum verða sett í vinnulívið, sigur Svend Thulesen. — Um hetta hevði verið gongdin, so hevði munandi minni skeivt verið gjørt. — Annars má eg siga, at eg skilji als einki av tí politiska lívinum. Tí nú hava teir borgarligu stýrt í fýra ár, og ongantíð hevur tað verið so ringt sum nú við tervandi fíggjarligari ábyrgd. Tað skuldi annars netupp verið ein av teirra fortreytum fyri at reka eitt sunt vinnulív — ella? Hvat viðvíkur Kjelbro í Klaksvík, so hevur úrslitið higartil í ár verið hampu- ligt. — Vit svara hverjum sítt. Vit hava framt út- byggingar so við og við og grøda sjúkuna og fáa eitt sunt vinnuliv. hevur hetta borið til uttan at vit hava verið fyri nekr- um álvarsomum bakkasti. Skeivar ílegur — Sjálvandi kunnu vit ikki heilt steðga útbygg- ing og nútímansgerð av flotanum men hvat viðvík- ur hasum báðum djúp- vatnstrolarunum, sum skulu fiska undir Feroy- um og viðgera veiðina um- borð, so haldi eg tað er skeivur politikkur. Tí vit hava jú Vesturvón, sum tað almenna kann leiga til slíkar royndir. Eisini hava vit Nónhamar, sum kann fáa frystarí ísett og fer hetta at vera munandi bíligari enn at gera ílegur fyri kanska 200 mill. kr. í nakað, sum vit ikki eru heilt vísir í fer at eydnast, sigur Svend Thulesen at enda. jan Svend Thulesen, nevndarformadur i Føroya Fiskasølu: Ikki uppi EEC — Vit eiga ikki at fara uppi EEC. Tad er min heilt avgjørda sannføring. Soleidis sigur nevndar- formaðurin i Føroya Fiskasølu, Svend Thulesen. Hann er just heimaftur komin frå summarfrí og hevur havt høvi at siggja blødini, eitt nu tad, sum Birgir Danielsen, stjóri á Fiskaseluni, hevur skrivað um EEC-imaskap í blaðnum »Okkara millum“, sum Fiskasølan gevur út. Birgir Daniel- sen heldur, vit eiga at umskipa EEC-limaskapin. — Eg havi lisið tað, sum Birgir Danielsen skriv- ar og síggi at hann er fyri, at vit skulu fara uppí EEC. Et veit ikki, um hatta skal uppfatast sum almenni ynskidreymurin hjá Feroya Fiskaselu ella sum persónliga uppfatanin hjá Birgir Daniel- sen. Eg veit bert, at hesin spurningurin hevur ongantíð verið viðgjerdur í Føroya Fiskasølu. Eg haldi tí, at tað átti at framgingið av greinini í „Okkara millum“, at hetta er uppfatanin hjá Birg- ir Danielsen og ikki hjá Feroya Fiskaselu. — Annars haldi eg, sigur Svend Thulesen, at koma vit upp i EEC, so endar tað við, at vit øll brúka eitt skógvanummar og einslittar brillur. Sagt verður, at vit kunnu spara toll við at fara uppí EEC. Vit gjalda eisini toll aðrastaðni i dag, og haraftrat kemur, at vit eiga ikki bert at hugsa um peningaligan letuvinning men hvat við í longdini kunnu fáa burtur úr. Her hugsi eg um fiskirættindi og frælsi til at fiska í okkara egna sjógvi, endar Sven Thulesen. jan