leygardagur 20. juli 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefor 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Útgávudagar: tysdag, hósdag og leygardag
Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin
Búskapur
hóttur
BUSKAPUR Føroya verður hóttur frá
fleiri síðum í hesum degum. Fyri tað
fyrsta av okkum sjálvum — sambært
Ráðgevandi Nevndini undir danska
forsætismálaráðnum. Vit duga ikki at
húsast hjá okkum sjálvum. Vit læna
ov nógvar pengar og brúka ov nógv
í mun til tað vit forvinna. Harnæst
verða vit nú hótt av útheiminum, sum
keypir okkara fiskavørur. Serstakliga
Stóra Bretlandi. Orsøkin er grinda-
drápið. Útlendingar halda, at vit duga
ikki at húsast við grindini heldur.
BÆÐI hesi mál eru álvarsmál fyri
okkara lítlu tjóð. Tað er tí ógvuliga
umráðandi, at vit brúka fjølmidlarnar
til at tosa um tingini — við vón um, at
eitt breitt og sakligt orðaskifti kann
bera nøkur positiv úrslit við sær.
FØROYSK vinnulívsfólk, politikarar
og vanligi lesarin av eitt nú Sosiali-
num åvara øll ímóti teirri avleiding,
sum vidgerdin av grindadråpinum i
bretsku fjølmidlunum kann fåa fyri
okkara búskap. Legmaður hevur
sagt, at hann letur seg ikki diktera av
fanatiskum umhvervisfólkum, men
hevur gjørt vart við, at føroyingar eru
sinnaðir til at fremja tær åbøtur, sum
eru neyðugar til tess at fáa eitt so
humant grindadráp sum gjørligt.
Onnur halda, at vit beinanvegin eiga
at vísa okkara góðu og positivu síðu
og lurta eftir teimum úttalilsunum,
sum fremmand umhvørvisfélk eru
komin við.
HER í blaðnum hava vit víst á, at tað
kann vera til stóran bága fyri okkara
tjóð, um avleiðignin av uppøsingini í
bretsku fjølmidlunum hevur við sær,
at føroyskar fiskavørur verða boy-
kottaðar. Tað kann tó ikki verða talan
um at gevast við grindadrápinum. Tí
flestu føroyingar meta grindina vera
ein part av okkara livihátti.
AT grindin ikki hevur sama týdning
fyri húsarhaldið í dag, sum hon hevði
fyrr, er rætt. Tað er okkara hugsan, at
vit eiga at taka við læru av tí kritikki,
sum hevur verið førdur fram. Vit vísa
sum heild aftur metodunum, sum
bretsk umhvervisfólk hava brúkt í
lýsing teirra av føroyinginum og
grindadrápinum. Her er tó okkurt
sætt, men her er eisini nógv Ósatt.
Og tað er júst hetta, sum er ósatt, ið
+tiA
IU
Utgevari:
P/f Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Miller
Fyritaksstjóri:
Krisjan Dahl
Blaðfólk:
Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Dagny Joensen
Uppseting:
P/f Sosialurin
Prent:
P/f Pressan 1981
oddagrein
kann vera okkara tjóð til óbótaligan
skaða.
MEN tað verður tikið til, at einki er so
ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt
Og skulu vit síggja tað positiva í kri
tikkinum, og tað skulu vit, so er tað
hetta, at vit nú fáa eyguni upp fyri
negativu síðuni við grindadrápinum.
Eitt nú tann máta, sum vit hava dripið
grind uppá í Sandagerði nú í nógv ár.
Tey, sum hava verið vitni til slík dráp,
mugu mangan vera farin til hús við
spyggjandi vamli. Tað er henda part-
in av kritikkinum vit mugu taka til eft-
irtektar og spyrja okkum sjálvi, hvat
vit kunnu gera soleiðis at grindadráp-
ið fer fram á ein hátt, sum øll kunnu
góðtaka.
TÁ ein av lesarum okkara í blaðnum í
dag leggur okkum undir at verja
grindadráp, so er tað bert helvtin av
sannleikanum. Vit hava so sanniliga
eisini víst á her í blaðnum, at grinda-
dráp, soleiðis sum tað oftani fer fram,
er ikki at bjóða hvørki djórunum, før-
oyingum ella teimum fremmandu,
sum nýta høvi at hyggja at. Vit skriv-
aðu í seinastu oddagrein: Þat vit eiga
nú at taka við tí besta partinum av
kritikkinum og fremja åbøtur, har tað
er rætt og neydugt«.
GRINDADRÁP nýtist ikki at vera
hvorki skomm, skendsil ella brots-
verk, sum lesarin tekur til í blaðnum í
dag.
VIT eru helst á einum vegamóti, har
vit mugu gera upp við okkum sjálvi,
hvussu grindin skal drepast í framtíð-
ini. Kanska eru tað hættir, sum eru
betri hóskandi. Lat okkum fáa eitt
tjak um tað og burtur úr hesum tjaki-
num skipa framtíðar grindadrápið.
NÚ frættu vit so, at altjóða hvala-
veidunevndin hevur samtykt, at ein
bólkur skal setast at kanna grinda-
drápið nærri. Vit kunnu so ikki annað
enn gera okkum til reiðar til at taka
væl ímóti hesum kanningarbólki og
gera okkara til at geva honum eina
sakliga og neyva uppfatan av grinda-
drápinum. Kanska hetta fer at vera
bæði til okkara egna besta, nevniliga
at vit tá taka okkum um reiggj og
fremja neydugar åbøtur á grindaøki-
num og harnæst og ikki minst, at
hesi fólk, sum vónandi eru at sær
komin og ikki arbeiða fyri ta sensati-
énshungrandi pressuna, kunnu
greiða bretum og ødrum frá, hvussu
er áfatt á hesum eki.
Jari
Nr. 81
20. juli 1985
Til Fótboítssambandið
HB, B36 og Fram
Nú hevur ljóðað. at Havn-
arfeløgini hava noktað
Fotboltssambandinum at
nyta tann almenna vøllin i
Gundadali á Olavsoku
Hettar kemur
ógvuliga illa við hjá FSF,
tí Olavsøkan er rætta løt-
an til slíka finalu, tá hugs-
að verður um áskoðarar,
ja faktist einasti megu-
leiki at fáa liv í aftur Isa-
fjarðarsúlukappingina.
Tað er nógv fyri, at limir
í FSF skulu oyðileggja so
nógv fyri teirra felag.
Eitt skulu tit vita, tit,
sum eru i nevndunum hjá
HB, B36 og Fram, ja By-
sjálvsagt
ráðið við. tit eiga ikki
Olavsøkuna, tað er tjodar
dagur feroyinga. tanr
dagur har flestir foroying
ar stevna saman til gaman
og álvara, men tit eru so
dominerandi. tit skulu
hava ágóða og avgerðar
rætt til Olavsøkuna, EIN
MARKLEYSUR FREK-
LEIKI!
Tit umbera tykkum við.
at tit ikki kunnu vera vell-
in fyri uttan í 2 tímar av
peningaligum ávum,
(tvætl). Hvussu ber tað til,
at oll bygdarfeløgini klára
seg so gott, sum tey
gera???
Tey fáa ongan ágóða av
Olavsøkuni (tað burdu tey
fingið á tjodardegnum) og
ikki
nærum so stóra áskoðara-
fiøld sum Havnarfeløgini,
haraftrat hava tey
krúpa til Byu- og bygdar
ráðini eftir hjalp. Brúki tit
tey til fyrimynd, HB, B36
og Fram.
Til seinast fari eg at
heita a FSF. tá man ikki
fær tað besta, so tað
næsta, bididgnr vøllin á
Argjum, hann liggur lítið
longri frá Miðbýnum enn
ovari vellur ger, so hvat
áskoðarum viðvíkur,
skuldi tað ikki minka so
nógv.
Við itrottarkvødu
Bygdarmaður
P.S. Vónandi
hesa finaluna á Olavseku.
og ikki bert Havnarfelog
fótbólt við
timburmonnum
síggja vit
ini sparka
VOR LYST
Oddagreinin hjå Sosiali-
num hósdagin 18. juli
verjir grindadråpini. Og i
hinari vikuni endurgav
Sosialurin legmann fyri at
hava skýrt bretsk um-
hvorvisfólk >ekonomiskar
terroristar«.
Hvat er hetta? Hvi eru
javnaðarmenn einsíðugt
farnir í part við grinda-
drápsmonnum? Vilja
javnaðarmenn ikki vita av
okkum, sum halda, at
grindadrápini eru skomm
og skendsil og brotsverk?
Málið um tað feroyska
grindamorlið hevur tvær
síður: A) eina etiska, og B)
eina búskaparliga.
Viðvíkjandi A): Tað er
greitt fyri hverjum rætt-
siktaðum menniskja. at
tað er skeivt at pína med-
skapningar í hel. Tað er
etiskt og pedagogiskt líka
rímuligt sum at læra børn-
ini at stinga stokkar inn í
búkin á kettuni. Og um so
hvalváknið verður forboð-
ið, so er sóknarongulin eft-
ir. Og hvussu kenir eru
drápsmenninir at skera á
háls? Teir flestu hvalirnir
doyggja helst av sjokki og
blóðmissi.
Tað finst ” ira einki for-
svar fyri grindadrápinum í
tess nuverandi formi. At
sadistiskir mentaloysing-
ar vaga sær at
mentan og gamlan sið
kann einans vekja beiskan
látur.
Viðvíkjandi B): Tað er
lygn, at grind hevur so
øgiligt at týða í ti før-
oyska húsarhaldinum i
dag. Í nógvum húsum
verður eingin grindabiti
etin. (Og forrestin: hver
troystar sær at taka grind
upp úr bacilludýkinum í
Sandagerði?) Siga vit, at
10.000 føroysk húski eta
grind tvær ferðir um árið,
tosa um
tey nýtast ikki at gera
sum Havnarfelogini. at
og dogurðin hevur virði av
50 kr. (sammett við annan
mat), so gevur hetta eina
millión krónur. Smápeng-
ar. Hetta er ikki meir enn
ein nekulunda bussur
kostar.
MEN tað verður ikki
talan um smápengar, um
miljøfølkini i USA og
Bretlandi lata eitt orð falla
til tær fyritøkur, sum inn-
flyta føroyskan fisk. Verð-
ur ein boykott-herferå sett
i verk (og vandi er fyri ti),
so kann ein og hvør gita,
hverjar fylgjurnar verða
fyri alt okkara samfelag.
I langa tíð hava skila-
fólk ávarað um, at hetta
fór at henda: at tann før-
oyska grindaskommin fór
at frættast um lond. Men
eingin vildi hoyra. William
Heinesen, Mikines, Jens
Pauli Heinesen og onnur
hava víst á tað barbariska
og nazistiska í grinda-
drápinum. Einki hjálpti.
Og nú er Fanin leysur. Nú
er tað líkið út, hvørji svín
vit eru.
Hvat er so at gera?
Hetta: Vit mugu fullkomi-
liga broyta steðu til okk-
ara sakleysa og blíða gest,
hvalin (hann er eisini okk-
ar næsti skyldmaður í zoo-
logiini). Prinsipielt má
grindadrápið í tess núver-
andi formi forbjóðast.
Men tann foroyska
grindaveiðan kann (i sam-
ráði við onnur lond) halda
fram við einum avlívingar-
hátti, sum kann góðtak-
ast. Seydabyrsan er upp-
Papcon er WC pappír
og kekspappir
úr bestu góðsku,
framleitt í Føroyum
Papcon er biligast
og best
á marknaðinum
funnin, hví ikki uppfinna
grindabyrsuna? Legtingið
eigur at forbjóða grinda
drápi eina tíð av árinum
Teir øfantaligastu hval-
vágirnir verða strikadir
. straks — fyrst hospitals-
køsturin í Sandagerði. Ein
kvota verður ásett í sam-
ráðing við onnur lond.
Grind skal einans drepast
av fakfólki. Soleiðis kunnu
vit spakuliga koma fram
til tann dag, tá vit errin
kunnu siga við umverðina,
at vit hava friðað grinda-
hvalin. Annars haldi eg, at
t.d. Sosialurin skuldi gjørt
eina kanning av meining-
ini hjá fólki um grinda-
dráp. Blaðið kundi td.
spurt: Heldur tú, at
grindadrápið skal halda
fram, soleiðis sum tað er
nú? Ja ella nei. So fáa vit
kanska at síggja, hverji
vit eru. Útlendingar kalla
okkum lystmordarar. Í
hálvtannaðhundrað ár
hava vit í okkara vill
mannadansi útbasunerað:
Raske drenge, grind at
dræbe, det er vor lyst. Hví
drepa vit grind? Er tað av
neyð? Nei. Er tað av pen-
ingaligum orsekum? Nei.
Er tað av »lyst«…?
Boykottin hóttir. Um-
verdin skumar av ødi. Før
ovingar tvíhalda um
„gamlan sid«. Tað er idi
otsins privilegium at
standa við hárinum niður
eftir nakkanum, tá skaðin
ER hendur.
Nic