Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-07-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. juli 1985síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Tað kendist sum at hava pistól fyri bringuna og eina umbu undir stólinum — sigur Atli Dam løgmadur um fundin, hann hevði við bretsk umhvervisfólk herfyri. Fad kendist sum at hava ein pistól fyri bring ina og eina bumbu undir stólinum. Ég fari ikki at lata meg diktera av fólk um við hóttanum móti landi okkara undir slíkum umsteðum Nakað soleiðis sigur Atli Dam legmaður í sam- reðu við Sosialin, nú vit spurdu hann, hvussu tað kendist at tosa við tey ensku umhvervisfólkini, sum vóru í Tinganesi nú um dagarnar. Atli Dam sigur, at før- ovingar sjálvandi eru til- reiðar at lurta eftir um- hvervisfólki, men tað skal vera á sakligum stødi. Hvat hesum fólkunum vidvikur, so heldur Atli Dam at tey eru víðgongdir fanatikarar og er tað ógvuliga metimikið at tosa við slík fólk Teir brúka allar metodur til tess at fáa fram síni snævurskygdu sjónarmið, so einki annað er at gera hjá okkum enn at stríðast. Tað skal eingin ivi vera um, sigur løgmadur víðari, at vit feroyingar ynskja, at grindadrápið er so humant sum til ber. Vit eru sinnaðir til at gera kanningar og eisini til at fremja ábetur viðvíkjandi grindadrápi, har vit meta hetta vera rætt og neyð- ugt. Men vit lata okkum ikki diktera av nøkrum fá- um umhvervisfólkum, ið bert hava til endamál at »breida« út einoygd og snævurskygd sjónarmið Logmaður vísir í hesum sambandi á ta sera ósak- ligu viðgerð, sum hevur verið í ensku fjølmidlu- num nú í seinastuni Slík sensatiónspressa kann vera okkara lítlu tjóð til miklan skaða. Ég vil her vísa aftur tað mesta av tá, sum hevur verið ført fram í bretsku fjølmidlu- num seinastu dagarnar sum óndsinnað álop á eina lítla tjóð. jan Nr. 81 — 20. juli 1985 Vandi á ferð uppa longri sikt Eg haldi, at vandi er á ferð uppá longri sikt, um henda nógva um- talan av feroyska grindadrápinum heldur fram. Hetta sigur Johan Mortensen, stjóri á Marr & Co., sum í dag selur fisk til bæði Bret- land og Týskland, har mest verður gjørt burt- ur úr grindadrápinum Johan Mortensen sigur, at hann júst í hesum degum hevur verið í samband við keyparar í útlondunum og teir ávara okkum. Vit kunnu koma í somu steðu sum Suður- afrika er í í dag, har all- ar verur verða bovykott- aðar. Hetta kann ger- ast avleiðingin uppá longri sikt, sigur Johan Mortensen og vísir á, at umtala av slíkum slag, sum vit hava hoyrt um nú um dagar- nar, har feroyingar verða gjørdist til eitt blóðtyst fólkaslag. við tíðini kann festa seg í | FERÐSLUTRYGD er altíð at vera blanka edrúur hugaheimin hjá tí van- liga keyparanum av foroyskum verum. Ursliti kann blíva, at vit í eygunum á kundunum standa sum ein lurvutt norður- lendsk tjóð. Johan Mortensen sigur, at vit eiga ikki at undirmeta týdningin av mótmælunum og tí skriving, sum fer fram í útlendsku fjølmidlu- num og vísir á tær royndir norðmenn hava havt hesum viðvíkj- andi, tá tað hevur snúð seg um stórhvalaveiðu Norska Frionor misti eitt árið 25 mill. norsk- ar kr. í USA bara or- sakað av tí arbeiði, sum Green Peace-fólk o.l. gjørdu — Sama kann henda fyri okkum eisini, sigur selumaðurin, Johan Mortensen. jan Profa máling besta dygd Sámiligir prísir MIÐBÝURIN TÓRSHAVN TLF. 16066 FE AU AA