hósdagur 25. juli 1985síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Oyggja-
OL
i Føroyum
i 89
—ÍSF heldur 50 ára dagin
við triðju oyggjaleikunum.
Oyggjaolympiadan verður
i Føroyum í 1989
Hetta varð avgjert í
Douglas, Isle of Man, týs-
ISF bað um at fáa
leikirnar í 1989, tí tá eru
50 ár síðani Itrottasam-
band Føroya varð stovn-
ad.
Tysdagin varð eisini av-
gjørt at hava leikirnar
annað hvert ár og næstu
ferð, í 1987, verður Guern-
sey vertur. Feroyingar
fara eisini at vera við tá,
sigur formaðurin í ÍSF,
Heðin Mortensen.
62 feroysk ítróttarfólk
vóru á oyggjaleikunum í
Isle of Man og tey komu
heim aftur seint í gjár-
kveldið.
Dýr flogferð
Tað kostaði út við 400.000
kr. at vera við í leikunum á
dagin
Man. Tað bleiv so nógv, tí
flogfarið kostaði 348.000
kr. at leiga, upplýsti ISF-
formaðurin á tíðindafundi
í Havn týsdagin. Hann
segði, at einasti meguleik-
in at sleppa niður á Man
var at leiga flogfar frá
Maersk Air.
— Vit spurdu fyrst
Strandferðsluna, um vit
kundu leiga skip frá teim-
um. Men Teistin var longu
leigaður fyri summarið og
Smyril kundu vit ikki fáa.
Síðani spurdu vit Smyril
Line, um Norróna ikki
kundi leggja inn í Aber-
deen við okkum. Men
hetta bar ikki til.
Tað næsta var so at
royna at fara saman við ís-
lendingum, men teirra
flogfar var ov stórt til at
lenda í Vágum, greiddi
Heðin Mortensen frá.
ISF noyddist ti at velja
dyrastu loysnina. Tað
bøtti tó nakað um stød-
una, at tað eydnaðist at
fylla flogfarið við eðrum
fólki, sum fingu eina sera
bíliga ferð til Man. Tey
guldu 2.000 kr. fyri ferða-
seðilin og 1.000 kr. fyri
mat og uppihald í eina
viku.
Ítróttarfólkini
1.500 kr. í part.
ÍSF fer kortini ikki at
hava undirskot av luttek-
guldu
tíðindablaðið søsialurin
uni i fyrstu oyggjaleiku-
num, ti stovnar og fyritøk-
ur studladu tiltakinum
dyggiliga.
Tíðindafundurin týs-
dagin varð hildin, tí Far
Con handaði vinningin av
karnivalinum í Gunda-
dalshellini 13. juni. ÍSF
fekk 52.123,66 kr.
Martin Mouritsen, Far
Con, segði, at 803 fólk
vóru á karnivalinum og
umsetningurin var
107.000 kr. Ymsar fyritek-
Nr. 83 — 25. juli 1985
Martin Mouritsen handar Heðini Mortensen ein tjekk
uppá 52.123,66 kr. t.e. vinningurin av karnivalinum í
juni. Páll Arge, hin stjórin í Far Con, er eisini á myndini.
ur og peningastovnar játt-
aðu at vera sponsorar og
lótu tilsamans 45.000 kr.
Av tí hetta var fyrsta
karnivalið, vóru ymsar
óvæntaðar útreiðslur.
Men annars lukkaðist
karnivalið væl, segði
Martin Mouritsen.
— Vit hava nú fingið
prógvað, at tað ber til at
hava karnival í Feroyum.
Næsta ár fara vit at gera
meira burturúr og fara út
á geturnar við dansinum.
Far Con ætlar eisini í
framtíðini at lata vinning-
in av karnivalinum fara til
ítrótt ella okkurt annað tí-
líkt endamál.
hd
Ungur listamaður vann kapping
Frá vinstru: Olivur við Neyst, Rannvá Kunoy og Eli Smith.
Listamaðurin Olivur við
Neyst úr Klaksvík vann
kappingina hjá Amnesty
International og Post-
verkinum um at tekna frí-
merki til 25 ára stovning-
ardagin hjá AI, sum er 28.
mai 1986
Dómsnevndin, Gunnar
Hoydal, Halgir W. Poul-
sen og Knud Wacher, fekk
heili 235 uppskot at taka
steðu til. Teir tríggir blivu
samdir um at lata Olivuri
við Neyst fyrstu virðislen-
ina, 10.000 kr
Hansara uppskot er tað,
sum best av ellum sigur
frá vónini um frigering og
frælsi, sigur dómsnevndin
og leggur aftrat: >Fuglar
nir, sum koma úr myrkri í
búrinum upp í ljósan dag,
lýsa vakurt ta stremban,
sum er aðalmálið hjá Al
og virki tess.“
Trý frímerki
Etlanin er at geva út trý
frímerki og tí vóru eisini
latnar onnur og triðja
virðislen
Rannvá
aðru
tekk
virðislan og Eli
Kunoy
Smith triðju. Tey fáa
5.000 kr. hver.
Um uppskotið hjá
Rannvá sigur dómsnevnd-
in, at tað er tað skilligasta
og mest hugvekjandi av
teimum nógvu barnatekn-
ingunum, sum komu inn
Mamman og bernini, sum
toyggja seg upp móti
pápanum í fongsulsglugg-
anum, er sum mynd ein
ben um frígeving og lýsir
soleiðis ein hevuðstátt í
virkseminum hjá AI.
Um uppskotið hjá Kli
Smith, sigur dómsnevnd
in, at hóast evnið er við-
gjert listaliga frítt, er
myndin kortini greið og
talar beinleiðis um óttan
og ræðuleikan, sum eru
korini hjá samvitskufang-
um, og um píningina, sum
AI arbeiðir ímóti um allan
heim.
Umframt virðislenirnar
fáa teir tríggir vinnararnir
vanliga samsyning frá
Postverkinum fyri at gera
myndir til frimerki.
hd