Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-07-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juli 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Yvirgangs- virksemi — kann tað raka okkum? YVIRGANGSVIRKSEMI ella terrorisma, sum tað eis- ini er kent undir, gerst meira og meira vanligt í londunum rundan um okk- um. Leita vit bert nøkur ár aftur í tíðina, tá fleiri ísra- elsk ítróttarfólk lótu liv av terroristaávum undir eini olympiadu, so var tað ein hending, sum skelkaði heimin í langa tíð aftaná. Í DAG hoyra vit tíanverri um slíkar hendingar nærum dag um dag, tær eru vorðn- ar gerandis. Talan er um ávísir bólkar — oftani polit- iskar og oftani átrúnaðarlig- ar — sum vilja gera vart við seg við at gera seg inn á heilt ósek menniskju. Á henda hátt vilja teir vísa restini av heiminum, at teir eru til og hvat teir standa fyri. Hóast tað finnast ym- isk sløg av terrobólkum við ymsum endamålum, so er alt terrorvirksemi at meta sum forkastiligt. At heilt ósek og tilvildarlig menn- iskju verða myrd, kann einki rætthugsandi og at sær komið menniskja góð- taka. MEN um somu tíð, sum hetta hendir, so eiga vit eis- ini at spyrja okkum sjálvi, hví tílíkt verður framt. Er tað eisini okkara samfelag, sum er -vorðið sjúkt og kanska ikki bert terroristar- nir. Tað kunnu helst vera nógvar meiningar um, hvussu samfelggini eiga at byggjast upp og verða | stýrd, men at terroratgerðir móti ósekum menniskjum skulu nýtast til at fremja eina sek, tað kann eingin góðtaka. HIGARTIL hava vit bert hoyrt um yvirgang í lond- um, sum liggja langt burtur frá okkara lítla oyggjalandi her í Norðuratlantshavi. Vitr munnu tá hava hugsað, at vit fara heist at verða spard, tí eingin man hava áhuga í at gera seg inn á okkum — í Føroyum. Ti, til hvat nyttu! Soleiðis hava íbúgvarnir í Keypmannahavn helst eis- ini hugsað — til teir brádd- liga vórðu vitni til eina herviliga terroratgerð, har fleiri fólk lótu lív og enn fleiri eru løstad. Slík atgerð kundi eins væl rakt ein av okkara, tí stórt tal av føroy- ingum býr í Danmark. NÚ terrorvirksemið er kom- ið til Danmarkar, munnu fleiri okkara helst spyrja: nær kemur tað til Føroya? Vit kunnu bert vóna, at vit sleppa undan slíkum at- gerðum. Men vit hava helst litlan møguleika at verja okkum ímóti tí annað enn at vera »uppå vakt«. HÓAST vit hava djúpastu samkenslu við teimum óseku, sum hava latið lív undir terroratgerðum aðra- staðni — eit nú Keypmanna- havn og hóast vit vanvirða tey fólk, sum standa aftan- fyri slíkar brotsgerðir, so duga vit helst fult út at ímynda okkum hesi viður- skifti, tí vit higartil hava ver- ið spard. Tann dag vit sjálvi verða fyri missi, tá munnu vit av álvara fara at kenna á okkum hvat henda óhugnaliga og eitrandi sótt- in sum yvirgangsvirksemi er, hevur at týða fyri øll menniskju uttan mun til hvar vit eru stødd í heimi- num. jamii er cgsialurin grindaágangurin Tað er ikki eiti á ágangi, sum í hesum degum verð- ur førdur fram ímóti grindadrápi í Føroyum. Og hetta kemur frá londum, sum skuldu hugsa seg eitt sindur um, áðrenn tey fóru í hernað ímóti Føroyum og føroy- ingum. Tí ikki verða tað føroy- ingar, sum koma at oyða lívið í havinum. Men held- ur tann oyðandi krigsidn- aðurin. Har Sveríki, sum eitt av teimum fremstu seljara- londum av oyðandi vápn- um. er við at týna túsund- tals mannalív. Og burturkastið frá atomvápnum, sum bæði verða brúkt í luftini og í sjónum gera tað, at matur- in er eitraður. Drekkivatnið í Føroyum er illa brúkandi orsakað av royndarspreingingum. Nei, tað vera ikki foroy- ingar, sum týna grinda- hvalin við drápi til matna. Annars hevdu teir, sum í dag føra ågangin fram ímóti føroyingum, ikki verið so byrgir, um ikki føroyingar við lívinum i våga førdu fisk til tað krigsherjada ONGLAND. Tå eingin annar tordi at sigla, tå sigldu føroyingar, men alt hetta tykist nu at vera gloymt, men hvat er tad, sum i veruleikanum fær hesar stóru tjóðir sum Bretland og Sveríki at fara í hernað, helst er tað øvundsjukan yvir, at hetta lítla landið, Føroyar, roynir at klára seg sjálvt. Tær stóru tjóðirnar skuldu heldur tikið hond- ina í egna barm. Hvat við valdgerðunum á fótbólts- vellunum og narkotika- misnýtslan og ikki at gloyma tað loyvda barna- drápið við fosturteku. Grindarakstur tykist at hava sterri týdning, gloymd eru orð Churchill's „Tann lítla tjóðin, sum við sínari steðutakan, skal ongantíð verða gloymd«. Og hvat var tað hon ikki skuldi verða gloymd fyri. Tað vóru feroyingar, tá eingin annar tordi, sum sigldu við fiski og har við vóru við at hjálpa til at berja niður krígságangin, sum var, og nú verður sum takkarlen ágangur ferdur Nr. 83 — 25. juli 1985 fram ímóti livividurskiftu- num hjá føroyingum. Veruleikin er tann, at um feroyingar ikki vóru við at sigla fisk til Ong- lands í 1940-1945, so hevði verið mangan svangligt og nú skula teir seta for- boð fyri keypan av før- nyskum fiski, og við lygn- um seta forboð fyri grindaveiðu. Oftani mugu ringar tungur føra mann so víða, tað má sannast her. Men eitt skal standa fast, við lygnum skula tey ikki kúga okkum. Danski grenlandsmála- rådharrin Tom Højen segði tað so satt og rám- andi: »Vit eiga at hyggja um okkum sjálvi, áðrenn vit tala um onnur, tí hvat gera vit, tá grísarnir verða slaktaðir, og hvat við hesnunum! Vit royna at krógva okk- ara sláturhús burtur, tí har gongur ikki alt so greitt fyri seg.“ Gott at vita at tað er onkur, sum tekur undir við okkum føroyingum. Sverre Midjord Bjálkin og flísin Tað var rættuliga tíðliga í barnaárunum, at ein fór at fáa hylling á. Eitt nú hvussu menniskjalyndið er vorðið. Handa yvir- skriftin minnir meg nógv um eitt nú tað mest aktu- ella, ið er frammi í press- uni her heima, og tá helst í „Stóra Bretlandi« — um grindadráp í Feroyum. Satt at siga hevði eg væntað, at onkur her á landi var so væl útbúgvin, at hann kundi forsvara okkum feroyingar ímóti bretum. Um ikki annað so við penninum. Tí vápn hava vit ongantíð droymt um at nýta móti okkara medmenniskjum. Hatta við at vit drepa grind, tað kann enn á sinni steðga til kanska eina seinni um- reðu. Eitt skal standa fast, at grindin kemur til okkara, sum ein av mong- um guðsgávum. Tað, sum erkymlar meg mest, er, at vit feroyingar verða av bretum mettir sum ein blóðtyst tjóð. Skamm í tungurnar. Eg tonki mær til, at bretar royna at káva útyv- ir stóra fólkadrápið 29. mai í ár í Bruxelles. Hatt- ar kann ikki kávast útyv- ir. Vit eiga filmin, og so er tað longu komið í verald- arsøguna. At hattar ummæli um førovingar, kundi av ill- vilja komið frá einari hverjari aðrari tjóð, skal eg ikki taka so tungt. Men at tað skal koma frá bret- um, tað kann fáa eins blóð upp á kók. Vit, ið minnast longur aftur í hesi eld enn til »Greenpeacarar«, stendur tað klárt i minni- num, tá bretar lógu her um oyggjar okkara og eyð- rændu við trolinum. Bæði smátt og stórt av fiski. Tað segði seg sjálvt, at føroyingurin tá á døgum lítið formáddi sær móti Bretlandi, ið var heims- veldi. Tá veiddu vit við onguli og steinim, seinni lodd og sneri og tveir húkar. Feroyingurin bleiv nærmast otaður av sínum egnu grunnum, langt av landi, so sum til Íslands. Seinni til Grenlands og enn longur. Tíbetur eru vit føroyingar í dag vaknaðir við, so vit kunnu teljast millum ídnastu sjómenn og fiskimenn. Tað gav at bíta undir seinasta heimsbardaga. Hver átti tá lívið í bretum við fiskamati? Feroyingar sjálvandi! Millum minur, bumbur, kanónir og allan annan fjandskap bæði undir og oman á vatninum eins og loftinum. Hver setti lív og skip í vága tá? Føroyingar! Hvat segði „Churchill stórmenni<? >Hettar skal ikki verða tykkum feroy- ingum gloymt.« Ikki veit eg, Churchill fekk sparkið. tá neyðin fór at gloymi- bókina. T.v.s. eftir val. Hvat fingu feroyingar? Heimsins len! Og so nú geva Greenpeacararnir okkum ummæli. >„Ein blóðtyst tjóð, ið drepur grind, so hvalirnir bløda.« Og stovnurin er í vanda. Míni ráð eru. Stingið hondina í egnan barm. Tá fela tit roykin av menn- iskjablóði í milliónatali. Enn kunnu vit binda um heilan fingur. Hevdu tit bara vitað, hvussu beiskur rákin er í munninum á okkum. Av tílíkum um- mæli, og so at senda út um øll lond. Hvussu rík vit eru, skal standa ósvarað. Men okk- ara stersta ríkidemi er, at vit liva við friði í Feroy- um. Vágur, tann 20. juli 1985 Hentzar Joensen KJARTAN DALSGAARD TRYGGINGAR UMBOÐS STOVA MOYDALSVEGUR 8 TLF 1 5222