leygardagur 3. august 1985síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Fundur um
fýra vikur
Tað varð ikki so leingi, at Legtingið var saman í
hesum umfarinum. Hósdagin fór tingið heim, og
fundur verður ikki aftur fyrr enn leygardagin 31.
august kl. 10, tá uppskotið um fíggjarlegtingslóg
kemur til viðgerðar.
Annars er ætlanin at hittast aftur um hálvan
september, boðaði legtingsformaðurin frá á sein-
asta fundi. Tá koma fyrst uppskotini fram, ið eru
legd fram seinastu dagarnar, og teir fráboðaðu
fyrispurningarnir til landsstýrismenninar skulu
svarast.
Ossur av STeinum,
Sverre Midjord og Poul
Jakku Olsen, sum nú
hava fingið sæti á tingi
Triggir fingið sæti
Á tingfundinum hósdagin bóðu løgmadur Atli Dan
og landsstýrismenninir Vilhelm Johannesen og
Jógvan Durhuus um at verða loystir úr tingsessu-
num fyribils og at næst valdu á listunum fingu
sæti á tingi.
Fyri Atla Dam er Sverre Midjord komin inn,
fyri Vilhelm Johannesen Poul Jakku Olsen og fyri
Jógvan Durhuus Øssur av Steinum.
tíðindablaðið
Vil hava handkeypsapotek
Fyri Fólkaflokkin hevur
Poul Michelsen lagt upp-
skot fram um at broyta
legtingslógina um apotek,
soleiðis at heimild verður
til at seta á stovn hand-
keypsapotek, har lands-
stýrið og kommunalu
myndugleikarnir halda
tað vera neyðugt.
Av viðmerkingunum til
uppskotið skilst, at upp-
skotsstillarin hugsar m.a.
um at gera tað møguligt
at seta á stovn hand-
keypsapotek í Havn.
Sambært uppskotinum
skal landsstýrið góðkenna
tey fólk, sum kommunu-
stýrini velja at hava hand-
keypssølu, og avvardandi
apotekari og landslæknin
skulu ummæla. A bygd
skal læknin hava rætt til
at fåa søluna. Landsstyrid
skal avgera, um apotekini
skulu hava loyvi og
skyldu til at stovna hand-
keypsseluna. Um næsta
apotek er langt burtur,
skulu læknar rokna við at
fáa loyvi til at flýggja út
heilivág, sum skal keyp-
ast frá apoteki.
Vil sleppa
at stuðla
pensionistum
Fyri Fólkaflokkin hevur
Poul Michelsen lagt upp-
skot fram um at broyta
skattalógina. Sambært
uppskotinum skal tað
bera kommunum til at
veita pensionistum peng-
aligan stuðul, ið ikki verð-
ur skattaður.
randi
Tórshavnar kommuna
hevur áður brent seg.
Pensionistar fingu frá
kommununi eina upp-
hædd sendandi, og hesum
pengum noyddust pens-
ionistarnir at gjalda skatt
av.
randi
Um uppskotið verður samtykt, verður kanska hand-
keypsapotek sett á stovn í Havn
Vil endurskoða
heimastýrislógina
Fólkaflokkurin hevur skotið upp at seta seks
manna tingnevnd at endurskoða heimastýrislóg-
ina og koma við meguligum uppskotum til broyt-
ingar.
Heimastýrislógin er 37 ára gomul, og tí heldur
Fólkaflokkurin einki legið vera í, at lógin nú verð-
ur endurskoðað. Um ikki annað so fyri at gera
hana meira tíðarhóskandi.
Flokkurin nevnir í viðmerkingunum, at fleiri
ivamál hava verið um tulkingar av lógini og við-
víkjandi lóggávuarbeiði Legtingsins í mun til
Nr. 86 — 3. august 198t
heimastýrislógina.
Tamarhald
fáast á alingini
Nú skal loyvi til frá lands-
stýrinum, áðrenn nakar
kann fara undir at ala fisk
og skeljadjór. Loyvi
krevst eisini fyri at kunna
byggja, nýskipa, innrætta
ella vidka virki til kleking
og aling av fiski og skelja-
djórum. Haraftrat er nú
forboð sett fyri at flyta inn
livandi fisk og skeljadjór
og yngul og rogn av hes-
um.
Nú krevst loyvi
Tað var Aliráðið, sum
mælti til at broyta lóg-
irnar, so reglurnar verða
strangari. Fyrr í vikuni
legði Landsstýrið fram
uppskot um hetta, lógar-
broytingarnar vórðu
endaliga samtyktar í Løg-
tinginum hósdagin.
Tað er fyri at minka um
smittuvanda, dálking og
framleiðslutrupulleikar-
nar, at forboð er sett móti
áðrenn nakar kann fara at ala
innflutnngi av livandi
fiski og skeljadjórum.
Hin lógarbroytingin er
fyri at fáa sterri tamar-
hald á alingini, segði Vil-
helm Johannesen, lands-
stýrismaður.
Tað hevur verið soleið-
is, at landsstýrið bara
kundi sýta at geva loyvi,
tá vandi var fyri smittu-
sjúkm, dálking og fram-
leiðslutrupulleikum. Nú
skal landsstýrið í hverjum
einstøkum føri geva loyvi.
Eisini krevst loyvi fyri at
flyta inn brúkta útgerð til
nýtslu innan alivinnu.
Lógarbroytingarnar
komu í gildi hósdagin,
t.v.s. sama dag, sum tær
vórðu samtyktar. Lands-
stýrið hevði skotið upp, at
onnur lógin skuldi vera
afturvirkandi frá 1. januar
í ár. Men tað vildi Tingið
ikki. Ein samd ídnaðar-
nevnd mælti til at lógin í
staðin fekk gildi beinan-
vegin.
randi
Bara fyri
føroyingar
Uppskotid skal bara
umfata føroyingar og
ikki utlendingar, sig-
ur Oli Breckmann,
sum fyri Fólkaflokkin
hevur skotið upp at
hækka skattafría inn-
tekumarkið hjá
føroyingum í útbúgv-
ing uttanlands. Hann
heldur, at tað er bæði
hugaligari og persón-
liga meiri mennandi,
um fólk í útbúgving
kundu vunnið meira
skattafrítt og harvið
sjålvfiggjadu sum
mest av læruútreiðsl-
unum.