týsdagur 6. august 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefor 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
tidindabladid
Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin
Marknaðir
eystanfyri
FRÍGGJADAGIN fer ATI Dam,
løgmadur og fiskimálaráðharri til
Sovjetsamveldið í almenna vitj-
an. Tað er sovjettiski fiskimála-
ráðharrin, sum hevur boðið før-
oyska fiskimálaráðharranum við
frú at vitja pláss í Sovjetsam-
veldinum, sum hava okkurt sam-
band við fiskivinnu og fiskiídnað.
LÍTIÐ er at ivast í, at slíkar vitjanir
kunnu vera til felags gagn fyri
bæði londini. Vit hava longu í dag
tætt samstarv við hesa einu av
heimsins størstu tjóðum. Spurn-
ingurin er nú um ikki møguleiki er
at víðka hetta samstarvið, nú vit
eru varug við boykotthóttanir av
føroyskum verum í eitt nú EEC-
londum. Tað er altíð best at hava
nógvar marknaðir at halda seg til,
um ein ella fleiri av teimum
brádliga »kiksa«. Eitt nú um ålv-
ara verður gjørt av at boykotta
føroyskar fiskavørur, orsakað av
grindauppøsingini.
FØROYSKAR fiskavørur verða
seldar til nógv lond, men vit eiga
alla tíðina at leita eftir nýggjum
marknaðum, og vit eiga ikki bert
at fara har stytst og lættast er,
men eisini longur burtur, har vit
kanska ikki roknaðu við nøkrum
meguleikum.
VISSULIGA eiga vit at venda eyg-
uni móti eysturlondum — eitt nú
Sovjetsamveldinum og Japan og
her royna at selja okkara fiska-
verur. Vit eru rættiliga nýggir á
japanska marknaðinum, og tað
vit hava selt til teirra, hava vit
fingið sera góðan prís fyri. Nú
kunnu vit spyrja, hví vit ikki fyri
langari tíð síðani hava leitað upp
henda stóra japanska marknaðin.
oddagrein
Einki er at ivast í, at her áttu vit at
verið komnir við fyri nógvum ár-
um síðani. Men betri seint enn
ongantíð.
TAÐ sama kundu vit sagt um
Sovjetsamveldið. Her finst uttan
iva ein marknaður fyri føroyskum
fiskavørum eisini. Russar eru
annars sera frammaliga á fiski-
vinnugkinum og ikki minst hvat
svartkjaftaveiðu og -viðgerð við-
víkir. Her hava vit helst eisini
okkurt at læra og samvinna um,
nú teir fiska ein stóran part av
svartkjaftinum í okkara sjógvi.
TAÐ er at vóna, at okkara fiski-
málaráðharri kemur heimaftur úr
Sovjetsamveldinum við onkrum
konkretum ella onkrum, sum
kann vera spírin til eitt samar-
beiði eisini á fiskasøluøkinum. Og
spyrst okkurt burtur úr hesi ferð
hansara, so var tað kanska íkki
nakað vánaligt hugskot, at hann
eina aðru ferð legði leiðina til
Japans, har vit uttan iva eiga stór-
ar møguleikar. Vit skulu eisini
minna á, at japanesarar eru sera
sinnaðir at fáa stórri samstarv í
lag við føroyingar. Teir hava m. a.
bidid um loyvi at royna við einum
fiskiskipi í okkara farvatni, og tá
skulu vit afturfyri fáa teknolog-
iska vitan o.a. Vit meta, at løg-
maður eigur at umhugsa slíkt til-
boð. Vit eiga so vissuliga ikki at
bera ótta fyri positivum avbjóð-
ingum og vónandi kann eitt okt
samstarv millum Feroyar og tey
bæði stórveldini Sovjetsamveldið
og Japan metast sum ein positiv
avbjóðing.
Til Lassa Klein:
Nr. 87 -
6. august 1985
Set vegarbeidid i gongd
Vegarbeidid millum Våg og Lopra må
byrja aftur beinanvegin
Vit minnast, hvussu
gongdin var vid vegagerå-
ini i Langadølum. Tå
stedgad bleiv i desember
mánað seinasta år, varð
roknað við, at byrjast
skuldi aftur fyrst í januar.
Men tá ið menn skuldu
meta aftur til arbeiðis,
fingu teir at vita, at einki
skuldi gerast, tí pening-
urin var nýttur til annað
arbeiði.
Síðan hendi ikki meir. 3
løgtingsfiggjar-
log bleiv peningurin
avsettur til hetta vega-
strekkið, men higartil ar
arbeiðið = ikki byrjað.
Sjálvt um vit eru fleiri,
sum halda, at hetta ikki
var besta loysnin við
vegagerðini, so kann tað
ikki góðtakast, at tað ligg-
ur sum ein ruin. Og menn
sum eiga jørd har vita
ikki, um teir eru keyptir
ella seldir.
seinastu
Kristið diktatur
í Sosialinum?
Eg fari at takka Høgna av
Heiði fyri frálíku grein
hansara í Sosialinum 20.
juli, sum — saman við
bóklinginum, hann gav út
fyri stuttum — hevur birt
upp undir eitt tjak um
dóm teirra kristnu, sum
okur leingi hava havt fyri
neyðini.
Við hesum umboðar
Hegni tann stóra partin
av Føroya fólki, sum ikki
kann loyva sær at siga
hugsan sína — av tí, at
trúarmonopolið her á landi
eisini hevur monopol upp
á valdið. Og valdið hevði
jú uttan erindrekar vár-
harra mist alla styrki sína
(eins og eitt nú Jákup
Lindenskov í hesum feri
var í vanda fyri).
Somuleiðis fari eg at
takka Jan Múller, blað-
stjóra fyri at hava tikið
grein H.H.'s við í Sosialin.
Tíverri skal dirvi til at
taka talu- og skrivifrælsið
í hesum demokratiska
landi í álvara. Men tað
dirvi hevur hann sýnt.
Men tað var sum at fáa
vátan vett at lesa aftur-
svar Jákup Lindenskovs í
Sosialinum tríggjar dagar
seinni.
Hesin maður kallar seg
demokratiskan sosialist,
samstundis sum hann
roynir at vinna fasism-
unnar berufsverbot frama
í Føroyum.
— Nei, Jákup, ikki vist eg,
at Hitler hevði uppfunnið
demokratiið; og hvaðani,
ein væl lærdur maður sum
tú hevur hetta, er ilt at
meta um.
Hin vegin ljóðar bræv
títt heldur sum ein 03-stíl-
ur í 6. flokki, enn sum
skriv hjá einum við nakr-
ari sum helst útbúgving,
80...
Men tað krevur kauska
serligt hugflog at koma til
hasa niðurstoðuna hjá
tær.
Taka okur vanliga mate-
matiska logikkin
(142=3), — sum Jákup
ivaleyst hevur fingið ein
bita av við góða lærdómi
sínum — koma okur fram
til, at pressufrælsi * ate-
isma = kommunisma. Nú
eru oll eygu vakin, og allir
heilar hava skilt: diktatur,
Stalin, Sibiria, pínslukjall-
arar, heilavaskan, morð og
brandur.
— Hetta er tað rætta,
Jákup. Uppgáva javnað-
arrerslunnar er at jagstra
kommunistar. Lorta-
spannin megnar tíverri
ikki hesa torføru uppgávu
einsamell. Haraftrat er
tað bæði sosialt * demo-
kratiskt = sosialdemo-
kratiskt ; og demokratisku
sosialismuna hevur Adam
Smith ju uppfunnid. So
hviikki...?
Men eru ongir kommun-
istar at jagstra, kundu
okur jú altíð uppfunnið
nakrar. — t.d. tá onkur
finnur upp á at ákæra velj-
arar Jákupsar fyri at taka
undir við kristiligari
indoktrinering av skúla-
bernum.
Og at indoktrinera og
propagandera eru tað jú
bara kommunistar, ið
duga.
Hin tiltikni Pól F. skrivaði
einaferð: >ER soðið ov
tunt, koyr missiónsbollar
i«. — Hetta er sjálvandi
ikki í námind av tí, Jákup
ger. Slíkt plagar jú ikki
at vera honum fyri.
— Og soðið er jú nóg
gott. Minst fjórða hvert
ár nýtir Jákup skrivi- og
talufrælsi sítt: á tingi, í
blødum og útvarpi. Og so
sjálvandi eisini, tá onkur
frekur ateistur sríkir seg
Ég fara at heita á Lassa
Klein, landsstýrismann í
vegamálum, um at bera
boðini víðari, so arbeiðið
kemur í gongd aftur bein-
anvegin. Vit skulu helst
ikki koma í somu steðu nú
sum undir seinasta lands-
stýri, at pengarnir verða
nýttir til annað arbeiði.
Tað eru vit tíverri illa
roynd av júst har.
Henrik Old
inn í Sosialin, og roynir at
lumpa reinar og óspiltar
javnaðarsálir.
Ein sunnudagsskúlalærari
úr Dali skrivar í sama Sos-
iali sum Jákup eitt mót-
mæli, ið hevur næstan
100% sama innihald sum
Jákupsa. Ongin annar enn
hin altvaldandi kann hava
lagt teimum somu orð í
munnin.
Einar tvær reglur vóru
tó aftrat hjá hesum um-
boðsmanni várharra í tí
fjarskotna. Har stóð: >Vit
kunnu ikki tola slíkt frælsi
til at avnokta okkara
gud«.
— Hvørji eru »vit«? Og
hver er »okkara« gud?
Eg haldi tað vera
ágang uttan máta at
trýsta okkum inn undir
tykkara gud. Slík eins-
rættan hoyrir einans dikt-
aturum til.
Tú kallar teg demokrat,
men krøv tíni minna mest
av øllum um ta framferð,
okur kenna frá ræðu-
myndunum úr Sibiria. So
skjótt, sum okur gudleysu
síggja áskoðan okkara á
preati, skal skrivifrælsið
»avmarkast«. Í „okkara
blad« skulu bara demo-
kratiskar áskoðanir sum
tínar fáa innivist.
Annars undrar tað meg, at
eitt fólkavalt umboð sum
Jákup Lindenskov ikki
kennir landsins lógir. Dan-
marks Riges Grundlov frá
1849, $77, sigur: >Enhver
er berettiget til at pá tryk,
i skrift og tale at offentlig-
gøre sine tanker, dog und-
er ansvar for domstolene.
Cencur og andre forebygg-
ende forholdsregler kan
ingen sinde på ny ind-
føres.«
Framhald å sidu 14