týsdagur 6. august 1985síða 20
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? — Ivamál?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
mm
Åhugafelagsskapur til frama fyri fornminni í Føroyum:
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
-
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Mururin í Kirkjubø rapar
siga serfrødingar.
— um hann ikki í stundini verður umvældur,
Múrurin í Kirkjube er nú
so illa farin, at tað er bráð-
neyðugt at umvæla hann,
um hann skal varðveitast
fyri eftirtíðina.
Hetta stersta fornminni
okkara stendur til at rapa,
er frostsprongt, grótið er
ógvuliga nógv tart tey
seinastu árini, eins og
nógv grót er dottið niður.
Ein áhugabólkur hevur
nú tikið stig til at savna
pengar saman, sum skal
hava til endamáls at varð-
veita Múrin í Kirkjube
eins og fornminni aðra
staðni í landinum.
Ein áheitan var í
Dimmalætting fyri ólav-
seku, har 482 fólk
skrivaðu undir og stuðl-
aðu tiltakinum
Síðani hevur Lands-
stýrið játtað 60.000
krónur, sum skulu nýtast
til umfevnandi kanning av
Múrinum
Kurt von Jessen, arki-
tektur í Danmark
hevur verið við í umvæl-
ingararbeiðnum síðan
fimtiårini i Kirkjube,
kemur til Ferova i næst-
um at kanna Murin
Kjartan Kristiansen, ein
sum
talan erum? na
upphæddir, un Múrur
in í Kirkjube skal
veitast fyri eftirtíðin.
Landsstýrið
að 60.000 krónur,
Múrurin kann verða ná
greiniliga kannaður
hetta er gjort
tikið støda t
fram skal farast til te
at Múrurin kann var
veitast
av stigtakarunum, sigur
við Sosialin, at teir fingu
hugskot til hetta tiltakið á
fundi í útvarpshellini 2.
apríl í 1984.
Ætlanin er nú at savna
pening inn til ein grunn til
frama fyri fornminni í Før-
oyum.
— Tað eru hópin av forn-
minnum kring landið, sum
fólk hava áhuga at varð-
veita, sigur Kjartan Krist-
iansen og skoytir uppi: —
Vit kenna oøll, hvussu
leiðiligt tað er at síggja
hús og onnur minni frá
fortíðini forfarast. Tí er
tað oftast nærliggjandi at
fólk bert vilja koyra bur-
ur, bert fyri at sleppa
undan at síggja tað. Um
fólk harafturímóti
væla og gera eitthvert til
um-
tess at varðveita hesi, so
er hetta nakað, sum fólk
fegnast um.
Henda áheitanin var
fyrsta stig á vegnum.
Hvat ætla tit síðan at seta
í verk?
— Ætlanin er at stovna
åhugafelagsskap, sum
skal hava til endamål at
savna pening i ein grunn,
sum fær heitið: Føroya
Forminnagrunnur. Ætlan-
in er eisini at hava årsadal-
fund á hverjum ári á ólav-
seku, har fólk fáa at vita,
hvar pengarnir verða nýtt-
ir.
Tað ber eisini til at
tekna seg sum stuðulslim
við festum árligum gjaldi,
ella at lata peningagávu.
Er tað ikki bakvent, at
áhugabólkur skal gera
slíka uppgávu, sum eftir
rettum er ein landsupp-
gáva?
— Tað halda vit ikki er
so bakvent, at ein áhhuga-
bólkur vísir á ein tørv, so
fornminni okkara ikki far-
ast fyri eftirtíðina.
Múrurin í Kirkjube er
nú so illa farin og hevur
ligið í órekt í so mong ár,
at tað nærum ikki kann
gjaldast aftur. Tí halda
vit, at tað er ein hjálp at
fólk taka seg saman og
gera nakað fyri at
myndugleikarnir = kunnu
gera nakað við hetta.
Hvussu nógv kostar tað
at umvæla Múrin ?
— Tað er tað helst
eingin sum veit. Talan er
um milliónaupphæddir,
men ikki hvussu nógvar.
Hvussu hava fólk tikið
móti áheitan tykkara?
— Sum heild hava fólk
verið ógvuliga positiv.
Onkrar negativar reddir
hava verið, men tær eru
einstakar í fjøldini.
At enda sigur Kjartan
Kristiansen, at slíkt tiltak
sum hetta ikki er óvanligt
aðrastaðni.
— Eitt nú í Skotlandi
hava teir ein felagsskap,
sum kallast National
Trust, sum stuðlar landið
— eitt nú við at savna pen-
ing saman. Eisini í Het-
landi er slíkur felags-
skapur, sigur Kjartan
Kristiansen at enda.
Sosialurin setti síðan
Lassa Klein, landsstýris-
manni í mentamálum
spurningin, hvat teir
hildu um hetta tiltakið.
— Eg haldi, at tað er
sera positivt at fólk taka
seg saman um slíkt tiltak.
Hetta ber í sær, at vit fáa
eyga á vandamál, sum
kanska annars ikki vórðu
tikin upp til viðgerðar,
júst nú.
— Hetta vísir eisini, at
vit ikki longur kunnu lata
sum einki og bert lata
standa til.
Stødan við Múrinum i
Kirkjube er nú so álvars-
som, at okkurt má gerast
beinanvegin. Tí hevur
Landsstýrið játtað 60.000
krónur, so serfreðingur
kann koma at gera ná-
greiniligar kanningar um,
hvat eigur at verða gjørt,
fyri at Múrurin kann varð-
veitast.
Er hetta ikki ein lands-
uppgáva?
— Jú, tað kunnu vit ikki
síggja burtur frá, men
kortini er tað so stórt mál,
at landið einsamalt ikki
orkar at skaffa tann pen-
ing, sum er neyðugur.
Verður peningur settur
av á næstu fíggjarætlan ?
— So langt eru vit ikki
komnir enn. Fyrst skal
serfreðingur kanna Múrin
og geva frágreiðing um,
hvat er neyðugt at gera av
ábetum og umvælingu, so
Múrurin ikki ferst. Krevur
tað at nakað verður gjørt
beinanvegin, vilja vit
sjálvsagt taka málið til
eftirtektar.
Seinastu 10 árini hava
500.000 krónur verið
nýttar til ábetur á Múrin-
um. Greiða er nú fyri, at
fleiri milliónir skulu fáast
til vega, um Múrurin skal
varðveitast.
Dagny