Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-08-08, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 1985síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 88 — 8. august 1985 Soleiðis ímyndar fyritøkan sær, at ein fritidarmiddepil tekur seg út í foroyskum umhvørvi. Scandinavian Center System er vid i »Time Sharing«-skipanini, og kommunur og privatfyritøkur kunnu vera við í projektinum. Tó er ikki neyðugt í hesi skipan t. d. at keypa sær íbúð, men bert geva tilsogn um eitt nú at leiga seg inn á miðstoð ein part av árinum. Utlendsk fyritøka bjóðar føroyingum fritiðarmiðsteðir — eisini at figgja og byggja miðstoðirnar, sum kunnu vera um sjey-átta í tali í Foroyum. Fyritokan bjóðar sær eisini til at vera millumlið til tess at fáa ferðafólk henda- vegin. Umsteðurnar at bjóða ferðafólki til Feroyar eru ikki av teimum bestu, tí uttanumhvørvid, hotell- pláss og onnur viðurskifti ikki eru stórvegis útbygd enn, halda fólk, sum hava skil fyri ferðamannavinn- uni. Í londunum kring okkum eru teir komnir longri, og seinastu árini er komið til fyribrigdi, sum kallars »Time Sharing«, sumkann vera t.d. at fri- tidarmidstødir verða bygdar, har fólk kunnu leiga seg inn eitt tíðar- skeið í summarfrítíðini. Frítíðarmiðsteðirnar eru tá eisini útgjerdar við handlum, matstovum og eðrum tænastugreinum, sum ferðafólk hava brúk fyri. Í letuni er Thorstein Hangaard, formaður í Dansk Ejendomsformidl- ing í Feroyum í summar- frí. Hann er ættaður úr Klaksvík. Thorstein Hougaard hevur samband við SCS (Scandinavian Center Sys- tem), sum er fyritøka ið byggir frítíðarmiðsteðir. Hann heldur at stundin er komin, tá feroyingar eiga at gera av, hvert teir vilja hava ferðafólkavinnu ella ikki. — Feroyingar ferðast nógv í eðrum londum og tí vita teir væl, hvussu henda vinna verður rikin. Bert hava teir ikki rætti- liga tikið steðu til, hvussu ferðafólkavinnan skal mynda seg frameftir í Før- oyum. Her er tað at SCS bjóðar sær til at fíggja og byggja frítíðarmiðdeplar í Fer- oyum. Talan kann verða um sjey-åtta fritidarmid- deplar kring um i Før- oyum. Kommunur og fi tøkur i Føroyum kunnu eisini verda vid til at figgja slikar fyritøkur og ein føroyskur leidari skal eisini verða, men SCS skal hava raksturin, so tænastan á hesum stødum verður eins og í somu fri- tíðarmiðdeplum í útland- inum. Slíkt projekt sum hetta, ið nú verður bjóðað for- oyingum, er gjert í samstarv við roynda fyri- tøku innan ferðafólka- yrkið. Milium hesar fyritøkur eru »Feriering Dånemark« og »Dansk Ejendomsformidling«, sum eisini kunnu millumgongulið, til tess at fáa ferðafólk hendavegin. Mannagongdin er tann, at ferðafólkastovur kring allan heim eru limir í eini telduskipan, sum til heystar eisini verður sett í samband við fylgisvein. Veruleikin er tá, at ein í Danmark ella aðrastaðni kann leita sær upplýsing um, hvar á jardarknøtt- inum, ein kann fáa inni- vist í ávísum tíðarskeiði, vera og sostatt eisini um pláss er i Føroyum. Nógvar skipanir eru galdandi innan »Time Sharing«, eitt nú kann ein keypa íbúð t. d. eitt 20 ára skeið, men tá hevur ein bert loyvi at nýta hana í summarfrítíðini. Eftir hvat skilst á SCS-skipanini, so er ikki neyðugt, at fólk seta seg fyri eina íbúð í frítiðarmið- depli. Tað stendur foroyingum frítt fyri, hvert teir vilja lata útlendsku fyritekuna byggja og fíggja slíkar miðsteðir. Tó kunnu privatfyri- tekur og kommunur vera við í fíggingini á tann hátt, at tey seta seg fyri leigu ein åvisan part í år- inum. Thorstein Hangaard sigur viðvíkjandi prísupp- hædd at halda summarfri í slíkari miðsteð, at hon er um 1500 til 2000 krónur um vikuna í bestu summ- artíð. Aðrar tíðir á árinum verður prísurin minni. Fyribils hevur Thor- stein Hangaard bert havt fund við borgarstjóran í Klaksvíkar kommunu, men fer í næstum at tosa við myndugleikar aðra- staðni og greiða fra hesum tiltaki. Jógvan við Keldu: Vit hava bert fingið pro- jektið fyrilagt, men hava ikki lagt tað fram í by- ráðnum enn, tí fólk eru í summarfrí. Vit fara tó at kanna málið nærri. — Um so er, at tað vit higartil hava fingið upp- lýst, heldur, so ljóðar tað nærum til at verða ov lætt til at tað kann lata seg gera, sigur Jógvan við Keldu. Dagny Síða 3 Fund við danskt íbúðar- leigufelag í gjár Eitt stig á leiðini til at loysa ein part av íbúð- arneyðini — eitt nú í Havn og í Klaksvík — varð tikið í Keyp- mannahavn í gjár. Tá hevði Vilhelm Johann- esen, landsstýrismaður í ibudarmålum fund við stjóran i einum donskum ibudarfelag, Hans Halvorsen. Felagið eitur »Lejebo«. Vilhelm Johannesen sigur, at hesin fundurin var áhugaverdur. — Vit fingu í 1978 eina lóg í Feroyum um íbúðargrunn. Henda lóg hevur als ikki virk- að, hóast at tað vórðu settar 5 mill. kr. í grunnin sum stovnsfæ og at tað er avsett ein mill. kr. á hverjum ári síðani. — Vit eru nú sinnaðir at endurskoða hesa lóg- ina sigur Vilhelm Joh- annesen og vísir á, at øll orka má nú setast inn á at loysa íbúðar- neyðina. — Eg hugsi her m. a. um øll tey ungu, sum koma til stórplássini í læru ella at ganga í skúla. Tey hava einki at búgva í og er onkur íbúð tek, so er kostn- aðurin ofta hareftir, tí eftirspurningurin er so stórur. Á fundinum við danska felagið fekk landsstýrismaðurin upplýst, at har stendur »Lejebo« fyri umfevn- andi > ibudarbygging. Teir eiga meira enn 100 íbúðir til leigu. Tey, sum skulu leiga, rinda fyrst 3% av byggikostnaðinum, sum er 10.000 kr. og gjalda so einar 3000 til 3500 kr. í leigu um mánaðin. Tá er olja í- roknað. Hetta felagið hevur so eisini eina deild sum bert er fyri ung. — Vit hava stóra íbúðarneyð á stórpláss- unum serliga, sigur Vil- helm Johannesen, og heldur fyri, at tað nú er uppá tíðina, at nakað verður gjert við henda álvarsspurning Snarferð til Danmarkar Aftur og fram sama túr fríggjadagin 9. august. Prísur fyri hvort ferðafólkið: 4-koyggjukamar 4-koyggjukamar v/bað/wc kr. 2-koyggjukamar v/bað/wc Meiri fæst at vita frá Smyril Line Tlf. 1 59 00 kr. 895 995 kr. 1.185