leygardagur 10. august 1985síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
yrsti skúladagur
nærkast í Vagi!
Skúlanevndin í Vági er nú eftir øllum at døma
tann einasta, sum kann forða fyri, at trætan í skúl-
anum ikki endar í einum sorgarleiki í heyst.
Feroya Lærarafelag heldur fast við avgerðina
um at krevja tænastumannakanning, er ikki
friður, tá skúlaárið byrjar í Vági.
Tíbetur fyri skúlanevndina byrjar skúlaárið
nakað seinni í Vági enn aðrastaðni, ti skúlin er ikki
klárur at taka í nýtslu. Men tíðin styttist og onki
munagott er gjert við málið í hálvan sjeynda
mánað.
Fyrst í juli fekk skúlanevndin greið boð frá
sjálvum landsskúlastjóranum: vit hava gjert
okkara besta, nú er málið í tykkara hondum !
Landsskúlafyrisitingin hevur eftir áheitan frá
skúlanevndini gjørt nekur uppskot til loysn. Men
eftir ollum at døma eru hesi ikki fallin í nóg góða
jerð í Vági.
Skulanevndin hevur higartil ikki verið fer fyri
at gjert nakað munagott við málið.
Og Landsskúlaráðið og Landsstýrið stúra fyri tí
seg, tað liggur á borðinum hjá teimum og tey
ikki longur kunna skúgva tað til viks.
Formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at prin-
sippavgerð felagsins frå apríl stendur rimmarfest:
Er ikki friður, tá skúlaárið 1985-86 byrjar, biðja
vit um tænastumannakanning.
Skulanevndarformadur hósdagin: Eg veit onki !
Tað tykist ikki at órógva
skúlamyndugleikarnar, at
Vágs skúli kanska missir
yvir helvtina av lærar-
unum við skúlaársbyrjan.
Skúlastjórin í Vági, Ják-
up Olsen, kom aftur úr far-
loyvi tann 1. august. 16
lærarar skúlans og vara-
skúlastjórin siga seg ikki
kunna arbeiða saman við
skúlastjóranum. Fyrr í
summar segdu lærarar við
Sosialin, at teir heldur
segdu upp enn at arbeiða
undir Jákupi Olsen aftur.
Fyrsti skuladagur er
næsta hósdag, 15. august.
Skúlin í Vági byrjar tó
ikki fyrr enn í fyrsta lagi
1. september, tí umvæl-
ingararbeiðið mer ikki
liðugt.
Landsskúlafyrisitingin
ætlar at loysa trætuna í
Vágs skúla við einari
reglugerð um skúlaleið-
arar og einari serstakari
reglugerð fyri Vágs skúla
um millum
skúlastjóra. varaskúla
stjóra og flokslærarar.
Hesar reglugerðir eru
skúlanevndini í
ummælis. Men
hevur ikki við-
gjort tær enn. Formaðurin
í skúlanevndini, Kári
Hammer, veit, sambært
egnum orðum hósdagin,
onki um steðuna í mál-
inum. Hann var júst kom-
in úr feriu og væntaði,
nevndin fór at hava fund
fyrsta dagin. Vit spurdu,
um nevndin ikki hevði
stundir at viðgera reglu-
gerðirnar hjá Landsskúla-
fyrisitingini fyri summar-
frítíðina. Tað visti formað-
urin heldur ikki.
Tað einasta nekunlunda
ítekiliga. formaðurin í
Vágs skúlanevnd kundi
upplýsa okkum um, var,
at beint nú er onki at hava
fund um. Nevndin má
hava meira tilfar fyrst.
arbeiðsbýti
sendar
Vági til
nevndin
Nógv brev
Nógv brev eru
norður um viðurskiftini í
hesum sætta stersta
barnaskúlanum í Fer-
oyum. Teir 16 lærararnir,
sum ikki góðtaka verandi
steðu, vænta ikki. reglu-
gerðirnar hjá Landsskúla-
fyrisitingini fara at loysa
nakað sum helst.
send
— Vit hava longu góðar
reglur. Men skúlastjórin
fylgir teimum bara ikki,
siga tey, samstundis sum
tey fýlast á ikki at fáa
reglugerðirnar til
mælis.
Hesir lærarar skrivaðu
tíðliga í vár til Lands-
skúlaráðið og bóðu tað um
at gera nakað við málið.
Aheitanin er endurtikin í
um-
juli.
Signar Hansen, for-
maður í Landsskúlaráð-
num, sigur, at enn hevur
ráðið ikki viðgjert málið.
Ráðið, sum er kærustovn-
ur fyri avgerðir hjá Lands-
Orð: hd
hevur
ikki
skúlafyrisitingini,
eftir øllum at døma
fingid målid sum kæru.
Triggir av teimum fimm
limunum í skúlanevndini
hava eisini skrivað til
Landsskúlaráðið.
Nú er meira enn eitt
hálvt ár síðani, samstarv-
ið í Vágs skúla gjerdist so
torført, at varaskúlastjór-
in, Oli Holm, avgjerdi at
fara til hús.
Hetta hálva árið er onki
veruligt framstig gjert
móti einari varandi loysn.
Og um tríggjar vikur
byrjar nýtt skúlaár í Vági.
Nr. 89 — 10. august 1985
lands-
skúlastjóri, væntar alt
verður í lagi, tá Vágs skúli
byrjar eftir summarfritid-
ina.
Hann er helst tann ein-
asti, sum er so bjartskygd-
ur. Hann sigur, at ser-
staka reglugerðin, sum
Landsskúlafyrisitingin
hevur gjert til Vágs skúla,
er góð og kann brúkast,
um vilji er til tess. Lands-
skúlafyrisitingin væntar
fyri ikki at siga krevur, at
reglugerðin verður brúkt,
tí skúlanevndin í Vági bað
jú um hjálp!
Ludvig Petersen,
Foreldur endurtaka krav
um kanning
— Einasti máti at fáa viðurskiftini í rætt lag er at lata uttanvelt-
aðan myndugleika kanna málið, sigur Foreldrafelagið í Vági.
Sterstu tapararnir í skúla-
stríðnum í Vági eru børn-
ini, næmingar skúlans
Hetta eru foreldrini
greið yvir og longu 7. febr-
uar, eina viku eftir, at
varaskúlastjórin var farin
til hús, skrivaði Foreldra-
felagið til Landsstýrið við
kravi um, at viðurskiftini í
skúlanum blivu kannað og
ein varandi loysn funnin
sum skjótast.
110 foreldur skrivaðu
undir brævið, sum Lands-
stýrið sjálvandi ikki svar
aði.
Landsstýri hevur heldur
ikki svarað einum brævi
frá nevndini í Foreldrafel-
agnum, skrivað tann 25.
juli.
Vilja hava kanning
I brævinum mælir For-
eldrafelagið til, at ein
óvildarkanning verður
gjørd og, at Petur S. Ras-
mussen heldur fram sum
skúlastjóri ímeðan.
Í brævinum stendur:
>Sjálvt um vanlig
mannagongd er, at Lands-
skúlafyrisitingin tekur
sær av slíkum málum, tyk-
ist tað okkum legið, at
Landsstýrið sum hægsti
Framhald á síðu 5