leygardagur 10. august 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefor 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76. 3800 Tórshavn
Utgåvudagar: týsdag. hósdag og leygardag
Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin
Útgevari:
P/f Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Miller
Fyritaksstjóri:
Krisjan Dahl
Blaðfólk:
Hegni Djurhuus
Randi Jacobsen
Dagny Joensen
Uppseting:
P/f Sosialurin
Prent:
P/f Pressan 1981
oddagrein
Alduorkuverk
— eitt
alternativ
TAÐ nógva prátið og skrivingin
um orkuútbygging í Føroyum
hesi seinastu árini hevur mest
snúð seg um ætlaninar hjá SEV at
útbyggja vatnorkuna. Tær alter-
nativu orkukeldurnar, so sum
vind- og alduorka hava bert fingið
avmarkada umrødu. Fá hava tikið
slík alternativ í álvara, men hava
heldur víst tey frá sær sum
»fantasifostur« og veruleikafjar.
KORTINI er tað ein sannroynd, at
fá lond í heiminum eru betur fyri
við vindi og aldu enn júst vit. Vit
liggja soleiðis fyri, at tað altíð er
eitt lot og at tað altíð er nakað av
aldu.
MEÐAN vit hava latið hesar
6tømandi orkukeldurnar fáa frið,
so eru tað aðrir, sum hava lagt
seg eftir at troyta bæði vindin og
alduna til orkuendamál.
Í DANMARK framleiða teir vind-
myllur fyri milliardir av krónum,
og eru tær tydningarmikil sølu-
vora. Eisini brúka teir sjálvir vind-
myllurnar. Í grannalandinum Nor
egi eru teir nú farnir í gongd við at
troyta orkuna, sum er í aiduni og
byggja teir í løtuni tvey alduorku-
verk nærhendis Bergen. Teir
hava sera góðar vónir og gongst
sum ætlað og útroknað, so verð-
ur her talan um eina stóra útflutn-
ingsveru og eisini um ein nýggjan
orkutátt í Noregi. Sagt verður, at
alduorkuverk í framtíðini kunnu
vera kanningarfør við norsku
vatnorkuverkini.
UM somu tíð stridast vit føroy-
ingar við at útbyggja vatnorkuna
fyri milliónir ella kanska milliardir
av krónum. Tað, sum vit fáa burt-
ur úr hesum stóru iløgum, er
ógvuliga avmarkad, halda summi.
Sagt verður eisini, at hesar ovur-
stóru iløgur fara ikki at geva brúk-
aranum tann elorkuprís, sum
hann kundi ynskt sær. Ídnaðurin
fer helst at hava tungt við at klára
seg, um verandi elprísir hækka
munandi. Og tað halda fleiri fer at
henda.
VIT eru fá í tali og land okkara er
lítið. Tað er avmarkað, hvat vit
kunnu gera av íløgum í alternat-
ivar orkuætlanir. Men eitt kunnu
vit gera og tað kostar einki: at
hava eygu og oyru opin fyri tí,
sum fer fram rundan um okkum
fyri síðani at velja og vraka mill-
um tað, sum veruliga kann gagna
landi okkara.
KANSKA tað íkki var av leið, at
orkumyndugleikar okkara vístu
alduorkuverkunum, sum verða
tikin í bfuk í Noregi fyrsta dagin,
ans. Tað kostar so lítið og einki.
Ella munnu tey, sum avgera orku-
spurningar í samfelag okkara,
halda seg vera so vitandi og
dugnalig, at tey ikki halda nøkur
nytta er í at leita burtur í onnur
lond at vita, hvussu teir har loysa
framtíðar orkuspurningar. Vit
vóna tað ikki
jamú
mín. At kalla alt. ið
var einum
sakligt er vorðin ein ring
atti
mentaðum
ur óvani og ikki at
verið nýtt av
stovni
Í Sosialinum 1. august
loyvdi eg mær at koma við
nokrum hugleiðingum við-
víkjandi ringu umreðuni
av grindadrápi og hvenn
stóra tydning eg meti
tvost og spik at hava í
húsarhaldinum. Ég segði
at eg helt Heilsufrødisligu
Starvsstovuna verða nóg
so avgjørda í sínum úttal-
ilsum og tey áttu at latið
verið við at geva upplýs-
ingar til fólk, ið ikki vilja
okkum nakað gott. Um
hetta er ósakligt, so má
Heilsufroðisliga = Starvs-
stovan greiða frá hvussu
sakig skriving sær ut
I viðmerkingini fra
Nr. 89
Í S hj il
Dar
erið vidgjørd
St matvøra, men at tad
verdur gjørt vart vid stora
kviksilvurinnihaldid, ser
liga i innvølinum. Tad er
just ti at eg haldi úttalils
ini i blødunum, tilskrivad
H.S
gjørd, ti tå vanliga verður
tosað um tvest og spik er
tað tvøstid, ikki innvølur-
in. hugsað verður um
Eg vísti á, at við skila-
góðari kostsamanseting
ber til at eta tvest og spik,
sum annan degurðamat
og skilagóð kostsaman-
seting merkir m.a. at
tvøst og spik ikki verður
etið í åavmarkadum nøgd-
um. Eg vísti eisini á, at
okkum væntar ein kost-
politikk og at nógvur
keyptur degurðamatur
inniheldur utilatingarevni,
ið eisini kunnu hava skadi-
verða nóg so av
ligt árin
10. august 1985
tr heti iKll£ |
tad KKI ein að Ippgavu
num hjá fyrrverandi for
i Brúkarafelagnum
manni
og nun erandi formanni
FK at gera vart við hesi
ting?
Tað kennist sárt at
verða bitin í bakið av sin
um egnu, soleiðis kenni eg
viðmerkingina frá Heilsu-
froðisligu Starvsstovuni
H.S. veit fullvæl at eg
havi sterstu virðing fyri
arbeiði teirra og at tey
hava min fulla stuðul. Eis-
ini veit H.S. at eg havi
roynt at gjørt tað eg eri
ment fyri at fáa allar mat-
verur kannaðar á H.S. so-
leiðis at brúkarin kann
kenna seg tryggan við tað
hann keypir.
Sigrid Dalsgaard
LFÚ mótmælir
LFU mótmælir framferð-
arháttinum í samband við
útgjalding av tí studningi,
ið landsstýrið jåttadi før-
ovingum í útbúgving |!
mai í år
Nógv fólk hava vent sær
til LFU og spurt um hvat
er vordid av studning-
inum. LFU hevur kannad
málaið, og hava vit funnið
fram (til, at Sjóvinnu-
bankin hevur lagt seg á
henda pening.
Tað sær út sum um Før-
oya Gjaldstova hevur
latið Sjóvinnubankanum
upp í hendi at standa fyri
útgjaldingini av studning-
inum. Nekur fólk í
útbúgving hava konto í
Sjóvinnubankanum, og
hevur bankin flutt pen-
ingin á hesar konti.
Men nógv útbúgvandi
hava konto- í eðrum pen-
í staðin
ingastovnum; og
fyri at flyta peningin vid-
ari til hesar peninga-
stovnar, hevur Sjóvinnu-
bankin stovnsett hesum
fólkum nýggjar konti hjá
sær sjálvum
Hetta er farið
uttan at tey fólk, ið eiga
peningin, eru spurd eftir,
og uttan at tey hava fingið
nakað at vita um hetta.
Tað ber í sær, at nógv
fólk eiga pening til góðar í
Sjóvinnubankanum, uttan
at tey sjálvi vita av ti.
fram,
Men heldur ikki tey
fólk, ið hava konto í Sjó-
vinnubankanum, hava
fingið at vita, at studn-
ingurin er komin inn á
teirra konti. Hetta hava
nekur tó funnið útav av
tilvild.
LFI
ikki
krevur, at tey sum
hava fingið studn-
ingin útgoldnan, fáa hann
útgoldnan alt fyri eitt
Hetta krevja vit framt á
tann hátt, at peningurin
verður fluttur á konti
teirra 1 egnum peninga
stovni, ella at tey fåa pen
ingin útgoldnan pr. post
ávísing.
Samaumtikið er talan
um eina sera margháttliga
framferð í hesum máli, og
vegna krevur LFI
eina formliga frágreiðing
frá Sjóvinnubankanum og
Føroya Gjaldstovu.
Vit kunnu annars vísa á,
at Føroya Gjaldstova
frammanundan avgreiðir
studning til føroyingar
uttanlands; og her nytir
ein heilt annan framferðar-
hátt, nevniliga útgjalding
beinleiðis pr. postávísing.
tess
LFU
Luttaka, ein málspilla
Í summar hava útvarpið
1
og bloðir vanligt
sagt fra itrottarhending
um. ið hava verið er heima
hjá okkum og aðrastaðni
Dúgliga verður lurtað og
lisið. Tað liggur tí ein stór
ábyrgd á fólki, ið sigur frá
tev málbera seg so væl
ti ber
Fad. eg serliga hugsi
um, er eitt orð. ið tykist
vanligt. tó tað er vánaligt
Orðið er at luttaka ella
taka lut. Eingin rer, spæl
ir, svimur, rennur, ger fim-
leik. ríður ella er við. Øll
luttaka
Tá bert hetta eina orðið
skal brúkast, koma
sagnirnar at ljóða stirvnar
tra-
og tyngjandi. Ég fari ti at
bidja bladid prenta vid
lagda málteig ur frálík
bókini >Ørð um orð<É eftir
Svenning Tausen Hetta
er bert ein av fýra teigun
um orðið luttaka. Mál
Tit ringja
— V
spillan er at finna manga
iðrastaðni enn tá talan er
itrott
P
t skriva
Ringid telefon
| FN 11820