týsdagur 13. august 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefor 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin
Japanarar
og vit
VIT eiga at leita upp marknaðir
eystanfyri eins væl og í londun-
um rundan um okkum. Hetta
skrivaðu vit í oddagrein nú um
dagarnar. Okkurt av hinum blød-
unum fekk ilt í búkin av hesi
oddagreinini. Tað lata vit fara
framvið uttan stórvegis Vvið-
merking.
MEN vit skulu enn einaferð
minna lesaran á, at ætlanin við
teirri oddagreinini var at vísa á,
hvønn tydning tað hevur at
kunna selja okkara fisk til fleiri
lond, heldur enn til eitt ella fá
lond. Vit søgdu, at vit eiga at
finna marknadir fyri verum
okkara í Sovjetsamveldinum og í
Japan eisini, tí hetta eru lond,
sum brúka nógvan fisk í dagliga
húsarhaldinum.
TAÐ eru teir føroyingar, sum
halda, at vit hava gjørt ov alt ov
lítið við at troyta møguleikarnar
at økja um samstarvið við Japan.
Onkur rødd hevur verið frammi í
fjølmidlunum um, at vit áttu at
latið japanarum part av svart
kjaftakvotuni, sum vit lata
russum, tí at vit helst kunnu fáa
meira burtur úr einum samarbeiði
við japanarar enn við russar.
Hetta verður sjálvandi ilt at meta
um. Men allir møguleikar eiga at
standa opnir og kannast.
VIT eiga so avgjørt ikki at undir-
meta eitt samarbeidi vid Japan, ti
nógv bendir á, at hetta er rætta
leiðin at ganga. Men eru tað fáir
føroyingar, sum enn duga at
síggja hesar meguleikar, so
kunnu vit bert leita til grannan,
Noreg. ti har finna vit røddir, sum
tala fyri størri samstarvi við
landið í fjareystri.
Útgávudagar: týsdag, hósdag og leygardag
Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta
Útgevari:
P/f Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Miller
Fyritaksstjóri:
Krisjan Dahl
Blaðfólk:
NORSKI fiskimálaráðharrin Thor
Listau úttalaði seg herfyri í norsk-
um blað, at um fimm ár, so verður
japanski marknaðurin stersti
keyparin av norskum fiskavgrum.
Og í Sosialinum seinasta leygar-
dag nam kendi norski aligransk-
arin, Dag Møller eisini við samar-
beiði við japanarar. Hann vísti á,
hvussu nógv vit hava at læra av
japanarum.
OG lesa vit so ta frágreiðingina,
sum ein bólkur av føroyskum
vinnulivsmonnum o.a. skrivaði
aftaná eina Japansferð nøkur ár
herfyri, so var nidurstødan eisini
har, at vit eiga at økja um sam-
starvið við Japan. Tí bæði á fiski-
vinnugkinum og innan alivinnuna
eru teir sera frammaliga.
HVUSSU arbeiðssamir og dugna-
ligir japanarar eru, sóu vit herfyri,
tá teir gjørdu eina avtalu við grøn-
lendingar um loyvi at fiska 40.000
tons av kongafiski og svartkalva í
Eysturgrønlandi.
VIT kunnu nå spyrja, hvussu tad
ber til at ikki vit føroyingar sjålvir
hava ligið framvid og fingið eina
líknandi avtalu í lag við grønlend-
ingar. Hvussu ber tað til, at hesir
fjarskotnu = japanararnir hava
dugað betur enn vit at fáa nakað
burtur úr fiskirikidøminum i
Norðuratlantshavi !
TAÐ er so lætt at vera eftirklók-
ur. Men var tað ikki rætt, um vit
føroyingar troyttu slíkar møgu-
leikar, nú talan er um eina av
grannatjóðum okkara! Og er tað
so, at japanarar duga betur enn
vit til at troyta goymdar møgu-
leikar í okkara egna havum-
hvørvi, ja so hava vit so avgjørt
nakað at læra av teimum.
Skúlaviðurskiftini í Vagi
Vit gjørdust ikki sørt bils-
in, tå Sosialurin nu ein
dagin skrivadi, at Ludvik
Petersen sigur, at nú
stendur upp til skúla-
nevndina í Vági, hvat
henda skal víðari við skúl-
anum her.
Skúlanevndin, sum
ongantíð hevur havt eitt
orð at skula sagt, og øll
viðurskiftini við Vágs
skúla hevur landsskúla-
fyrisitingin góðkent,
uttan at nøkur viðmerking
frá skúlanevndini í Vági er
komin uppá tal.
Vikutímatalvan hjá lær-
arunum her verður krógv-
að fyri skúlanevndini sum
tað dýrasta gullið. Eingin
mátti síggja, at nakrir lær-
arar kanska hevdu bert 20
tímar, tí tað vóru ikki
fleiri tímar til teirra,
meðan aðrir omaná sínar
30-32 tímar skulu hava
havt bæði vikartímar,
sjúkravikartímar, leysar
tímar og eitt bleiv rópt
„flótandi vikartimar«.
Ludvik Petersen, hvat er
tað fyri nakað?
Vit heita á teir 16 lær-
arar við Vágs skúla um at
standa saman og verja
børnini og arbeiðsplássið,
so vit fáa ein tryggari
skúla, sum vit ell kunnu
vera glað fyri.
Vit foreldur skulu
hjálpa tykkum. Um íkki
skil kemur á, lata vit børn-
ini ikki aftur í skúla. Tá
verður lítið av ellum av
hesum slegum av tímum
at býta millum hinr 12,
men kanska býráðið
kemur teimum til hjálpar.
Eg havi hoyrt, at býráðið
rindað 40.000 kr. út í fjør
til nakrar av hesum 12,
hóast eg havi ongan av
teimum sæð arbeitt hjá
kommununi, men kanska
onkur býráðslimur veit,
um nakað er í hesum, og
um hesin peningur er
skattaður.
Tað hevði verið áhuga-
vert at vita, so vit eisini
síggja, um hesin skúla-
stjórin er so góður sum
Ludvík Petersen vil gera
hann til. Og kanska Lud-
vík Petersen so sær,
hverji vápn, skúlastjórin
brúkar fyri at fáa lærarar
í sín part.
Eg haldi tað vera sera
vánaligt at ell hesi fólk,
sum fegin vildu sleppa í
Landsskúlafyrisitingina,
landsskúlaráðið og Lands-
stýrið, ikki vilja taka eina
steðu í hesum álvarsmáli,
tí hevur ein tikið við á-
byrgd, so má ein taka tær
»Obehagiligu« avgerðirnar
eins væl og tær »behagi-
ligu«.
Hardligt motmæli
Áðrenn eg jåttadi at verða
stillari fyri Sudurstreym-
oyar Javnadarfelag vid
seinasta løgtingsval,
gjørdi eg vart vid, at eg
kundi ikki góðtaka tann å-
gang, ið vístur verður í
Sosialinum móti statinum
Ísrael og móti kristindóm-
inum.
Ongin kann tæna tveim-
um harrum! Annaðhvert
er tú við, ella er tú ímóti.
Aftur nú tykist sum
Sosialurin hevur givið
teim antikristnu ein stór-
an part av blaðnum, og vil
eg við hesum harðliga
mótmæla hesum.
Skrivið teir/tey í sítt
egna blað. Sosialurin eigur
ikki at vera til skarnið.
Finn í Puntabyrgi
Hotell ella ellisheim?
Dagny Joensen skrivar i
Sosialinum leygardagin
10. august grein um ellis-
heimið í Havn.
Alt gott um tað.
Bert ein lítil viðmerk-
ing:
Yvirskriftin kallast
„Betri enn nakað hotell«.
Mær vitandi hevur tað
ongantíð verið ætlanin við
ellisheimum, at tey skulu
vera at sammeta við hot-
ell.
Á einum hotelli ert tú
gestur, og verður viðfarin
sum gestur — og harvið
sum fremmandur. Tú
kanst hava tað gott; men
tú kennir teg ikki, sum um
tú vart heima — og tað ert
tú heldur ikki.
Ég ivist í, um nakar
kundi hugsað sær at búð á
hotelli ellisárini, ella yvir-
hevur at havt fastan bú-
stað á slíkum stað.
Tað er gott, at íbúgv-
arnir á ellisheiminum í
Havn hava tað betri enn á
nekrum hotelli. Eg vildi
ikki ynskt fyri nakran
teirra, at tey kendu seg
sum um tey búðu á hotelli.
— Misskiljið meg nú
ikki. Hetta skal ikki
skiljast sum eitt álop á
ellisheimið. Heldur sum
ein spurningur til grein-
skrivaran, um hon ikki
hevur annað og betri at
siga um ellisheimið, enn
hetta.
Eg vóni, at so er.
Skúlaviðurskiftini í Vági
Hvat hendir, tá bernini í
Vági skulu aftur í skúla í
august?
Eg vil spyrja tykkum,
sum hava åbyrgdina av
Vágs skúla, um sama
skilið skal halda á.
Hví ikki lata Petur S.
Rasmussen halda fram
sum skúlastjóra, nú hevur
jú verið friður og gott
samarbeiði.
Hvat við teim bernum,
sum sita sum eftirbátar og
eru forsemd frá fyrsta
flokki og nú skulu í 6.
flokk og ikki duga at
skriva sítt egna navn ella
lesa, tá tað er eitt orð við 4
stavum?
Skulu hesi børn, sum
eru forsømd, halda fram
vid Jákupi sum stjóra ?
Kunnu vit, sum eiga
hesi bern, nokta at koyra
tey í skúla í august, tá tey
líka so gott kunnu vera
heima, tí tey einki fáa
lært?
Eg meini, at leiðslan
skuldi vitad, um eitt barn
verdur forsømt og gjørt
vart vid seg.
Eg eri ógvuliga roynd
av mínum barni. Tað
dugir líka lítið, nú tað skal
í 6. flokk, sum tá tað fór í
skúla. Eg ætli mær at
nokta at koyra tað næsta
barnið hjá mær í skúlan í
august við Jákupi sum
stjóra. Eg ætli mær ikki at
fáa 2 idiotar út úr Vágs
skúla og oyðileggja alla
framtíðina hjá báðum
børnunum.
Eg skal hava svar aftur
gjøgnum Sosialin. Tad eru
børn, sum verða tikin
fram um onnur og slikt
kann ikki halda fram. Vón-
andi fáa vit Petur S. Ras-
mussen aftur ella ein, sum
vit kunnu tosa við um
okkara bern.
ónegd mamma