hósdagur 15. august 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Telefor 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Torshavn
Útgávudagar: týsdag, hósdag og leygardag
Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta
"lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin
Tað ber til
um ein vil
TAÐ ber til um ein vil. Nakað so-
leiðis málbar tann ungi havnar-
maðurin, Sigurd Lamhauge seg,
tá hann sum tann fyrsti nakrantíð
útinti tað bragd at ganga, klintra
og svimja úr Akrabyrgi til Fugl-
oyar. Við hesum avreksverki
hevur hann víst, at tað eisini ber
til at gera orð til veruleika. Vísa
tey í verki. Vit ynskja honum til-
lukku.
SLÍK hending sum henda fer at
verða ritað í komandi søgubøkur
og fara okkara eftirkomarar at
kunna lesa um hana einsvæl og
vit í dag kunnu lesa um tað av-
reksverk, ið Sigmundur Brestis-
son útinti fyri skjótt 1000 árum
síðani, tá hann svam úr Skúvoy til
Sandvíkar.
TAÐ munnu tó helst eisini vera
tey, sum halda, at slík roynd er
bert fjant og fjas, at fjølmiðlarnir
gera alt ov nógv burtur úr og tí
fáa okkum at gloyma álvarsmál
so sum ta búskaparligu støðu
land okkara er í.
SJÁLVANDI skal pláss vera fyri
fleiri meiningum og tí eisini fyri
hesari. Kortini er tað oftani so, at
mong av okkum av og á ynskja at
»flyggja« burtur úr tí dagliga
»trummirumminum« og uppliva
okkurt, sum fær okkum at gleð-
ast og at uppliva spenning.
TAÐ mundu helst vera mong,
sum løgdu sær í geyma tað, ið
Sigurd Lamhauge segði við út-
varpið henda dagin. Hann segði,
at hóast kriggj er í heiminum og
hóast vit dragast við undirskoti
innan búskapin, so ræður tað eis-
ini um at hugsa positivt og brúka
sín kropp til okkurt gott.
TAÐ liggja ikki so fáir sannleikar í
hesum orðunum. Tí hóast vit
megu síggja álvaran í okkara
sjúka búskapi, so eiga vit ikki at
missa móti og fella í fátt. Vit eiga
so sanniliga at kveikja lív í bjart-
skygnishugtakið. Ti við bjart
skygni og einum sunnum likami
kunnu vit megna at vinna á teim-
um trupulleikum, sum gera alt
meira um seg í lítla samfelag okk-
ara.
ORÐINI um at hugsa positivt og
vísa sín góða vilja eru týðandi
partur av bjartskygnishugtakin-
um framt í verki.
KANSKA hetta roysninsbragdið
fer at eggja øðrum til at gera tað
sama og kanska vit um ikki so
langa tíð eiga eina ítróttargrein, ið
fevnir um bæði frælsan ítrótt og
svimjing — og har sjálv náttúra
okkara er karmurin.
ÍTRÓTTARSAMBANDIÐ, sum er
høvudssponsor fyri hesum tiltak-
inum, átti møguliga at umhugsað
møguleikan at gjørt slíka roynd til
fastan tátt á hvgrjum sumri.
Nr. 91
15. august 1985
Vekingin er byrjað
Harra blaðstjóri! Tað er
interessant hjá okkum
kristnu at síggja, hvussu
nógv brádliga er vaknað
við kaldan dreym, eftir at
hava ignorerað tað hótt-
andi Helviti, sum Bíblian
og vit so leingi hava
ávarað tey um.
Skrivingin í seinastuni
er greitt tekin um, at nú
eru fólk rættiligani vorðin
bangin, rysta í brókunum:
Hetta er vekingin, sum vit
so leingi hava væntad.
Men ikki er rætt at vísa ov
bráða gleði yvir úrslitið, tí
kreftir eru samstundis
farnar til verka at forða
okkum i at ávara øll um ta
hóttan, ið altíð er og verð-
ur, og soleiðis forða ivandi
menniskjum í at velja
frelsuna og Jesus áðrenn.
Nú siga teir ella tey, at
børn skulu ikki hoyra
Sannleikan longur, Helviti
og Satan skulu dyljast!
Men hvussu kunnu tey
smáu tá, um tey einki
hava lært, fáa hevi at taka
ta avgerandi stødu, ið øll
mugu taka? Tá kunnu vit
siga: Neyðars menniskju,
ið ongantíð fingu megu-
leikan. Hesari forðan og
hennara avleiðingum eiga
mótmælararnir við H. av
Heiði á odda at standa til
svars fyri, — fyri ikki at
nýta harðari orð um fólk,
sum soleiðis leiða onnur
beinleiðis i ræðuliga
pinslu og týning...
Neyðars bern í Ruslandi
og eðrum ateistiskum
londum, har kristni er
strikað í skúlunum, helst
takka verið vinstrasinn-
aðum pedagogum har: við
teirra innihaldsleysa
mentanarliga »vidføri« eru
tey sera illa fyri har sum
vaksin og eisini... seinni.
Teirra myndugleikar eru
sekir í illgerð, ikki okkara
myndugleikar, sum hava
tikið rætta stødu í hesum
máli.
Á okkara døgum svíkja
foreldrini/heimini alt ov
ofta skyldu sína at upp-
lýsa bernini um tann bíb-
ilska Veruleikan. Kristin-
dómsins evangelium er,
uttan mun til hvussu ein
sær upp á tað, alt ov týð-
andi til at tað ikki, á ein
ella annan hátt, ósket
verður borið hverjari sál, í
hverjum aldri, í hesum
gamla kristna landi. Tess
vegna er tað einki at
grenja um, tá ið gleggir
politikarar við myndug-
leika mæla til at forða
mótmælismonnunum i
teirra undirgravingarvirk-
semi av útbreiðsluni av
sannleikanum, eins og vit
eiga at steðga fólki, ið
vilja máa undan demokra-
tinum.
Sosialdemokratar plaga
jú ikki at gremja seg um,
at fascistar og nazistar
verða forðaðir her vestan-
fyri, hví so nú, tá ið tað
snýr seg um sannleikans
læru, sum tey flestu her
meta, ja, dýrabarari enn
demokratiið.
Ein stór tekk og djúp
virðing finst í hjarta okk-
ara fyri ábyrgdar og álitis-
manninum Jákupi Linden-
skov og greiðu steðu hans-
ara í hesum máli.
Kristin hjún
Fá fatur í politinum
sum skjótast!
Eg veit væl, at politiið
ikki altíð er fyri at verja
tey veiku móti teim
sterku, tey illa staddu
móti teim múgvandi, tey
sum eru »ødrvisi« móti á-
gangi teirra »normalu«
: Oftast hevur ein varhuga
av at politi er til fyri at
verja ráðandi misrætt
teirra væl geddu móti
»pøblinum«.
Men tad kann hjålpa at
kalla á politiið.
Ein dagin fyri nekrum
árum síðani sat eg á eini
barr í útlondum. Eg var
heldur enn ikki einsa-
mallur, og tí fløvadi tað
um hjartað, tá eg hoyrdi
móðurmál mítt tosað við
eitt annað borð. Eg fekk
mær ein lítlan og helt yvir
til borðið.
Menninir vóru blíðir og
týðir, og vit heilsaðust og
tosaðu, sjálvandi um
heimlig viðurskifti. Men
so hendi líkasum ein
broyting í talumátanum,
tað var tá vit komu inn á
politikk. Ein teirra var
opinberur hegramaður, og
bannaði yvir »fanans sos-
ialistar« sum áttu at verið
(orð sum eg ikki vil endur-
taka). Øllum »slikum« átti
at verið bannað at liva í
Feroyum, sent til Dan-
markar (Bremerholm eins
og fyrr?) og fúlheitirnar
vóru ikki lítlar.
Tá eg hevði gjørt meg til
kennar, teskaði ein teirra
við annan um meg: »Ånsa
tær, hasin er kommunist-
ur.« Tá varð fyrst tøgn. So
byrjaðu teir síðani hver í
sínum rúsi at lovprísa
fosturlandinum, undir-
strika hvussu góðir teir
vóru við tað, og hareftir at
rósa sær av hvussu nógv
teir sjálvir høvdu gjørt
fyri fødilandid: at sigla
sum yvirmenn við út-
lendskum tangabátum,
Mærsk-skipum og bróst-
aðu sær mikið. >Og hvat
ert so tú?< segði ein, sum
væl hevði fingið í hevdið:
„Gert tú nakað fyri fødi-
landið ?«.
Eg segði hver eg var, og
hvat eg gjerdi í letuni,
men helt meg annars ikki
hava skyldur at standa til
svars yvirfyri hesum
bringubratta og primitiva
fosturlandskappa, hvat
míni lívssegu viðvíkti.
Tók síðani eitt sindur av
dirvi til mín, og segði, at
eg ikki tímdi at brósta
mær av mínum fostur-
landsalskni, og segði meg
vera »kosmopolit« heldur
enn »primitivan nalva-
skodara«. Hetta var sjálv-
andi sagt í »svørtum
skemti«. Men nú leyp eðin
í menn.
Ein segðist eiga maskin-
pistól, og tað var íkki
skemt tá haun segði seg
vilja skjóta meg við brest-
in sum »kommunist og
landasvikjara«. Eg tók
hann ikki i ålvara, mer alt
í einum løgdust hinir badir
fosturlandsvinirnir og
landsmenninir á meg. Ég
eri ikki likamliga sterkur,
havi ikki tað fyri at sláast,
berjast ella dyrka >body-
building«, so eg nýtti í
sjålvsøgdu ræðslu mini
fyri hesum høgrasinnadu
bølmennum einans tað
sum bíblian sigur vera
upprunin: Orðið. Royndi
at tosa teir til rættis.
Tá tað ikki tyktist
meguligt, mátti eg siga
sum var: Um fólk legst á
meg likamliga, havi eg tað
prinsipp, at ákalla politi.
Teir tóku meg ikki í álv-
ara, og kitlaðu meg meðan
teir róptu >kommunista-
svin« og annað gott eftir
mær.
Eg bað tænaran ringja
eftir politinum, og eg má
siga, at tað var ikki við
góðum tannabiti, at eg sá
bulmiklu og fosturlands-
kæru landsmenn mínar
tiknar. Men skuldi eg lata
meg berja í hel av berum
foroyakærleika ?
Tá so sakarmál kom
fyri, segði eg meg vilja
fyrigeva monnunum
og lata teir sleppa uttan
nakað krav frá míni síðu.
Annars er revsingin ikki
so lítil fyri likamligt álop í
Framhald á síðu 19