Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-08-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. august 1985síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 91 - 15. august 1985 Kommunustýrið í Svínoy. Frá vinstru: Irena Joensen, Eyðun Jacobsen, formaður, Símun Hansen og Fróði Thomsen. Jógvan Edmund í Geilini var burturstaddur. fyri, at tey ungu rýma at bygdini. Tey ganga jú í skúla heima í 7 ár. Men 13-14 ára gomul fara tey til Klaksvíkar ella Havnar at taka 8-10. klassa. Tá henda tíðin er farin er ofta lítil hugur at koma heim aftur. Um bert eitt barn er í skúlaaldri verður lærari settur, og tað er jú gott. I Svínoy er ein góður skúli og eini heilt stór lærarahús. Min tápuligi spurningur er, um hesin lærarin ikki hevur møguleika fyri at taka sær av bernunum aftaná 7. flokk. Um ikki heilt upp til 10. flokk, so í hvussu er 8. og/ella 9. flokk. Um tað skuldi kravt nakað av serútgerð, so kundi tað neyvan verið tær heilt stóru upphæddirnar, sum talan hevði verið um. Hetta hevði helst verið ein iløga, sum hevði loyst seg, tí jú longri bernini eru í bygdini, nærri hevdu tey vilja knýtt seg at henni. Vit vita jú, at klaksvíkingar og vágbingar, sum ganga í skúla í Havn, hlst vilja sleppa heim aftur Kirkjan og lærarahúsini. aftaná lokna skúlagongd, og skuldi henda kensla heldur ikki verið ókend t.d. svinoyingum. Spurningurin er, um ikki tær smáu bygdirnar kundu gjørt meira um seg og kanska komið við upp- skotinum til rettu viðkemandi um, hvat kann gerast fyri at varðveita teirra samfelag. Í Danmark er jú ein hópur av slík- um smáoyggjum við somu trupul- leikum sum Svínoy. Her hava teir gjørt eitt oyggjafelag, sum rættiliga Síða 9 virkið arbeiðir við teirra trupulleik- um. Kanska kommunufelagið skuldi gjørt eina deild av hesum smáu kommunum, sum saman við lands- stýrinum skuldi gjert eina ætlan um varðveiting av hesum samfelog- unum. Tí eitt er heilt vist. Tá bygda- samfeløg sum Svínoy eru farin í søg- uni er okkara samfelag av álvara vorðið fátækt. Óli Jacobsen