Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-08-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. august 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefor 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Utgåvudagar: tysdag, hósdag og leygardag Lysingar skulu vera okkum i hendi i seinasta lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin Útgevari: P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi Blaðfólk: Hegni Djurhuus Randi Jacobsen Dagny Joensen Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 — Jødahatur og OBDB TAÐ er einki nýtt, at málgagnið hjá Fólkaflokkinum, Dagblaðið, leggur javnaðarfólk undir jødahatur og nú og tá roynt at finna fram »prégv« fyri hesum pástandi. Tað er ikki okkara ætlan at byrja orðaskifti við ÓBDB um ein slíkan spurning, tá slíkt tjak b bi» * tykist hava eittans endamál: at re gja veruleikan og brúka alskyns kv stur til tess at røkka sínum egna einoygda politiska endamáli, sum er at kvga og jarðleggja allar aðrar polit- iskar hugsanir og rørslur, sum annars áttu at havt so náttúrligt innivist í einum frælsum og demokratiskum samfelag, sum vit siga land okkara vera. ÓBDB hevur nú á ein áhugaverdan hátt »prégvad« at tað eru »sosialist- ara, sum eru orsøkin til alt jødahatur og aúan yvirgang móti jødum, sum vit hava verið vitni til gjøgnum søgu mannaættarinnar. Á heilari blaðsíðu tann 21. august fáa vit at vita, hvussu ymsir »sosialistar« hava elvt til hatur móti jødum. MILLUM Hesar »sosialistar« er Adolf Hitler, og sin nýggjur tåttur í hesum virksen« OBDB's er at gera Hitler til „sc tial.st«, so at sosialisman eisini kann fáa ábyrgdina av teimum ill- gerðum, hann framdi. Ja, slíkir eru menn, sum siga seg verja okkara demokratisku skipan og siga seg virða hvønn annan. »Prégvid« fyri hesum pástandi er, at Hitler kallaði seg national»sosialist« og fæst uttan iva onkur at trúgva hesum, verður tað endurtikið nóg ofta. Kortini hava vit so mikið av virðing fyri føroying inum, at vit halda, at hann langt síð ani er raknaður við »g funnið fram til, hvønn 6hugnaligan framferðarhátt ÓBDB brúkar fyri at rakka sínum pol- itisku málum. ØLL vita, at hesir pástandi eru ein rangsnúgvan av veruleikanum, men fyri at eisini lesarar av ÓBDB skulu skilja hetta, skal her verða endurtikið tað, sum Gyldendal Leksikon sigur um »sosialismuna« hjá nasistunum: »Oprindeligt fremførtes en yderst uklar økonomisk teori sm antikapit- mlisme, men nazismens sákaldt soc- Talistiske indslag trængtes hurtigt i b baggrunden«. Sagt verdur eisini, at Hitler kom til valdid »støttet af ind- flydelsesrige, storindustrielle kapital- kredse ...« SÍÐAN kann ein undrast á, at tå oddagrein Hitler nu skal gerast til sosialist, hvi nytir OBDB so bert 6 stuttar reglur uppå teir ræduleikar, sum Hitler framdi móti jødunum, og sum jú yvir gongur alt annað, sum jødarnir hava verið fyri gjøgnum tíðirnar ? AT jødarnir vóru nærum týndir, vita vit øll, men tað eru ikki øll, sum eru greið yvir, at undan hesi týning framdu nasistarnir eina rasulóggávu, sum gjørdi jødarnar mestsum rættar- leysar. Samb. Núrnberglógunum frå 1933 til 1935 mistu jødarnir stats- borgaraskapin og rættin til at reka åvisar vinnur, at gifta seg vid ariarum o. s. fr. HETTA man vera fyrstu ferð, at eitt land við lóg hevur gjørt ein bólk av sínum borgarum til annan floks borg- arar. Men hetta verður als ikki nevnt í hesi grein. Hetta hevur kanska sína frágreiðing. Vit vita um eitt annað land, sum við lóg hevur gjørt enntá størsta partin av borgarunum rættar- leysar í mun til »harrafélkid«. Hetta land er Sudurafrika, hvers lóggáva móti svørtum kundi verið ein avskrift av tysku jødalégunum. Hetta er ein skipan, sum verður fordømd um allan heim av sovæl vistra- sum høgra- flokkum. Men henda stjórnin hevur ein verja, sum nýtir eitthvert høvi til at bera í bøtuflaka fyri viðurskift- unum í hesum landi, og hesin verjin er ÓBDB. SO tað er kanska ikki so legið kortini, at Hitler bert fær seks reglur í nevndu grein, tá hann jú nýtti somu manna- gongd móti jødum, sum stjórnin í Suðurafrika nýtir móti teimum svertu. Sama stjórn hvors hollasti stuðul í heiminum er júst ÓBDB HITLER Jagstraði jødarnar og sosial- istarnar. ÓBDB jagstrar eisini sosial istarnar. Og tað, sum er sv undrunn arvert, er, at sami ÓBDEB tekur undir við i rasuskilnadarpolitikki, sum verður førdur í Sudurafrika og sum minnir ikki sort um jåsi sama poli- tikk, sum Hitler rak ímóti jødunum. TOSA vit um menniskju og tað gera vit, tá kunnu vit spyrja: hver er tað, sum hatar, og hvor er tað, sum setir demokratisku skipan okkara til viks. Svarið kennir eftirhondini hvert mansbarn i Føroyum: OBDB, sum er hevuðsmálgagn Fólkafloksins. J Vr VÍ 98 — 31. august 1985 ——wew I 0000 »Sermerkt postkort« Visandi til ð num hósdagin 29. august verður víst á, at í fleiri ár 15-20 ár, møguliga fleiri enn so hava føroysk listafólk givið út postkort av listaverkum tekn- ingum, málningum og pappírsklippum, hetta er als einki nýtt. Skal talan vera um nakað nýtt, kann tað bert vera at stílurin er ein ann- ar og at listamaðurin er útlendingur. Tað er harmiligt at eitt blað kemur við skeivum upplýsingum og átti tað eisini at verið harmiligt fyri blaðfólk. ummæti 1 Dia Rannveig G. Isfeldt Viðmerking At áðurnevndu postkort als einki nýtt hava við sær, haldi eg vera legið, av tí at tey ikki hava verið á prenti áður Tí dugi eg ikki at skilja at skriving min er »skeiv upplysing« elia at tad er »harmiligt« at eg sum blaðfólk havi ført hetta fram. Tað veldst liga uppfatan, og her fari eg sjálvsagt ikki at krevja, at ell hava somu um person- uppfatan sum eg Her er tað listaverkið sum telur, ikki hvat hver er ella hvaðani lista maður er ættaður Lagny tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. Hyklaríið í hæddini „Við tí stóra meir- luta Javnaðar- flokkurin og Tjóð- veldisflokkurin hava í sitandi sam- gongu, kundu teir bert tikið við uppskoti Følkafloksin í vår m at steðga vatn- or'. :projektinum vis Eiðisvatn.. undir Soleiðis tekur Åge Ell- efsen til orða í Dagblað- num 30. august. Við hes- um orðum má hyklarí fólkafloksins um Eiðis- vatn vera komið í hæddina og tí ma tað verða neyð- ugt einaferð enn at minna á fólkafloksins leiklut í vatnorkumálinum. Fyrst er at minna Åge Ellefsen og aðrar fólka- floksmenn — eitt nú Jógv- an í Leðuni, á, at tað var ikki fólkaflokkurin, undirritaði, spurningin um projektið á løgtingi. Síðar. men sum reisti Veðranes er at minna hann á at tá hetta mál hevði ligið tinginum í longri tíð og hevur verið til fyrstu við- gerð, komu tríggir fólka- floksmenn við einum líkn andi uppskoti. Hetta eins Veðranesmálið á tingi varð væl og virðiliga og alt jarðað í umhvørvisnevnd- ini, har fólkaflokkurin átti formannin alt meðan stavnamaðurin á pallinum í Sjónleikarhúsinum fyri opnari mikrofon hátíðar- liga svór, at hann skuldi $ 13-blokera øll mål í sam- gonguni til Eiðisvatn var vorðið bjargað. Síðani hendi tað, at sam- gongan samtykti og av- greiddi ein hóp av málum fram til valið tann 7. nov- ember 1984 uttan nakra blokering. Eitt tað mest týdningar- mikla av hesum málum var at geva SEV loyvi til at fara í holt við týning- arverkið norðuri við Eiðis- vatn! Áge Ellefsen og aðr- ir tykjast at hava gloymt, at fólkaflokkurin sat í hes- ari somu samgongu og hevði allar møguleikar til at forða hesum loyvi við tiltiknu grein trettan, sum annars var dúgliga í brúki undir borgarligu sam- gongun! Síðan til »uppskot fólka floksins í år«. Hvat var hetta fyri eitt uppskot? Hetta var eitt uppskot av sama slag sum eitt longu frammanundan samtykt uppskot nevnliga áheitan til SEV. Tá vit søu hvussu SEV virdi ta fyrru ein åheitanina, so vita vit eis- ini hvussu SEV herði mett eina nýggja áheitan ! Hetta uppskot fólka- floksins í vár var einki uttan ein sjónleikur fyri Føroya fólki just sum upp- traðkan stavnamansins á leikpalli Sjønleikarahus- ins á våri í 1984 ( Her må tað tó fyri rættvísis sakir viðgangast, at Oli riggaði betur í klovnarolluni, enn Áge riggar í rolluni sum forargaður og vónbrotin umhvørvisaktivistur !) Afturat er so at minna Åge Ellefsen å, at i vår var bert ein einasti møguleiki at steðga vandalunum i SEV og tað var við løg- tingslóg. Hesari leg- tingslóg atkveddu hverki Áge Ellefsen ella nakar annar fólkafloksmaður fyri. Teir hverki vildu ella tordu! Vildu ikki av um- hugsni fyri vandalunum — tordu ikki fyri tí multi- nationalu stórfyritekuni Højgaard & Schultz og hennara føroysku skutil- sveinum ! At enda harmast Åge Ellefsen um, at tey vinstrahallu ráða í ellum føroyskum felagsskapum. Tad er møguligt og gævi tað var so væl! Men tað er í hvussu so er ein felagsskapur har tey ikki Hesin felagsskapur er SEV. Sambært oddagrein Í Dagblaðnum fyri stuttum eigur fólkaflokk- urin avgjørdan meirluta í SEV-stýrinum Sostatt skuldi Eiðisvatn hverki skapt Age Ellefsen høvud- brýggj ella sålarkvøl, ti er følkaflokkurin tann um hvørvisflokkur, sum hesin sami Åge Ellefsen vil vera við, so kunnu fólkafloks- bossarnir í SEV jú bert í rørandi semju vid Åge, Ola, Jógvan og aðrar um- hvervisvinir steðga bá- belsku ørskuni við Eiðis- vatn og flyta vatnorku- útbyggingina suður á Veðranes — ella uppaftur betur, heilt halda uppat við slíkum óðamanna- verki. vinstraha!'u ráða Jóannes Dalsgaard