Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-08-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. august 1985síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ev illamanni litlafingur Hugleidingar um eina ismu og årin av henni innan rikismark Oli Jacobsen skrivar her hugleiðingar um eina | ismu og árin av henni inn- an ríkismark. Greinin er í trimum pertum. Í — Hersetingin Men fyrst skal verða nevnt, at 9. april 1940 varð Danmark hersett av týska herinum. Danska stjórnin gav seg yvir uttan nakra mótsteðu, og tey komandi trý árini rak danska stjórnin ein »sam arbeiðspolitikk< við týskararnar, sum fólk í dag hava ringt við at skilja. Hesin politikkur gekk út uppá at laga seg so nógv sum gjørligt eftir teimum tysku krevunum fyri at sleppa undan tí sun var verri, nevniliga beinleiðis mótsteðu, sum ta í Noregi Tískil varð ferð eftir ferð slakað fyri heilt margháttligum týskum krevum, inntil stjórnin eftir trýsti frá danska fólkinum tann 28. august 1943 avgjerdi at siga nei til meira slaking, og úrslitið gjørdist so tað, at tyskarar sjálvir tóku valdið og stjórnin legði frá sær. Tað er heldur ikki nekur loyna, at tann sum fyrst og fremst stóð fyri hesum slaking- arpolitikki var Stauning, sum ettir ollum at dema ikki ivadist í týskum sigri, og tískil helt tað vera neyðugt at laga seg eftir tí. Hetta var ein stoða sum illa ber til at verja í dag. Hesin sam- starvspolitikkur hevði fleiri margháttlig úrslit. »Ørindasveinar fyri KGB« Tann 22. juni 1941 legði Tyskland á Sovjetsamveldið. Hetta fekk ta bein- leiðis avleiðing í Danmark, at týskarar á náttartíð kravdu av donsku stjórnini, at allir leiðandi kommunistar skuldu setast í varðhald. Danska stjórnin segði seg einki annað hava í at velja uttan at eftir- líka hesum kravi. Tað vísti seg tá, at týskarar frammanundan frá donsku log 2. partur $ Í bæ Í $ if Sum greitt frá vórðu leiðandi kommunistar handtiknir, tå bardagin millum Tyskland og Sovjet byrjaði. Henda myndin er úr Odense. Annars tervaði donsku legregluni ikki fantasi tá tað snúði seg um at fáa hendur á teimum kommunistum, sum í fyrsta umfari vóru slopnir til rýmingar. M.a. fingu teir uppspurt nær bernini hjá teimum eftirlýstu heydu fødingardag. Teir vistu, at var tað nakað sum ein pápi ynskti, so var tað at vera heima feðingardagin hjá børnunum. Tað hendi seg meira enn einaferð at løgreglan eisini kom í feðingardag og fór avstað við pápanum ! verjini hevði fingið eitt yvirlit yvir 70 leiðandi kommunistar, og teir vórðu tiknir bert tí teir vóru kommunistar. So logreglumaðurin í Matador, sum gav „Rede< eina ávaring, so hann kundi sleppa sær til rýmingar, hevur verið eitt undantak Hetta stríddi móti grundløgini, sum tryggjaði fólki rætt til at virka fyri teirra sannføring uttan av- leiðingar. So næsta kravið hjá týskarum var, athenda handtøkan av kommun- istum varð gjørd lóglig. Hetta vardgjørt á tann hátt, at stjórnin tann 20. august 11941 legði fyri ríkisdagin ta sokallaðu Henda kommunistiskum stig beinleiðis »kommunistalogina« log bannadi øllum virksemi. Samstundis varð heimilað at seta fólk fest sum fingust við slíkt virk- semi. Tað var enntá heimild at seta fólk fost, um teirra atburður vísti, at tey eftir ollum at døma í framtíðini fóru at fáast við kommunistiskt virksemi ! Stjórnin mátti eisini tinna sær eina grundgeving fyri hesum lógaruppskoti Í staðin fyri at visa til sína neydstødu varð m.a. sagt í viðmerkingunum, at „Danmark ikke pá nogen máde kunne udsætte sig for, at der her í landet blev drevet nogen virksomhed til stette for en fremmed magt.« Alt hetta varð vist gjørt eftir tyskum trysti, og tað er einki at ivast í, at tað hevur verið við ringum tannabiti hjá mongum, at kommunistalógin varð skotin upp og samtykt. Tað vóru tó ikki allir, sum høvdu ein ringan smakk í munninum. Undir 1.við- gerð av uppskotinum var lítið orðaskifti Tó tók framsegumaðurin fyri konserva- tiva flokkin, Ole Bjørn Kraft, fult ut undir við hesum uppskoti. Ole Bjørn Kraft varð í 1945 verjumálaráðharri og 1950-53 var hann uttanrikisrådharri Hann fegnaðist um hetta stig, og segði m.a. um kommunistaflokkin, at »dets forhold til en fremmed magt har ogsá været åbenbar for os alle« og vildi av- gjørt viðmæla, at bann varð sett fyri einum lógligum politiskum flokki. Upp skotið varð eisini einmælt samtykt. Tó vóru kommunistisku rikisdagslimirnir ikki til staðar. Teir vóru antin fongsladir ella flýddir fyri at sleppa undan hand toku Tað vóru eisini onnur, sum fegnadust, og millum hesi vóru fleiri av teimum stóru bleðunum. Politiken greiddi frá málinum uttan viðmerkingar. Ber lingske Tidende fegnaðist og skrivaði m. a.: »Regeringen vil derfor med de for- holdsregler, der er foresláet, finde fuld forstáelse í den danske befolkning. Den politiske virksomhed der... vil ar- bejde for en udenlandsk stats formål, danner et fremmedelement, hvis ind- kapsling og uskadeliggørelse et sundt samfund må drage omsorg for.« Jyl- landsposten hevði eina oddagrein við yvirskriftini »Kommunisme er en for- brydelse«. Her verður eisini tikið undir við lógini, og eisini her verður nýtt sum grundgeving, at fremsta endamálið hjá hesum flokki var at »varetage en frem- med magts interesser« og endaði við at siga, at „det er godt dette forbud er kommet.« Hvussu skroypilig virðingin fyri fólkaræðinum kann vera, sæst av, at eis- ini blaðið hjá javnadartlokkinum >Soc- ialdemokraten« tók undir. og skrivaði m. a. at nú vóru komnar »direkte lovbe- stemmelser mod den fra en fremmed side dikterede kommunistiske virksom- hed. Det ter siges, at kommunistpartiet ikke indenfor arbejderbevægelsen efter- lader et sádant eftermæle, at det vil blive savnet«. Onkur vil kanska siga, at tad var sens- urur i Danmark um hesa tidina. Tad er sjálvsagt rætt. Men sensururin segði bert, hvat tú ikki kundi siga og skriva, hann álegði ongum at siga nakað, sum viðkomandi ikki meinti. Tað sum her er endurgivið samsvarar uttan iva við, hvat viðkomandi veruliga hava meint. Eingin ivi er um, at henda lóggáva stríddi beinleiðis móti grundlógini, sum jú tryggjaði øllum politiskum flokkum javnbjóðis meguleikar fyri at virka fyri teirra hugsan. Teir fongslaðu kommunistarnir = royndu sjálvsagt rættarinnar veg at fáa dóm fyri, at teir vóru fongslaðir á einum ólógligum grundarlag. Málið kom eisini fyri rættin, men tað vísti seg, at henda rættargongd var eins nógv upp á kvamsvís, sum argongdirnar í t. d. Sovjet í dag. Aftaná staðfesting í undirrættinum vórðu mál- ini kærd til hægstarætt. Men forsetin fyri Hægstarætti Troels Jørgensen var so grammur at verja hesa ólógligu lóg, at hann áðrenn málini komu fyri í hægstarætti i blaðnum »Juristen« gjørdi tað heilt óhoyrda og óregluliga, at hann frammanundan tók steðu fyri, at lógin var í samsvar við grundlógina. Viðgerðin í hægstarætti gjerdist tí ein farsa eins og viðgerðin í undirrættinum. Summir av kommunistunum vórðu latnir leysir beinanvegin, meðan aðrir vorðu tiknir seinni. Teir vórðu settir í fangaleguna í Horsered, har Mogens