Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-09-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. september 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefor 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Útgávudagar: týsdag, hósdag og leygardag Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin Oløg mugu fyribyrgjast LEYGARDAGIN var figgjarløgtings- lógin fyri 1986 løgd fyri tingid. Orsøk- in til at uppskotið til figgjarløgtings- lóg verður lagt fyri tingið hesa tíðina á árinum er tann broyting, sum er gjørd í stýrisskipan okkara. Henda broyting hevur við sær, at nú er fíggj- arárið ikki longur frá 1. apríl til 1. apríl — men álmannakkaár. Hetta má sig- ast at vera eitt stig á rættari leið, tí nú verður lættari at samskipa tilrætta- leggingina av bæði iløgum, fyrisiting og stýring av allari samfelagsgongd- ini. HETTA uppskotið til figgjarløgtings- lóg javnvigar við umleið 1,5 mia. kr. og er tað ein vøkstur uppá umleið 130 mió. kr. sammett við tað uppskotið, sum undanfarna landsstýri legði fram í desember 1984 og sum umfataði fíggjarárið 1985-86. HESIN munur stavar serstakliga frá ti, at landsstýrið nú hevur gjørt av at leggja meiri pening til viks fyri at byrgja upp fyri møguligum 6løgum. Hækkingarnar eru farnar til at leggja av til avdråttir av lánum, at leggja í veðhaldsgrunn og at leggja upp fyri lønarhækkingum. i VIDMERKINGUM sinum til l6gar- uppskotið sigur landsstýrið m. a., at stórur dentur verður lagdur á, at landskassin hevur neyðugar inntøkur og neyðugan likviditet alt árið til at loysa samfelagsuppgávur sínar. At hædd verður tíkin fyri lønarvøkstr- inum. At útreiðslurnar til fiskivinnuna verða mettar so realistiskt sum gjør- ligt. At neyðugur peningur verður settur av til avdráttir av lánum. At munandi stórri upphædd verður sett í grunnin til effektivar veðhaldsbind- ingar enn áður er gjørt og at spart verður mest møguligt í rakstrinum. LANDSSTÝRIÐ sigur aðrastaðni í við- merkingunum, at vanligi skatturin verður ikki hækkaður, men at ávísar javnføringar skulu gerast í tollingini, og at miðað verður ímóti neyvari skattaálíkning fyri at fáa til vega inn- tekur av enn óskattaðum vinningi. ÆTLANIN er so heldur ikki at taka nakað beinleiðis lán og verður heldur miðað ímóti, at grunnar og stovnar kunnu taka lån uttanum iiggjarlég- ina. HVAT viðvíkir teimum einstøku greinunum í fíggjarlógini, so síggja vit, at peningur nú er settur av til Menningarstovuna og somuleiðis til Aliráðið, sum nú er farið at virka. Ætl- andi skal Menningarstovan byrja at virka frá 1. januar. Annars síggja vit, at roynt ute at spara. Tað verður m. a. gjørt við at heita á stovnar undir landinum um at spara mest møguligt yvir sjálvan raksturin. P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Mútller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Hegni Djurhuus Randi Jacobsen Dagny Joensen Uppseting: Pif Sosialurin Prent: 5 P/F Pressan 1981 TAD Må sigast at vera skilag6dur politikkur, at leggja pening til viks, sum skal vera tøkur, tå ringar tidir og okkurt óvæntað tekur seg upp. Líta vit aftur um bak og samanbera hetta uppskotið til fíggjarlóg við tað hjá undanfarnu samgongu, so má sigast, at her er broyting hend til tað betra. Undanfarna landsstýri legði nærum einki til síðis fyri at standa ímóti við. T.d. var einki sett av til ta stóru veð- haldsábyrgd, sum landsstýrið hevur tikið á seg. Almennu veðhaldini tvi- faldaðust frá 1983 til 84 uttan at landsstýrið tá gjørdi nakað fyri at byrgja upp fyri, um veðhaldini skuldu blíva effektiv. TAKA vit so fiskivinnuna, so var und- anfarna landsstýri heilt órealistiskt, tá tað bert setti góðar 200 mill. kr. av á fíggjarlógina, hóast tað var vitandi um, at veruliga upphæddin fór at liggja nógv hægri. Nú hevur so hetta landsstýrið hækkað ta upphæddina úr 220 mill. upp í 265 mill. kr. Og um somu tíð sigur landsstýrið seg vilja reka ein politikk, har tað so líðandi fer at minka um stuðulin til fiski- vinnuna og geva henni hevi at laga viðurskifti síni eftir veruligari kostn- aðarlegu. VANLIGI skatturin verður ikki: hækk- aður og er tað skilagóður pelitikkur. Tað hevði verið heilt óhoyrt um landsstýrið nú fór at leggja størri skattabyrðar á fólk, sum framman- undan hava torført at fáa endarnar at rokka saman. Men eitt annað er, at landsstýrið roynir at fáa fatur á teim- um pengum, sum á ein ella annan hátt sleppa sær uttan um skatta- álíkning. Her er uttan iva talan um stórar upphæddir. Hetta landsstýrið fer vónandi at vísa hetta í verki eisini, tí er tað nakað, sum núverandi lands- stýri eigur at fáa framt, so er tað stórri rættvísi, hvat viðvíkir skat'i- num. Alt ov nógvur peningur sleppur sum er uttan um skatt. Henda gongd kann ikki halda fram, tá vit vita, at vanligu løntakararnir verða skattaðir av hverjum einasta oyra, teir for- vinna. SAMANUMTIKIÐ má sigast at landsstýrið er eitt sindur varið, og er tað helst gott, at so er. Men vit eiga kortini il.ki at steðga samfelagsút- byggingini, sum vit vita, krevur nýggjar iløgur. Vit eiga eitt nú við eini menningarstovu at hava betri yvirlit yvir hesi útbygging og royna at forða fyri, at skeivar iløgur verða gjørdar. Tíanverri hava vit alt ov nógv dømi um, har landið uttan størri innlit og eftirlit hevur bundið seg til at veð- halda fyri projektum, sum áttu at verið umhugsað kanska fleiri ferðir áðrenn tey vórðu sett í verk. september 1985 Listamaður rikin ur Føroyum Ein kendur og dugnaligur utlendskur listamaður „evur her í Havn fingið eina bót uppá 1000 kr. fyri ikki at hava fylgt regl- unum viðvíkjandi útlend- ingum og atgongd teirra til landið. Maðurin hevur á hverj- um ári líka síðan 1975 vitjað Føroyar sum ferða- maður, bæði á vetri og sumri. Þetta sjálvandi vegna ein veldugan áhuga fyri fólki, náttúru og um- hvervi okkara sum heild Í byrjanini av 1982 sekti hann um búloyvi út yvir teir vanligu loyvdu 3 mánaðirnar. Hetta fekk hann, og fór umleið 9 mánaðir seinni aftur til heimlandið. Longu í juli 1984 kom hann aftur og sekti um 3 mánaðir, seinni um | ára eykabúloyvi, men varð hetta noktað, sam- stundis varð álagt honum at fara av landinum í sein- asta lagi 7. januar í ár. Hann aktaði ikki boð- unum, og fekk 4. mars eina bót uppá 1.800 kr. fyri at hava arbeitt sum sjålvstødugur fotografur uttan arbeidsloyvi. Imedan søkti hann um bu- og arbeidsloyvi, og varð tað játtað honum inntil 1. august. Sostatt fall bótin uppá 1.800 kr. burtur. Ákærdur Fremmandapolitiid gjørdi tó eitt målburtur ur hes- um, og maðurin varð 22. juli í ár ákærdur fyri trý ymisk logarbrot: I. At hann aftaná at vera komin inn í landið 15 juli ikki meldaði seg til passeftirlitið. ts At hann frá 15. juli 1984 til 4. januar í ár hevði arbeiði sum sjålv- stødugur fotografur uttan arbeidsloyvi og yrkisbræv. 3. At hann ikki segði fólkaeftirlitinum frá í seinasta lagi 5 dagar eftir at vera komin til landið. Í farnu viku varð sakar- málið vidgjørt í rættinum. Akæran um passeftir- litið mátti fráfallast, av tí at eingin, illa nokk løg- reglan, visti, hvar ið hetta fór fram. Eitt avgreiðslu- búr er á flogvellinum, men sjáldsamt er at finna log- regluna har. Og eingin ger vart við passeftirlitið, hvorki í Vágunum ella í Havn. Maðurin hevur ongan- tíð arbeitt sum fotografur í Feroyum, hverki sjálv- stoðugt, ella hjá eðrum fotografi, sum m.a. eisini varð nevnt í ákæruskriv- inum. So statt mátti lógarbrot nr. 2 eisini fráfallast. Somuleiðis var lítið hald í 3. lógarbroti, eisini vegna tørvandi upplýsing til út- lendingar um slík mál. Samanumtikið má sig- ast, at legreglan í einari blanding av líkasælu og óvildigheit, hevur roynt at finna fram ymiskt, ið meguliga kundi stempla mannin sum ein, ið av- gjert ikki mátti koma inn aftur í landið. Maðurin varð so statt ákærdur fyri at hava ar- beitt sum listamaður utt- an arbeiðsloyvi, og kost- aði tað honum 1.000 kr. í bót. Nógv skal ein hoyra, áðrenn oyrini detta av! Kári Hatursfloymurin Í hesum tíðum, tá vit eru vitni til, hvussu lítið heim- urin hevur lært av teimum royndum, sum allar tíðir hevur elvt til sterri og sterri stríð og klandur, er tað tó lívgandi at síggja, at nekur eru, sum halda uppi kyndilin um at tæna mannaættini á ein betri hátt. Hóast vit her i Føroyum eisini hava eina kliku av hatafullum menniskjum, VI VIL SKABE GYLDNE DAGE Af Ole Hyltoft Vi blev tvunget til at tie. Men nu vil vi være frie. Ikke gå i uniform. Ingen af os er en norm. Vi vil skabe gyldne dage. Intet menneske er lille, selv om det er nok så stille. Troen på hvert men'skes værd er vor milde sejrshær. Vi vil skabe gyldne dage. I de gode gamle dage var de flestes liv en plage. De der havde pengemagt så på småfolk med foragt. Vi vil skabe gyldne dage. ey eru serliga sjónlig, sum standa aftanfyri ap- artehitpolitikkin í Dag- blaðnum, nevn sum Óli Breckmann (viðhvert Lydia Arge), Óðin Ódn o.s.fr., fólk sum lítið annað hava tilyvirs fyri eðrvísi hugsandi, enn at spíta og gálva eftir teimum. Lat hesa yrkingina fáa loyv til at doyva eitt sind- ur av hatursfloyminum, sum minnir okkum alt ov nógv um triatiårini, tá tann konservativi ungdómurin í Danmark og blaðið Jyllandsposten gekk á odda fyri einum hóttandi eldi, sum seinni legði meginpart av Eur- opu í oyði. Lat ikki spírarnar eftir teimum, ið tá legdu alt í sor, fáa fótin fyri seg. lesari Vi vil ingen andre knuse. Vi vil smede, bygge huse. Hvor der hersker vold og ned vil vi plante rosen rød. Vi vil skabe gyldne dage. Klare søer, grønne skove, vi vil følge livets love. Arbejdsglæde, barneleg — skaberkraften viser vej. Vi vil skabe gyldne dage. Vi vil skabe gyldne dage for de stærke, for de svage. Først med armen om din bror bli'r du lykkelig og stor. Vi vil skabe gyldne dage. Vi vil slutte fortids krige. Vi vil tømre fredens rige. Rosen blomstrer til et slot, hvor enhver kan få det godt Vi vil skabe gyldne dage.