týsdagur 3. september 1985síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
————
KEE EEN
Nr. 32 — 3. september 1985
Soleiðis vedda vit...
1. GI—IF I:
ÍF hevur vunnið fyrsta dyst sin i år, men vit
meta ikki, at næsti sigur teirra kemur i hesum
dysti. Hóast hetta er ein av teimum dystum, ið.
vit vanliga nevna lokaluppgerð, og ti skuldi
verið torførur at vedda um, so ivast vitt ikki i at
tað verða gøtumenn, ið vinna. Sum heild hevur
kappingarárið 1985 roynst út av lagi vánaligt
fyri ÍF og lítið er at ivast í, at fuglfirðingar
noyðast at spæla í 2. deild næsta ár. Fuglfirð-
ingar bilsnaðu nógv, tá teir vunnu á veika TB-
liðnum, men enn fleiri vilja gerast bilsin, um
teir eisini vinna á GÍ.d
2. NSI—LIF 1:
Leirvíkingar hava mangan nátt úrslit, ið hava
verið sera óvæntaði. M.a. hava teir jú í ár
„smurt< KÍ av á vellinum í Leirvík og teir
vunnu jú eisini dystin móti HB á ovara velli í
Gundadali umframt at teir hava fingið onnur
góð úrslit í ár. Men ikki trúgva vit, at teir fara
at klára NSÍ eisini. Eftir okkara metan er NSÍ
tað eysturoyarlið, ið meguliga hevur besta leik-
aratilfarið — tikið mann fyri mann — men ikki
altíð er tað, at liðið virkar sum ein samanspæld
heild. Um NSÍ fær spæl sítt at ganga, so kunnu
teir vinna á ellum liðum í Feroyum, og tá teir
nú hitta leirvíkingar á vellinum í Runavík,
rokna vit eisini við sigri.
3. B68—HB 1X2:
Hetta er so toppdysturin, i3 møguliga kann av-
gera, hvar FM-heitid endar i år.
Hevur NSÍ kanska besta leikaratilfarið, so
hevur B68 uttan iva best virkandi liðið. Liðið
kennist homogent og kann — sjálvt um onkur
heldur háðandi hevur eyknevnt tað >B-Gippi-
tryss« — veruliga spæla álopskendan fótbólt.
Tað sama kann HB eisini. Vit hava fyrr skriv-
að, at HB hevur stersta »talentmassa« í Før-
oyum, men at leikararnir alt ov ofta tveita
sigrar fyri borð m. a. orsakað av vantandi skot-
royndum. Í hesum dysti er ringt at tosa um
nakran veruligan favoritt. Her hittast tvey lið,
ið — sum sagt — kunnu spæla álopsfótbólt — tó
við hver sínum leikhátti — og meta vit at
rættast er at fullbøta dystin, ið hevur allar
meguleikar at gerast spennandi.
4. TB—KI 2:
TB er í kreppu. Leikurin er í djúpum aldudali og
langt tykist at vera upp á kambin aftur. Fyri
bert einum ári síðani vildu vit ikki ivast í at rátt
kervisveddarum til at fullbøtt henda dyst, tí tá
hesi lið hava hitst á Sevmýri seinnu árini hava
tey altíð spælt spennandi dystir. Fótbóltsspæl-
ið hevur kanska ikki altíð verið tað besta, men
ferð og spenningur hevur verið yvir spælinum.
Hóast KÍ heldur ikki hevur roynst av frægastu
liðum í heystarhálvuni, so meta vit heldur
ótraditionelt at tað verða klaksvíkingar, ið
taka bæði stigini í ár. Uttan iva vil TB gera alt
fyri at »hevna« åsigurin frå í vår, men tá liðið
hevur tveir fastar leikarar, id hava fingid leik-
bann, meta vit at uppgávan verður ov torfør.
5. Sumba—Fram 1;
Tvey lið, ið hava stig fyri neyðini. Kappingin
um at sleppa undan niðurflyting er herð og
kann hetta eisini koma at merkja týdninga-
mikla dystin. Við sigri kann Sumba taka avger
andi stigið vekk frá niðurflytingarvandanum,
meðan Fram má vinna, um liðið skal hava nakr-
ar vónir at vera verðandi í 2. deild næsta leikar
eisini. Fram restar framvegis málskjúttar og
tað er torført at vinna i Sumba hjá ellum liðum,
so vit meta at Fram má siga farvæl til deildina
fyri hesa ferð. Vit rokna í hvussu er við at
Sumba vinnur henda týdningarmikla dystin.
6. SIF—Royn 12:
Tvey av málsóknastu liðunum í 2. deild hittast
á vellinum í Sandavági og tað kann tykjast
torført at spáa um nakran vinnara framman
undan. SÍF er sera sterkt á heimavelli, men
Royn tykist at hava funnið málsókna leik sin
aftur og kunnu SÍF'ararnir tí vænta harða mót-
steðu. Ikki trúgva vit, at meguleikin fyri javn-
leiki millum hesi bæði liðini er stórur og hava
vit tí valt at hálvbeta fyri úti- og heimasigri,
men um ein veruliga ger nakað við kervis-
vedding sina, so er ikki tað býttasta at fullbøta
henda dystin eisini.
7. VB—HB 1;
HB stendur seg ikki ov væl á útivelli — og ser-
liga ikki í Suðuroynni í letuni. Vit meta, at vág-
bingar hava allar meguleikar at vinna henda
dystin. Málmunurin verður kanska ikki so stór-
ur sum tá HB vitjaði í Hvlaba, men sigurin til
VB átti ikki at komið í vanda, um leikararnir
fáa spæl teirra at ganga sum tað eigur. VB
liggur í fremru helvt í deildini og meguleikarnir
hjá vágbingum at stabilisera seg í deildini í ár,
fyri so at gera álvarsliga roynd at náa 1. deild
aftur næsta ár, eru góðir.
8. B36—MB 1:
B36 hevur stóran hóp av skaddum leikarum,
men vit trúgva tó ikki, at hetta kemur at ávirka
spælið móti MB í stóran mun. Moralurin tykist
góður og leikararnir vilja gera alt fyri at náa 1.
deild aftur. Teir hava meguliga fingið ein skelk
í dystinum móti Royn, men lítið er at ivast í, at
teir klára at berja henda skelkin av sær eisini.
MB byrjaði, saman við B36, sum eitt av lið-
unum, ið ein roknaði við fór at berjast um uppf-
flytingarsessin, men nakrir óvæntaðir ósigrar
hava havt við sær, at miðvingar eru dotnir
longur niður í stigatalvuni. Teir hava framvegis
meguleikar fyri at blanda seg í stríðið millum
»topp-lidini«, men vit meta tó, at møguleikarnir
fyri at fáa stig í Gundadali eru smáir. Ov nógv
stendur uppá spæl hjá B36 teir vilja ikki
tapa ein dyst afturat.
9. B68—Streymur X 2:
Adrenn kappingin byrjaði í ár vóru nógv, ið
roknaðu vid, at Streymur, ið flutti upp í 3. deild
í ár, hevði møguleikar fyri at sleppa gjøgnum
deildina og flyta upp í 2. deild aftaná bert eitt
år. Men so er ikki gingið. Urslitini hjá Streymi
hava ikki verið nóg góð og liggja teir nu i nidaru
helvt á stigatalvuni. Teir hava tó møguleikar
fyri at ogna sær stig móti B68 — sjálvt um
dysturin verður spældur á Toftum. B68 hevur í
ár roynst munandi betri í deildini enn nógv
høvdu væntað, men úrslitini í teimum síðstu
dystunum hava tó ikki verið ov góð og er tað tí
at vit hálvbeta henda dyst við javnleiki og úti-
Síða 9
sigri. Hverki av liðunun
niðurflytingarvandanum, mer
bert teoretiskur
10. TB—B36 2:
Tað eru ikki bert leikararnir á 1. liði hjá TB,
sum hava torført við at fáa leikin at ganga
Sama ger seg galdandi hjá 3. deild. Vit hava
frætt. at tað mangan er torført at fáa mannað
liðið og at leikurin av tí sama er vánaligur
eisini á Sevmýri. B36 hevur seinastu dystirnar
bilsnað nógv — kanska serliga í dystinum móti
B71 — og vit trúgva eisini, at leikararnir hava
meguleikar fyri at vinna dystin á Sevmyri.
Meguliga eru onkrir av »føstu« leikarunum
fluttir upp á liðið í 2. deild, ið er rakt av skað-
um, men tilfarið átti at verið so gott, at tað
skuldi blivið sigur á Tveroyri.
11. HB—EB 2:
Eiðisfólk byrja nú at hava bjartar vónir um at
sleppa í 2. deild aftur. EB liggur á odda við av-
bera góðari málúrteku og meguleikarnir fyri at
betra um bæði stiga- og málúrteku eru eisini til
staðar í hesum dysti. Sjávlt um 3. deild hjá HB
roynist munandi betur í Gundadali enn á úti-
valli, so trúgva vit, at tað kann verða torført at
vinna á EB, ið er væl fyri »psykiskt« eisini. Vit
trúgva, at EB tekur enn eitt fet móti 2. deild í
hesum dysti.
12. b71 —SÍ 1X2:
Tað eru try lið, ið kappast um at sleppa í 2.
deild komandi ár og eru tað EB, og so tey bæði
liðini, ið hittast heima á Sandi, B71 og SÍ. Í
fleiri ár hevur B71 verið millum frægastu liðini í
3. deild, men altíð er uppflytingin gloppin í
síðstu letu. Liðið tapti í seinasta leikumfari,
heldur óvæntað, til B36 og hetta kann megu-
liga hava ávirkan á henda dystin eisini. Van-
liga plaga vit at siga, at B71 er eitt av sterkastu
liðum á heimavelli, men servingar síggja sær
eisini meguleika fyri at sleppa upp í 2. deild
aftur aftaná stuttan steðg í 3. deild, og hetta
kann vera við »at seta teir upp« til henda dyst-
in. Fyri at vera við í endaliga »striånum« mugu
bæði liðini vinna, men vit tora ikki at gera nakr-
an til favoritt her, og meta tí at rættast er at
fullbøta. Spennadi verður nú at síggia, um vak-
urt leikandi liðið hjá sandoyingum kann vinr. á
SI. Gera teir tað, so er kanska møguleiki fyri at
tryggja sær uppflytan í ar. Vinnur S!, so varð-
veita servingar góðu uppflytingar vøguleikar
sínar, meðan sandingar enn einaferð mugu siga
farvæl til uppflytingina.